Listaárið ið fór - 2018

Frá Lonely Hearts - Foto: Randi Samsonsen

Frá Lonely Hearts - Foto: Randi Samsonsen

Aftur í ár kunnu vit líta aftur á eitt ómetaliga hendingaríkt ár. Eg havi tikið samanum okkurt av tí, eg sjálv upplivdi og eg upplivdi sjálvandi ikki alt – verri enn so.

Barbara í Gongini Foto: KVF

Barbara í Gongini Foto: KVF

Mentanarvirðislønir Landsins 2017 vórðu handaðar 24.januar í Miðvági. Virðislønin til ung listafólk varð latin Konni Kass, tónleikara. Virðisløn fyri mentanaravrik fekk Frits Johannesen. Mentanarvirðislønina fekk Barbara í Gongini.

s3.jpg

Í februar læt serframsýningin hjá Sigruni Gunnarsdóttir, Tað stóra í tí smáa upp í Listasavninum. Myndirnar á framsýningini vóru heild rættiliga einfaldar - ofta savnaðar kring ein figur, ein persón, eitt fjall, ein fugl, eitt træ osfr. Hesin er settur á eina bakgrund, hon kann vera svørt, grá ella onkran annan einlittan lit og harumframt eru nakrir lutir, ið onkursvegna viðmerkja ella leggja aftrat støðulýsingini eins og eitt slag av rekvisittum í eini pallseting ella eini frásøgn. Myndamálið er rættiliga konsekvent í málningunum av fuglum, búrum, høsnaneti, mammum, ommum, børnum, einglum, bíblium, hurðum, lyklum og blómum. Sjálvt um fleiri av myndunum hava eitt surrealistiskt flog, ið m.a. kemst av, at summir lutir sveima ella eru ovurvaksnir ella minkaðir niður í stødd, sýnast myndevnini jarðbundin, at kalla innisæl. Høsnanet og hurðar verða ikki bert fataðar sum forðingar, men sum dømi um kerligt eftirlit og tilveruliga menning. Symbolikkurin er einfaldur, góðvarin, kristiligur og yvirhøvur rættlátin, haldi eg. Fleiri myndevni eru sjálvsævilig og grundað á upplivingar hjá listakvinnuni. Í hesum heimi eru kvinnur, mammur og ommur hetjurnar. Best dámar mær myndir, ið tykjast meira inniligar enn elskuligar, t.d. 2001 Hár (2005) og málningin, sum ímyndar ein smádrong, ið varisliga heldur einum spurvi. Her eru stílur og innihald samantvinnað á meiningsfullan hátt. Mær dámar eisini uppsetingina við grámálaða vegginum á framsýningini, har ein stólur og ein sofa eru sett inn, so at rúmið minnir um verkstovuna hjá Sigrun Gunnarsdóttir við framurskarandi útsýninum oman á Eiðismøl, sum listakvinnan sambært heimildarfilminum (hjá KVF, ið vit síggja brot úr á framsýningini) útihýsir úr síni verkstovu við bobluplasti fyri vindeygað. Og tað er kanska tí, at listakvinnan er meira áhugað í tí, sum hjartað er fullt av heldur enn í landslagnum uttanfyri.

Hansina Iversen Foto: Kinna Poulsen

Hansina Iversen Foto: Kinna Poulsen

Í februar læt eisini ein framsýning upp hjá Hansinu Iversen í Steinprenti. Á framsýningini vóru nýggjar myndir framsýndar undir felagsheitinum “Portrait of the loved ones”. Hóast heitið bar brá av figurativum portrettmyndum, var tað í veruleikanum ein tilsiping til egin verk og til skap i verkunum hjá listakvinnuni Hansinu Iversen, ið øll árini hevur verið trúføst móti sínum egna listarliga, nonfigurativa útgangsstøði.

Heitið kom, tá listakvinnan helt seg kenna aftur onkur skap, sum hava verið í hennara málningum áður. Tað eru hesi skapini, ið tykjast vera komin afturíaftur, og sum málarin skýrir at vera síni elskaðu/ Portrait of the loved ones. Men sjálvt um okkurt kent hómast í organisku formatiónunum, er nakað púra frískt og nýtt í samansetingunum av hesum skapum. Kompositiónirnar tykjast um somu tíð meira einfaldar og meira kompleksar enn tær hava verið við ávikavist gjøgnumskygdum og óglærum skapum, sum umskarast og bylgja fram og aftur í huga áskoðarans eins og eitt slag av afturlatnum mystiskum súmbolum, samstundis sum málaðu skapini kennast sansaliga sjálvsøgd. Summi teirra sýnast dynamisk við ferð á málingastrokunum, onnur standa sveimandi still á myndaflatanum. Bæði dýpd og flata verða herd orsakað av litavalinum, tá grunnir, flatir pastellitir møta djúpum, reinum litum. Hesar myndir spæla við okkara fatan. Av sær sjálvum roynir heilin javnt og samt at finna fram ímyndandi liðir í litflatunum. Men tað er merkiliga torført í hesum føri, tí skapini í nýggju myndunum hjá Hansinu Iversen tykjast flyta seg undan øllum afturkenningum, allýsingum og greiningum. Hetta kemst m.a. av mótsetningunum millum ta trídimensjonalu, rúmligu grundina í myndini og tey púra fløtu skapini, sum liggja og darra omaná eins og partar av klippmyndum í eini heild, ið skiftir skap alt eftir hvar áskoðarin fokuserar.

Anný Djurhuus Øssursdóttir - Foto: Kinna Poulsen

Anný Djurhuus Øssursdóttir - Foto: Kinna Poulsen

Listakvinnan Anný Djurhuus Øssursdóttir fekk Gávugóðs úr grunni Thorvalds av Steinum. Gávugóðsið var latið á føðingardegnum hjá Thorvaldi av Steinum 8.februar

Úr sendingini Gud signi Føroyar

Úr sendingini Gud signi Føroyar

15.februar skrivaði eg her á Listaportalinum um fyrsta part av áhugaverdu sendirøðini Gud signi Føroyar hjá Heina í Skorini. Eitt brot úr ummælinum: “..Nú er undirritaða ein av teimum nokk so síðhærdu humanistunum í Havn, ið tessvegna ikki kann vita hvat tey í Kelduni halda um sendingina, men frá mínari síðu av hegninum upplivdi eg ein nuanseraðan og informativan dokumentar við fordómaleysum viðtalum við fitt, glað og sannførd fólk, sum so fegin vilja vinna ein aftrat fyri Jesus og sum eyðsýniliga ikki síggja nakran trupulleika í teirri fyri mær púra ógudiligu sameiningini av hard core materialismu/kapitalismu og religión, sum verður praktiserað. Fyri tey í Kelduni snýr tað seg um ævinleikan, tey trúgva uppá ein veruligan himmal og eitt veruligt helviti, verður sagt og tí rinda tey pening til Kelduna sum siður var áðrenn reformatiónina - ikki eitt orð um kamelar ella nálareygu. Og so er tað sjálvandi eisini nokk so forvitnisligt at vera voyeur og sleppa við á møti og hoyra bimlandi eksotiska tungutalu saman við knallhørðum kapitalistiskum áheitanum um at seta pengar inn á konto hjá samkomuni. -Tey sáa inn í Guðs ríki og rinda tíggjund fyri at sleppa inn í um girðingina í Himmiríkinum. Tað tykist markleyst naivt at kalla vitleyst, men sær út til at rigga, og eg haldi eisini, at sendingin gevur eina ábending um hvat tað er, sum trekkir ikki minst ungdómin til. Tað eru onnur ung fólk sjálvandi, tónleikur og góðar tónleikaumstøður, eitt sindur av suggestión, ein bein lívskós, góður felagsskapur og nokk so nógv klemm, tí tað er nokk so fysiskt tað heila í teirri karismatisku og eftir øllum at døma eisini homofobisku rørsluni... Hetta við nuansunum er ein orsøk til, at sendingin er so góð sum hon er. Og so tað, at hon byggir á eina haldgóða grund av vitan, samrøðum og kanningum á samrøður og á eina kanning, sum í tølum greinar átrúnaðarlig viðurskifti. Í fyrsta partinum vísti kanningin hvussu átrúnaðarliga polariseringin í føroyska samfelagnum tykist geografiskt grundað”.

