Mjørkanáttin

Ein av fleiri fyrimunum við at spáka til hús aftaná eina herliga 60 ára føðingardagsveitslu hjá John við øllum tí allarbesta (inkl. skerpikjøt) er at uppliva eina mjørkanátt, sum hesa í nátt. Tað var so grátt í nátt, at illa sást millum húsini og tað var so lýtt, at mjørkin kendist ítøkiliga kínandi mjúkt holdi mínum.

Eg varnaðist mjørkan longu í roykjaratúninum uttan fyri veitsluhølið. Tað sá í næstan út sum um vit høvdu verið eitt sindur ov ófør at roykja, øll Havnin var avkøvd, og eg hugsaði, at um Guð var roykjari, so roykti hann kanska sigar – eina av teimum allarstørstu úr Cuba. Roykjaratankarnir sveimaðu til tann stóra morfinistin í Baker Street, ja, tað var næstan soleiðis, at vit hoyrdu klappandi ljóðið av einum hestavogni onkrastaðni í skínandi gráleikanum, og tað var helst hann sjálvur, Watson doktari, sum fór onkur bráðfeingisørindi fyri harra Holmes – í øllum førum var Baskervillehundurin evnið har uttanfyri í roykjaratúninum og mitt í øllum mintist eg aftur á okkurt summarmjørkakvøld í Tinganesi, har eg vaskaði fyri nógvum árum síðani fyri at forvinna mær nøkur oyru í summarferiuni. Har lurtaðu vit onkuntíð eftir útvarpsleikum. meðan vit vaskaðu og onkuntíð kundi tað verða eitt sindur ov spennandi, næstan óhugnaligt, um eg var einsamøll inni á onkrum av teimum stóru skrivstovunum við hesum imposantu, blonku skrivaraborðunum, sum bara stóðu har, púra still og stív og fernis. Tað hjálpti at murra ella at lata vindeygað upp, so at mjørkin slapp inn saman við smidliga tutlinum av venjandi kappróðrarbátum.

Tá mjørkin er so tættur sum hann var í nátt, doyvir hann øll ljóð. Verðin er so still og ótýðilig, at húsini gerast týðilig sum útvarpsleikir við ljódligum søgum um stóra gleði og stóra sorg. Eg gekk nokk so spakuliga fyri ikki at órógva mjørkan og hugsaði við mær sjálvum, at Havnin er ikki eitt mjørkahol, hon er ein føgur og fjálg mjørkakulla og einki er sum vársummarnætur í Havn. Ein so fín yrking er um mjørkanáttina, sum Guðrið Helmsdal skrivaði. Yrkingin er forrestin eitt ár yngri enn føðingardagsbarnið í gjár, so hon fyllir seksti ár í 2018 og fyrstu ferð, eg las hana var í fagra tóna- og mjørkahaminum hjá Paula í Sandagerði.

Mjørkanáttin

 

Mjørki, eg síggi teg koma

mær ímóti –

kínandi mjúkt

holdi mínum.

Eitt sindur syrgin

tú syngur,

men smíl títt, tað váta,

er so blítt so blítt!

 

Hví glógva gyltir steinar

í eygum tínum?

Hví er hond tín køld?

Hví er hon grá?

Um hjarta títt er sovnað,

um blóð títt er stirðnað,

sveima tá við mær,

tú rekandi tám.

 

Tak um meg, tú svalandi.

Kom – saman skulu vit

fylla náttina – tað svørtu –

til hon aftur tónar

á spentum streingjum

-      og rodnar –

táið hon tveitir hamin.