Heðin M. Klein fekk M.A.Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir
/Hendan bókin varð í dag virðislønt - Bárður Jákupsson gjørdi ta vøkru permuna
Tað kann ikki sigast annað enn, at virðislønarnevndin hevur satsað uppá tað siðbundna í ár - tað vóru teir royndu harrarnir, sum sigraðu á M.A. Jacobsens virðislønarhandanini í dag. Báðir vinnarar eru av bygd, eru útbúnir lærarar og báðir hava virkað sum politikarar. Heðin M.Klein fekk á øðrum sinni virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri sína langyrking Tað orðið, hann fekk eisini virðislønina í 1985, og Eilif Samuelsen, sum m.a. hevur týtt Játtanir Augustinusar og aðrar klassiskar bókmentir til føroyskt, fekk virðislønina fyri mentanaravrik.
Beinta Johannesen fekk barnamentanarheiðursløn fyri sítt áhaldandi arbeiði at skapa børnum áhugavert tilfar. Joan Sørinardóttir fekk barnamentanarheiðursløn fyri bókina "Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat", sum er ein føroysk uppskriftsbók.