soli.jpg

Í februar ummælti eg leikin Soli Deo Gloria og byrjaði so morgunfegin: “Henda sólgylta morgun, eg havi sett meg at skriva, blanda fuglaljóð seg uppí ummælið eins og eftirljóð frá fantastisku finaluni á leikinum Soli Deo Gloria hjá Peter Asmussen, sum varð frumsýndur á Tjóðpallinum í gjár. Teir sita so fittir í trænum uttanfyri, fuglarnir, og láta, meðan kettan situr á septiktanganum og fylgir við við smølum, miðvísum eygum. Soleiðis er náttúran, soleiðis er lívið og tað er hetta, sum leikurin snýr seg um. Soli Deo Gloria verður presenteraður sum ein sjónleikur í tólv kantatum, so sangur er á onkran hátt grundleggjandi í leikinum. Ikki at talan er um sangleik - langt frá, men tá hugsað verður um formin á leikinum, so eru tær ymisku søgurnar konsentreraðar eins og sangir, ið eru sjálvstøðugir, men tematiskt skyldir partar av eini heild. Inn í millum teir smáu leikirnar eru sonevndar korallir, har ein forteljararødd í skapi av skiftandi leikarum greiðir frá hvat er hent og hvat fer at henda. Soli Deo Gloria er ein sera modernaður leikur, sum gevur áskoðaranum brot av afturkenningum um ymiskt, sum gongur fyri seg við menniskjum í samtíðarsamfelagnum. Samfelagið verður lýst í eini humoristiskari dystopi. Eg hevði lisið handritið frammanundan og øtaðist satt at siga um dapurleikan og meiningsloysið í hesum søgunum um sjálvpínarar, sjálvmordarar, sjálvmorðsbumbarar, nazistabøðlar osfr. Men í uppsetingini hjá Christoffer Berdal á Tjóðpallinum fær leikurin kropp og andlit og verður bæði fjálgari og stuttligari eins og kærleikstørvurin millum menniskjuni følist meira ítøkiligur. T.d. millum tey bæði, sum ikki hava varnast, at okkurt álvarsligt bagdi teirra lítla barni, tí tey vóru upptikin av at skeldast. Leikurin viðger sostatt ymsar veruligar trupulleikar og samrøðurnar hava eitt realistiskt brá. Aðrastaðni bendir leikurin á ein meira absurdan bógv, ið til tíðir minnir um Samuel Beckett og hansara eksistentielt avdúkandi meiningsloysi, sum vit m.a. hava upplivað tað í leikinum, har tey bíða eftir Godot. Heitið á hesum leikinum, Soli Deo Gloria kann illa fatast øðrvísi enn, at tað er staðfest í speisemi, tí leikurin er mest av øllum um hvussu menniskjað roynir at navigera í einum heimi uttan føst parametur so sum Guð og rættvísi. Í einum broti brúkar høvundurin eina poetiska readymade, sum í samanhanginum fullkomiliga broytir týdning. Tað er kenda yrkingin hjá Goethe, Wandrers Nachtlied, sum verður framborin í vøkru týðingini hjá Janusi Djurhuus, og hvørs harmoni og sæla vendist við og brádliga merkist hóttandi.

Lonely Hearts - foto: Eiler Fagraklett

Lonely Hearts - foto: Eiler Fagraklett

Tann 24. februar læt listaframsýningin Lonely Hearts við Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen upp í Listahøllini á MEST skipasmiðjuni. Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen framsýndu á teirri serstøku framsýningini verk, ið eru framleidd og taka útgangstøði í ráa framsýningarhølinum. Talan var um eina framsýning við skulpturum hjá Jóhan Martini og veggjarmálningum hjá Hansinu. Við heitinum á framsýningini Lonely Hearts var millum annað sipað til lættisoppakendan poptónleik, eyma kroppin, kærleika, einsemi, listafólkini sjálv o.s.v. - samanspælið millum alt hetta, tó ikki sum ein yvirornað linjurætt frásøga men ein røð av brotakendum parallelum evnum og eyðkennum.

Marius Olsen - Foto Jan Andersson

Marius Olsen - Foto Jan Andersson

4.mars læt framsýning upp í Steinprenti við nýggjum prentum og vatnlitamyndum hjá Mariusi Olsen. Hann er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann serstakliga væl fyri tøkniliga at útinna sínar listarligu ætlanir. Myndauniversið hjá Mariusi Olsen fevnir bæði um sansaligar náttúruvisiónir og meira analytiskar lýsingar, har okkurt ónátúrligt, menniskjagjørt sæst í landslagnum, tað kann vera pelar, billyktir, leidningar osfr., ið um somu tíð kunnu upplivast formliga dekorativt og innihaldsliga sum eitt úttrykk fyri fremmandgering ella firring - hetta at menniskjan í modernitetinum kennir seg fremmanda og einsamalla.

