Tjóðpallur sum bukka millum sengur

Hieronymus Cock

Eg skal ikki uppá skrift endurgeva tær máliskur, sum komu fyri nú tá útvarpið bar tíðindini um samtyktina hjá Havnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu um ikki at gera leigusáttmála um økið til Tjóðleikhús á Eystaru Bryggju í Havn, soleiðis sum politiska ætlanin hevur verið. Altso hvat ER hetta fyri nakað sløsarí? – eiga tílík viðurskifti/ loyvi ikki at vera fingin til høldar, tá samtyktir verða gjørdar um at byggja tílíkar ómissandi tjóðarstovnar og í hesum førinum, tá samtykt var gjørd um at byggja føroyska tjóðleikhúsið á Bursartanga? Sum skilst snýr tað seg um støddina á grundstykkinum, ið er farin út um tað frammanundan avtalaða, men støðugt stinga forðingar seg upp.

Tjóðpallur Føroya hevur virkað síðan februar 2005 og vit hava upplivað bygningin staðfestan og tiljublaðan upp til fleiri ferðir eins og skiftandi samgongur og politikarar bæði í bý og landi hava lovað hetta og hatta, men fyri tað mesta hevur mann bara bíðað og bíðað og bíðað eftir Godot og eftir einum einasta politikara, sum tekur listina seriøst og fær okkum tann eftirstundaða rúmliga og stásiliga tjóðpall og enn er einki hent. Tað hevur av sonnum verið pínligt at uppliva hvussu illa manererað málið um tjóðleikhúsið hevur verið í mong harrans ár. Á Skálatrøð skuldi tað vera og tað fyri vist, men tað var heilt galið, hildu fólk, tí hvat so við bilunum, hvar skuldu okkara kæru bilar tá vera? Bilurin er kongurin í Føroyum, so fyri fyrst var tað 1-0 til bilin versus leiklistini og nú verður tað sama galdandi fyri Bursatanga, tí hvat við vinnuni og hvat við ferðsluni?

Og jú, har tykist heldur trongt. Eg havi hildið og haldi enn, at Skálatrøð er ein fullkomiliga perfekt staðseting hjá Tjóðpalli Føroya saman við teim listaligu stovnum sum longu eru har tætt við miðbýin í høvuðstaðnum. Roknast kann við, at bilar fara at fylla nógv minni í miðbýarmyndini í nærmastu framtíð. Soleiðis er gongdin í øllum høvuðsstøðum og størri býum. Tað snýr seg um trivnað heilt einfalt. Og áðrenn alt ov nógvir sjenerøsir borgarstjórar fara at bjóða seg fram at hýsa Tjóðpallinum her og der og slámeg, skundi eg mær at siga takk men NEI TAKK – Tað kann væl vera, at leikhús kunnu vera nógvastaðni, men eitt tjóðleikhús, ein nationalsena hevur sítt náttúrliga pláss í landsins høvuðsstaði og tað vil fyri okkara viðkomandi siga mitt í Havnini og hvør veit, Havnin fer møguliga at fevna víða um fá ár. Nú tað bara tekur nakrar minuttir inn á Skálafjørðin til dømis er ikki óhugsandi at vit taka teir býirnir uppí Havnina eisini – vit hava longu Hoyvík og administratiónin er longu risastór, so tað gongur nokk.

Álvaratos – kæru politikarar, tit mugu ikki fara so illa við leiklistini – til tað er hon alt ov týdningarmikil. At fara so tilvildarliga fram er lítið virðiligt. Hugsið tykkum, at føroysk leiklist er einasta leiklist í øllum heiminum, har føroyskt mál og skaldskapur verður borin fram og har týdningarmikil samfelagslig evni verða viðgjørd listaliga á okkara egna máli og við føroyskum perspektivi. Leiklistin í Føroyum hevur seinastu árini verið merkt av stríði og politiskari líkasælu, sum serliga hevur gingið út yvir yrkisleiklistina bæði nú og sum mann kann ræðast fyri fer at skaða føroyska leiklist í framtíðini. Kortini hevur føroyska yrkisleiklistin júst í hesum árum gjørt listalig skarvslop á altjóða støði. Latum okkum nú taka okkum sjálvi og føroyska tjóðpallin í álvara og gera hann til veruleika okkum øllum at gagni.

Kinna Poulsen

Børsen brennur

Í morgun bórust ófrættatíðindi um eld í danska høvuðsstaðnum – tað varð nevnt í Kringvarpinum, men ljóðaði ikki álvarsligt og eg var tí kløkk, tá tað skiltist, at vakri kendi søguligu bygningurin Børsen, sum liggur mitt í Keypmannahavn beint við Christiansborg, stendur í ljósum loga. Fyri nógvar føroyingar hevur danski høvuðsstaðurin stóran mentanarsøguligan týdning á tann hátt, at hann er fyrsti stóri býur, mann hevur upplivað. Hetta var til dømis galdandi fyri meg, tá eg sum tólv ára gomul var fyrsta uttanlandstúrin við foreldrunum í Danmark. Eg minnist hvussu risastórur og fremmandur býurin tóktist mær og hvussu býarinnar torn og spír hugtóku meg – ikki minst snaraða tornið á kirkjuni í Christianshavn og so tornið á Børsen, har fýra drekahalar vóru tvinnaðir saman til eitt dekorativt torn, ið er sett við blýggi. Børsen er ein av kendastu bygningunum, sum Christian fjórði lat byggja í sonevndum hálendskum renesansustíli við reyðum múrsteinum og grønari eiraðari kopartekju. Bygningurin er frá 1625 og var í ferð við at vera umvældur, so hann kundi standa klárur til 400 ára føðingardagin í 2025. Nú er vakra tornið niðurdottið og meginparturin av bygninginum er illa farin. Sambært DR eru fólk farin at bjarga listaverkum og lutum – m.a. er kendi Børsen-málningurin hjá P.S.Krøyer bjargaður út úr brennandi bygninginum - enn er einki frætt um orsøkina til eldin.

Kinna Poulsen

ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS

Tað kendist ikki meir enn hóskandi, at tað var sjálvan Móðurmálsdagin, føðingardag V.U.Hammersheimbs 25.mars, at eg í postkassanum fann nýggjasta yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, ið vísti seg at vera ein vøkur hvít, ljósablá og ljósaviolett bók við rundleittu áskriftini ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS.

Sambært yvirlitinum aftast í bókini er hetta 49.útgávan hjá Tóroddi. Tó at matematikkin neyvan myndar besta amboð til poetiska evaluering kunnu vit - um vit velja meðaltalið 80 yrkingar pr bók – telja tilsamans útivið 4.000 føroyskar yrkingar eftir Tórodd Poulsen og tað mann hann hava skrivað um so onkur bók er styttri og onnur longri, onkrar eru prosabøkur og aðrar eru á fløgu og plátu. Ivasamt er um tað yvirhøvur ber til at avmarka yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen til bøkur, tí poesi er allastaðni, í myndlistini, í steinprentunum og fiskarnir á vesinum í ROKS eru eisini eitt slag av yrkingum. Liðin eru í ár 40 ár síðan debutsavnið Botnfall kom út sum byrjan uppá eitt avrik, ið er fullkomiliga einastandandi bæði í dygd og í nøgd.

Tá vit kava niður millum blaðsíðurnar í hesi nýggjastu bókini eru vit bæði á kendum og ókendum leiðum í senn. Sum perman bendir á, er yrkjarin ikki vorðin minni abstraktur við árunum, men abstrakt fevnir sum kunnugt bæði einfalt og komplekst. Í staðin fyri at lata seg ørkymla av tí, mann ikki skilir, kann mann heldur fegnast um hómingina í sjálvum sær og halda áfram at lesa og at lesa uppaftur. Næstu og triðju ferð mann lesur hesar tekstir, fær mann meira við. Tað er júst sum við abstraktum málningum, ið so líðandi gerast lættari at skilja. Her er eingin orsøk at hava skund. Upplivingin liggur í sjálvari ferðini yvir í móti eini fatan og her er fult av forðingum í noktandi og relativerandi orðingum, sum fáa grundútsøgnina at rilla, men tað er í sveiggjunum millum útsøgnina og tað øvugta, at poetiski týdningurin hómast. Fyrsta yrkingin (aftaná inngangsorðini hjá Enzensberger) er eitt gott dømi um hetta: “eg vildi/ynskt at/ eg kom/ við tí/ káta/ lotinum/ hóast/ tað ikki/ fylgdi mær/ allan vegin/ til steinin/ sum ikki/ vikaðist”. Fyrst er har eitt yrkjaraeg, sum “vil” ymiskt í tátíð - tað lýsir ómøguleikan í sjálvari verkætlanini. Síðan er tað káta lotið, sum ikki fylgdi yrkjaraegnum og so steinurin, ið ikki vikaðist. Hetta er ein ómetaliga áhugaverd yrking um eina ferð, ið tykist merkt av tilvild og óvissu og so okkurt, ið er endaligt og BUMM. Sjálvt um formurin er abstraktur, kann innihaldið skiljast eksistentielt har forðingin tvs deyðin er tað einasta, vit kunnu vera ordiliga vís í. Tóroddur er ein sannur meistari at skapa surrealistiskar myndir burtur úr dreymum, men eisini burtur úr gerandiseygleiðingum gandar hann fram tær løgnastu sjónir sum í yrkingini, har steinarnir røra seg inn í myrkrið, tá steinsúgvarin kemur sníkjandi.

