Mánadagskonsert við løtum av musikalskari nærveru

2014-08-04 15.12.57.jpg

Ummæli: Tað hjálpir rættiliga væl uppá ein gráan, regnvátan mánadag sum í dag, at fara ein svipp til mánadagskonsert í Norðurlandahúsinum. Hetta var ein Summartónakonsert hjá Ernst Sondum Dalsgarð, tenori, Páll Sólstein hornleikara, Søren Johannesen klaverleikara og Agnar Lamhauge bassleikara.

Skráin fevndi sera breitt frá føroyskum modernaðum tónleiki til samtíðartónleik til italskan operatónleik og amerikanskan musicaltónleik, sum vit hoyrdu um á enskum - enska miðlingin var helst hugsað til ferðafólkini. Mær dámdi best samtíðartónleikin, serliga verkið hjá Unn Patursson, sum hon hevur skrivað til orðini hjá systrini Lív Róadóttir Jæger og sum eg haldi fangaði tað serstaka um somu tíð østa, tivandi og róligt staðfestandi lyndi í yrkingini “Ekkóhjarta”. Ernst Sondum Dalsgarð las yrkingina upp, áðrenn hann tulkaði verkið við nøtrandi nærveru.

Verkini hjá Páll Sólstein og Agnar Lamhauge vóru eisini áhugaverd, hin fyrri við síni tónleikaligu tulking av lagnutunga klassikaranum hjá Williami Heinesen “Hoyrdu tit havsins andalag”, sum gav eina dramatiska, romantiskt hugleiðandi mynd av slóttumonnunum, sum arbeiða upp móti setandi sólini. Agnar Lamhauge bæði sang og spældi í sínum egna verki, sum tók støði í Kingolagnum “Lover nu Herren”. Áhugavert at hoyra teir báðar, Kingosangaran og klassiska sangaran syngja saman í einum serstøkum samljóði, ið hongur væl saman við útgangsstøðinum hjá Agnari Lamhauge, einum djúpum áhuga og virðing fyri fjøltáttaða Kingosanginum. Við instrumentalum verkum vístu teir báðir Sólstein og Lamhauge hvussu væl teir meistra hvør sítt leikføri. Ernst Sondum Dalsgarð er klassiskt útbúgvin sangari, sum uttan trupulleikar megnar eina avbjóðing sum ein tílík, fjølbroytt konsert er. Røddin hjá Ernst Sondum Dalsgarð er vøkur og sterk, og í italsku sangunum fylti røddin alla ta fullsettu Klingruna. Eg haldi, at tað var eitt sindur ringt at hoyra tekstin í støðum í onkrum av teimum føroysku sangunum, møguliga hevur tað við klassisku munnstillingina at gera. Síðsti parturin av konsertini var heldur lættari, tað er ivaleyst ein spurningur um persónligan smakk, men sjálv hevði eg ikki havt nakað ímóti um øll konsertin varð myndað av tí tyngri samtíðartónleikinum, tí eg haldi, at tað var mest spennandi parturin av konsertini, har tú sum áskoðari kendi, at okkurt var uppá spæl. Takk fyri tað!

Skráin fevndi um tónleik hjá Waagstein, Paturson, Sólstein, Lamhauge, Rachmaninov, Leoncavallo, Nielsen, Porter, Howard og Berlin.

Skráin fevndi um tónleik hjá Waagstein, Paturson, Sólstein, Lamhauge, Rachmaninov, Leoncavallo, Nielsen, Porter, Howard og Berlin.