28153523_147136069313143_5682254630394789888_n.jpg

Í mars upplivdi eg Látur Medusu í Sjónleikarhúsinum, sum GUT/ Productions framførdi við støði í ritroyndini hjá Hélène Cixous, Le Rire de la Méduse frá 1976, sum vit hoyrdu brot av í flottu týðingini hjá Turið Nolsøe. Ritroyndin, sum støðið verður tikið í, er feministisk og tað er leikurin eisini. Og sjálvt um ritroyndin er skrivað í hálvfjersunum, snýr hetta seg ikki um betongfeminismu ella millimeturdemokrati. Leikurin er meira poetiskur og sansaligur við eini gløggari, universalari, menniskjansligari og neyðugari tilgongd til feminismu. Søgurnar eru fleiri. Í fyrsta lagi er tað søgan um eitt fittligt og væl meinandi teaterkompaní, sum eitt sindur sjálvhátíðarligt og kiksað kastar seg út í eina stóra verkætlan, og sum longu á framløguni fær heldur óvæntaðar trupulleikar. Hetta er eisini søgan um vinarlag millum tvær vinkonur, sum seta sær fyri, at endurvinna kvinnuni pláss í leiklistini, í søguni og í samfelagnum, aftur ein onnur søga er um tíðina, sum gongur og lívið, sum fer avstað við okkum, um farin vinarløg, um neyðtøku, hevnd og um fyrigeving. Summar søgur eru altso veruleikakendar og onkuntíð ivast tú í um tað er spæl ella veruleiki. Handritið hjá GUT/Productions, Durita Dahl Andreasen, Búi Egason Dam og Mariann Hansen tykist eitt sindur spælandi, fragmentariskt og leysliga samanskrúvað, grundað á improvisatión umframt á ritroyndina hjá Hélène Cixous. Í fyrstani kanst tú halda, at framførslan eisini er eitt sindur leys í tí. Men í veruleikanum er ikki nógv tilvildarligt í samlaða leiklistarliga úrslitinum, sum við einum einastandandi blandi millum farsu, tragediu og onkrum triðja, sum minnir um modernaða installatiónslist ella spøkilsishúsið í Tivoli, sameinir góðan sjónleik og eina fantastiska scenografi við eina einastandandi instruktión, sum eg ikki havi upplivað neyvari enn tað sama. Tvær ferðir fekk eg tár í eyguni, eg veit ikki hví, eg skilji tað ikki við mínum heila, men báðar ferð konfronteraði leikurin ella sjálv uppsetingin meg við mínar egnu reaktiónir. Eitt sindur illa við royndi eg at blunda meg burtur av pallinum, har eg sat, meðan ein strofa frá einum sangi, sum eg minnist frá tá eg var smágenta “I was blinded by the light” hjá Mannfred Mann tók at mala í høvdinum á mær. Búi Dam er leikstjóri, hann brúkar øll møgulig kend og ókend listabrøgd og spælir uppá kenslurnar hjá okkum áskoðarum sum vóru tær viðkvæmir hørpustreingir og hann hørpuleikarin yvir allar hørpuleikarar. Látur Medusu – ein framløga er tað slagið av list, sum følist sum um hon er gjørd til júst tín/mín, sum kallar á júst tína/mína empati og sum framkallar tín/mín kvalma, ongan annan. Tað er fantastiskt at fara í Sjónleikarhúsið í Havn eitt púra vanligt mikukvøld í mars og uppliva eitt tílíkt listarligt støði og eitt tílíkt kreativt uppfinningarsemi. Og so eru nógv av teimum dugnaligu fólkunum, sum standa á palli og aftanfyri leikin - so herliga ung, at vit kunnu hugsast at vænta okkum meira frá teimum og tað er tað besta.

Í brátt farna ári fingu við nýggjan stjóra í Norðurlandahúsinum. Hon eitur Gunn Hernes og er norsk. Seinastu 3 árini hevur hon starvast sum framleiðslustjóri í Norðurlandahúsinum í Íslandi og hevur drúgvar royndir sum leiðari av ymsum mentanarligum verkætlanum. Gunn Hernes avloysti Sif Gunnarsdóttir, sum hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum í seks ár.  

Verk hjá Rannvá Kunoy vóru partur av framsýningini Known Unknowns, sum læt upp í Saatchi Gallery í London 21.mars. Framsýningin var havd á lofti í Artdaily sum ein bólkaframsýning við verkum hjá altjóða listafólkum. Heitið sipar til, at listafólkini bæði eru ókend, men háttvird og mett at vera slóðbrótandi á hvør sínum øki. Milum tey 17 framsýnandi listafólkini var danska listakvinnan, Kirstine Roepstorff, ið var danska umboðið á seinastu Venesiabiennaluni. Um føroysku listakvinnuna stóð: “Rannva Kunoy (born in the Faroe Islands, lives and works in London) Using a specialist crystal paint in her work – the sort usually applied to luxury cars – Kunoy presents a strong use of colour that dictates the movement of the eye across the tonal gradient of the canvas. Her energetic gestures (created by scratching into the work’s surface to prevent the paint from becoming too ‘palatial’) produce marks that are difficult to categorise, as the image constantly fluctuates to reveal new compositions in changing light. By working this way and encouraging shifts in visual language, Kunoy explores the experience and psychology of perception. Kunoy graduated from the Royal College of Art in 2001 after completing her study of painting at City and Guilds of London Art School, London in 1999.”

tam.jpg

Eitt tónleikaligt høvuðsverk í brátt farna ári er Támsins Likam hjá Hamferð, sum eg ummælti her á Listaportalinum: “Samlaða úrslitið er so mikið framúrskarandi gott, at Hamferð onkursvegna transcenderar sína egnu sjangru. At bæði vaksin fólk, gudilig, gamlir hippiarar og onnur ung og eldri hampafólk yvirhøvur finna uppá at leita sær til konsert hjá einum doom metalbólki, er ikki bara dømi um, at vit  eru mentanarliga meira opin, frí og fjølbroytt í dag enn vit plagdu at vera. Tað er eisini eitt dømi um, at listarlig dygd floytar á sjangrudefinitiónir. Eg havi nú lurtað eftir útgávuni nakrar ferðir og dugi ikki at seta fingurin á nakað, jú kanska er myndin á fløguhúsanum ikki eins sannførandi og restin. Ljóðið á útgávuni er sera dynamiskt og fylgir tónleikinum, sum alla tíðina skiftir frá tí stilla og inniliga vakra til nakað meira aggressivt og óhugnaligt. Dómadagstónleikur er sjálvandi tungur og seigur við drúgvum løgum, men hetta er allíkavæl ikki nøkur tung útgáva av tí, at ljóðmyndin er so fjølbroytt og dynamisk sum hon er. Summa staðni sera einføld við fáum klingandi gittaratónum og sangrøddini, sum greiðir frá, aðrastaðni stórbær við fullum orkestri, fleiri gittarum, kóri osfr. Her er patos í stríðum streymum ordiliga lekkurt teatralskt sum í eini opera ella eini rockopera og røddin hjá Jón Aldará er eisini eitt sindur operakend, stórsligin, hann syngur sjáldsama væl og megnar bæði upp í hægstu hæddir og niður djúpastu grólandi gjáir..”

Í mars var kunngjørt, at stuðulin frá grunninum hjá Atlantic Airways, Listaflog í ár var latin Heiðriki á Heygum til eina videoverkætlan saman við sangbólkinum KATA.

Tann 29. Várframsýningin í Listasavninum var við fáum undantøkum ein ljós, luftig og heldur tom uppliving av deja vu. Sum ein listamaður í spølni helt fyri, var av álvara oyðslað við veggjaplássinum í Listaskálanum. Fjúrtan luttakarar vóru við, harav fleiri bert hava eitt ella tvey verk við á framsýningini. Tey trý í úrveljingarnevndini, Randi Samsonsen, Jón Sonni Jensen og Annika Gregoriussen høvdu sáldað nógv frá. Eg ummælti framsýningina og skrivaði m.a: “Stranga úrveljingin hevur við sær, at framsýningin hevur eitt reint og ruddiligt yvirbrá uttan serliga nógva kitsch og tað er gott, tá vit nú eru stødd í Listaskálanum og á eini Várframsýning, sum skuldi verið framsýningarpallurin hjá yrkislistafólkunum. Tað er hon ikki og ein so mikið reduktiv uppheinging, sum úrveljingarnevndin hevur framt, krevur eina ávísa nøgd av ordiligari dygdarlist. Har eru nøkur tílík verk á framsýningini, men tey eru heldur fá. Spurningurin er um ikki Várframsýningin átti at broytt format til biennalu, so at framsýningin annað hvørt ár gav okkum eina sannførandi mynd av hvat rør seg millum yrkislistafólkini. Við á Várframsýningini 2018 eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Kathrina Højgaard, Astri Luihn, Bjarni Mohr, Bjørg Jacobsen, Dan Helgi í Gong, Jana Jónhardsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Maria Smith, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Vagnur Dam, Vígdis Petersen og Zacharias Heinesen.”

