Listagáva til Margretu drottning

Í røðu síni til drottningina í sambandi við fimti ára hátíðarhaldið avdúkaði danski statsministarin fyri løtu síðani, at gávan frá fólkatinginum er ein listagáva. Talan er um eitt listaverk, ið skal setast upp við Norðurbryggjuna í Keypmannahavn. Tríggjar listakvinnur skulu gera verkið í felag, danska Gudrun Hasle, grønlendska Jessie Kleeman og føroyska Hansina Iversen. Hjartaliga til lukku, tit tríggjar.