Góða Ovastevnu

Nólsoyarmálarin

 

Fyri sjey árum síðani var eg stødd í Nólsoy leygardags-ovastevnudagin. Tá skipaði eg saman við Tórshavnar Kommunu fyri framsýning við málningum hjá Steffan Danielsen, sum Emil Thomsen, útgevari átti. John Dalsgarð og eg høvdu skrivað bók um Steffan Danielsen, hon kom út í september sama árið. Framsýningin gekk fyri seg í snotiliga barnagarðinum í Nólsoy og eg minnist, at júst henda upplatingardagin var rættiligt óveður, men allíkavæl vóru stak nógv fólk møtt til upplatingina. Har vóru 17 ómetaliga góðar myndir at síggja, onkrar teirra kunnu í dag síggjast í Listasavni Føroya. Birgir Kruse hevði leitað sær til Nólsoyar, hann helt røðu, sum sæst á blogginum hjá honum saman við nøkrum herligum fotomyndum hjá Ole Wich frá ferniseringini.  http://birkblog.blogspot.com/2009_07_19_archive.html

Í storminum á Ovastevnu í 2009 minnist eg stóran blíðskap í onkrum køki - har var øl og alt møguligt; tað besta við at vitja í Nólsoy er umframt blíðskapin, at fleiri hava Steffansmálningar hangandi. Hann er og verður ein av mínum yndismálarum. Eg havi skrivað um Steffan Danielsen í einum donskum tíðarriti um outsidaralist, sum kemur í heyst. Her er eitt brot úr greinini:

Eitt hugtak sum outsidaralist gevur valla meining í Føroyum í fimtiárunum. Eitt lítið oyggjasamfelag í uttasta útjaðara í Europa er frammanundan rættiliga “outside” uttan listaakademi, konservatorium og tílíkt fínt, men við einum sprettandi umhørvi av viljasterkum listafólkum, sum eftir kríggið vóru vend heim eftir lokna útbúgving á kongaliga kunstakademinum í Keypmannahavn.

Allíkavæl tykist outsidaralist vera júst tað rætta hugtakið, tá talan er um ein einara sum Steffan Danielsen (1922-1976), sum livdi og arbeiddi í Nólsoy uttan fyri Tórshavn í útjaðaranum á tí uttasta útjaðaranum. Útjaðarahugtakið var til alla eydnu ikki uppfunnið tá, so flestir føroyingar munu hava verið væl nøgdir við staðseting sína í Norðuratlantshavi mitt í heimsins nalva ella beint við síðuna av. Tað var William Heinesen, sum skrivaði um nalvan og sum skrivaði um tornið á heimsins enda, men hann var eisini ein serstakliga týdningarmikil persónur fyri táverandi listaumhvørvið bæði sum aktivur málari, og ikki minst sum kurator og fyriskipari av fyrstu felagsframsýningunum av føroyskari list. Til eina tílíka Ólavsøkuframsýning í 1952 kom Steffan Danielsen fyrstu ferð við sínum myndum og varð møttur við eldhuga, serliga Jack Kampmann var hugtikin av Steffan – hetta segði Zacharias Heinesen mær. Myndirnar hjá Steffani vórðu hongdar á eitt heiðurspláss og hervið var ein av sermerktastu listafólkakarrierunum í Føroyum sett í gongd.

Tá fyrsta royndin at gera eina føroyska listasøgu kom út í 1982 í bókini “Føroysk list”, sum Emil Thomsen gav út skrivaði William Heinesen tekstin. Tað er her, hann lýsir Steffan Danielsen at vera tann mest sermerkta av teimum føroysku listamálarunum. Hann verður lýstur sum ein orðfáur maður, sjálvlærdur málari, sum gekk sínar egnu leiðir. Heinesen heldur ikki, at tað yvirhøvur bar hjá hesum málara at upptaka læring og tí heldur hann ikki, at listaskúlar sum so vóru relevantir fyri Nólsoyarmálaran.

Í mínari bók um Steffan Danielsen eri eg ikki ósamd við William sum so, hansara lýsing av Nólsoyarmálaranum er sjáldsama gløgg. Allíkavæl meti eg ikki, at Steffan Danielsen var ein mother natures son, ein óspiltur naivist, sum málaði uttan nakað kulturelt input, tvørturímóti. Steffan Danielsen var føddur við einum óvanliga sofistikeraðum móttakara, sum bæði gjørdi hann føran fyri at síggja sítt umhvørvi við æviga frískum eygum. Men harumframt granskaði hann verkini hjá starvsfelagum og listabøkur, og megnaði hervið at fevna rákini innan klassisku modernismu. Hansara myndir eru til tíðir kubistiskar, naturalistiskar impressionistiskar, symbolistiskar, men mest av øllum og altíð eru tær Steffanskar og takk og lov fyri tað.

Eg fari hervið at ynskja øllum eina góða Ovastevnu.