Steinar hava altíð verið í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen, ið ofta snúgva seg um tilfar um mold, vatn, luft, men eisini um vind, ljós og myrkur og um listaligt tilfar, um orð og litir. Fleiri staðni verður tosað um lukt, um at lukta og snodda og at villast í sínum egna lukti – einastaðni er yrkjaraegið á posthúsinum og heldur seg lukta ræstan fisk, men varnast tá ein gamlan mann, sum stendur í einum landhyli. Einum landhyli? Áh, einum hyli av landi? Eg ivaðist eitt sindur, sprotaði síðani orðið “landhylur” og varð tá spurd um eg meinti við langhyl, men tað gjørdi eg ikki og jú, - konsentrerað piss luktar av ammoniak júst sum ræstur fiskur. Heitisorðingin er partur av einari yrking, ið staðfestir, at hóast málið er eitt skalvalop av kókandi tungum og brotnum fingrum og regnið hevur gloymt okkum alt summarið, ja, so merkir yrkjaraegið “enn at/ allir/ luktir/ örkymla/ mín/ staðarsans”. Og eftir sum tað onkra aðrastaðni stendur, at deyðin er luktleysur, tykist bókaheitið í grundini fult av lívi og góðum treysti og fær okkum at vóna, at tað eisini verður til eina bók nummar 50 um annars jørðin heldur fram við at mala og Tóroddur heldur fram við at skriva.

Fotoframsýning hjá Bjarna Árting Rubeksen - vernissage

Leygardagin 23.mars læt upp framsýning við 21 fotomyndum úr okkara tíð, sum Bjarni Árting Rubeksen hevur tikið. Har komu nógv fólk, so at tað í løtum var sum sild í tunnu – eg veit ikki um eg havi sæð eina størri forsamling av fotografum enn tað sama, men har vóru teir flestu av okkara bestu og tað er av sonnum hugaligt, at myndafólk og starvsfelagar koma á gátt, tá ein av teirra trínur fram sum fotolistafólk. Eg helt eina stutta røðu og Elsa Maria serveraði kaffi og vín, so vit høvdu eina hugnaliga løtu í Víngarðinum við góðum práti um fotomyndirnar. Røðan ljóðaði nøkulunda soleiðis:

Foto snýr seg í stóran mun um at fanga løtuna og tað, sum gongur fyri seg í júst einum ávísum sekundi. List snýr seg um at fanga ævinleikan og tað, sum er relevant í dag og um túsund ár. Foto er eitt tøkni, sum vit øll halda okkum kenna og duga og sum tessvegna kenst trivielt. Vit taka jú myndir konstant við okkara telefonum, har myndastreymir hópa seg upp til vit rudda og sletta. List er onkursvegna tað øvugta, listin er eksklusiv og snýr seg um at velja út og varðveita. Sjálvt um fotomyndir avmynda løtuna, er fotolist ikki løtuverk. Tað minnist eg frá pápa mínum. Hann var fotograf og ein nokk so umstendiligur maður. Tí var ofta drúgvt at bíða, tá hann fotograferaði og ofta tók hann langar røðir av myndum og valdi onkra einstaka út til at brúka. Í hesum førum hevur verið valt út í trimum umførum. Fyrst hevur fotografurin valt myndir út til ymsar fotoreportasjur, sum hann hevur gjørt fyri KVF. Úr teimum myndunum hevur hann valt út myndir til mín og úr teimum havi eg valt út 21 fotomyndir. 

Hjartaliga vælkomin kæru gestir til fotoframsýning hjá Bjarna Árting Rubeksen. Hetta er framsýning nummar 25 í Víngarðinum og bara tann næsta fotoframsýningin, so vit eru ógvuliga spent uppá hetta. - Bjarni, túsund takk fyri, at tú játtaði, tá eg spurdi um tú vildi framsýna her. Eg havi í fleiri ár eygleitt tínar myndir og havi hugsað, at tær høvdu fungerað á eini listaframsýning og nú eru vit so her og myndirnar hanga á eini listaframsýning, innrammaðar í vakrar eikirammur og við museumsglasi.

Fokus og myndevni hjá Bjarna er menniskjað í føroyska samtíðarsamfelagnum. Tað eru jú reportasjumyndir, sum Bjarni hevur tikið og sum m.a. hava verið vístar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Pressumyndir er ein ómetalig týdningarmikil men tíverri eisini hótt sjangra. Í hesum 21 fotomyndunum, sum eg havi valt út kunnu vit uppliva hugna, skemt, kærleika og bilsni, álvara og vreiði, frustratiónir. Her eru flóttar úr Ukraina, mótmælandi sjúkrarøktarfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis millum krabbameinssjúklingar, politiskar tingingar osfr. Tær flestu myndirnar eru rættiliga nýggjar frá 2023, men onkur er frá 2019. Summar eru merktar av einum serligum løddum tómleika, meðan myndarúmið aðrastaðni er á tremur av fólkum, hetta seinasta er galdandi fyri eina mynd av eini mótmælisgonga í Tinganesi. Har kemur ein hópur av álvarsligum kvinnum og monnum í frakkum, húgvum og turriklæðum gangandi móti áskoðaranum – Hetta er fólkið í Føroyum, lýst bæði sum einstaklingar við denti á hvørt tað einasta andlit, sum sæst púra klárt - og sum heild við samanhangsmegi, ið verður lýst visuelt. Í eini aðrari mynd er myndarúmið púra tómt og myrkt - miðskeiðis hómast ein persónur, sum tykist at vera einsamallur í verðini. Í hesari myndini og í hinum er ein greiður samanhangur millum huglag, kompositión og myndamál. Tað sæst somuleiðis í portrettmyndini av einum Miðflokkamanni, sum stendur inni í myrka tingsalinum við vindeyga, har ljósið streymar inn og fær ein næstan guddómligan dám við vindeygalistanum, ið umskapast til kross.

Nógv av hesum menniskjum kenna vit, tí tey á ymiskan hátt eru virkin í føroyska samfelagnum á ymiskum stigum. Myndin av borgarstjóranum í Skopun, sum er tikin beint eftir, at hann (við grindaknívi!) skar snórin í Sandoyartunlinum, er serlig. Sjónarhornið er eitt sindur lágt, so at tann portretteraði maðurin vaksur í vavi. Hann er í fínum føroyskum klæðum og stendur mitt í myndini við armunum upp í loft. Høvdið er eitt sindur afturá, munnurin er afturlatin við einum elalítlum, stoltum brosi sum er hann meira enn væl nøgdur við støðuna og sín egna leiklut í hesi støðu. Fotografurin hevur fangað eitt huglag, fult av hátíð og stórlæti í eini kompositión, har sannur geislaljómur sýnist glógva kring persónin, ið tað sama kundi verið onkur legendariskur dirigentur ella sjálvur pávin. Og nettupp humor og tað gløgga skálkabrosið hómast eisini fleiri staðni í myndaheiminum hjá Bjarna Árting Rubeksen t.d. í teirri einastu litmyndini á framsýningini, har Elin Løkin sæst við einari ballón, sum er fokin eitt petti, so at persónurin við síðuna av sær út til at hava ballónhøvd. Her er skemt, men eisini kærleiki í myndini. hetta eru fotomyndir, ið vísa psykologiskt innlit og empati samstundis sum tær sýna fagurfrøðilig atlit og fotolistaligan ans við denti á bygnað, ljós/skuggaárin og á teir einstøku myndaliðirnar. Raðfestingin av svarthvítum myndum er somuleiðis fagurfrøðilig og gevur heildini ein klassiskan, einfaldan og fokuseraðan dám. Í øllum myndunum eru heilar søgur, ið lata seg lesa burtur úr støðum og kompositiónum. Til ber at fáa sera ymiskar søgur burtur úr myndunum og eg skal ikki standa her og siga tykkum hvat tit skulu fáa burturúr. Hyggið tit sjálvi og lesi tykkara egnu søgur burtur úr myndunum hjá Bjarna. Hjartaliga takk fyri, at tit komu og at tit lýddu á.

