Arnold Vegghamar í Focus

Arnold Vegghamar letur upp framsýning í Galerie Focus fríggjadagin 7.oktober klokkan 16-18 í Lambagerði 1 í Havn við 32 nýggjum málningum. Framsýningin er opin: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu. Í málningunum hjá Arnold Vegghamar er ein sjáldsom styrki, listarliga fevnir hann frá tí fantastiska, litríka til tað mest erliga, hugtakandi og sjarmerandi brutala, t.d. tá hann málar tey høgu fjøllini har norðuri. Arnold Vegghamar málar náttúruna á Viðoynni, lendingin, bygdin, hamrar og urðar - tað eru ikki vanligar náttúrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar tulkingar av landslagnum. Tað handlar ikki um, um tað líkist náttúruni, tað handlar um tann innara ósjónliga sannleikan - upplivingar, kenslur, sinnisrørslur og ímynd. Tað vil siga, at mála sinnisstøðuna, tí hetta er ein veruleiki, sum júst er avgerandi fyri tann ovurhugaða og sinnisrørda listamannin. Hansara týðuligu pensilsstrok og sterku litir ímynda tann innara ófriðin og fær alla náttúruna at liva og røra seg.