Takk fyri Frits

Í gjár fekk eg tey sorgarboð, at Frits Johannesen er farin í annað ljós. Tað er ringt at skilja, at ein so livandi maður, sum í mínum huga altíð hevur verið til ella í øllum førum líka síðan eg á fyrsta sinni var á kórstevnu 14 ára gomul - skal vera deyður. Tað er stutt síðan hann ringdi. Vit prátaðu um eina listaframsýning, hann skuldi hava í heyst ella komandi vár í Víngarðinum, kanska bara við húsaskjøldrum, ið var eitt av fleiri myndevnum, sum hann málaði aftur og aftur. Soleiðis var Frits - stuttligur, hugfarsligur og fullur av ikki bara komandi, men eisini av farnum tíðum. Eg hugsi, at nógv fólk hava upplivað hansara søgur og anekdotur og tær vóru ymiskar, tí tað valdaðist hvønn hann prátaði við. Tá hann prátaði við meg, kom hann javnan í tankar um hvussu væl honum dámdi Havnina og hvussu edeligur býur hetta er - eg mótmælti ikki; vit vóru eviga samd bæði og mær dámdi at hoyra hansara endurminningar um tá hann av fyrstan tíð kom til Havnar. Men soleiðis var Frits Johannesen; hann var sjenerøsur og vildi tað góða. Frits var fuglfirðingur við stóra F og fyrstu ferð, eg upplivdi hann, var tað í leiklutinum sum dirigentur hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Tó, at eini fjøruti ár eru liðin, minnist eg enn hvussu væl kórið ljóðaði saman við framúrskarandi solistinum, Onnu Háberg, tá tær sungu gospelsangin He had to run. Tað var einastandandi og ljóðaði fullkomiliga øðrvísi enn nakað, vit høvdu upplivað áður í Føroyum, meira disiplinerað og modernað. Eg haldi, at vit í gentukórinum hjá Paula í Sandagerði sóu gentukórið í Fuglafirði sum eina fyrimynd. Lívsstarvið hjá Frits Johannesen sum lærari sást á øllum brøgdum og ikki minst í hinum lívsstarvinum, sum var myndlistin. Óteljandi myndir hevur hann málað av næmingum, sum sita og kýta seg við at lesa, skriva ella tekna. Tá hann fyri tveimum árum síðani framsýndi í Víngarðinum, har undirritaða er kurator, fekk eg eina fína lítla mynd frá honum av einum skúladrongi, sum sæst undir tekstinum. Í 2017 fekk Frits heiðursgávu landsins fyri sítt stóra arbeiði innan mentan og list. Á serframsýningini Tónar í list, sum fram til februar hongur í Listasavninum, eru málningar hjá Frits at síggja uppi á balkongini. Listamaðurin Frits Johannesen er farin, men myndirnar eru eftir og siga søguna um ein lívstakksaman mann, sum verður mikið saknaður av øllum teim mongu, sum hann fjálgaði um sum menniskja og listafólk. Takk fyri Frits.

Kinna Poulsen

myndin frá frits

í víngarðinum saman við kollegum

Hesa myndina tók sonur listamannin, theodor erling í víngarðinum 14.august 2021