Kinna Poulsen

Leivur Thomsen í Vikuskiftissending Kringvarpsins hugdi inn á gólvið. Samrøða við fotograf og kurator 30.20 í sendingini her: https://rb.gy/9ia16n Eg seti somuleiðis inn myndir, sum Anna Djurhuus tók á ferniseringini. FRAMSÝNINGIN ER AT SÍGGJA FRÍGGJADAGAR OG LEYGARDAGAR OG EFTIR AVTALU FRAM TIL 25.MAI.

Soppar eru kult

-Soppar eru kult. Henda sannroynd kom mær til hugs fleiri ferðir í gjárkvøldið, tá eg upplivdi útgávukonsert/ir hjá Aggrasoppum ymsastaðni í Havn.

Henda konsertin var mikið hypað frammanundan, tí sopparnir umframt mangar aðrar førleikar eisini vísa seg at duga marknaðarføring og høvdu boðað frá frammanundan, at tað bara vóru tey serliga herligu, sum fingu innbjóðing og mann fekk einki at vita um hvar framførslan skuldi ganga fyri seg - vit skuldu bara standa klár í Steinatúni klokkan átta. Innbjóðingin var ein stuttlig krossorðagáta, sum mann fekk í postkassan og sum skuldi loysast áðrenn mann kundi sleppa at keypa sær billett á atgongumerki.fo (eg fekk eina ókeypis ummælarabillett). Tað er ikki nøkur dumm strategi soleiðis at geva fólki kensluna av at vera útvald, tí sum kunnugt er viðurkenningin besta kenningin. Eksklusiva mannagongdin er uppá allar mátar skilagóð og tryggjar ein hóp í hóskandi stødd av áhoyrarum, sum eru við uppá tað og tá er mann longu komin langt.

Sjálv var eg stødd eitt nokk so fitt petti frá mínari komfortsonu, tá eg stóð har niðri í Steinatúni í húgvu og vøttum eitt ilsligt fríggjakvøld fyrst eina góða løtu á norðari síðu síðan fór eg yvirum (tí har stóð Marianna Nagata). Og eg saknaði inniliga mína heitu stovu og bleytu sofu og fjøldin var fyri tað mesta nógv yngri enn eg og tey høvdu øl. Men so kom ein bussur eftir okkum. Ein sovorðin praktfullur, púra vanligur lýsandi, fjálgur, knallreyður býarbussur, ið heldur ikki upplýsti á ljósskeltinum, sum hann hevði í pannuni, hvagar leiðin gekk, har stóð bara okkurt nýflipput Trygvadanielsenskt sum Góður dagur í dag og so var sannførda, soppafongda listaverkið í grundini í gongd við dansarum/leikarum, ið eins og kameleónar fylgdu okkum alt kvøldið. Boomboxin bumbaði fólkið við Una Paloma Blanca, sum eg minnist frá hálvfjersunum, tá hann tíðum sjengraði úr útvarpinum. Heilt frá byrjan og til endan tóktist einki tilvildarligt av tí, sum gekk fyri seg, alt var hugsað og lagt til rættis sambært eini listaligari ætlan og eg hugsi, at eisini hesin hollendski ellis-schlagarin var valdur fyri at skapa eitt hóskandi happy go lucky hálvfjersarahuglag sum eina løtu transformeraði býarbussin til Mystery Machine í Scooby Doo.

Í stúvstappaða partybussinum koyrdu vit fyrst oman móti Strond, men vendi síðani niðan til industriøkið, har vit bilsin funnu okkum sett av uttan fyri JYSK. -WHAT steinbilsnaðust fólk, men vóru hússjað og víst upp á loft av nøkrum suspektum typum/dansarum, sum við svingandi og blinkandi ljóslampum og spentum eygna- og handarørslum lótu okkum vita, at hetta altso ikki var bara-bara. Genialt prepp og pepp og tað sama má sigast um framførslustaðið, tá talan jú er um at framføra ein døgurðaslang og tá vit komu uppá har sum allar sengurnar standa, lógu fólk í teimum øllum. Tað var ein ómetaliga løgin kensla onkrastaðni millum Snjóhvítuteknifilmin og hvør hevur sovið í mínari song og so tað man kundi hugsað sær at gjørt, men ongantíð ger í gerandisligum møplasølum. Men hey, har kom Eyðfinn Lamhauge undan fjaðrunum og bjóðaði okkum at vera vælkomin til døgverðaslang og tað var deilitt, tí so var mann líkasum á røttum stað.

Av teimum trimum framførslustøðunum var hetta fyrsta hitt mest spjadda. Tað var ógvuliga stór frástøða millum tey framførandi og tó at tað var imponerandi so væl sum bæði rapparar/sangarar og tónleikarar/dansarar megnaðu tað, gjørdist framførslan fragmenterað og tað var eitt sindur spell fyri meg (sum hevði glett meg til búff og buffée). – Aja og hey og hó! Tí mann skal vera eitt óalmindiliga súrt apparat fyri ikki at dáma Aggrasoppar við teirra ómótstøðugliga blendingi millum gløggskygda eygleiðing, syruta poesi, inniliga vakran soul og unga orku - bygdagudiligt og havnaógudiligt og øvugt - alt í senn. Ein superbólkur, ið sameinir tað besta úr báðum heimum, musikalitet við viðkomandi orðasmíð, eymar lýsingar av introvertum ungdómslívi vakurleikan í tí gerandisliga, dionysiskar hugsjónir og ovfarakátan orðastreym. Tað kakafoniska í Aggrasoppaverkætlanini minnir meg um mína fyrstu sjálvkeyptu plátu, Mitt í eini meining hjá Debess og Petersen, kanska tit minnast (Ræddamariahvatskalmannsigatámannskalbiðjateg-hugmínstyðja og ØLL dugdu tað uttanat), nåh, men so skuldu vit út aftur í bussin, sum koyrdi runt og runt og runt og so vóru vit brádliga í XL-BYG í urtagarðsdeildini. Eg haldi, at hesin miðparturin var tann mest intensi og fevndi millum annað um eina fína framførslu hjá Mariusi DC - hann dugir at rappa, tað hoyrdi eg sjálvt um eg ikki sá nakað serligt fram um nøsina. Eg stóð sum so mangan eitt sindur fyri meg sjálva í útjaðaranum av kætinum káta – ov innisteingingarrødd, kontrollerað, skeptisk, smæðin, oyrnavarin/oyrnastungin og edrú til ordiliga at fara all in. Í staðin hugnaði eg mær við at eygleiða herliga ungdómin, ið at síggja til dugdi løgini hjá Aggrasoppum uttanat sjálvt um plátan er spildurnýggj. Men tað er fenomenið Aggrasoppar jú ikki. Vit hava í longri tíð havt ta fragd at hoyra hetta merkisverda kollektivið av einastandandi individualistum syngja, rappa og musikalskt, poetiskt og sum heild listaliga mynda sítt serstaka univers. Teir tríggir úrmælingarnir eru Eyðfinn Lamhauge, Trygvi Danielsen og Dania O.Tausen og tey hava eina rúgvu av dugnaligum fólki aftrat sær, tónleikarar, dansarar og fixarar av øllum handa slag (inkl. proffan bussjafør). Hjørtur P. Háberg spældi trummur, Karl Andrias Stórá bass, Kristian Pauli Ellefsen ljómborð, Ólavur Gaard gittara. Gwenael Akira Helmsdal gjørdi ljós í Sjósavninum, Jákup Skovsgaard Thøgersen gjørdi ljós í Borg og Theodor Kapnas gjørdi ljóð

Aggrasoppauniversið er fragmenterað eins og tað er flipput, fitt og ómetaliga kreativt. Tey vilja bjóða tí siðbundna av og gera tingini øðrvísi, tað er galdandi fyri øll lið á útgávuni og útgávukonsertini og er væl og virðiliga fyrireikað og gjøgnumført. Tað samansetta er grundleggjandi og hoyrist longu á bólkaheitinum, men eisini í øllum møguligum óvæntaðum tekstsamansetingum, har týdningar verða snaraðir bæði innihaldsliga og ljóðliga, har “summir soppar eru etandi/ summir soppar eru eitrandi/ æðrasoppar/ eru hvørgan av teimum”. Mann kundi hildið tað vera sum tá Jefferson Airplane sungu um “one pill makes you larger and one pill makes you small and the ones that mother gives you don´t do anything at all”, men tað var í eini tíð, sum var nógv einfaldari og meira góðvarin enn nú hjá milennials, sum nokta at gerast samfelagsins ressoursa nummar eitt. Eftir hálvleik við einari kaldari øl í OY, var aftur farið í bussin og hesa ferð føldist túrurin heldur drúgvur. Rútarnir døggaðust og mann misti alla orientering – tað tók brádliga at minna um eina heimvitisferð og infernalska huglagið helt fram inni á tí næsta og síðsta konsertstaðnum. Tá vit endiliga sluppu úr bussinum vísti tað seg, at vit vóru við Føroya Sjósavn á Argjum, ið tóktist fullkomiliga umbroytt av royk- og ljóseffektum. Teir tríggir Aggrasopparnir sótu til útstillingar við afturlatnum eygum og ymsum djórahøvuðprýðum við denti á tað kultiska. Huglagið var væl myrkari, framførslan av eitt nú PEANUTBUTTER & BANAN var ógvuslig, her vístu Aggrasoppar, at teirra list ætlar og megnar annað og meira enn tað fitta og stuttliga. Men tá var eg móð. Meðan syruta versiónin av seinastu vaktini sløraði úr hátalaranum, bað eg fiskunum farvæl og ringdi eftir einum taxabili, tí tað føldist sum hevði eg verið til minst tríggjar konsertir uppá ein og sama fríggjadag. Nú liggur plátan á spælaranum og snurrar og lýsir í myrkri akkurát sum í Scooby Doo við gjøgnumførdum myndatilfari og øllum tekstunum - tað er gott. Takk fyri.

