NÚ - ung breidd í kassum

Jens L.Thomsen

Jens L.Thomsen

Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum í ár eitur og er vígd teimum ungu fólkunum, harav summi eru myndlistafólk. Fleiri fáast við ymisk listasløg og eru t.d. sjónleikarar, scenografar, høvundar, grafiskir sniðgevar, reklamufotografar, tónleikarar ella okkurt annað umframt, at tey fáast við myndlist. Talan er um eina serstakliga breiða presentatión. Teir útivið 30 luttakararnir eru allir føddir aftaná 1980 og meginparturin býr uttanlands Sum gjørt verður vart við í tíðindaskrivinum, er talan heldur um margfeldni enn um nakran ávísan avmarkaðan stíl á úttrykkinum hjá teimum ungu. Fjølbroytnið verður helst ikki minni av høvuðstreytini, sum verður sett øllum teimum framsýnandi, ið hava fingið ein kassa hvør at framsýna í ella á. Hesa avmarking hava tey framsýnandi fyrihildið seg meira og minni kreativt til. Um vit tosa um áskoðaraupplivingar, liggur ein ávís avmarking í kassunum, sum hinvegin veita ein higartil ósæddan møguleika fyri breidd í presentatiónini av yngra ættarliðnum.

Katalogið hevur eitt ungt, frískt snið og er umframt innleiðslutekstin hjá kuratorinum, Inger Smærup Sørensen, myndað av smáum viðtalum við listafólkini. Framtíðin tykist opin og ljósareyð í dynamiska ritinum, sum eisini er merkt av, at onkrir av luttakarunum eru nóg so feskir uttan tað stóra, listarliga miðvísi. Listarliga miðvís hevur Silja Strøm verið í mong ár, hon hevur brúkt kassan sum podium ella pall við poppstríputum assosiatiónum, har ein at síggja til óruddilig, men sera strukturerað uppseting av litføgrum keramiskum brotpettum er verkið sjálvt. Kassin hjá Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim er verkstaðskendur, vit fáa í og á kassanum innlit í hennara arbeiðsprosess. Jón Sonni Jensen, ið plagar at miðsavna seg um menniskjakroppin, hevur klætt sín kassa, so at hann fær eitt organiskt, villvaksandi brá. Verkið hjá Jens L.Thomsen, sum sæst ovast her, er konseptuelt hugsað á markinum til land art, men tað fungerar sera væl á framsýningini. Kassauppgávan hjá Heidi Andreasen er somuleiðis sera væl loyst, hennara verk hongur væl saman innihaldsliga og estetiskt. Hon arbeiðir við samansettum, surrealistiskum myndum, sum hómast á kassaflatunum, ið geva áskoðaranum innlit í ein myndaheim við trídimensjonalum geometriskum op art- kendum mynstrum. 

Heidi Andreasen

Heidi Andreasen

Jón Sonni Jensen

Jón Sonni Jensen

Ditte Mathilda Joensen er við á framsýningini og hevur sniðgivið katalogið

Ditte Mathilda Joensen er við á framsýningini og hevur sniðgivið katalogið

Kirstin Helgadóttir

Kirstin Helgadóttir

Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim

Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim

Eirikur Poulsen

Eirikur Poulsen