Virðir Tórshavnar Kommuna ikki listarligan yrkisførleika?

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

Glæsiligt sær tað út í nýumbygda Reinsarínum, musikkhúsið í miðbýnum í Havn, sum vit hava bíða eftir nú ein lítlan ævinleika. Nú stendur tað har so prýðiligt, hvítt við balkong og einum spælirúmið, sum sær fjálgt og gott út - í øllum førum uttanifrá, har eg stóð nú ein dagin og trýsti nøsina inn móti einum vindeyga. Sum eg havi skilt tað er dentur lagdur á akustisku viðurskiftini, so allar orsøkir skuldu verið at gleða seg til ta fyrstu konsertina.

 

Vit hava bíðað leingi eisini eftir at vita hvør skuldi leiða staðið. Henda avgerðin hevur tikið drúgva tíð, freistin at søkja var 20.juni og í dag var kunngjørt á heimasíðuni www.torshavn.fo, at Tórshavnar Býráð hevur avgjørt at seta Boga Andreasen í starv sum samskipara í Reinsarínum og Perluni. Bogi Andreasen situr sjálvur í Býráðnum (fyri lista A). Sum skilst vóru 27 umsøkjarar, harav fleiri høvdu viðkomandi tónleikaliga útbúgving. Ein teirra hevur t.d. bæði drúgvar royndir sum fyriskipari av einum stórum bretskum jazzfestivali, umframt bachelorprógv í Arts, Music and Entertainment Management frá The Liverpool Institute for Performing Arts og haraftrat ein Master í Arts Management, Policy and Practice frá The University of Manchester. Bogi Andreasen er hinvegin útbúgvin námsfrøðingur og tó, at hann hevur royndir innan konsertfyriskipan og eisini t.d. hevur tikið sær av tónleikaumsitingini av Perluni eitt tíðarskeið, tykist setanin stak undrunarverd út frá tónleikafakligum treytum. Tað kundi sæð út sum, at Tórshavnar Býráð ikki virðir listarligan yrkiskunnleika og í grundini heldur ikki armslongdarregluna.