Bók og framsýning við Torbirni Olsen

Mikudagin 20. marts kl. 14 verður nýggj bók útgivin um Torbjørn Olsen, og nýggir málningar verða framsýndir í hesum sambandi

Bókin 'Samtaler med Torbjørn Olsen' er gjørd í samstarvi millum Torbjørn og Niels Damsgaard Hansen, ið hevur fotograferað og gjørt film innihaldandi samtalur millum teir báðar. Møguleiki verður fyri at ogna sær eitt litografiskt sjálvportrett eftir Torbirna saman við bókini.

Í framsýningarhølinum í Steinprenti verða 6 nýggir størri málningar eftir Torbjørn Olsen at síggja. Framsýningin hongur til 14 apríl.

Øll eru vælkomin

Invitation til lancering af bogen "Samtaler med Torbjørn Olsen"

- 116 sider med fotografier, tekst, 10 kortfilm optaget på Færøerne og i Danmark PLUS et signeret litografisk selvportræt, som Torbjørn har lavet eksklusivt til bogen.

-Niels Damsgaard Hansen
Samtidig udstiller vi nye store malerier af Torbjørn Olsen. Den udstilling hænger indtil 14 apríl.
Alle er velkommen

FOKUS

Bjarni Árting Rubeksen sýnir fram í Víngarðinum

Fotoframsýningar eru lutfalsliga rárar her um leiðir, og tí er tað við stórum spenningi, at boðað verður frá eini framsýning við fotomyndum, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin 23.mars klokkan 15-17. Fotografin kenna tey flestu, tó at hann er debutantur í listaligum høpi. Tað er Bjarni Árting Rubeksen, sum í ein mansaldur hevur verið myndamaður í Kringvarpinum. Seinastu árini hevur hann serliga gjørt vart við seg í myndareportasjum, ið hava verið at sæð á heimasíðuni hjá KVF.

Myndevni hjá Bjarna Árting Rubeksen er tað, ið gongur fyri seg í føroyska samfelagnum. Tað liggur sjáldsama væl fyri hjá honum at vera fluga á vegginum undir politiskum samráðingum, har hann mangan hevur vakt ans við sínum plettskotum. Bjarni Árting Rubeksen hevur eisini gjørt myndafrásagnir í mentanarhøpi og onkrar framúr lýsingar eru av listafólkum og teirra móttakarum. Ein ómetaliga lívsfegin mynd, ið er tikin av ungfólki á einum tónleikafestivali, fangar eitt serligt huglag av inniligari gleði í løtuni.

Av teimum gott tjúgu fotomyndunum á framsýningini er umleið helmingurin av politikarum. Talan er um bæði støðumyndir og portrettmyndir av menniskjum við ymiskum andlitsbrøgdum og handarørslum, ið vísa maktina, einsemið, villareiðið og ómetaliga trýstið, sum hesi fólksins umboð kunnu vera fyri.

Fokus hjá Bjarna Árting Rubeksen er menniskjað í føroyska samtíðarsamfelagnum. Myndirnar eru rættiliga ymiskar; summar merktar av spentum tómleika, meðan myndarúmið aðrastaðni er á tremur av fólkum, hetta seinasta er galdandi fyri eina mynd av eini mótmælisgonga í Tinganesi. Har kemur ein ørgrynna av álvarsligum kvinnum og monnum í frakkum, húgvum og turriklæðum gangandi móti áskoðaranum – Hetta er fólkið í Føroyum, lýst bæði sum einstaklingar og heild. Í eini aðrari mynd er myndarúmið púra tómt og myrkt - miðskeiðis hómast eitt menniskja, ið tykist púra einsamalt í verðini. Greiður samanhangur er millum huglag og kompositión. Nógv av fólkunum kenna vit, tí tey á ymiskan hátt eru virkin í føroyska samfelagnum. Myndin av borgarstjóranum í Skopun, sum er tikin beint eftir, at hann (við grindaknívi!) skar snórin í Sandoyartunlinum, er serlig. Sjónarhornið er eitt sindur lágt, so at tann portretteraði maðurin vaksur í vavi. Hann er í føroyskum klæðum og stendur mitt í myndini við armunum upp í loft. Høvdið er eitt sindur afturá, munnurin er afturlatin við einum elalítlum, stoltum brosi sum er hann meira enn væl nøgdur við støðuna og sín egna leiklut í hesi støðu. Fotografurin hevur fangað eitt huglag, fult av hátíð og stórlæti í eini kompositión, har sannur geislaljómur sýnist glógva kring persónin, ið tað sama kundi verið onkur legendariskur dirigentur ella sjálvur pávin. Og nettupp humor og tað gløgga skálkabrosið hómast eisini fleiri staðni í myndaheiminum hjá Bjarna Árting Rubeksen.

Hansara fotomyndir hava psykologiskt innlit og empati samstundis sum tær sýna fagurfrøðilig atlit og fotolistaligan ans við denti á bygnað, ljós/skuggaárin og á teir einstøku myndaliðirnar. Raðfestingin av svarthvítum myndum er somuleiðis fagurfrøðilig og gevur heildini ein klassiskan, einfaldan og fokuseraðan dám. Hjartaliga vælkomin á framsýning komandi leygardag 23.mars klokkan 15 í Víngarðinum.

 Kinna Poulsen, kurator

Føroyingar hava loksins fingið eitt abstrakt, monumentalt og feministiskt høvuðsverk

Mikumorgunin mundi eg gliðið í brúsubaðnum so bilsin var eg, tá prestur í morgunlestrinum brádliga fór at tosa um menstruatión. Tað var í eini áhugaverdari og empatiskari tulking av bíbliutekstinum hjá Markusi um kvinnuna, sum hevði bløtt í 12 ár, og sum tá hon sníkti seg at nerta við klæðini hjá Jesusi, var grødd. – Nåh ja, ásanni eg nevsligin við sápu í hárinum. - Hatta hevur eyðvitað verið okkurt slag av undirlívssjúku við plettbløðingum, sum plágaðu hasa konuna. Sjálvandi! Eg meini so við - um hon gekk við onkrum bløðandi banasári í tólv ár, var neyvan nakað blóð eftir í henni, tá hevði hon verið steindeyð. Løgið, at eg sjálv ikki havi hugsað um hatta og gott, ja fyri neyðini, at Steintóra Gleðisheygg Joensen varpar ljós á og sigur í útvarpinum, at talan mundi vera um menstruatión – ikki tí, at bíblian skal minkast til at snúgva seg um nakað so banalt sum menstruatión, men av tí at fyribrigdið nettupp er so vanligt og forrestin eisini grundleggjandi fyri mannaættina, at tað er skeivt at tiga burtur. Í og við, at bíblian er so gomul, sum hon er, hevur tað týdning, at geva sær far um og í ein ávísan mun miðla bókina við atliti til ta slagsíðu hon hevur orsakað av patriarkalska, kvinnukúgandi, samfelagnum, hon var skrivað inn í. – Júst sum prestur gjørdi mikumorgunin og aftur í morgun uttan at nakar vandi var fyri ógudiligum ovtulkingum.  

Í dag er altjóða kvinnustríðsdagur 8.mars. Eri, sum skilst longu byrjað at feira, ja tað byrjaði í gjár, tá vit koyrdi ein túr til Fuglafjarðar fyri at skoða Minnismerkið fyri kvinnur deyðar í barsilssong. Við hesum minnismerki minnast vit allar tær kvinnur í Føroyum, sum eru deyðar í barsilssong. - Her er aftur okkurt klókt høvd ella trý, ið hava hugsað tann gløgga tanka, at okkum tørvar eitt minnisverk fyri teim kvinnum, sum lótu lív fyri at geva lív. Stigtakarar eru Poulina Abrahamsen, Anne Mette Greve Klemensen og Brynhild Næs og listakvinnan, sum hevur gjørt verkið er Guðrið Poulsen.