Eitt áhugavert verk á Várframsýningini var hetta hjá Dan Helga í Gong: You should clean yourself

Eitt áhugavert verk á Várframsýningini var hetta hjá Dan Helga í Gong: You should clean yourself

Tóroddur Poulsen gav út Himnahyljar: “Samanumtikið eru vit við nýggja yrkingasavninum Himnahyljar framvegis á teirri somu poetisku ferðini, sum Tóroddur Poulsen setti sjøtul á í 1984 við sínum fyrsta savni, Botnfall. Hetta poetiska universið er so serstakt og so mikið homogent og heilskapað, at mann freistast at gera sum ein annar eldhugaður ummælari og kalla Himnahyljar fyri eitt Tóroddskt savn. Og sum vit síggja á luftiga heitinum, so er himmalin drigin niður á jørðina sum í eini spegling ella eini mynd hjá Anker Mortensen, t.d. Hyljarhøvd frá 2001 og tí eru “holini í skýnum full av kombikkum og marflugum og øðrum sum krevja nógvan frið og ongar spurningar”. Savnið er herligar 94 síður av abstraktum og sansaligum orðamyndum, av hugfarsligum aforismum, stuttligum orðaspæli, uppreksingum og aktuellum gløggskygdum viðmerkingum til nútíðarsamfelagið.

KORALLBRUNI.jpg

Í apríl kom Korallbruni, eitt sjáldsama væl samanhangandi undirvatnsyrkingasavn hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, ið byrjar við einum lyfti, eini einfaldari, konsentreraðari lítlari inngangsyrking við beinleiðis samanfalli millum yrkjaraeg og hav við tilsipingum til Hamlet og hansara tilveruligu hugleiðingar, meðan hann heldur í skøltinum á Yorick. Lesarin verður biðin um at lurta, og vit lýða gleðiliga á eina bók sum hesa. “Savnið hongur saman eins og ein yrkingasvita, sum í byrjanini lýsir yrkjaraegið á einari síðu og havið á hinari. Hetta havið bæði lokkar og lýgur, tí tað vil hava yrkjaraegið útí seg. Próvgrundin er tilfarsliga samanfallið millum salta havið og so saltið í egpersónsins sveitta og tárum. Og meðan júst hetta er ítøkiligt og satt, vísir uppáhaldið um, at deyðin er róligur og vakur, seg at vera lygn. Har er líðing og blóð í deyðanum. Kroppurin doyr og søkkur til botns og á botninum gera havsins djór sær dælt av honum. Krabbar og gággur leggjast á og verða likamliga eitt við yrkjaraegið. Meðan henda prosessin er í gongd, gongur eisini ein annar leikur fyri seg, sum fyrst er ein samrøða millum havið, sonevnda gágguhjartað og aðrar verur...” 

Plakat En kort historie om abstraktion Foto Kinna Poulsen

Plakat En kort historie om abstraktion Foto Kinna Poulsen

Í mai læt upp framsýning á Rønnebæksholm við abstraktari list, sum listakvinnan Julie Sass kurateraði og sum fyri meg var nakað heilt serligt at síggja bæði sum kurator, men eisini sum føroysk listaáhugað. Fantastiskt at uppliva list hjá Rannvá Kunoy og Hansinu Iversen í so góðum selskapi sum á hesari framsýningini í Rønnebæksholm. Stuttligt hjá Julie Sass, at framsýningin í Information verður nevnd millum ársins bestu framsýningar. Julie Sass fer at hava framsýning í Steinprenti í komandi ári – meira um hetta seinni.

Randi Samsonsen In Search of Lost Colours - foto Kinna Poulsen

Randi Samsonsen In Search of Lost Colours - foto Kinna Poulsen

In Search of Lost Colours var ein serstøk framsýning hjá Randi Samsonsen við tekstillist og grafikki í Steinprenti. Høvuðstøknið hjá Randi Samsonsen er tóvirki - hon bindur, heklar og seymar klædnastykkir, sum verða fyllt, formað og sett upp sum listaverk. Harumframt sýndi listakvinnan eisini fram steinprent, sum hon hevði gjørt til framsýningina. Hetta var fyrsta serframsýningin hjá Randi Samsonsen í Føroyum, og hetta var eisini fyrstu ferð, hon framsýndi litografi. Kortini er grafiska tøknið henni als ikki ókent, tí hon hevur starvast á grafiska verkstaðnum og hjálpt til har í fleiri umførum. Framsýningin var konseptuel: “Bæði prent og tóvirki hava sama útgangsstøði - tað er hetta, ið listakvinnan kallar litminni frá teimum ymsu  heimunum, har hon búleikaðist og vitjaði sum barn. Tekstillistin hjá Randi Samsonsen tekur atlit til menniskjalikamið - hennara antropomorfu skap eru lík likamslutum, men hetta er eisini list, sum skal fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, meðan onnur hava ein meira hvassan yvirflata. Tilfarsliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi og nýggjan hátt, enn knýtir hugasambond við brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Onkrastaðni millum tað kenda og ókenda taka hesi verkini áskoðaran á bóli og fáa okkum at flenna og kenna, at vamlast, fegnast og minnast.”

Jack Kampmann Listasavn Føroya

Jack Kampmann Listasavn Føroya

Serframsýningin hjá Jack Kampmann í Listasavninum kendist merkiliga heimlig, eg skrivaði m.a.: “Málningarnir við teimum mongu reyðu og grønu litbrigdunum mintu bæði í litum, málihátti og innramming um okkurt av tí, sum hekk í mínum barndómsheimi og í øðrum heimum hjá vinfólkum. Framsýningin, sum í løtuni er at síggja í Listasavninum, er sum bótamoli av føroyari list í farnu øl - eitt konsentrat av fransktinspireraðari modernismu við semiabstraktum landslagsmyndum av bygdini við havið, av kyrrlutamyndum og portrettmyndum. Tess áhugaverdari er tað, at listamaðurin, sum talan er um, ikki er føroyingur, men dani, sum enntá segði seg vera enskan. Tað er sjálvandi listamálaran Jack Kampmann, eg tosi um, og framsýningin Jack Kampmann Ein modernistur í Føroyum er áhugaverd, bæði orsakað av góðum myndum, ávísum framúr málningum, men eisini, tí verkini hava listasøguligan týdning og áhuga. Ikki minst í mun til Ingálv av Reyni – tað er heilt ótrúligt sum summir málningar hjá Jack Kampmann líkjast málningum hjá Ingálvi av Reyni bæði frá litríka tíðarskeiðnum, flatumálarínum og av hækkandi sjónarringinum. Í fleiri førum helt eg tað vera myndir hjá Ingálvi av Reyni, t.d. tann av Kvívík frá 1957. Aðrir málningar minna um Matisse, Braque, Immanuel Ibsen og Cézanne. Síðstnevndi fekk serliga stóran týdning sum inspiratión hjá Zachariasi Heinesen, ið jú meira enn nakar hevur grundað ta føroysku myndina. Tað er hugvekjandi hvussu stóran týdning fronsk list hevur fyri ta føroysku eins og tað er imponerandi hvussu nógv stílurin varierar í málningunum á framsýningini hjá Jack Kampmann. Í nógvum førum ber til at síggja stílslig drøg frá hesum og hasum franska ella danska listafólkinum - hetta verður eisini gjølliga umrøtt í tekstinum hjá Nils Ohrt í kataloginum, men eg haldi eisini, at har er okkurt í myndunum, sum er sermerkt og sterkt, sum er Jack Kampmann. Hetta síggi eg bæði í litsamansetingum og kompositiónum, ikki minst nøkrum reyðum, næstan abstraktum, at kalla konstruktivistiskum málningum, sum hanga sama, men sum av ókendum orsøkum eru hongdar inn í innara rúmið, sum er myrkari enn restin av salinum. Hesi høvuðsverkini høvdu hingið betri í høvuðssalinum..”

