TEKNING – gjøgnum tíð og tøkni

Framsýning í Steinprenti

 

Tekning er á so mangan hátt grundleggjandi - Í okkara kollektivu tilvitsku ber til at staðfesta okkum sjálvi í tíð út frá holutekningum, sum eru ritaðar á steinvegg einaferð í fyrndini, men í søgu einstaklingins er tekningin somuleiðis týdningarmikil í barnsins byrjandi menning.

Forkunnuga og øðrvísi framsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 5.sept. klokkan 16, viðger tekning sum miðil. Útgangsstøðið hjá framsýningini eru tekningar  hjá John Baine, sum eru teknaðar í Íslandi og í Føroyum summarið 1789. Hetta árið var matematikarin og stjørnufrøðingurin John Baine við á norðhavsferðini hjá John Stanley, sum sigldi úr Skotlandi várið í 1789 og vendi aftur um heystið. Eygleiðingarnar hjá John Baine sýna ein serligan áhuga fyri teirri undirliggjandi orkuni í myndevninum og fáa okkum at hugsa um tekningina í sær sjálvum og lyndi hennara til at fevna bæði hvørkisliga kunning, eygleiðing og passionerað útlát. Hesar tekningar hava ein serstakan samtíðarligan dám og tykjast í størri mun sipa til tekning í 21.øld enn til tekningar í 18.øld.

Hetta samtíðarliga árinið í tekningunum hjá Baine hevur givið íslendsku listakvinnuni Thóru Sigurðardóttir hugskotið til at kuratera framsýningina TEKNING – gjøgnum tíð og tøkni og seta tekningar hjá Baine saman við tekningum frá norðurlendskum samtíðarlistafólkum. Hetta hevur úrslitað í eini áhugaverdari, vakrari og fjølbroyttari listaframsýning við tekningum, fotomyndum, koparprentum og málningum, men í øllum teimum framsýndu verkunum hjá Per Kirkeby, Onnu Guðjónsdóttir, John Baine og Thóru Sigurðardóttir og er tað strikan og tekningin, sum er miðdepilin. Síðstnevnda listakvinna og kurator, Thóra Sigurðardóttir verður hjástødd, tá framsýningin letur upp.

Framsýningin TEKNING – gjøgnum tíð og tøkni er fyriskipað í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum, Landsbókasavnið í Íslandi og Landsbókasavnið í Føroyum við stuðuli frá íslendska listaráðnum.