Listaverkið hjá Guðrið Poulsen er uppá allar mátar eitt megnarverk 5 metrar høgt og tá mann stendur millum stórfingnu fjøllini í Fuglafirði og skoðar verkið, kann mann ikki annað enn fegnast um, at standmyndin hevur ta monumentalu stødd, sum hon hevur. Støddin hevur týdning í einum tílíkum verki og tað er gott at síggja eitt verk, ið torir at taka pláss – tað kunnu vit ikki minst staðfesta við atliti til kvinnustríðsdagin í dag, tí í mong ár var list hjá kvinnum avmarkað til húspjak, broderí ella vandaleyst blómumálarí.

Talan er um eina merkisverda standmynd, ið brýtur upp úr nýggjum evnisliga, formliga og tilfarsliga samstundis sum listakvinnan hevur atlit til listasøgu og siðvenju. Hon hevur nevnt standmyndina Karyatidu; t.e. kvinnufigurar, ið verða nýttir eins og súlur ella berandi prýði innan grikska byggilist.

Eg var ikki minst spent uppá tilfarið, tí eg hevði sæð forvitnisligar fotomyndir av standmyndini, men tílíkt má síggjast og merkjast í veruleikanum. Standmyndin sær út til at verða laðað upp av trettan kassastrukturum, ið eru myndaðir av ójøvnum keramiskum flisum soleiðis, at hon er breiðast niðrivið og smalkar uppeftir eins og ein tempulsúla ella ein obelisk. Henda ójavna, ljósabrúna, grá-hvítskjóruta standmyndin er ikki bráðvøkur sum hon kundi verið um talan til dømis var um eina naturalistiskt-ekspressiva standmynd av eini vakrari kvinnu og tað er ómetaliga gott, tí hetta evnið er størri og meira universalt og krevur øðrvísi viðgerð.

Standmyndin er ein abstrakt heild, ið er sett saman av fleiri elementum. Bæði tilfar og tøkni er aldargamalt; menniskjað hevur sum kunnugt skapt og brúkt leiríløt og leiramboð í fleiri túsund ár. Tilfarið er úr náttúru og partur av náttúruni og er harvið lutfalsliga burðardygt og modernað. Framburðurin er sera einfaldur og frumkendur við øllum tess ójøvnu skoytum. Fleiri staðni sær laðingin út til at hava verið á veg til at hokna og øll hesi innvik og á verkflatuni gera at standmyndin ikki er púra steyrrøtt og bein. Allir hesir ófullkominleikar í einfalda og eyðmjúka bygnaðinum savnast í eini rørandi universalari lýsing av stríðnum fyri lívi, ið tó at tað kostaði dýrasta prís, helt á. Føroyingar hava loksins fingið eitt abstrakt, monumentalt og feministiskt høvuðsverk og tað er ikki so galið at staðfesta ein dag sum í dag.

Kinna Poulsen

Hamferð á G!

Ein av heimsins bestu dómadagsmálmbólkum er føroyskur, og 22. mars kemur hann við útgávuni "Men Guðs hond er sterk”. Seks ár eru liðin síðani stórverkið "Támsins likam", og tað er tí ikki at taka ov dýran til, at siga, at dómadags- fjepparar í hesum døgum halda ondini í spenningi. Vit hava upplivað Hamferð á G! fleiri ferðir áður, og hvør ferðin er líka minnilig. Í sínum svørtu klædningum og við sínum álvarsama framburði, hava teir megnað at skapa eina kenslu av myrkri, mest álíkum jarðarferðini hjá Mykinesi. Nú verður hamurin skiftur, klædningarnir eru hongdir í skápið. Hvat fáa vit í staðin frá einum av heimsins bestu dómadagsmálmbólkum? Tú mást fara á G! og uppliva tað! (Tíðindaskriv)

Támsins likam varð umrødd á Listaportalinum í 2018

https://www.listaportal.com/tidindi/2018/3/24/framrskarandi-hamfer

Tróndur Patursson 80

Mynd: Steinprent

Í dag fyllir listamaðurin Tróndur Patursson 80 ár. Sjálvt um hansara listaliga lívsavrik er so stórt og rúgvusmikið, at hann saktans kundi loyvt sær at hvílt á laurberunum, hendir tað valla, tí Tróndur framvegis er ein sjáldsama arbeiðssamur og virkin maður. Hann er altíð í gongd við verkætlanum - beint í skrivandi stund hevur hann framsýning í Listaskálanum saman við soninum, Brandi. Umframt at skapa hópin av málningum, standmyndum og glaslist, hevur Tróndur Patursson siglt saman við Tim Severin, ið frá 1976 endurskapaði ymiskar søguligar sjóferðir, Brendan Voyage, Sindbad Voyage m.a. og hesar ferðir hava havt avgerandi týdning fyri listamannin.

Tróndur Patursson byrjaði sína listaligu leið á kenda skeiðnum, sum Ingálvur av Reyni hevði saman við Janusi Kamban og Jack Kampmann og fór síðani til Keypmannahavn, har hann í 1965-1966 var undirvístur í tekning hjá Hans Christian Høier á Glyptotekinum. Seinni var hann á Norges Kunshåndværkerskole, var í læru hjá myndahøggaranum Ståle Kyllingstad og gekk síðani á Kunstakademinum í Oslo í trý ár. Hann hevði fyrsta serframsýning sína í Listaskálanum í 1972 og hevur síðani framsýnt óteljandi ferð í Føroyum og í útlondum. Í Danmark hevur hann fleiri listprýðingar, framsýningar, eins og hann hevur verk framsýnd á søvnum nógvastaðni. Í 2013 var ein stór installatión við 90 glasfuglum framsýnd í John F. Kennedy Center for the Performing Arts í Washington D.C. Í 2014 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

Tá eg herfyri var við listamanninum í Eysturoyartunlinum og vit koyrdu runt og runt fyri at uppliva tað fína verkið í rundkoyringini, staðfesti Tróndur: Tá alt kemur til alt kunnu vit listafólk bara gera okkara besta og so vóna – eg vóni, at tað hevur eydnast mær at fáa verkið so einfalt og lætt at skilja, at tað er tíðarleyst og kann fatast av øllum menniskjum nú og til allar tíðir

Trónd Patursson sambinda vit ikki minst við blátt og tað í so stóran mun, at vit hoyra hansara rødd fyri okkum við eyðkenda Kirkjubø-málinum úttala orðini “blátt – ultramarinblátt”. Men í veruleikanum er Tróndur sjáldsama fjølbroyttur listamaður, sum hevur arbeitt við øllum hugsandi litum og tilfarum um tað er jarn, kopar, glas, marmor, spegl, ljós, klettar, rekaviður ella hvalabein í verkum, sum ríka okkum almenna rúmið í Eysturoyartunlinum, Gøtu Kirkju, SMS, Norðoyartunlinum osfr.

Takk fyri, Tróndur og hjartaliga til lukku við runda degnum.

Fagnaður í London um Lykkenborg

Eisini í London eru tey fullkomiliga upp í loft av leikinum, Lykkenborg. Tað tykist greitt nú fyrstu bretsku ummælini daga undan eftir, at leikurin Castle of Joy, Lykkenborg var frumframførdur í víðagitna leikhúsinum, Barbican Center í London í gjárkvøldið.

Leikurin fær fýra av fimm stjørnum í Broadway World, har Kit Bromovsky metir leikin at vera eins gátuføran og hann er ógloymandi. Søgan um Lykken í Castle of Joy verður mett at vera viðkomandi, eins og progressivi, originali stílurin hjá leikbólkinum verður róstur av ummælaranum, sum at enda heldur, at fagnaðurin (standandi ovatiónir) var væl uppiborin. “Castle of Joy is like going into the mind of someone else’s brain, listening to a story but with a tinge of excitement and intrigue. Inventive staging and a haunting score, it leaves an indelible mark on the hearts and minds of its audience members, inviting them to ponder the shadows that lurk within society and us all. A well-deserved standing ovation. Through this fearless exploration of the human brain, Det Ferösche Compagnie cements their place for me as pioneers in the world of innovative theatre, leaving us eagerly awaiting their next production..”.

Eg ætli mær als ikki at spæla ítróttarøvundarkortið. Eingin grund er til tess, tá nú áhugin fyri list er so risastórur og støðugt vaksandi sum hann í roynd og veru er í okkara samfelagi. Men also, tá eg lesi tílík ummæli av føroyskari leiklist í útlendskum miðlum, tá eg hoyri, at føroysk leiklist verður framførd á Barbican og tá eg yvirhøvur upplivi støðið innan føroyska yrkislist í hesum árum, ja so øvundi eg ítróttarøkinum tess serliga ans fyri medaljufagnaði. Har eru øll upp í loft um vit bara sleppa at kappast á jøvnum føti við heimsins lond. Listaliga eru vit longu í fyrstu deild – tá tey also varnast okkum og tað gera tey um vit altso sjálvi megna at taka listina í álvara.