Ebba Hentze - Kringvarp Føroya/ Kendir føroyingar

Ebba Hentze - Kringvarp Føroya/ Kendir føroyingar

Fyrsta Ebba Hentze virðislønin varð latin hvítusunnudag 20.mai og var tað Beinir Bergsson, ið fekk virðislønina fyri sítt debutsavn Tann lítli drongurin og beinagrindin, sum Sprotin gav út í 2017. Talan er um eitt rættiliga serstakt yrkingasavn, ið tematiskt viðger deyða og sjúku. Høvundin og týðarin Ebba Hentze testamenteraði Listasavninum síni myndlistaverk, herímillum vóru fleiri góðar tekningar og klipp hjá Williami Heinesen, men alt annað fekk Rithøvundafelag Føroya at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Í fjør heyst varð Ebbuvirðislønin stovnað við krónum 570.155,54 á konto. Árliga kann ein virðislønin á krónur 25.000 verða latin. Tað er nevndin í Rithøvundafelag Føroya, ið ger av, hvør fær virðislønirnar, sum verður handað 20.mai, sum er dagurin, tá Ebba Hentze andaðist. Nevndin hevur heimild at lata eina virðisløn árliga, men eisini onga at lata

Elin J.Smith: Borgmeistaraketa

Elin J.Smith: Borgmeistaraketa

 25.mai læt framsýningin hjá Elini J.Smith: Sorg, sálarkvøl og heimloysi upp í Smiðjuni í Lítluvík við málningum, akvarellum, tekningum og keramikki. Framsýningin var heldur óvanlig við tað, at hon fyrst og fremst tóktist snúgva seg um sosial evn, um heimleys, fátøk, um heimsins órættvísi og ólukkuligar menniskjalagnur. Á framsýningini var ein sonevnd Borgmeistaraketa; eitt keramiskt verk við húsum, skríggjum og laksum millum annað - eitt høvuðsverk á framsýningini; ein original, samfelagskritisk og rættiliga speisk viðmerking til nútíðarsamfelagið og tess ójavna og ófrælsi.

Aftur í ár skipaði Norðoya Listafelag fyri Summarlist í Posthúskjallaranum í Klaksvík. Ein framsýning, ið vísti nakað av tí, sum rørist í listini. Framsýningin fevndi um málningalist og grafikk, gipsverk, installatiónir, videoverk, interaktiva list hjá: Astri Luihn, Dan Helgi Helgason í Gong, Fía Heinesen, Frits Johannesen, Hans Jacob Østerø, Heiðrik á Heygum, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Jóna Rasmussen, Rannvá Holm Mortensen, Rannvá Kunoy, Rókur Heinason Heinesen, Silja Strøm og Tummas Jákup Thomsen.

silvur2.jpg

Í juni kom yrkingasavnið Silvurbók hjá Trygva Danielsen, sum eg skrivaði um: “Í hansara yrkingum hómast eitt ávíst lyndi til at venda tingunum við. Í staðin fyri at loypa út úr skápinum sum nakað spesielt, umhugsar yrkjaraegið at loypa út sum okkurt vanligt, sum sjómaður ella sum alien. Onkrar yrkingar fáa meg at hugsa um Tórodd Poulsen og tað er ikki bara tí báðir yrkjarar eru úr Havn og skriva tekstir við kritiskum hugburði mótvegis turismu, materialismu og etableraða spíssborgaranum. Her er eisini formlig samanfall við orðaspæli og denti á mótsetningar. Fastar orðingar verða loystar upp og brúktar á nýggjan hátt, eins og sansaøki, sum vanliga einki hava við hvørt annað at gera, verða sett saman sum tá tosað verður um at føla eftirsmakkin av longslinum. Og sjálvandi er alt hetta vanlig fyribrigdi í modernistiskum yrkingum, men eg haldi, at okkurt er í tí tilfarsliga í summum yrkingum, sum minnir meg um Tórodd Poulsen. Í eini yrking stendur t.d.: “tí eg saknaði teg/ heilt har uppi/ yvir skýggj/ tá eg feyk í vindinum/ meðan tú vart moldin/ og bíðaði tolin/ til eg krassjaði” (s.61). Kanska eru orðaspølini hjá Trygva Danielsen øðrvísi og meira kringlut enn tey hjá Tóroddi Poulsen – í Silvurbók verður til dømis tosað um at jarðbera lygnina, um statoilstøðina í sálarbotni og um at bryggja bøtuflaka. Yrkingarnar hjá Trygva Danielsen hava somuleiðis eina meira staccato-kenda rútmu við einum ella fáum orðum á hvørjari reglu. Viðvíkjandi inspiratión ella at líkjast øðrum listafólkum, haldi eg í grundini ikki, at tað er nakar trupulleiki um eitt ungt listafóllk tekur okkurt upp, sum vit hava hoyrt fyrr. Tey allarflestu hava fyrimyndir á ungum árum, tey mennast og gerast so við og við meira sjálvstøðug, eg haldi, at Trygvi Danielsen hevur tikið seg nógv fram síðan vit seinast hoyrdu frá honum. Tað, sum hevur týdning er um nakað verður sagt her sum ikki kann sigast á nakran annan hátt enn tað verður sagt her og um nakað nýtt verður sagt her. Svarið er játtandi; Silvurbók inniheldur fleiri góðar yrkingar, bæði speiskar, stuttligar og inniligar..”

Leygarkvøldið 9.juni var hátíðarhald í danska sjónleikarumhvørvinum, tá Reumert-virdislønirnar vóru latnar. Hæddarpunktið á kvøldinum var, tá Årets Hæderspris var latin og tað gjørdist greitt, at ársins móttakari av virðingarmiklu heiðurslønini (Årets Hæderspris) frá Bikubengrunninum var føroyski sjónleikarin, Olaf Johannessen. Nógvar rósur og lovorð vórðu søgd um sjónleikaran, sum glaður og ovfarin sendi rósurnar víðari til unnustu sína. Umframt heiðurin fekk heiðurslønarmóttakarin 200.000 krónur. 

Í summar fekk eg fatur á nýggju plátuni hjá Teiti Lassen, I want to be kind, sum eg lýsti við hesum orðum: “Sangirnir eru sera einfaldir, men tíðum hoyrast leitandi klangir og millumspøl, sum í grundini eru øgiliga lítið popput, og sum í støðum minna um t.d. instrumentalløgini Y-arpeggios. Sara er hinvegin ein sovorðin sangur, sum tú heldur teg altíð hava kent. Júst sum Kodachrome hjá Paul Simon er Sara (Teitur og Judith Holofernes) ein føddur klassikari. Í tekstinum vendir ein sorgblíður egpersónur sær til fyrrverandi unnustuna, Saru og hevur hug at taka okkurt upp aftur saman við henni. Sangin Quite a lot, only slightly, very much havi eg hoyrt áður á donskum - tað er ein av sálmunum, sum Teitur gjørdi herfyri í sambandi við reformatiónsfagnaðin. Í tekstinum tekur sálmaskaldið útgangsstøðið í sonevnda Goldberg depressiónstestini. Tað ljóðar møguliga eitt sindur kliniskt, men hesum sangurin er alt annað enn tað, hann er fullkomiliga fantastiskur, eg fái ikki hildið uppat uppat við at lurta eftir honum og eri so spakuliga við at venja meg við tað merkiliga syntetiska kórið eisini. Tað ljóðar fremmant, men er fleirfaldaða røddin á Teiti. Orðingin, ið verður endurtikin er “without you” og rakar saman við yndisliga, einfalda laginum beint í hjartað. Tað sama kann sigast um alla hesa eyðmjúku útgávuna hjá einum sangskrivara, ið fremst av øllum ynskir at vera fittur og góður, og sum finnur gleði í teimum smáum lutunum - Tann gleðin kann vera stór

Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum, VATN varð kuraterað av Inger Smærup Sørensen við verkum hjá tjúgu listafólkum úr Føroyum, Norðurlondum og Baltikum. Upplatingin var samstundis karmur um móttøku av nýggja leiðaranum  í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes. Hamferð, Jón Aldará, Theodor Kapnas og John Egholm høvdu eina heilt einastandandi, ja rúnarbindandi framførslu, dynamiska, dramatiska við undurvøkrum, kenslubornum sangi. Áðrenn hesa framførsluna greiddi Gunn Hernes m.a. frá í síni røðu, at 262 listafólk hava sent inn uppskot til framsýningina, sum hevur undirheitið VATN Norðurlendsk Salón, men bert 20 teirra sluppu gjøgnum nálareygað: Andris Vītoliņš (LV), Anja Carr (N), Catrin Andersson (S), Charlotte Binau (DK), Dorthe Lund (DK), Guðrún Öyahals (IS), Hansina Iversen (FO), Jens Dam Ziska (FO), Kristin Tårnes (N), Lasse Lecklin (FI), Line Solberg Dolmen (N), Nina Maria Kleivan (DK), Rannvá Holm Mortensen (FO), Søssa Jørgensen (N), Steinunn Gunnlaugsdóttir (IS), Terje Roalkvam (N), Tove Kommedal (N), Vappu Johansson (FI), Victoria Cleverby (S) og Voldemārs Johansons (LV).

IMG_7815.jpg

29.juni læt framsýningin hjá Claus Carstensen, Ape Rules, O.K.! upp í Steinprenti. Eitt útgangsstøði vóru skakandi tølini í áðurnevndu sjónvarpssendingini hjá hjá Heina í Skorini, Guð signi Føroyar, at bert 21% av føroyingum taka undir við menningarlæruni, meðan heili 52% av okkum trúgva uppá kreationismu, at menniskjað er skapt av Guði ella eini hægri makt. Í framsýningarhølunum var áskoðarin tikin á bóli av fleirtýðugu apunum við teirra opnu, aggressivu kjaftum og sorgblíða, eyma eygnabrái. Orðatakið um, at eyguni eru spegilin hjá sálini er dømi um symbolsku fatanina av eygunum – ímyndin um tað serstakt menniskjansliga er á so mangan hátt bundin at eygnabránum. Myndevnisliga fráspennið er í sonevndu "djóragerðini" – eitt hugtak hjá Carstensen, sum snýr seg um stigskifti av mentan, tilvitsku, sjálvstilviti og menniskjansskap. At menniskjað er tilvitað um, at tað ikki livir í einum opnum, endaleysum lendi, men sær hetta lendið minka støðugt – djórið sær fyri sær eitt opið, óavmarkað, tíðarleyst landslag, har tað ikki er nakað áðrenn ella aftaná og tessvegna heldur ikki finst nakað tilvit um deyðan. 

Í summar gjørdist greitt, at tað verða Listafólkasamband Føroya (Lisa) og Tjóðsavn Føroya, sum fara at húsast í Hoydølum nú skúlin er farin í nýggja bygningin í Marknagili. Sambært Rigmor Dam hevur tað týdning, at verandi bygningar fyllast við lívi og menniskjum; við úteftirvendum og almentgagnligum virksemi. “Og við at umskipa Hoydalar til ein slíkan livandi mentanardepil kann kanska eisini spyrjast eitthvørt forvitnisligt burturúr teirri synergiini, sum uppstendur. Í øllum førum fegnist eg um, at bæði mentanin og listin nú fáa væl betri arbeiðsumstøður”, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Mjørki er ljós var heitið á summarframsýningini í Steinprenti, sum læt upp 27.juli við nýggjum listaverkum hjá Rannva Kunoy, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Hansina Iversen, Erik Heide, Tóroddur Poulsen, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen, Bárður Jákupsson og Louise Aakerman Nielsen. Framsýnt var eisini eitt prent hjá danska listamanninum, Per Kirkeby, sála, sum doyði 9.mai í ár. Hann hevði somuleiðis skrivað yrkingina, sum framsýningin tók støði í, har tað m.a. verður staðfest, at “Mjørki er ljós, myrkur er ljós, holan er ljós”. Tá vit tosa um ljós í myndum, verður ofta sipað til sólarljós og impressionistisku royndina at skráseta ljósárin í náttúruni, at fanga ljósbrigdi í landslagnum ella ljósbroytingar, sum vit hava so nógvar av í Føroyum. Men Summarframsýningin í Steinprenti snýr seg um eitt annað ljós, ið kyknar í myndini sjálvari og leggur inn undir seg eitt spildurnýtt rúm, sum ikki hevur verið til áðrenn tað varð skapt í einum listaverki. Talan er altso um eitt abstrakt rúm. Hetta rúmið verður umsitið á sera ymiskan hátt av teimum ymisku listafólkunum, sum eru við á framsýningini.

Upplating av framsýning hjá Elini Smith - Ólavur Hátún var millum gestirnar. Foto Kinna Poulsen

Upplating av framsýning hjá Elini Smith - Ólavur Hátún var millum gestirnar. Foto Kinna Poulsen

Beint fyri ólavsøku komu deyðsboðini av Ólavi Hátún. Í tómrúminum av einum menniskja sum Ólavi Hátún er ikki lætt at taka dagar ímillum hvørji avrik hava størstan týdning, men eg hugsi, at hansara samstarv við altjóða tónleikakapacitetir fekk ómetaliga stórt árin á føroyskan tónleik, hetta fevnir bæði um komponistar, dirigentar, orkestur, kór, tónleikaskúlar osfr. Tað er vónleyst at fara undir at nevna nøvn, tí tey eru so mong, sum gjøgnum Ólav Hátún hava fingið varugan týdning fyri føroyskt tónleikalív, men samstarvið við danska tónaskaldið Vagn Holmboe má nevnast, hann hevur skrivað fleiri føroyskar kórklassikarar, framúrskarandi sangir við stórari ávirkan á tónleikin hjá teimum yngru føroysku tónaskaldunum. Samstarvið við sveisiska dirigentin, kórleiðaran og tónaskaldið Willi Gohl hevði við sær stórar tónleikaverkætlanir, ið somuleiðis lyftu einstaklingar og heildina í føroyskum tónleikalívi og tað sama var galdandi fyri samstarvið og vinarlagið við íslendska kórleiðaran og organistin, Jón Stefánsson og íslendska sangskúlan umframt mong onnur.   

