Flata kaninin viðmæld í Publisher Weekly

Sambært heimasíðuni hjá Bókadeildini er bókin Flata kaninin eftir Bárð Oskarsson, sum kom út í Kanada fyri stuttum, stendur umrødd í grein hjá Publishers Weekly á netinum: Fresh Takes: Canadian Publishing 2014 undir millumyvirskriftini Introducing Death.

http://www.publishersweekly.com/pw/by-topic/childrens/childrens-industry-news/article/64048-fresh-takes-canadian-publishing-2014.html

Tað er forlagstjórin á Owlkids Publisher, Karen Boersma, ið greiðir frá, hvussu hon kom fram á bókina. Tað var ein týskur starvsfelagi, ið hevði víst henni á bókina.
”Bókin er deiliga fjálg, tí har er ikki so nógvur tekstur, og hon fer við deyðanum við stórum samhuga, men ikki við sentimentaliteti, børn eru ikki sentimental …” sigur Karen Boesma millum annað. Vit kunnu ikki annað enn gleðast um hetta. Higartil er bókin komin út á fýra málum umframt á føroyskum, og vit bíða eftir tí fimta, tí um stutta tíð kemur hon eisini út á kekkiskum. Bókin er harumframt í uppskoti til Norðurlendsku barna- og ungdómsbókavirðislønina, sum verður latin 29. oktober í Stockholm.