Tarira vann 3 ferðir gull

tarira.jpg

Við í flogfarinum frá Barcelona í dag var føroyska kórið, Tarira, sum kemur heim frá altjóða kórkapping í Lloret de Mar. Tarira tók lut í trimum kappingum og vann gull í øllum kappingunum.

Sum skilst á kórlimum var tað serliga teirra sangur á katalanskum, sum varð avhildin og ein upptøka á mobiltelefon avdúkar hvat tað er, sum hevur imponerað og rørt altjóða dómararnar á kórfestivalinum ”7th International Choir Festival and Competition, Canço Mediterrània”. Tí bæði klangur og huglag stendur heilt ómetaliga sterkt í hesi upptøkuni.

Tarira varð sett á stovn fyri fimtan árum síðani. Sunleif Rasmussen var kórleiðari tey fyrstu nógvu árini, Kári Bæk var leiðari eitt tíðarskeið og nú er Jóhannes Andreasen kórleiðari hjá kórinum, sum telur markantar sangarar við drúgvum og góðum royndum innan kórtónleikin. Eru teir nevndir, eru teir kendir í kórhøpi: Sopran: Berghild Poulsen, Joanna Johansen, Eyðbjørg Hansen, Urd Johannesen, Kristin Bæk, og Arina Bischoff. Alt: Elsba Samuelsen, Gunnvør Poulsen, Magna Jógvansdóttir og Píl Reinert. Tenor: Peter Niclasen, Hans Debess, Hanus Iversen, Óli Heri Joensen og David Christiansen. Bass: Andrias Petersen, Høgni Debess, Janus Poulsen, Mikael Johan Heinesen og Suni Danielsen. Teimum øllum verður ynskt hjartaliga til lukku.

tari.jpg