Ólavsøkuframsýningin í ár tók støði í orðastovninum "Mál". Eg ummælti framsýningina m.a. við hesum orðum: “Kuratorurin, Jón Sonni Jensen hevur rætt í sínum varhuga, at evni ofta kunnu tykjast avmarkandi fyri listafólkini og tí hevur hann vent hesum viðurskiftum á soleiðis, at evnið er upp til áskoðaran at meta um. Ein kassi er settur upp har tey vitjandi hava møguleikan at skriva sínar tankar á lepar og lata teir í kassan eftir at hava sæð framsýningina. Umleið triðja hvønn dag skulu leparnir avmyndast, og myndirnar leggjast út á Facebook síðuna til øll at síggja. Hetta var alt sera modernað, prossesmerkt, opið og at síggja til vinarligt mótvegis áskoðaranum. Tað sama kann sigast um leparnar, ið hanga ymsastaðni í framsýningarrúminum við lýsingum av ætlanunum við avvarðandi verki ella við orðafrágreiðingum av eitt nú orðinum fenomenologi. Men tað merkiliga, sum hendir er, at beinasomu frágreiðingarnar onkursvegna skapa frástøðu millum verk og áskoðara.”

 

rannva2.jpg

6.august varð framsýningin Mjørki er ljós í Steinprenti víðkað við einum spildurnýggjum risastórum málningi hjá Rannvá Kunoy. Ljós og gjøgnumskygni hava sum heild verið týdningarmiklir partar av listarligu ætlanini hjá Rannvá Kunoy líka síðan hon byrjaði sum listakvinna. Øll árini hevur hon ment ljósárinið í sínum myndum og hevur nú nátt eitt hæddarpunkt við málningum, sum í roynd og veru lýsa. Seinastu árini hevur hon arbeitt við serligum litpigmentum, ið skifta lit eftir ljósinum í framsýningarrúminum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin. Hesir málningarnir, ið eru bygdir upp av nógvum tunnum løgum av máling, eru ómetaliga sansaligir, vakrir og nærverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir í roynd og veru bróta eina grundtreyt hjá málarínum - at  vera fikserað í tíð og rúmi. Hóast nýggja verkið hjá Rannvá Kunoy er monumentalt við síni hædd á 190 cm og breiddini uppá 340 cm, er árinið hugtakandi lætt. Hetta hevur við málihátt og litevni at gera, men er fyrst og fremst grundað av kompositiónini, ið hóast hon er kompleks við fleiri løgum av teknaðum svørtum mynstrum, orðum, figurum og tilsipingum, er greitt disponerað av listakvinnuni, ið megnar at savna allar teir túsund træðrirnar til eina samanhangandi, lýsandi og flótandi heild. Hetta er málarí, men uttan tey fótafar av máliprosessini, sum plaga at merkja málningatøknið. Tað tykist næstan sum er málningurin av eini aðrari verð og ilt er at meta um til dømis forgrund og bakgrund ella hvat er frammanfyri hvat. Tað er eins og allir partar av málninginum eru javnsettir. Ein fotomynd av honum gevur als ikki ta veruligu upplivingina hjá áskoðaranum, tí ein týdningarmikil partur av upplivingini liggur í sjálvari ljósbroytingini, sum hendir, tá áskoðarin flytir seg framman fyri verkið. Har eru so ómetaliga nógvir møguleikar í óítøkiliga, sansaliga og vitborna málninginum, sum hevur heitið Blanket Bond. Orðið er eitt bankahugtak fyri eina trygging, ið verjur bankar móti ólógligum virksemi hjá starvsfólki, umframt móti stuldri. Heitini hjá Rannvá Kunoy eru ein søga fyri seg, ein eyka tulkingarmøguleiki við popp-assosiatiónum, sum listakvinnan gevur okkum við einum lítlum skálkabrosi.

A36A6057-4DE3-4AF3-AAED-135E3613992C.jpeg

Í august læt upp stór framsýning við verkum hjá Astrid Andreasen í Müllers Pakkhúsi í sambandi við 70 ára føðingardagin hjá listakvinnuni. Her var ein ørgrynna av tekningum av fiskum, blómum, tara og kyktum, sum Astrid Andreasen hevur teknað neyvt og væl, realistiskt við ljós og skugga, so at lutirnir fáa rúmd og kropp. Hon hevur greidliga eitt serligt eyga fyri náttúrunnar vøkru mynstrum og litum - Ikki minst eru taramyndirnar ómetaliga vakrar og livandi. Uppheingingin kundi kanska verið greiðari, kurateringin fastari, men eg hugsi, at fyrireikararnir hava satsað uppá kvantitet og hava viljað framsýnt so nógv sum møguligt av lívsverkinum hjá Astrid Andreasen, ið bæði fevnir um stórt og smátt. Um monumental veggjaprýði og pinkalítil frímerki, um hugtakandi leikur til børnini á einum barnaheimi í Grønlandi og fínar áseymaðar myndir, har listakvinnan lýsir silvitni og onnur ljósfyribrigdi í náttúruni.

Bárður Jákupsson - foto Kinna Poulsen

Bárður Jákupsson - foto Kinna Poulsen

Í august læt upp serframsýning hjá Bárði Jákupsson í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tað var gott at síggja framsýningina hjá listamanninum, sum tollaksmessudag fyllti 75 - ikki minst, tí okkurt nýtt hómaðist fleiri staðni í einum í støðum ljósari og følnari litavali við opnum strukturi, sum loysir myndaflatan upp í figur og grund. Men í staðin fyri at gerast meira naturalistiskt og býtt upp í hav, land og himmal, sum mann kundi væntað, er tað eins og nær Bárður eitt nýtt abstraktiónsniveau við hesum nýggju verkunum. Tað eru fjallavisiónir og náttúruapoteosir, men hyggja vit til dømis at myndini ovast her á síðuni, so hevur hon eitt universalt brá við ovalu heildini av bláum, gráum og svørtum skapum, ið fara dansandi um myndaflatan. Í mínum hugaheimi gerst myndin ein málað kærleiksváttan ikki bara til landið og litirnar, men til lívið sjálvt. Tað er sannførandi og imponerandi! Farið øll og hyggið – eisini tit, ið avgera hvør skal hava mentanarvirðisløn


Anna Seppälä - Foto Kinna Poulsen

Anna Seppälä - Foto Kinna Poulsen

31.august læt upp forvitnislig framsýning í Steinprenti við kollasjum, steinprentum og tekningum hjá finsku listakvinnuni Onnu Seppälä. Listakvinnan hevur bæði framsýnt og arbeitt í Steinprenti áður, men hetta er hennara fyrsta stakframsýning í Føroyum. Eg skrivaði um framsýningina: “Myndevnisliga leggur framsýningin seg í eina realistiska og eina meira gandakenda slóð. Talan er í fyrra lagi um ein veruleikakendan at kalla privatan gerandisheim við lýsingum av børnum við hús og ein meira universalan, ævintýrkendan dreymaheim, ið er merktur av hópin av dekorativum bjartlittum blómum, av kátum dansi, av kolibrium, sum drekka í seg nektar. Huglagið er feminint, um somu tíð undurvakurt og hóttandi, teknihátturin barnsliga fríur og herliga skeivur og óskikkiligur, merktur av einum óvanliga klárum innliti í barnalív og eini greiðari trúgv uppá grundleggjandi týdningin, sum kærleikin hevur fyri skroypiliga mannalívið. Úrslitið er bæði rørandi og listarliga sterkt.”

