Ein merkilig vika

lgbt.jpg

Vikan var sjáldsama hendingarík og ikki kann sigast, at hon beinleiðis økti um álitið á politisku skipanina. Fyri mentamála- og uttanríkismálaráðharran (ella øvugt) Jenis av Rana man vikan hava verið strævin. Tað sama hevur hon verið fyri okkum onnur. Um mann sum borgari hevur fylgt við í tíðindunum hesa vikuna, so situr mann eftir sum kettan á myndini her omanfyri við hárinum í andarisi, skegginum í postkassanum og eini heilt løgnari kenslu av, at landið í løtuni siglir sín egna sjógv uttan mál ella mið - eisini hóast tað gongur væl við coronu og tað eyðsýnliga eru merkiliga nógv skilagóð fólk í føroyska samfelagnum eisini tvørtur um politisku vengurnar.

Fyrst var tað viðgerðin av uppskoti um at javnseta samkynd foreldur við onnur foreldur í barsilsskipanini og har var sjálvandi tann sama balladan og somu pínligheitir í løgtinginum júst soleiðis sum tað er hvørja ferð er, tá sonevnd ”etisk” mál eru á skrá. Ein viðgerð, ið kulmineraði við einum diplomatiskum haltkjaftbommi av einum uppskoti um ikki at brúka orðið samkynd, men annars geva teimum tað, tey vildu. Og helst var hetta væl meint, men ómetaliga niðrandi má tað følast hjá menniskjum, sum hava barst fyri júst hesum at tora at seta orð á tað, tey eru, og sum okkara samfelag hevur gjørt teimum so torført við okkara stirvnu og óttafullu normalitetsdefinitión.

Henda dagin, tá málið skuldi atkvøðast og tíverri fall, var øll Havnin yvirmeiggjað av grafitti. Sambært tekstinum, ið bæði manglaði ð og empati (umframt vanligt vit og skil), merkir Antikrist á leið tað sama sum LGBT. Hvør hevur skrivað henda ørliga tekstin og hví kann mann altíð gita um - kanska er tað áhugaverdari og eitt sindur øvugt uggandi at síggja hesa ekstremu meiningina førda fram sum anonyma grafitti. Tí grafitti plagdi ikki at vera formurin hjá slíkum meiningum í Føroyum. Fyri ikki so langari tíð síðani var tað í lagi alment at demonisera okkara medmenniskju á tílíkan hátt. Grafitti er ikki málið hjá maktini og hoyrir søguliga til undirgrundsminnilutar, sum orða seg ólógliga og í loyndum. Fyri meg er grafittiformurin enn eitt positivt tekin um, at avgerðin í løgtinginum ikki avspeglar tað, sum flestir føroyingar og bæði bispur og Jóhan Dahl meina, at tílík útihýsing av einum samfelagsbólki ikki ber til í 2021.

Eitt annað mál stakk seg upp sum ketta upp úr høvdatrog í einum donskum miðli, sum boðaði frá, at ein stórur radari fyri milliónir skuldi setast upp í Sornfelli. Mentamála- og uttanríkisráðharrin ella Uttanríkis og mentamálráðharrin heldur uppá, at hann hevur ikki lovað dønum nakað sum helst. Nú náddi man annars at blíva eitt sindur fjálturstungin av hasari samgonguni, sum vil umskipa landsbankan og serliga minka um serfrøðina á hasum økinum og sum harafturímóti hevur funnið uppá at stovna eitt trygdarráð fullkomiliga fyriuttan serfrøði. Til alla eydnu hevur løgmaður nú staðfest, at Trygdarráðið ongar heimildir hevur, men hví seta tað á stovn? Tað kundi mann spurt um. Og kann tað veruliga passa, at vit í 2021 ikki hava nakran instans, sum við serfrøði og skili arbeiðir og í fleiri ár hevur arbeitt? Tað ljóðar ófrættakent.

- Eitt triðja mál frá brátt farnu, rokaligu tíðindaviku, sum eisini hoyrir til økið hjá Jenisi av Rana, er tann ólukkuliga sannroynd, at okkara listafólk eru í neyð. Tað er ikki nakað nýtt - ikki minst tónleikarar hava ført hetta fram fleiri ferð hetta seinasta árið uttan at nakað munagott er hent. Og so er spurningurin um tað kanska er ov nógv at hava mentamál og uttanríkismál í einum málaráði?