Ummælarin Dulcie Godfrey er á Reviews Hub somuleiðis hugtikin av Lykkenborg, sterku søguni um Pól Jóhannus Poulsen/Lykken og leiklistaligu tulkingini, sum hon heldur vera inniliga nemandi “The echoing cries of Joy in an isolation cell are just one instance of truly moving theatre-making” heldur ummælarin og staðfestir at enda, at innovativi leikurin er dømi um uniqe, powerful storytelling.

Hjartaliga til lukku Det Færøsche Compagnie.

Kristina Sørensen Ougaard Actress

Búi Dam Writer, Director and Shadow Actor

Sámal Blak Set and Costume Design

Dánjal á Neystabø, Composer and musician

Súni Joensen Light Designer

Búi Rouch Movement Director

Anna Kristin Bæk Set and Costume Design Assistant

Jens L. Thomsen Sound Engineer

Beinir Bergsson Technician

Bergtóra Patursson Research Advisor

Urd Johannesen Producer

Durita Sumberg Producer and Tour Manager

Kinna Poulsen

Føroyskir filmar og filmsfólk á veg til Keypmannahavnar

Hósdagin 29. februar byrjar hin árligi filmsfestivalurin ’Nordatlantiske Filmdage’ á Norðatlantsbryggjuni, og aftur í ár er ein rúgva av spennandi føroyskum innihaldi á skránni. Fríggjakvøldið 1. mars verður føroyskt stuttfilmskvøld, har høvið verður at síggja filmarnar ”Lið við Lið”, ”Sæla”, ”Død af grin” og animatiónsfilmin ”Óveruliga verðin hjá Aldu”. Kvøldið byrjar við innleiðing við føroyska sendimanninum, Jóannes V. Hansen, og harafturat koma filmsfólkini Andrias Høgenni, Katrin Joensen-Næs, Terji Mohr, Niels Jacob Kjærbæk Pedersen og Tóki Jansson, har tey fara at hugleiða um filmarnar og svara møguligum spurningum frá áskoðarafjøldini. 

Leygardagin 2. mars verður filmurin ”Heartist” sýndur, har framleiðslustjóri Jón Hammer og leikstjórar Marianna Mørkøre og Beinta Á Torkilsheyggi koma á vitjan. Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir, ið filmurin snýr seg um, sýnir fram á Norðatlantsbryggjuni í summar, og á filmsdegnum kunnu áskoðararnir læra eitt sindur um hennara heilt serstaka og farvuríka heim. 

Mánadagin 4. mars verður donsk frumførðsla av filminum ”Sommergæsten”, ið snýr seg um Bergithe Johannessen (1905-1995), sum varð fyrsti føroyingur, ið fekk professjonella, akademiska útbúgving innan myndlist. Áðrenn filmurin byrjar, kemur Karin Heinesen, stjóri á Norðatlantsbryggjuni, at siga nøkur orð, og aftaná filmin verður orðaskifti millum Anya Mathilde Poulsen og Lars Rønnow, sum standa aftanfyri filmin, og Birgir Thor Møller saman við áskoðarunum. 

Filmsdagarnir varða líka til 10. mars, og á skránnið eru ein rúgva av spennandi filmum og filmsfólki úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Festivalurin er stuðlaður av eitt nú Det Danske Filminstitut, og føroyska innihaldið er stuðlað av Filmshúsinum og Sendistovu Føroya í Keypmannahavn. 

Les meira um filmsdagarnar á Norðatlantsbryggjuni á nordatlantens.dk/filmdage.

Bók hjá Kim Simonsen er føroyska uppskotið til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Føroyska tilnevningin til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins er yrkingasavnið hjá Kim Simonsen, Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum. Tilsamans trettan skaldaverk eru tilnevnd. Vinnarin fær 300.000 krónur, tá virðislønin verður latin í Reykjavík í heyst.

Úr ummæli á Listaportalinum: “Yrkingasavnið við demonstrativt drúgva og typiskt kimsimonsenska heitinum Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum inniheldur yrkingar, ið bera brá av at vera instant classic ikki minst tær skroypiligu pápayrkingarnar… Yrkingasavnið hjá Kim Simonsen er býtt upp í fýra partar - tað byrjar og endar við, at pápin er deyður og leiklutirnir grundleggjandi umbýttir soleiðis, at sjómaðurin, ið einaferð sigldi høvini, fer at verða fevndur av aldunum, tá sjógvur fer at fylla alla jørðina. Frá deyða einstaklingsins verður samband knýtt til sjálvt tilverugrundarlagið og haðani klingar ein tilveruligur tóni gjøgnum alla bókina - eg komi í tankar um rullandi tíðirnar hjá Ingemann og slægt skal følge slægters gang, men her er tað altso sjógvurin, ið eigur seinasta orðið. Vistfrøðilig poesi um samanhangin millum menniskjað og alt annað lív á jørðini – tað kundi bent á okkurt lagnutungt og politiserandi, men tíbetur er talan ikki um dómadagsmálandi atfinningar av menniskjans æviga oyðileggjaralyndi. Savnið er hinvegin fyllt av inniligari undran um lívið í øllum tess lívsløgum har einki er primitivt, men alt einastandandi. Nýggja hvítabókin hjá Kim Simonsen er eitt sera vakurt yrkingasavn – eisini ítøkiliga við reinu hvítu permuni og ultramarinbláu innpermuni. Minimal uttaná – innaní ein flóðalda av kenslum og longsli, sum allatíðina verður hildin uppá pláss og ikki sleppur at útvikla seg til ekspressivt melodrama og sjóðheitan grát. Einfeldin fevnir eisini yrkingarnar, sum eru fullkomiliga symbolfríar. Einfeldin klæðir Kim Simonsen, ið als ikki tørvar myndamál, tá hann ítøkiliga yrkir um túgvur av “deyðagrasi,/ har stráini hanga tung/ av smáum perlandi glerpípum, meðan sólin skínur á glerið/ og skyggir aftur í eyguni á mær. “. Deyðagras er eitt gott føroyskt orð um følnað gras og tá sólin hitar glerpípurnar í deyðagrasi, kemur ímyndin av lívi púrasta ótarnað fram fyri lesaran – her er okkurt við neyvu náttúrueygleiðingunum, ið minnir um Whipstitches, yrkingasavnið hjá Randi Ward meðan navnadroppingin og endurtøkan av relativiserandi orðingini “Spurningurin er” fekk meg at hugsa um fenomenoligiirnar hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, men talan er helst bara um samtíðaryrking sum tekstaslag og sum aftrat tí ekstistentiella eisini snýr seg um lívfrøði og filosofi við einum nýmaterialistiskum grundsjónarmiði. Elementið, grundtilfarið er vatn, av vatni eru vit komin og til vatn skulu vit verða. Hetta er fyrst og fremst eitt yrkingasavn, ið er skrivað inn í tómrúmið, sum var skapt, tá eitt menniskja doyði. At megna at gera slíkt uttan um tær sentimentalu klisjéirnar er alt annað enn lætt. Tí er yrkingasavnið hjá Kim Simonsen eitt framúrskarandi avrik. Nýggja forlagið, Verksmiðjan við Vónbjørt Vang eigur eisini rós fyri góða úrslitið og einum væl ritstjórnaðum, lisnum (!) og rættlisnum yrkingasavni…”

Tilnevningar:

Danmark

Hafni fortæller af Helle Helle. Roman, Gutkind Forlag, 2023.

Jordisk af Theis Ørntoft. Roman, Gyldendal, 2023.

Finnland

Vill du kyssa en rebell? af Eva-Stina Byggmästar. Digtsamling, Schildts & Söder…

101 tapaa tappaa aviomies. Menetelmällinen murhamysteeri af Laura Lindstedt

Ísland

Jarðsetning af Anna María Bogadóttir. Biografisk roman. Angústúra, 2022.

Tól af Kristín Eiríksdóttir. Roman, Forlagið, 2022.

Noreg

Fars rygg af Niels Fredrik Dahl. Roman, Forlaget Oktober, 2023.

Jeg plystrer i den mørke vinden af Maria Navarro Skaranger.

Sámiska økið

 Leŋges hearggi Sáhčal fatnasa af Fredrik Prost. Personlig beretning, DAT, 2023.

 Svøríki

Minnen från glömskans städer af Gunnar Harding. Digtsamling,

Nollamorfa af Johan Jönson. Digtsamling, Albert Bonniers förlag, 2023.