Brandur Patursson verk á Glasi - Foto: Kinna Poulsen

Brandur Patursson verk á Glasi - Foto: Kinna Poulsen

9.august var almenn móttøka á Glasi. Eg skrivaði: “Glasir er størsta bygningsverkætlan í Føroya søgu. Listprýðingin er somuleiðis tann størsta av slíkum, sum nakrantíð er framd her á landi. Enn manglar okkurt verk at verða sett upp í prýðingini, ið sum heild er ómetaliga væl eydnað (Rannvá Kunoy, Anker Morteen, Jóhan Martin Christiansen, Brandur Patursson, Sigrun Gunnarsdóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Hanni Bjartalíð). Tess syrgiligari tykist staðsetingin av listaverkunum úti í brandtrappunum. Men hvat fara fólk í framtíðini at hugsa um Glasir? Tað valdast kanska hvussu skúlin fer at roynast næmingum og samfelagi. Men byggilistarliga hugtekur bygningurin eitt nú við síni imponerandi stødd og við mátanum, hann er staðsettur og lagaður til lendið í fleiri hæddum. Sambært arkitektafyritøkuni BIG, er skúlin sniðgivin sum ein meldurhvirla við stórum garðrúmi, ið er kjarnin í skúlanum. Og rætt er, at tað innanfyri ikki minst er víðfevnda og ljósa miðrúmið við atrium í neðra og glaskupli í erva, sum imponerar. Út frá rundbygninginum eru leingir og útúrgerðir; upplatingardagin bar fryntiligi arkitekturin, Bjarke Ingels í røðu síni skapið saman við báðar endarnar á einum tilvildarliga krosskastaðum turriklæði. Tilfarið er fyri tað mesta glas og betong og úrslitið er serstakliga ljóst, gjøgnumskygt, modernað og kalt sum ein gamaldags science fiction visión - eg hugsi um góða gamla móðirskipið Starship Enterprise; eitt heilt glas-univers komplett við motordeild í neðra, hárturkarum í erva og við øllum møguligum humanistiskum, náttúruvísindaligum, tekniskum, kreativum, littererum og merkantilum lærugreinum harímillum. Glasveggirnir eru allastaðni, teir eru ein ósjónlig og ítøkilig avbjóðing bæði so og so, og ikki bara sum endaleys pussiflata hjá teimum frammanundan hart royndu vaskikonunum. Tey eru ikki fá, sum í skundi hava rent seg í glasveggir og sum hava ásannað, at glas er hart at renna seg í. Hetta sama kann helst sigast um allan bygningin fyri ikki at tala um bygnaðin, at her eru avbjóðingar av ymsum slagi, alt møguligt, sum skal lagast til og broytast..”

Í september læt serframsýningin Kringsýni hjá Bjarne Werner Sørensen upp í Listasavninum. Fyri meg vóru ikki minst málningarnir á framsýningini áhugaverdir og eitt sindur meira villir og váðafúsir. Men eisini her fært tú varhugan av samanhangi og eini skipaðari samanseting. Málningarnir eru bygdir upp í løgum; ovasta lagið er í fleiri førum málað við einum ógjøgmumskygdum, flatum og skríggjandi liti, sum sýnist púra mótsettur heitu, organisku litunum innanfyri. Hetta gevur myndunum ein hugtakandi dám av bæði flata og dýpd, einum kringsýni merkt av nærveru og fjarleika.

Í oktober vóru tær fyrstu listafólkalønirnar latnar Brandi Patursson, myndlist, Búa E. Dam, leiklist, og Katrini Ottarsdóttir, bókmentir. Endamálið við Listafólkalønunum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir nevndarinnar meting, hava listalig ella faklig dygdareyðkenni.

Bárður Oskarsson - Foto Jan Andersson

Bárður Oskarsson - Foto Jan Andersson

30.oktober gjørdist greitt, at Bárður Oskarsson fekk stóru Barnabókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins á 350.000 krónur. Virðislønin varð latin fyri Træið, sum eisini vann barna- og ungdómsvirðislønina hjá Útnorðurránum í 2018. Í grundgevingini varð dentur lagdur á, at søgan hjá Bárði torir at vera einføld “I en tid hvor alting synes at skulle op i tempo, har vi valgt at belønne en fortælling, som tør tage sin tid. I en virkelighed, hvor vi hele tiden bliver bombarderet med indtryk, har vi valgt et værk, som bruger få ord og enkle billeder til at præsentere en både morsom og dybsindig fortælling. Værket udmærker sig både ved et højt kunstnerisk niveau og ved en stor tillid til læserens evne til at undres og tænke selv. To venners passiar efterlader spørgsmålet om, hvorvidt det går an at stille sig tilfreds med andres erfaringer, eller om man måske er nødt til at risikere noget, for at få stillet sin nysgerrighed over, hvad der er uden for vores horisont. Med små detaljer og nuancer formår Bárður Oskarsson med sin billedbog Træið at skabe en sjældent fornøjelig læseoplevelse for både store og små og får derfor dette års pris..”

M.A.Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir fekk Rannvá Holm Mortensen fyri yrkingarsavnið Sólsmakkur. Edward Fuglø fekk virðisløn fyri mentanaravrik sítt við prýðingini í kjallaranum í Christianskirkjuni. Barnamentanarvirðislønina fekk Vár Berghamar Jacobsen.

Føroyski sjónleikarin, Sofía Nolsøe Mikkelsen verður mikið róst fyri leiklutin sum Selma í leikinum Dancer in the Dark á Aarhus Teater, og sum er bygdur á kenda filmin hjá Lars von Trier.

Á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum í november var kunngjørt, at Oddfríður Marni Rasmussen vann skaldsøgukappingina hjá Sprotanum og Bókahandlunum. Í grundgevingini fyri vinnaraskaldsøguna Ikki fyrr enn tá stendur m.a., at vit við hesi skaldsøgu hava fingið eina nýggja rødd. Her er talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi høvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn – hon er eisini so sera týdningarmikil at hava á føroyskum máli. Skaldsøgan setur flugubein við allar tær røttu yvirskriftirnar. Mál, frásøgufólk, frásøguháttur og sjónarhorn, nærlagni, flow og fokus, bygnaður, samanhangur – alt arbeiðir saman og ger skaldsøgan til eitt heilskapað verk, ið ein ikki gloymir, men kann lesa umaftur.

Almenn ráðstevna um útbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya var í døgunum 6. og 7. desember í sambandi við, at Fróðskaparsetrið fer í holtur við útbúgving í listaligum arbeiði.

Fríggjadagin 7.desember læt hin tíggjunda framsýningin í røðini av Myndaódnum upp í Steinprenti við góðum gløggi og gávuprentum, sum Bárður Jákupsson gjørdi. Steinbrá, felagið hjá grafikkáhugaðum Steinprentstuðlum, fekk enn fleiri limir. Framsýningin er opin inntil 19.januar. Her eru stór og smá verk hjá Hansinu Iversen, Randi Samsonsen, Onnu Seppälä, Fríðu Matras Brekku, Bárði Oskarsson, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy, Hanna Bjartalíð, Claus Carstensen, Julie Sass, Louise Aakerman Nielsen, Tóroddi Poulsen, Erik Heide, Mariusi Olsen, Peter Carlsen og Zven Balslev. Síðstnevndi gjørdi nýggjastu verkini á Myndaódnini, sum er sveinaroyndin hjá Louise Aakerman Nielsen innan steinprent.

Við hesum mongu (sic.) orðum fari eg at ynskja mínum lesarum eitt gott og eydnusamt nýggjár við tøkk fyri tað brátt farna. Eg gleði meg til komandi listaupplivingar.

Við nýggjárskvøðu

Kinna