Astrid Andreasen 70 ára Føðingardagsframsýning

A36A6057-4DE3-4AF3-AAED-135E3613992C.jpeg

“Sein kúgv fær eisini gras” hugsaði eg við mær sjálvari í tí, eg trein inn í Müllers Pakkús í dag, seinasta upplatingardagin á afturlítandi framsýningini hjá Astrid Andreasen, ið er sett upp í sambandi við, at hon fyllti sjeyti 31.juli. Framsýningin hevur verið opin frá 4.august og til í dag, 19.august.

Talan er um eina sera fjølbroytta framsýning, ið fevnir um fleiri ymisk tøkni, málarí, tekstil, tekning, grafikk, skulptur osfr. men eg haldi, at Astrid framum alt er teknari. Tað dugir hon til lítar - eisini tá hon teknar við tógvi og tráði. Eg var glað fyri at síggja framsýningina, sum vinfólk hjá listakvinnuni hava skipað fyri. Hattin av fyri Jórunn Dánialsdóttir og Jóan Pauli Poulsen.

Hetta við heiðursframsýningum fær meg at hugsa um einaferð, eg dittaði mær at senda eitt uppskot til Listasavnið um eina føðingardagsframsýning við verkum hjá einum av okkara fremstu listamálarum. Svarið, eg fekk var, at um Listasavnið skal halda framsýningar hvørja ferð hvør Hanus og Janus fyllir runt, so fær savnið illa gjørt annað enn bert tað. Hetta kann væl vera, men nú var talan um ein týdningarmiklan listamann, sum ikki hevði havt nakra framsýning í Listasavninum í mong mong ár - Hetta at brúka rundir føðingardagar sum høvi er sjálvandi nakað, sum skal doserast gjølliga og við skili, annars verður tað merkt av einum automatikki, sum ikki gevur meining. Allíkavæl haldi eg, at merkisdagar eru góð høvi hjá okkum at taka samanum, at varpa ljós á og at heiðra einum lívsverki, hetta hevur týdning - ikki minst, tá árini gerast fleiri, tí eingin gerst yngri. Tí er aldur forrestin eisini ein relevantur faktorur, sum má takast við í metingarnar, eisini tá virðisønir skulu býtast út. 

Á framsýningini hjá Astrid Andreasen er ein ørgrynna av tekningum av fiskum, blómum, tara og kyktum, sum Astrid Andreasen hevur illustrerað neyvt og væl, realistiskt við ljós og skugga, so at lutirnir fáa rúmd og kropp. Hon hevur greidliga eitt serligt eyga fyri náttúrunnar vøkru mynstrum og litum - Ikki minst eru taramyndirnar ómetaliga vakrar og livandi. Uppheingingin kundi kanska verið greiðari, kurateringin fastari, men eg hugsi, at fyrireikararnir hava satsað uppá kvantitet og hava viljað framsýnt so nógv sum møguligt av lívsverkinum hjá Astrid Andreasen, ið bæði fevnir um stórt og smátt. Um monumental veggjaprýði og pinkalítil frímerki, um hugtakandi leikur til børnini á einum barnaheimi í Grønlandi og fínar áseymaðar myndir, har listakvinnan lýsir silvitni og onnur ljósfyribrigdi í náttúruni.

 

8E9C7C4A-25F8-4104-B342-875C9F8B040F.jpeg
39557737_448668812287186_432277454636187648_n.jpg
36EDDDB2-DD50-4F84-BD84-BADF73CF07E1.jpeg
2E2F4960-B9ED-4D83-BEA8-99E34F1D2C43.jpeg
273F62E9-8B4B-48F8-A938-FFAE142411DC.jpeg