 Áland

För att ta sig ur en rivström måste man röra sig i sidled af Mikaela Nyman.

https://www.norden.org/da/news/her-er-de-nominerede-til-nordisk-raads-litteraturpris-2024

Brandur Patursson og Tróndur Patursson í Listasavni Føroya

Ljós og litir

16 FEBRUAR 2024 - 7 APRÍL 2024

Tróndur Patursson (f. 1944) er ein av okkara mætastu listamonnum, og seinastu árini hevur Brandur Patursson (f. 1977), sonur Trónd, eisini tikið seg inn á fremstu røð á listapallinum. Teir hava í mong ár arbeitt við listini lið um lið. Síðan Brandur var heilt ungur, hevur hann hjálpt pápa sínum við listaligum uppgávum og nú kann sigast, at Tróndur hjálpir Brandi líka nógv. Teir hava í felag prýtt kirkjur og onnur almenn støð við glæsiligari list, bæði í Føroyum og úti í heimi. Hóast samanflættaða arbeiðislívið so hava teir hvør sítt listaligt úttrykk.

Fyri Trónd Patursson hevur tað alstóran týdning at lýsa náttúrukreftirnar, ið hann sjálvur so mangan hevur kent á egnan kropp á ævintýrferðum kring heimsins høv. Spegilskendu náttúrulýsingarnar lýsa tað endaleysa kosmiska rúmið, har markið ímillum himmal og jørð hvørvur, og ein gerst eitt við náttúruna. Verkini eru fylt við spenningi og dramatikki. Um verkini hjá Tróndi eru á lørifti ella úr glasi, so er tað altíð dýpið í litunum, ið sermerkir verkini. Tróndur hevur serligan kunnleika til litir, og hansara bjørtu temperamálningar megna at umseta litir til eitt kensluborið mál, ið stundum er fylt við melankoli. 

Brandur Patursson arbeiðir serliga við glasi og filmi. Við ljósi og uppvørpu á stórar glasformar manar hann fram lættar luftkendar endurspeglingar, ið eru støðuleysar sum sólglottar. Ígjøgnum glasskulpturarnar, ið mangan hava kropsligt skap, koma gandakendar verur, ið stundum líkjast anatomiskum x-raymyndum. Brandur megnar at lýsa menniskjanáttúru frá einum viðbreknum sjónarhorni. Hann fangar tað, sum ikki er eyðsýnt. Innara síðan av glasverkinum verður upplýst og rúmið verður fylt við litspæli, skuggum og sál. Verkini eru fylt við kontrastum. Tey eru bæði tung og luftkend, still og livandi, litrík og gjøgnumskygd. 

Ljós og litir spæla ein týðandi leiklut í listini hjá feðgunum Patursson, og tilfarsliga eru felagseyðkenni, tó er munur á, hvussu teir brúka sama tilfar. Evnislýsandi eru eisini felagseyðkenni, har náttúran gongur aftur á ymiskan hátt, bæði í landslagnum og í menniskjamenskuni. Á hesi framsýningini uppliva vit nøkur av teirra høvuðsverkum, og so líta vit eisini aftur á tað farna, nú Tróndur hátíðarheldur 80 ára føðingardag í mars. www.art.fo

Kirstin Helgadóttir bjóðar vælkomin

Rói Patursson helt eina hugfarsliga røðu, sum var full av spurningum

Tróndur Patursson

Málningar hjá Tróndii Patursson

Eitt glasverk hjá Brandi Patursson

Tróndur Patursson

Eitt nýtt verk hjá Brandi Patursson

Framúrskarandi nýggja røðin, Speglingar hjá Brandi Patursson

Listafagnaður í Havn

Bárður Jákupsson

Í vikuskiftinum feira vit listina og at tvær føroyskar listakempur hava fyllt ella fara at fylla fýrs. Tað eru ávikavist Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson, sum fer at framsýna saman við soninum Brandi í Listasavninum fríggjadagin 16.februar klokkan 16. Kirstin Helgadóttir fer at bjóða vælkomin og Rói Patursson heldur upplatingarrøðuna.

Dagin eftir, leygardagin 17.februar klokkan 16-18 letur Bárður Jákupsson upp stóra framsýning í Müllers Pakkhúsi. Framsýningin er opin fram til 9. mars. Fríggjadag, leygardag og sunnudag kl. 15-18. Ella eftir avtalu - tel. 225 789

Bárður fyllti 80 tollaksmessudag í fjør og Tróndur fyllir 80 í mars.

Brot úr glasverki hjá Brandi patursson á glasi

Av heimasíðu Listasavnsins: Tróndur Patursson er ein av okkara mætastu listamonnum, og seinastu árini hevur Brandur Patursson, sonur Trónd, eisini tikið seg inn á fremstu røð á listapallinum. Teir hava í mong ár arbeitt við listini lið um lið. Síðan Brandur var heilt ungur, hevur hann hjálpt pápa sínum við listaligum uppgávum og nú kann sigast, at Tróndur hjálpir Brandi líka nógv. Teir hava í felag prýtt kirkjur og onnur almenn støð við glæsiligari list, bæði í Føroyum og úti í heimi. Hóast samanflættaða arbeiðislívið so hava teir hvør sítt listaligt úttrykk. Fyri Trónd Patursson hevur tað alstóran týdning at lýsa náttúrukreftirnar, ið hann sjálvur so mangan hevur kent á egnan kropp á ævintýrferðum kring heimsins høv. Spegilskendu náttúrulýsingarnar lýsa tað endaleysa kosmiska rúmið, har markið ímillum himmal og jørð hvørvur, og ein gerst eitt við náttúruna. Verkini eru fylt við spenningi og dramatikki. Um verkini hjá Tróndi eru á lørifti ella úr glasi, so er tað altíð dýpið í litunum, ið sermerkir verkini. Tróndur hevur serligan kunnleika til litir, og hansara bjørtu temperamálningar megna at umseta litir til eitt kensluborið mál, ið stundum er fylt við melankoli. 

Brandur Patursson arbeiðir serliga við glasi og filmi. Við ljósi og uppvørpu á stórar glasformar manar hann fram lættar luftkendar endurspeglingar, ið eru støðuleysar sum sólglottar. Ígjøgnum glasskulpturarnar, ið mangan hava kropsligt skap, koma gandakendar verur, ið stundum líkjast anatomiskum x-raymyndum. Brandur megnar at lýsa menniskjanáttúru frá einum viðbreknum sjónarhorni. Hann fangar tað, sum ikki er eyðsýnt. Innara síðan av glasverkinum verður upplýst og rúmið verður fylt við litspæli, skuggum og sál. Verkini eru fylt við kontrastum. Tey eru bæði tung og luftkend, still og livandi, litrík og gjøgnumskygd. 

Tróndur Patursson

Starvslønir til listafólk

Mynd Summartónar

Tíðindaskriv er komið úr Mentanargrunni Landsins um ársins starvslønir. Sum skilst verður íløga hesa ferð gjørd í tónleik og sjónleik millum annað.

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstuðul til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2024. Starvsløn varð latin Rógva á Rógvu, tónleikara í 12 mánaðir, Duritu Dahl Andreasen, sjónleikara í 6 mánaðir.

Harumframt fingu 41 umsøkjarar starvsløn í ávíkavíst 1, 2 og 3 mánaðir. Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í Kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum. Grunnurin fekk í alt 102 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar 43 milliónir krónur. Av hesum vóru 43 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 96 mánaðarlønir tilsamans fyri góðar 3,1 milliónir Endamálið við íverksetanarstuðlinum er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði. Stuðulin verður latin eftir nevndarinnar meting av listarligum dygdareyðkennum.

Umsøkjararnir til íverksetanarstuðul vóru 15 í tali, og nevndin gjørdi av at lata hesum 4 íverksetanarstuðul fyri tilsamans 600.000 krónur: Jákupi Dahl (palllist) Franklin Symphor Henriksen (filmslist) Heina Ragnarsson (tónlist) Helgu Djurhuus (myndlist)

Starvslønir 2024:


Føroysk list og mentan í New York

Stórt føroyskt mentanarátak verður í New York frá apríl til juli í ár undir heitinum Fog Swept Islands. Átakið verður fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands, í samstarvi við Scandinavia House, ið hýsir tiltakinum.

Scandinavia House
Scandinavia House: The Nordic Center in America er fremsta norðurlendska mentanarhúsið í USA, og húsast á Park Avenue á Manhattan. Húsið lat upp í ár 2000 og hevur framsýningar, tiltøk og annað, ið varpar ljós á norðurlendska mentan.

Fog Swept Cargo
Høvuðstiltakið er listaframsýningin “Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands”, sum er ein forkunnug framsýning við føroyskari samtíðarlist. Talan er um verk hjá sjey føroyskum listafólkum, ið saman mynda framsýningina. Listafólkini eru: Tóroddur Poulsen, Hansina Iversen, Hanni Bjartalíð, Rannvá Kunoy, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen og Alda Mohr Eyðunardóttir.

