Ein flóðalda av ljóði og ljósi

Eg væntaði mær ikki lítið av konsertini hjá Eivør Pálsdóttir í kvøld. Hon er ein einastandandi sangari og sangskrivari - tað vita vit. Eisini eru konsertirnar í kvøld, morgin og ovurmorgin endin á drúgvari konsertferð, og bæði Eivør og orkestrið skuldu tessvegna verið í allarbesta framførsluformi - tá tað heila so haraftrat gongur fyri seg í tí ediliga Sjónleikarhúsinum í Havn, ja, so eru allar orsøkir til at hava góðar vónir.

Og tað veit Guð, at skal mann vera eitt súrt apparat fyri ikki at lata seg tøla av einari konsert sum hesari. Eivør og hennara menn vóru og eru í toppformi, allar mínar vónir vóru eftirlíkaðar og tað við lít. Í hálvan annan tíma stóð eg í Sjónleikarhúsinum og lat meg traktera av eini sannari flóðaldu av ljóði og ljósi – litríka ljósshowið var í serflokki og rakti ekstravaganta huglagið í tónleikinum við blóðreyðum ljósaldum, sum snaraðu seg og tvinnaðust saman við tónleikinum. Aðrastaðni var huglagið blátt og stórbært og í meira ógvusligum brotum vóru vit púrasta tikin á bóli av einum framúrskarandi lasaraljósshowi. Eg eri fullkomiliga hugtikin fjeppari og ætli ongantíð aftur á konsert um Turpin Napoleon Djurhuus ikki ger ljós!

Konsertin byrjaði við, at Marius Ziska og Allan Tausen framførdu fýra sangir og hetta var eisini út yvir tað, eg hevði væntað. Marius hevur eina yndisliga, melankolskt ljómandi ljósa rødd, sum er kend og góð, men eg havi ikki hoyrt hana so vakra, sterka og reina sum í kvøld. Heilt einastandandi gott og eg haldi, at tann næsti sangurin hjá teimum báðum Mariusi og Allan, "Runaway", sum eg ikki havi hoyrt fyrr var hugtakandi, melodiøsur við vøkrum kórpassasjum, ein sangur sum smeyg seg oman yvir áhoyrarnar sum besta marsipan við smáum lekrum bitum av Alan Parsons Project og Enya.

Framførslan hjá Eivør var ein sonn sigursparada av kendum sangum frá "Room", "Bridges" og "Slør", sum hon, Mikael Blak (bass og alt millum himmal og jørð), Høgni Lisberg (trummur, kór) og Hallur Jonson (ljóð) hava spælt so ofta, at sangirnir sita á nervalagnum. Trygt men við orku og nerv vórðu vit leidd gjøgnum universið hjá Eivør og hjá kvinnuligu yrkjarunum, hvørs tekstir, hon hevur latið seg inspirerað av (Marjun S.Kjelnæs og Randi Ward). Har vóru nógvir av mínum yndissangum hjá Eivør, "Remember me", "Boxes" og "Rain" við K.D.Lang countrysligum kóri, har menninir ikki stóðu langt aftanfyri Bee Gees í yndisligari harmoni og mitt í rokanum var stilt og blátt og "Mjørkaflókar" og so bleiv eg rørd, tá ljóðini og ljóðførini steðgaðu á eitt og eitt ísenn eins og ein stór, vøkur og væl smurd maskina, ið steðgar upp. Tað var ikki bara eg, sum var hugtikin, fegin og rørd í kvøld. Tá eg í áðni skundaði mær til hús at skriva hesi orð, royndu áhoyrarnir fyri triðju ferð at klappa Eivør upp aftur á pallin.

15844347_10211566069445310_1485671513319270188_o.jpg