Fie Norsker í Steinprenti

Tey arbeiða av grimd í Steinprenti í løtuni fyri at fáa prentini hjá donsku listakvinnuni Fie Norsker liðug áðrenn hon fer heimaftur í morgin. Prentini verða partar av framsýningini Grafisk Sambond / Grafiske Forbindelser, sum verður framsýnd í Vendsyssel Kunstmuseum í Hjørring, Kastrupgaard og at enda í Norðurlandahúsinum næsta heyst. Fie Norsker elskar sítt arbeiði, greiðir hon frá, og hetta ovurhonds hugaliga útgangsstøðið er ógvuliga sjónligt í hennara arbeiðshátti og í fjølbroyttu myndunum, sum nú breiða seg um alt arbeiðsborðið í Steinprenti.

Hetta er fyrstu ferð, hon roynir seg við steinprenti, sigur hon, men neyvan man tað vera seinasta ferð, tí listakvinnan hevur ógvuliga lætt við at fata mannagongdina. Tað er so stuttligt, heldur Fie Norsker. Hon teknar á litografiska steinin, og síðani fer prentingin í gongd. ”-Eg fái prentini frá Jan og so koloreri eg tey við hond” greiðir listakvinnan fegin frá. Hetta gongur fyri seg eitt sindur eftir sama prinsippi, sum tá mann fyllir út tekningar í einari málibók og vísir okkum yvirflóðum av hugskotum í huganum hjá Fie Norsker. Hon er sera visuel, so hugskotini koma til hana sum myndir, sum hon skitsar skjótt niður á pappír og síðani fer hon í gongd við sjálvt verkið, sum tó ongantíð blívur tað sama sum í skitsuni. Fie Norsker hugsar skjótt og nógv og hon hevur ongantíð upplivað at vera í uppisetri við hugskotum.

Á nýggjasta prentinum, sum ikki er heilt liðugt enn, sæst ein totemsteyri og á hinum er ein dupultfigurur, sum minnir um eina klassiska teaturmasku, har tann eini er glaður og  hin er keddur. Figurarnir hjá Fie Norsker eru um somu tíð einfaldir og stuttligir, kompleksir og álvarsligir. Bæði figurar og bakgrund eru prýdd við ymiskum dekorativum mynstrum, sum eru fabulerandi og sum í støðum minnir um teknirøðir og um upprunamyndar. Fie Norsker dámar væl, at myndirnar tykjast lættar og at síggja til býttar, men áskoðarin skal ikki hyggja serliga leingi at myndunum áðrenn hann sær listarliga álvarsemið í teimum tvætlutu figurunum. Eitt ávíst, hugtakandi mynstur av flótandi ójøvnum linjum er afturvendandi og stendur ella liggur sum ein ljódligur og loyndarfullur abstraktur og savnandi liður í myndunum. Í einum prenti sæst hetta mynstrið sum ein fjøl ovast í myndarúminum, í hinum prentinum av dupultmaskuni minnir mynstrið næstan um eina húgvu sum er drigin eitt petti niður yvir tey grotesku høvdini.