Erik Fey er deyður

Torbjørn Olsen málaði portrettmyndina av Erik Fey

Torbjørn Olsen málaði portrettmyndina av Erik Fey

Nú bórust deyðsboðini av Erik Fey, sum mangir føroyingar við áhuga fyri list munu kenna. Hann var dani, uppvaksin í Hjørring, har hann eisini tók sína útbúgving sum lærari. Umframt at skipa fyri ferðum kring allan heimin, var Erik Fey sera áhugaður í list, ikki minst í føroyskari list. Tað var hann sum í 2000 gav út ta donsku bókina hjá Bárði Jákupsson um føroyska list. Sprotin gav hana síðani út á føroyskum; Myndlist í Føroyum. Seinni gav hansara forlag, Atlantia, út fleiri fínar bøkur um Torbjørn Olsen, Bárð Jákupsson og vatnlitamyndirnar hjá Ingálvi av Reyni. Erik Fey skipaði fyri øllum møguligum, m.a. listaferðum, har tey vitjandi eitt nú kundu fáa akvarelskeið hjá Bárði Jákupsson, bæði í Føroyum og í Italia. Erik Fey hevur fingist við øgiliga nógv ymiskt;  hann var ein sjáldsama virkisfúsur maður, sum fekk nógv burturúr. Hesi seinnu árini hevur hann verið sjúkur, men tá sólarmyrkingin var í Føroyum fyri tveimum árum síðani, skipaði hann fyri, at ein ørgrynna av fólkum vitjaði higar úr øllum heiminum.

Hvíl í friði, Erik Fey -  takk fyri bøkurnar og áhugan fyri føroyskari list.  

iar.jpg