Komin er heystsins hin dapra tíð
/Drakk eg eina øl fyri hvørja ferð, følnað bløð koma fyri í nýggja yrkingarsavninum hjá Øssuri Johannesen, hevði eg fingið kenning áðrenn triðingurin var lisin, og um eg tá yvirhøvur náddi til síðstu yrkingina, hevði tað neyvan verið í seyðahøgum standi. Men tolni lesaran, sum hættar sær ígjøgnum allar tær 150 síðurnar í savninum verður væl samsýntur av einstøkum, døkkum poetiskum gimsteinum, ið gløða ymsastaðni í meldrinum.
Eg havi fyri vana at lesa bøkur í bussinum og taki tí bókina við á veg til arbeiðis Eg taki bussin í tí nú bonkleysa Steinatúni og blaði upp í svørtu bókini TÁ EG HOYRI MÍNI EINSLIGU FÓTAFET MILLUM FØLNAÐU HEYSTBLØÐINI og lesi um tann omnipresenta deyðan, einsemið, myrkrið, um krabbamein, AIDS, sorg, ólukkuligan kærleika og bløðini, sum fella til jarðar á heystartíð. Tá eg nakrar tímar seinni eri á veg oman aftur í býin hevur yrkjaraegið verið á barr, eg lesi um dungar av royktum sigarettum og um tómar ølfløskur og brádliga tykist bókin mær livandi, tá tað beint við Miðlon fer at lukta ramliga av gomlum, royktum sigarettum og av øli. Tað vísir seg at vera umboð fyri hitt mangan skurvuta og klirrandi liðið, sum plagar at sita á áðurnevndu bonkum, og sum dagliga anir í pendulfart í tveyaranum millum Rúsuna og trappuna í Steinatúni. Summi vilja hava tey burturbeind og gloyma, at slík sosial høvuðsreingerð hoyrir ikki demokratiskum samfeløgum til. Eg heilsi uppá ein teirra, hann spyr um bókin er góð, eg sigi, at tað er hon beint nú. Hann sigur, at tað er langt síðani, hann hevur lisið yrkingar.
Niðurundirkomin
Alkoholiseraður og niðurundirkomin er heiti á einari yrking og tað sigur eitt sindur um hvar vit eru stødd í mongum av yrkingunum. Tað er á samfelagsins botni í náttmyrkum barrum og gøtum í Keypmannahavn og í Havn. Yrkjaraegið tykist illa plágað av einsemi, hetta verður staðfest upp í saman, og fleiri staðni tykjast yrkjarin og yrkjaraegið at vera ein og sami persónur. Hesin varhugi kemur m.a. av, at støðini, sum verða nevnd í tekstunum, eru verulig støð í Keypmannahavn, har sum Øssur Johannesen býr og hevur búð og har hann ferðast í býarrúminum. Ein outsider artist er ein listamaður, sum onkursvegna arbeiðir uttan fyri ta etableraðu skipanina. Tað ber ikki ordiliga at siga hetta um Øssur Johannesen, eitt nú eigur Listasavn Føroya fleiri av hansara myndlistaverkum, ið eisini prýða permuna á bókini Sekel, listasøgubókini hjá Listasavninum. Øssur Johannesen var bara 23 ára gamal, tá hann hevði sína fyrstu serframsýning í Listsavni Føroya og hann hevði í 1990´unum fleiri serframsýningar, bæði heima og uttanlands. Eg minnist eitt nú eina framsýning við linoprentum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn miðskeiðis í hálvfemsunum, harav fleri av prentunum vóru við á eini framsýning, sum eg skipaði fyri í Norðurlandahúsinum í 2012.
Daprar yrkingar
Tematiskt eru myndirnar hjá Øssuri Johannesen lutfalsliga fábroyttar at kalla monomanar í teirra uppafturtøku av ræðuligari sorg og sálarkvøl, sum kemur av sosialum og sálarligum, tað kann snúgva seg um sjálvmorð, kríggj, kúgan, avrætting, fasismu, sálarsjúku ella einsemi. Yrkingarnar eru á sama hátt fábroyttar. Øssur Johannesen hevur skrivað yrkingar í nógv ár, tær fyrstu vóru almannakunngjørdar í fløgubóklingum, tann seinasta hevði skap sum eitt yrkingarsavn við einari fløgu í og nú er so eitt yrkingarsavn komið uttan tónleik ella upplestur, sum Tutl hevur givið út. Øll tey følnaðu heystbløðini og einsemið eru dømi um, at yrkjarin dyrkar tað dapra og í hesum sæst onkur líkskapur við Janus Djurhuus, sum fyri úti við hundrað árum síðani yrkti regluna í yvirskriftini. Men yrkingarnar hjá Øssuri Johannesen eru als ikki eins mentaðar, formfastar og klassiskt bygdar. Yrkingarhátturin er nógv meira primitivur, orðatilfarið fábroytt og klisjéirnar nógvar og patetiskar; skuggar eru tungir, sorg er pínufull og fet eru einslig. Har er lítið og einki av rím, rútman er óreglulig, men merkt av endurtøkum, sum í støðum gevur yrkingunum ein ekstatiskan tóna. Onkra staðni minnir tað skrivaða um eitt slag av ótilvitaðum orðastreymi, einum stream of consiousness, sum yrkjarin skrivar niður júst sum tað fellur honum inn, eina staðni stendur ein lýsing av arbeiðsháttinum: “SUM BLØÐINI FELLA TIL/ JARÐAR AV TRÆNUM/ UM HEYSTIÐ/ SOLEIÐIS FELLA YRKINGARNAR/ NIÐUR TIL MÍN/ AV NÁTTARHIMMALINUM/ OG ALT EG SKAL GERA/ ER AT SKRIVA TÆR NIÐUR...”. (s.12)
Vøkur bók
Fagurfrøðiliga er talan um eina vakra bók, eitt hondskrivað A5 skrivihefti við reglum, sum á autentiskan hátt hongur saman við innihaldinum, og sum er lætt at lesa. Tá ein bók verður givin út av einum plátufelag, er kanska ikki upplagt at lasta tey fyri vantandi rættlestur, akuttan ð-mangul og vantandi redaktionelt arbeiði, og kanska skulu vit júst rósa Tutl fyri at geva hetta yrkingarsavnið út, tí tó, at savnið er ov drúgt, eru her fleiri yrkingar, sum eg ikki vildi verið fyriuttan. Til dømis eru fleiri góðar yrkingar í bókini, sum snúgva seg um forgeingiliga egið í æviga alheiminum, t.d. yrkingin á síðu 69, sum byrjar “TÁ EG DOYGGI”. Eisini eru fleiri áhugaverdar, sterkar, frumkendar yrkingar, har umhvørvið fær gandakendan mátt. Í einari yrking duga fuglar, sól, regn og máni at skyna á hvørji eru livandi og deyð.
