Góðar vónir um Dreymar við havið

Tað gongur støðugt framá við framleiðsluni av spælifilminum hjá Sakarisi Stórá, Dreymar við havið, sum Marjun Kjelnæs hevur skrivað handritið til. Í oktober boðaði Mentamálaráðið frá, at Dreymar við havið var ein av filmunum, sum valt var at stuðla – filmurin fekk størstu stuðulsupphæddina 100.000 krónur og í desember boðaði danska Filmværkstedet frá, at tey hava valt at stuðla hesi verkætlanini við 100.000 krónum. Sum skilst er áhugin stórur fyri at gera íløgur í henda filmin og tað bendir jú á góðar vónir. Sambært Ingun í Skrivarastovu,Fish&Film framleiðara er klippingin av filminum liðug og leikstjórin, Sakaris Stórá farin til Íslands í sambandi við tónleikin til filmin, sum íslendski tónleikarin/art director, Hilmar Örn Hilmarsson ger. Hilmarsson, ið eisini nevnist HÖH er kendur fyri sítt samstarv við m.a. Sigur Rós og Eivør Pálsdóttir, men hevur somuleiðis gjørt tónleik til hópin av filmum, m.a. Pan hjá Henning Carlsen og Bye Bye Bluebird hjá Katrini Ottarsdóttir. Tað verður spennandi at hoyra og síggja úrslitið, tá filmurin verður sýndur. Her er eitt innslag um filmin frá KVF.

 http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/07/08/20160708sakarisfarintilverka