Til lukku, Kim og hini

Í dag vórðu mentanarvirðislønir Tórshavnar Býráðs handaðar í Müllers Pakkhúsi. Helena Dam á Neystabø bað vælkomin og hugleiddi um ómissandi týdningin av bókmentum og síðani sang Tórshavnar Kamarkór tvær kompositiónir hjá ávikavíst Kára Bæk/Janus Djurhuus og Leif Hansen/Bjørgfinni Nielsen. Kim Simonsen fekk M.A.Jacobsens heiðurslønina fyri fagrar bókmentir fyri bókina Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesu megin hetta áratúsund. Vár Í Ólavstovu, sum er limur í dómsnevndini, grundgav fyri valinum og lýsti bókina sum eina listarliga heild og síðani handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri Kim Simonsen heiðurslønina á 35.000 krónur. Kim Simonsen helt røðu, sum endaði við, at hann las upp úr einum komandi savni. Erling Isholm grundgav fyri hví Óli Olsen fekk M.A.Jacobsens heiðurslønina fyri sína bók um bátasmíð; Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð. Hann takkaði m.a. Mentanargrunninum og helt kanska eitt sindur spoyskliga fyri, at veitingin frá Mentanargrunninum rakk til hálvan rættlestur. Virðislønina fyri mentanaravrik fekk Margreta Næs fyri at seta gongd á ljóðbókaframleiðslu í Føroyum. Margreta Næs takkaði fyri, at virðislønarnevndin dugdi at síggja virði í ljóðbókum. Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býráðs varð latin Elini á Rógvu fyri hennara stóra arbeiði innan barnamentan, sum m.a. telur sangleikin við sangum hjá Hans Andriasi Djurhuus, Sangur í mjørka. Hon fekk 35.000 krónur og helt eina røðu, sum nam við málið og sum í støðum tóktist eitt sindur beisk, tá hon tosaði um hvussu lítið arbeiðið við barnamentan verður virt. Hon sipaði m.a. til eitt kjak, sum skal hava verið í sambandi við, at hon fekk eitt ára starvsløn frá Mentanargrunninum. At enda framførdi Tórshavnar Kamarkór Alduna í útseting hjá Sunleif Rasmussen.