Suveren konsert við Riel/Pasborg/Mikkelborg/Knudsen/Tuxen og Anisette

Eftir eina fantastiska intro hjá framúrskarandi Palle Mikkelborg byrjaði konsertin við einari trummuduett ella eini trummusamrøðu, sum ongan enda vildi taka. Eg havi áður upplivað Alex Riel og hansara ekspansiva, frásagnarliga trummuunivers og hesa ferð hevði hann guðssonin, Stefan Pasborg við, sum av sonnum spældi okkum sundur og saman. – Uha, hugsaði eg, hetta er ein ordilig musikarakonsert, eg eri komin til. Tað er ein konsert, sum onkursvegna er á so mikið hægri støði enn mín egni móttakari, at eg fái hug at ótolnast, men eg nýttist ikki stúra, tí tónleikurin í gjár var allan vegin so mikið væl spældur og formidlaður, at hann fekk allar áhoyrarar við.

Har vóru óvanliga nógvir tónleikarar millum áhoyrararnar í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið - ei undur í tí, tá fleiri tónleikaligar legendur eru millum tey framførandi: Alex Riel/Stefan Pasborg 'Universe' feat. Annisette og Palle Mikkelborg. Aftrat sær høvdu tey nakrar framúrskarandi tónleikarar, umframt Stefan Pasborg, spældi Niclas Knudsen gittar, meðan Jeppe Tuxen spældi tangentar (Hammond B-3). Øll eru kendir tónleikarar, sum skara framúr á hvør sínum øki, Niclas Knudsen hevði eina fantastiska gittarsolo í byrjanini, men sum áhoyrari legði eg kanska serliga merki til suverena spælið hjá Jeppe Tuxen, sum allan vegin í gjøgnum var merkt av tónleikagleði og risastórum tónleikaligum yvirskoti.

Við tónleikarunum øllum fóru vit eina tónleikaferð gjøgnum teirra felags univers av rútmum og samljóði, fortíð og nútíð, rokki og jazzi, nærveru, improvisatión, orku og pulsi - innrammað við ljóðmyndum frá Savage Rose, New Orleans street parades og Igor Stravinsky – hetta seinasta legði eg ikki ordiliga til merkis, men tað stóð í tíðindaskrivinum.

Eg visti væl, at talan var um dugnaligar tónleikarar, men eg varð bilsin av støðinum. Dygdin hoyrdist alt fyri eitt, sveimandi, originala trompetljóðið hjá Palle Mikkelborg, ið gevur okkum eina kenslu av vektloysi og av at hanga í leysum lofti í alheiminum í vøkrum samspæli við hini ljóðførini. Tá Jeppe Tuxen spældu eyðkendu tónarnar frá byrjanini av Byen vågner frá Dødens Triumf var tað sum ressaðust áhoyrararnir av at hoyra tað praktfulla lagið framført á so gjøgnummusikalskan hátt. Hervið varð lagt upp til eitt sindur av nostalgi, sum vit fingu uppfylt í ríkiligt mát, tá Anisette trein inn á pallin. Hon sang onkran Savage Rose sang, m.a. Dear little mother og eina garvilla versión av Long before I was born áðrenn hon endaði meira stillisliga við Smile hjá Charlie Chaplin. Anisette sýnist hugsjónarliga trúgv móti sínum útgangsstøði, hon tosar enn um fólk, sum eru noydd til at liva í pappkassum uttan fyri teir ríku bankarnar og um flóttafólk, sum koma til okkara fyri at fáa hjálp, men verða møtt við píkatráði og afturlætnum landamørkum. Tíverri eru hesir trupulleikar meira áleikandi enn nakrantíð. Allíkavæl tóktist prátið hjá Anisette í støðum eitt sindur frelst ella hippiepatinerað. Kanska er tað bara eg; tá tosað verður patetiskt og sentimentalt við musikalskum undirspæli komi eg altíð í tankar um Peter Belli og hansara yvirsentimentala Ingen regning. - Men fyri at koma til høvuðssakina, so var sangurin hjá Anisette rørandi og skelkandi nærverandi. Anisette hevur eina rødd og ein framførsluhátt sum eingin annar og har hvørki hoyrdist ella sást nakað til eventuellar aldurstreytaðir veikleikar meðan hon dansaði og sang á pallinum, myrk og vøkur, lítil, nett og klæntraslig og við hesari óskiljandi stóru røddini, sum tekur áhoyraran á bóli við sínum ótamda kenslusemi. At hoyra hana og tónleikararnar í Norðurlandahúsinum var ein ómetaliga stór og ríkandi uppliving, sum ikki verður gloymd.

FOTOMYNDIR: Norðurlandahúsið

FOTOMYNDIR: Norðurlandahúsið