Størstur er kærleikin

dreymar.jpg

Heimkomin mikukvøldið aftaná undansýningina av nýggja filminum hjá Sakarisi Stórá; Dreymar við havið, var tað kærleiksáminning Paulusar, sum fyrst kom mær til hugs, tá setti meg at skriva ummæli. - So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hugsaði eg - men størstur av teimum er kærleikin...

Tað mest einfalda og edrúiliga at spyrja seg sjálva um, tá mann hevur sæð ein realistiskan film, er hvørt filmurin livdi upp til sína egnu ætlan. Trúgvi eg uppá filmin? Trúgvi eg, at menniskjuni í filminum eru til, at rúmini eru til, at trupulleikarnir eru til? Tað stutta svarið er ja! Eg trúgvi uppá Dreymar við havið. Eg trúgvi uppá Sakaris Stórá og eg trúgvi so sanniliga eisini uppá eina føroyska spælifilmslist.

Eg vil mínum Harra prísa

Filmurin byrjar við aldargamla sálminum hjá Hans Thomisøn úr Kingosálmabókini. Tað er vakri kórsatsurin hjá Karl Clausen, sum Kamarkórið framførir fyri fullum gardinum, og júst tá tú byrjar at lena teg afturá fyri ordiliga at njóta kórsangin, samstundis sum ein byrjandi ótti fyri, at talan er um ein eitt sindur ov hátíðarligt pallsettan, symboltungan film, órógvar, verður stórbæri kórljómurin brádliga og ljódliga pakkaður niður í eitt radioapparat og so eru vit í køkinum hjá Ester og teimum onkrastaðni á bygd í nærmastu fortíð og nútíð.

Meginparturin av filmsupptøkunum eru gjørdar á Sandoynni, meðan okkurt er filmað í Havn, á Velbastað og úti í Hesti. Hetta er triðju ferð, Sakaris Stórá arbeiðir saman við altjóða viðurkenda belgiska filmsfotografinum Virginie Surdej. Filmurin er kliptur í Danmark, og ljóðarbeiðið er gjørt í Danmark, Føroyum og Svøríki. Tey ungu fólkini mutla eitt sindur – í øllum førum, so hoyrdi eg ikki alt púra klárt sum tey søgdu, men eg haldi ikki, at hetta er nakar trupulleiki í mun til at fata heildina – tá eg hyggi at Festen og øðrum donskum filmum, havi eg næstan altíð tekst, tí har hoyrist stak illa hvat tey siga.

Eitt menniskja

Kórsangurin í útvarpinum hevur eitt ávíst sunnudagsligt huglag, soleiðis sum tað plagdi at vera fyrr í tíðini, tá fólk vóru meira líka og og tá nógvir dagar føldust sum sunnudagur við endaleysum tímum, sum ikki vilja ganga. Soleiðis tykist í hvussu so er vera hjá ungu gentuni Ester, sum í skapi av Juliett Nattestad keðir seg í lítlu heimbygdini við havið. Sum hjá øðrum børnum og ungum, er hennara lív í stóran mun definerað av tilveruni hjá foreldrunum og hesi foreldrini eru gudilig, serliga mamman, Anna Maria. Hon er sunnudagsskúlaleiðari, ein væl meinandi, óavslappað typa, sum Kristina Ougaard Sørensen spælir sannførandi og handarvríggjandi við skuldarelvandi gullkrossi um hálsin og stúrandi eygnabrá. Í stuttum bilum, tá hon missir stýringina, sleppa vit inn um hjálmgrímuna at hóma, at henda stranga konan eisini bara er eitt menniskja, sum roynir sítt frægasta at liva sambært teimum livireglum, hon nú einferð hevur lært.

