Takk fyri, Marianne

Marianne Clausen. Foto: John Dalsgarð

Tónleikafrøðingurin, Marianne Clausen (1947-2014) er deyð 66 ára gomul eftir stutta sjúkralegu. Hon fekk Heiðursgávu Landsins fyri tveimum árum síðani fyri sítt  granskingararbeiði í føroyskum siðbundnum tónleiki. M.a. fevnir hetta arbeiði um niðurskriving av upptøkum av kingosangi, kvæðum, vísum og skjaldrum. Hetta er mentanararvur, sum hevur sín uppruna í Europa, men sum er varðveittur í sínum serliga líki her í Føroyum. Í grundgevingini fyri Heiðursgávu Landsins stóð m.a. at bøkurnar og innsavningararbeiðið aftan fyri tær má sigast at vera javnlíkt einum lívsverki í vavi og dygd. Bøkurnar eru gull verdar fyri einhvønn, ið vil arbeiða við føroyskum siðbundnum tónleiki, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at vit her hava við verk at gera, ið hava alstóran týdning fyri føroyskan mentanararv og gransking. Umframt týdningarmikla arbeiðið við siðbundna tónleikinum, hevur Marianne gjørt munagott arbeiði við at niðurskriva løgini eftir Regin Dahl.

Tað er minni enn ein mánaði síðani, at nýggjasta bókin hjá Marianne Clausen, Føroya ljóð, varð løgd fram á móttøku í Norðurlandahúsinum, Zakaris Vang gav bæði hesa og hinar útgávurnar hjá Marianne út.

Sjálv lærdi eg Marianne at kenna fyrst í hálvfemsunum, tá eg var farin niður at lesa og sum so mong onnur sangáhugað byrjaði at syngja við Húsakórinum í Keypmannahavn. Í Húsakórinum var Marianne Clausen í mong ár tann ovurhonds passioneraði kórleiðarin. Vit vandu eina skrá tá við kórútsetingum av Kingo-sangum, hetta var fyri meg sera áhugavert og serstakt, og eg haldi sum heild, at Marianne Clausen var óalmindiliga fínur tónleikamiðlari. Í dag havi eg satt at siga eitt sindur ilt við at ímynda mær, at hon ikki er til meira. Hon verður saknað av sínum kæru, og av vinfólkum, men eisini av øllum, sum eru góð við føroyska mentan, sum hon tænti væl. - Takk fyri, Marianne.

http://www.listaportal.com/tonleikur/2014/8/23/froya-lj-er-komin-t