Silja Strøm TAÐ STERKA Í TÍ STILLA

IMG_4727 (1).jpeg

Tá Mentanargrunnur Landsins í fjør boðaði frá sínum listarligu íløgum og raðfestingum, skiltist, at listakvinnan, Silja Strøm úr Vestmanna hevði fingið 1 ára starvsløn. Hon arbeiðir fram ímóti eini serframsýning í Listasavni Føroya, sum vit kunnu gleða okkum til.

Men millum tær mongu myndirnar á Myndaódnini 2017 í Steinprenti, eru nøkur steinprent, sum Silja Strøm gjørdi har á verkstaðnum í oktober í fjør. Hetta eru leikandi lættar myndir, figurativar við abstraktum myndaliðum, ið eru greitt disponeraðir við ljómandi klárum grundlitum og bylgjandi linjum. Eg haldi sjálv, at henda røðin av steinprentum er óvanliga væl eydnað og havi tessvegna spurt listakvinnuna, Silju Strøm, um hvørjir tankar eru aftanfyri

kp og silja.jpg

Silja Strøm greiðir frá, at hon - áðrenn hon fór undir uppgávuna at gera fýra nýggj steinprent, ið skuldu vera jólagávur hjá eini føroyskari fyritøku, hugsaði nógv um ymiskar mátar at lýsa hvussu vit menniskju hava tað, hvat vit ynskja okkum, og hvat okkum dámar. Listin hjá Silju snýr seg altíð á ein ella annan hátt um menniskju, okkara lutir og okkara umhvørvi, og listakvinnan heldur tað vera áhugavert at finna eitt hóskandi sjónarmið at arbeiða við í hesum samanhanginum.

IMG_4730 (1).jpeg

Silja greiðir soleiðis frá: “Eg havi skapað fýra stillar løtur úr gerandisdegnum. Fólk ið hvíla, fólk ið arbeiða, fólk ið dansa, fólk ið skeldast, fólk ið stríðast, fólk ið klemmast. Lutvíst meira málandi í støðum og bert lýst í litríkum strikum og mynstrum, eru ting, tíð og stað heldur tilsipingar av fjarstøðuni millum hesi tingini, teirra eigarar og teirra umhvørvi. Gerandisdagurin kann framkallast við sera einkultum myndum: kaffigrugg í koppinum, tá tú ert liðug at drekka kaffi, strikur av nutella í smørinum, tað sum køliskápið luktar av, teposar í vaskinum, tá posin við matvørum frá FK er so tungur, at plastikkið grevur seg niður í hondina á veg heim, ljóðbitin tá tíðindini byrja í Útvarpi Føroya. Tílikar myndir kunnu framkalla sterkar kenslur, hóast (og kanska akkurát tí) tær eru so vanligar.”

Listakvinnan sigur, at hennara verk í fleiri ár hava snúð seg um søgur, hennara arbeiðshættir um endurtøkur og mynstur, og hvussu hesi varpa ljós á frávikini, tað løgna, tað stuttliga, og tað sum er spennandi: “Til dømis havi eg goymt allar mínar innkeypslistar í 3 ár, og samlað teir í eini mappu við teirri hugsan, at eg einaferð fari at brúka teir til eina verkætlan, men tað er vorðin ein umráðandi áminning, eg nú eri glað fyri at eiga, um tað stilla virksemið sum fer fram samstundis sum spennandi listaverkætlanir og uppgávur, ið er tað eg annars brúki meginpartin av míni orku til, verða loystar. -  Tó er hetta ikki nøkur nostalgisk ella melodramatisk myndarøð, ið t.d. lýsir tað romantiska í tí, vit uppliva dagliga. Í myndunum er eitt tilvitað samanspæl millum anakronistiskar hendingar, tilvildarligt pynt, og listarligar og gerandis grundspurningar. Vit síggja til dømis eitt ófrættakent akslatræ, ið upploysist til flákrandi, dekorativar strikur, og ein buksuleysan mann, ið frá mynd nr 2 í røðini og til ta síðstu og 4. myndina ikki finnur sínar buksir. Sigast kann í hesum sambandi, at listaverk eru úrslit av rutinu. Eitt listafólk hevur eins og øll onnur eitt arbeiðslív við ætlanum og vónum, ið eru knýttar at hissini staklutum í gerandisdegnum. Eitt listaverk er onkursvegna ein yvirgongd millum blonku tilgjørdu flatuna ið er klár at mála á, og staðið har listafólkið arbeiðir og býr. Smálutirnir vit uppliva dagliga, byggja í stigum grundarlagið fyri teir heilt stóru spurningarnar, vit annars fást við, politiskt, filosofiskt, listarligt og sosialt”.

Hesar myndirnar, sum Silja Strøm greiðir so áhugavert frá, eru sum áður nevnt enn framsýndar í Steinprenti, so far og hygg.

IMG_4725 (1).jpeg