Baltisk videolist í Norðurlandahúsinum

Í heyst verða Baltalond í brennideplinum í Norðurlandahúsinum, har ein røð av videolistaverkum eftir trý framúrskarandi baltisk listafólk. Deimantas Narkevicius, Katrīna Neiburga og Liina Siib verða at síggja.

23. september – 14. oktober Litava: Deimantas Narkevicius

Deimantas Narkevicius (1964) er útbúgvin innan standmyndir, men hevur fyrst og fremst arbeitt við filmi og video. Høvuðsevnið í list hansara er søga, sum hann granskar úr einum subjektivum og nútímans sjónarhorni. Í síni rannsakan av úrvaldum søguligum hendingum hevur hann funnið eina nýggja fatan av kroppsligum og sinnisligum fyribrigdum, og tilgongdin hevur fingið hann at endurskoða sítt egna pláss í heiminum. Deimantas Narkevicius brýtur við ymiskum nýhugsandi frásøguháttum ta linjurøttu søgugongdina og gevur eitt nýtt boð upp á søguna, har fortíð, nútíð og framtíð eru til staðar.

 

14. oktober – 4. november Lettland: Katrīna Neiburga

Katrīna Neiburga (1978) skapar vøkur, estetisk sterk videolistaverk, sum eru sum eitt slag av mannfrøðiligari rannsókn í menniskjalívinum. Við sínum serligu evnum at eygleiða, skrásetir hon veruleikan við einum bæði kritiskum og skemtingarsomum eygnabrá. Hon skrásetir sosialar støður, okkara felags og egnu søgur, náttúruna, brúkarasamfelagið, brot úr lívum sum verða livað, politiskar dagskráir, menniskjalig sambond og umskapar tað til lýriskar, tíðarleysar, persónligar - næstan abstraktar myndir.

 

4. november – 25. november Estland: Liina Siib

Videolistaverkini hjá Liina Siib (1963) snúgva seg ofta á ein ella annan hátt um konvensjónir. Hon er hugtikin av tí ókonventionella, av fólki, sum liva uttan fyri vanligar normar og sosialar strukturar. Prostitusjón, brotsverk, sálarlig líðing. Men samstundis eisini av tí konvensjonella, vanliga og banala. Kynsleiklutir, heimalív, lýsingar. Øll sløg av sosialum konstruksjónum verða viðgjørdar við stórari mistrúgv. Liina Siib nýtir alt frá sálargreining til skemt í síni rørandi miðling av hesum evninum.