Nuanserað persónslýsing

Hetta er ein av fleiri styrkjum við filminum; at hann fyriheldur seg nuanserað til tey menniskju, hann lýsur. Mamma Ragnu er við at enda í onkrari eindimensjonalari skøvu, men so er góða senan har tær báðar møðgurnar minnast aftur á okkurt stuttlig og tá dagar vakra menniskjan fram undan alkoholikaranum. Noomi Kunoy Heradóttir spælir henda leiklutin sera væl, men her hevði eg ynskt mær eitt sindur meira frá handritinum, sum tryggjaði, at eg varð enn betri við hana. Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað handritið í tættum samstarvi við leikstjóran og sum heild tykist hetta samstarvið eydnað. Teksturin er fullur av symbolum og tilsipingum, men tað tekur ongantíð yvir. Maður Onnu Mariu, Pætur sigur ikki tað stóra, og er heilt fantastiska væl leiktur av Búa Dam. Hann er róligur, loypur ikki framav, og sjálvt um hann á ein hátt rýmir undan trupulleikunum, kennist hann onkursvegna sum ein óvikiligur klettur av kærleika. Uttan tey nógvu orðini fær áskoðarin frænir av, at hesin maðurin hevur royndir, sum røkka út um æviga sunnudagin í húsunum í bygdini við havið.

Tvær gentur

Høvuðspersónarnir eru Ester og Ragna, fremmanda gentan, sum kemur til bygdina at búgva, sum hevur gamlar strípur í hárinum, sigur “fokk” og er lokkandi øðrvísi, men sum eisini hevur sínar álvarsligu trupulleikar at dragast við. Eisini hennara tilvera er fullkomiliga treytað av liviháttinum hjá teimum vaksnu. Ester/Juliett Nattestad hevur kanska ta størstu avbjóðingina, tí hon broytist og mennist meðan Ragna/ Helena Heðinsdóttir er ein sálarliga sæð meira statiskur persónur, sum er tálmað og herd av sínum uppvøkstri. Men báðar spæla psykologiskt sannførandi.

Frælsistrongdin

– Ert tú ein eingil, spyr lítli drongurin, Rókur Ester, men sjálvt um hon er góð og djørv eins og navnasystirin í Bíbliuni, er Ester eingin eingil. Áðurnevndi sálmurin hjá Hans Thomisøn myndar eitt slag av luftigum leiðimotivi frá byrjan til enda í filminum – síðsta ørindi ljóðar soleiðis: “O jesus, tú lívsins drottur, tú hoyrdi nú, hvat eg bað! Meg verja skal tín máttur, tá altíð mær lundin gerst glað. Tú send mær einglavernd tína, tá eg hiðan sovna skal, frels meg frá helvitis pínu, før meg í himmiríkis sal”. - Eina stund kunnu tey trý, Ester, Ragna og Rókur njóta eina stokkuta einglavernd í menniskjansliga hitanum hjá hvørjum øðrum. Ester hevur tað ikki lætt. Meðan mamman roynir at binda hana fasta í síni egnu tilverumynstur, leingist gentuni at sleppa burtur, at fáa luft, at sleppa at anda, at lívið skal byrja, men enn er hon ikki heilt stinnfloygd. Levi Ragnarsson spælir framúr, so at vit rørast og trúgva, at hann er Rókur, ein lítil ósekur drongur, sum alt ov ofta er vorðin vónbrotin. At Sámal Hansen, Bjørn M.Mohr og øll tey ungu spæla so mikið væl sum tey gera er imponerandi í sær sjálvum, men man eisini vera eitt tekin um serstakliga góða persónsinstruktión.

Menningarsøga 

Filmurin er ein sonevnd coming of age menningarsøga av tí slagnum, sum norðurlendingar duga serstakliga væl at siga. Og tað eru mest norðurlendskir filmsleikstjórar, ið koma til hugs, meðan eg hyggi at nýggja filminum; Lukas Moodysson, Thomas Vinterberg, Dagur Kári, Aki Kaurismäki og Katrin Ottarsdóttir – síðstnevndi filmspionerur hevur jú ein heilt annan, ekspressivan stíl enn Sakaris Stórá, men hennara filmur frá 1999, Bye Bye Bluebird hevur jú eisini tvær vinkonur sum høvuðspersónar, ið eru fremmandgjørdar í heimliga umhvørvinum. Tann filmurin er ein roadmovie. Sjálvt um onkur biltúrur er á skránni í nýggja filminum, er ikki nógv roadmovie yvir honum, næstan tvørturímóti; fólkini eru sum heild rættiliga still og onkursvegna fangaði í sínum leiklutum.