TÁ EG DOYGGI HVØRVUR
MÍN SKUGGI ÚT Í MYRKU NÁTTINA
TÁ EG DOYGGI ERU IKKI FLEIRI
FÓTAFET AT GANGA HJÁ MÆR
OG HJARTA MÍTT SLÆR EI LONGUR
TÁ EG DOYGGI VERÐI EG
EINSAMALT LÍK UNDIR JØRÐ
OG ORMARNIR ETA MEG INN Á BEIN
ELLA ELDURIN BRENNUR MEG TIL ØSKU
TÁ EG DOYGGI VERÐUR LONGSUL MÍN
SUM EIN FUGLUR IÐ FELLUR AV TRÆNUM
ÍMILLUM FØLNAÐI HEYSTBLØÐ
MEÐAN SÓLIN FER NIÐUR
TÁ EG DOYGGI VERÐI EG SUM GAMAL
SLITIN BÁTUR SUM ÁRALEYSUR
KNÚSAST VIÐ BYGLJUBROTI
MÓTI BERGINUM TÁ EG DOYGGI
HVØRVA MÍNIR TANKAR OG UPPLOYSAST
Í MJØRKANUM TÁ EG DOYGGI
HVØRVUR MÍN TILVITAN VIÐ
VINDINUM OMANFYRI FJØLLINI
TÁ EG DOYGGI HVØRVUR MÍN ANDI
VIÐ SKÝGGJUNUM OMAN FYRI
HAVIÐ
TÁ
EG
DOYGGI
ER EITT
MENNISKJA
MINNI
TIL Á
JØRÐ
SUM TÓ
FRAMVEGIS
MELUR
RUNT
Í RÚMDINI
(s.69)
TÁ EG HOYRI FUGLARNAR
SYNGJA Í TRØUNUM Í PARKINI
ÍMILLUM MENNISKJU OG
HOYRI FUGLARNAR SYNGJA Í
TRØUNUM Í KIRKJUGARÐINUM
HUGSI EG KENNA FUGLARNIR
MUN ÍMILLUM TEY LIVANDI
OG TEY DEYÐU TÁ EG SÍGGI
SÓLINA OMANFYRI MENNISKJAMONGDINA
Í BÝNUM TÁ EG SÍGGI SÓLINA
MEÐAN EG ERI Í KIRKJUGARÐINUM
HUGSI EG KENNIR SÓLIN MUN Á TEIM
LIVANDI OG DEYÐU TÁ EG MERKI REGNIÐ
ÍMILLUM MENNISKJUNI Í BÝNUM OG
REGNIÐ Í KIRKJUGARÐINUM HUGSI EG
KENNIR REGNIÐ MUNIN Á TEIM LIVANDI
OG TEIM DEYÐU TÁ EG MERKI VINDIN
ÍMILLUM MENNISKJU Í BÝNUM OG
VINDIN ÍMILLUM GRAVSTEINAR Í
KIRKJUGARÐINUM HUGSI EG KENNIR
VINDURIN MUNIN Á TEIMUM LIVANDI
OG DEYÐU TÁ EG SÍGGI MÁNAN
ÍMILLUM MENNISKJU Í BÝNUM OG
SÍGGI MÁNAN FRÁ KIRKJUGARÐINUM
HUGSI EG KENNIR MÁNIN MUN Á
TEIMUM LIVANDI OG TEIMUM DEYÐU
TÁ EG SÍGGI TRØINI ÍMILLUM FÓLK
Í PARKINI OG TRØINI Í KIRKJUGARÐINUM
HUGSI EG KENNA TRØINI MUN Á TEIMUM
LIVANDI OG TEIMUM DEYÐU
TÁ EG SÍGGI STEINARNAR
SUM KIRKJAN ER BYGD AV
OG GRAVSTEINARNAR Í KIRKJUGARÐINUM
HUGSI EG KENNA STEINARNIR MUN Á
TEIMUM LIVANDI OG TEIMUM DEYÐU