Marius Olsen sýnir fram sítt lívsverk

Tíðindaskriv

Framsýningin letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 17. juni kl. 16.00 og er opin fram til 14. august. Raffineraðu grafisku verkini hjá Mariusi Olsen rúma óendalig nógv løg. Eitt eftir eitt lata fín, viðbrekin og lýrisk løg seg upp. Skemtilig, sjálvt speisk løg, gátufør, innilig, symbolistisk løg og sniðfundig, filosofisk løg avdúkast spakuliga. Beint fyri eygunum á okkum vaksa løg við ekspressivum ørskapi, løg við nossligari ornamentgleði og løg við eini vakrari, myrkari dýpd, sum tað bara ber til at finna í listaverkunum hjá Mariusi Olsen. Onki annað stað í heiminum. Øll løg møtast og vaksa saman í eina fagra og tølandi heild. Men hvørja ferð verkini verða sýnd fram, hvørja ferð eygað sær tey, stinga nýggj løg seg upp úr heildini og nýggir møguleikar rísa. Á hesi framsýningini, sum er tann higartil vavmiklasta hjá Mariusi Olsen, opinberast ein ørgrynna av nýggjum løgum, nýggjum upplivingum og nýggjum sannkenningum.

Bók um verkini eftir Marius Olsen Bókina um Marius Olsen, sum Sprotin leggur fram, tá ið framsýningin letur upp tann 17. Juni, er 400 síður í brotinum 30x30, so sama um myndirnar standa ella liggja, er rúmsátt hjá verkunum, og tey sleppa at tala fyri seg hvørt á sínari opnu. Tekstur: Gunnar Hoydal, Jan Andersson, Ilona Raipala, Marius Olsen og Inger Smærup Sørensen.