Leikstjórin hevur tíð og rúm

Av stílinum í filminum komi eg mest í tankar um Sakaris Stórá sjálvan. Hóast hann við sínum 31 árum enn má metast sum ungur filmsleikstjóri, so hevur hann ment ein serligan stíl, ið longu hómaðist í framúrskarandi stuttfilminum “Passasjeren” frá 2009, sum var hansara fráfaringarfilmur á Nordland Kunst- og Filmfagskole í Lofoten. Sjálvandi hevur tað týdning hesum viðvíkjandi, at søgan í nýggja filminum partvíst líkist søguni í Summarnátt og Vetrarmorgun við ungum vinkonum, sum møtast og mennast. Tað hevur somuleiðis týdning fyri líkheitina, at Sakaris Stórá brúkar tann sama, dugnaliga filmsfotografin, ið sýnir stóran myndaligan ans bæði, tá hon zoomar inn á andlit og staklutir og tá hon breiðir seg út at vísa okkum hvussu stórt havið er. Men munur er eyðvitað á at gera stuttfilmar og so ein spælifilm uppá 80 minuttir sum Dreymar við havið og sjálvt um vit sum áður nevnt kenna okkurt aftur frá hinum báðum ungdómsfilmunum, tykist drúgvara formatið veruliga hóskandi til frásagnarháttin hjá Sakarisi Stórá. Her hevur leikstjórin tíð og rúm til allar sínar nærmyndir og allan sín visuella neyvleika. Filmurin er veruleikakendur og yvirheldur sum so tey krøv, ið realisman setir, so at eg trúgvi søguni, staðnum, menniskjunum, lutunum osfr. sjálvt um alt hevur ein ávísan altmodisch tóna, ið fær meg at uppliva eina ávísa frástøðu í tíð. Eitt nú tykist scenografiin eitt sindur gamaldags við mynstrutum tapeti osfr og meg minnist ikki nógvar skíggjar í filminum. Búði eg í hasari klaustrofobisku bygdini við havið, hevði eg havt internet, útvarp, sjónvarp, ipad, iphone alt koyrandi í senn og helst eisini undirvatnsbát á sjónum og tyrlu á takinum. Handan einsamalla grillin, sum eftir øllum at døma er neystið hjá Elisabeth í veruleikans Skálavík, er ómetaliga fotogen og assosiatiónselvandi. Eg komi í tankar um túsund vesaligar grillir in the middle of nowhere, sum allar innlima tað serliga einsemi, sum er ungdómsins.  

Tá Sakaris sleppur ungdóminum...

Dreymar við havið er fullur av longsli og sorgblídni. Eg komi fleiri ferð í tankar um myndlist meðan eg hyggi. Tað eru bæði tær grafisku myndirnar hjá Mariusi Olsen, sum koma til hugs, men eisini Caspar David Friedrich og hansara fólk, sum við rygginum móti áskoðaranum tykjast leingjast móti endaloysinum í sjónarringinum. Verðin er “fucked up”, men vónin er ljósagrøn. Dreymar við havið er fyrst og fremst ein søga um kærleika millum menniskju, hvussu sterkur hesin kærleiki er og hvussu vit sum menniskju kunnu flyta hvønn annan mentalt við hesum kærleika. Hetta er eitt alfevnt evni, sum nertir øll. Tá tað er sagt, so gleði eg meg eisini til, tá Sakaris Stórá sleppur ungdómsuniversinum og teirri kenslubornu, men eisini tíðaravmarkaðu, marginaliseraðu upplivingunum, sum henda tíðin er merkt av. Sagt við allari teirri sannføring, sum ein miðaldrandi kona fær felt niður á eina teldu, so er vaksnamannalívið eisini áhugavert, hugsa bara um Woody Allen og Krystof Kieslowski. Henda løgna tíðin, tá mann sum menniskja skal vera á toppinum, tann, sum stendur við ábyrgdini fyri dementum foreldrum og ungum uppreistrarbørnum, samstundis sum umhvarvið av tí altetandi deyðanum vaksur seg alsamt størri og myrkari í sjónarringinum. Hvussu er og ikki, so eri eg ikki í iva um, at Sakaris Stórá megnar at siga júst ta søguna, sum hann setir sær fyri at siga. Hann er eitt serliga fjølgávað og gløgt listafólk, ið dugir at siga søgur við myndum, ljósi, myrkri, ljóði og við tónleiki og so duga hann og Marjun S.Kjelnæs at løða við hóskandi skamti av symbolum og fleirtýdni uttan, at hetta tykist uppáklistrað, betrivitandi ella á annan hátt gongur út yvir realismuna í søguni.