Sakaris Stórá ger nýggjan ungdómsfilm

   

FOTO: Miriam & Janus

                                                          

Nýggj filmsverkætlan verður sett í gongd um miðjan november. Tað er  leikstjórin Sakaris Stórá, sum hevur gjørt virðisløntu stuttfilmarnar Vetrarmorgun og Summarnátt, sum nú fer undir eina størri filmsverkætlan. Hon er meiri umfatandi, og tí verður byrjað  við fyrireikingum longu í hesum mánaði.

Sakaris Stórá hevur saman við rithøvundanum Marjun Syderbø Kjeverður lnes arbeitt við søguni til  ein føroyskan ungdómsfilm, sum verður tikin upp á bygd.

Tí verður nú farið undir at finna rætta høvuðsleikaran, eina unga gentu, 16 ára gomul í leikritinum, men er gentan tann rætta, kann hon verða millum 15 og 20 ára gomul.

Eins og við hinum filmunum verða upptøkuroyndir, men royndir innan film og leik á palli, eru ikki eitt krav.  Upptøkuroyndirnar verða á Føroya Fólkaháskúla 14.-15.-16. november, og tilmeldingarfreistin er 12. november.

Tað er Fish&Film við Ingun í Skrivarastovu, sum eisini framleiddi Vetrarmorgun, sum stendur fyri framleiðsluni. Síðani Vetrarmorgun fekk virðisløn á heimsins størstu filmstevnu á  altjóða filmstevnu í Berlin,  hevur filmurin verið sýndur á mongum filmstevnum kring heimin. Har hevur áhugin fyri arbeiðinum hjá Sakaris verið stórur. Serliga er tað arbeiðið við leikarunum, sum hevur fingið gott skoðsmál.

Fish&Film er júst afturkomið av fyrsta útnorður framleiðslufundi í Reykjavík, sum danski og íslendski filmsgrunnurin skipaðu fyri. Høvi varð at hitta framleiðarar úr Danmark, Íslandi og Grønlandi, og eisini her var stórur áhugi fyri komandi verkætlanum hjá  Sakaris Stórá. Fundast varð um ymsar møguleikar fyri samframleiðslum í komandi verkætlanum hjá honum.

Tað ber til at ringja til Sakaris Stórá fon 263663 ella Ingun í Skrivarastovu fon 288366, um tú vilt vita meira um verkætlanina.

www.fishandfilm.com