Kinna Poulsen hevur kuraterað framsýningina, ið er tøkniliga fjølbroytt við málningum, standmyndum, installatiónum, tekningum, steinprentum og tekstilverkum.

Samansetta framsýningarheitið er um somu tíð sveimandi og ítøkiligt og fevnir um mótsetningar millum aldargamlar, undurvakrar mjørkaoyggjar og modernaða samfelagið við risastórum stálskipum, ið støðugt síggjast í havsbrúnni - fullfermd av fagurlittum bingjum.

Verk hjá eitt nú Listasavni Føroya og Steinprenti vera við á framsýningini, ið letur upp 13. apríl og heldur fram til 6. juli.

Faroe Islands Culture Days
Í døgunum 9. til 21. apríl verða ein røð av føroyskum mentanartiltøkum á skránni í Scandinavia House. Byrjað verður týskvøldið 9. apríl, tá FMX og Uttanríkis- og vinnumálaráðið fyriskipa móttøku og konsert við Eivør. Eli Tausen á Lava hitar upp. Konsertin er fyri innbodnum og verður í The Cutting Room á Manhattan.

Mikukvøldið 10. apríl skipar Visit Faroe Islands fyri einum gastronomi- og mentanartiltaki fyri miðlafólki og ferðasmiðjum.

Hóskvøldið 11. apríl er landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, vertur fyri VIP-døgurða fyri politikarum, embætisfólki, mentanarfólki, diplomatum, føroyskum fyritøkum og teirra samstarvsfeløgum. Ræst fer at borðreiða við einari matarskrá við føroyskum rávørum, og Eivør hevur eina tónleikaframførslu.

Leygardagin 13. apríl letur framsýningin “Fog Swept Cargo” alment upp , har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, ber fram røðu.

Á skránni verður eisini listaprát við Hansinu Iversen, Johan Martin Christiansen og Aldu Mohr Eyðunardóttir, og Kinna Poulsen fer at halda fyrilestur við heitinum “Fog Swept Cargo - on art in the Faroe Islands”.

Leygardagin 13. apríl verður eisini heimildarfilmurin “Heartist” um Sigrun Gunnarsdóttir sýndur, og í samband við sýningina verður listaprát við Sigruna Gunnarsdóttir, listakvinnu, Beintu á Torkilsheyggi, leikstjóra, og Rógva Rasmussen, framleiðara. Tiltakið verður fyriskipað av Filmshúsinum.

Týskvøldið 16. apríl hevur Bergur D. Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, fyrilestur við heitinum ” The Faroe Islands and the Arcticfication of the North.”

Mikukvøldið 17. apríl og hósmorgunin 18. apríl verður ávikavist alment bókmentatiltak og tiltak fyri innbodnum forløgum, yrkisfólki og fjølmiðlum, sum FarLit fyriskipar. Á skrá eru upplestur, framløgur og bókaprát. Tey sum luttaka eru høvundarnir Bárður Oskarsson, Kim Simonsen, Rannvá Holm Mortensen og Marjun Syderbø Kjelnæs, týðararnir Randi Ward og Matthew Landrum, umframt Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Leygardagin og sunnudagin 20. og 21. apríl er sniðgeving á skránni við eitt nú binding, framsýning, bindiverkstovu  og filmssýning um føroyska ullamentan. Sniðgevarnir Einstakt, Shisa Brand, Navia, Steinum, Durita Thomsen og REKA luttaka.

Í sambandi við føroysku mentanardagarnar fer sølubúðin í Scandinavia House at selja føroyskar listalutir og listhandverk frá Østrøm og Steinprenti.

Mentanarligt samstarv millum Føroyar og USA
Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað. Avtalan skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA,  innan eitt nú gransking, mentan og vinnu. Mentanarátakið er liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur. Føroyska sendistovan  í Washington letur upp  í heyst.

Ari Hammer Joensen fekk gávuðgóðsið

Fróðskaparsetrið boðar frá, at Ari Hammer Joensen hevur fingið gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum.

Í dag, 8. februar, er føðingardagur Thorvald Poulsens av Steinum, og á hesum degi á hvørjum ári fær eitt ungt listafólk peningagávu úr grunni hansara fyri at stimbra til listaliga útbúgving.

Hesaferð er valið til gávugóðsið ungur tónleikari, sum longu hevur víst síni framúrskarandi evni á ljóðførinum, sum hann hevur valt sær at spæla á.

Ungi maðurin er Ari Hammer Joensen, og hann fór sum 14 ára gamal at spæla upp á orgul. Hann hevði ikki stórvegis áhuga fyri tónleiki sum barn, men í fólkaskúlanum setti lærarin hann at spæla klaver í tónleikasamanspæli, og hetta vakti áhugan hjá dronginum, sum beinanvegin helt tað vera stuttligt at spæla klaver.

Tá hann fór at ganga til prest, fekk hann í boði at spæla upp á orglið í kirkjuni. Hann tók av og gjørdist púra bitin av hesum veldiga ljóðføri.

Hann hevur síðani tikið organistútbúgving hjá Gudmundi Mortensen og tónleikamiðnám. Í fjør heyst byrjaði Ari á musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Nevndin í grunninum, sum í løtuni er Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, Marita Súsanna Dalsgaard, forfólk í LISA og Jacob Eli S. Olsen, forfólk í Føroya Lærarafelag, sigur m.a. soleiðis um valið í ár:

At eggja Ara til at fara undir listaliga útbúgving, sum gávugóðsið verður grundað á, er púra  óneyðugt, tí Ari veit longu, at hetta er tað, hann vil, og tað hevur hann vitað leingi. At lata honum gávugóðsið kann vónandi vísa honum, at her er undirtøka fyri hansara útbúgvingarleið og vilji til at stuðla upp undir hansara val. Umframt eyðsýndu tónleikaevnini hjá Ara, verður virðismett, at ljóðførið er orgul, tí tað er sera sjáldsamt, at ung fólk velja júst hetta ljóðførið. Organistar eru trotvøra í Føroyum, eins og nógva aðrastaðni við. Tó vóna vit, at Ari kemur heim aftur til Føroya at geva burtur av sínum lærdómi sum organistur og sum útinnandi listafólk.

Ari Hammer Joensen fær 40.000 krónur úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum.

Tey, sum vilja hoyra unga virtuosin spæla urgu, fáa høvi nú sunnudagin, tá Ari Hammer Joensen spælir í Vesturkirkjuni í Havn, tá gudstænasta verður.

Marius Olsen vernissage í Steinprenti

Í dag læt upp framsýning Í Steinprenti við nýggjum grafiskum verkum hjá Mariusi Olsen. Har vóru so nógv fólk, at tað ikki var lætt at síggja allar tær fínu myndirnar, so fólk mugu koma aftur. Eg segði nøkur orð, sum eg seti inn her saman við nøkrum myndum.

Meðan vetraródnir herja uttanfyri eru frægari líkindi her í Steinprenti millum nýggju listaverkini hjá Mariusi Olsen. Liðin eru tvey ár síðani hann framsýndi her seinast og tað er spennandi at síggja hvat Marius hevur við sær í skjáttuni úr Finnlandi og hvat hann hevur fingið burtur úr at arbeiða her á verkstaðnum – tað er ikki smávegis av træprentum, etjingum, steinprentum og prentum við blandaðum tøkni. Prentini eru typisk fyri listamannin á tann hátt, at tey eru koloristisk, einføld og um somu tíð serstøk og samansett. Í hesum myndum verður náttúran lýst inniliga við skærum ljósi og mótljósi, men tað er eins og náttúruvakurleikin verður sæddur við dupultum eygnabragdi, ið bæði er fagnandi og turrisligt í senn. Marius Olsen telist millum okkara bestu listafólk og hann er ein av teimum fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum arbeiðir sum grafiskur listamaður burturav. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna síni hugskot í verki. Í ár hevur Marius Olsen samstarvað við Jan Andersson og við Steinprent í ikki færri enn 30 ár. Um mann er so heppin, at hava verið til staðar meðan Marius hevur arbeitt á verkstaðnum, hevur mann upplivað tað serliga spenta huglagið, sum ræður beint áðrenn síðsta prentiumfar, tá seinasti liturin fullførir prentið. Tað er fantastiskt og ongantíð av handahógvi merkt hjá hesum annars suverent tekniskt kompetenta og roynda listamanninum.

Í einari grein havi eg lýst Marius Olsen sum eitt slag av einum missing link ella millumfiguri í føroyskari list. Hann er antin elst av teimum yngru ella yngst av teimum eldru. Hvussu er og ikki er hann listamaðurin, sum helt fast í landslagnum, men gav tí eina meta-listaliga viðgerð í myndum, ið gera vart við, at okkurt slag av frástøðu er komið millum okkum og náttúruumhvørvið. Tað er ein frástøða, sum Marius lýsir myndevnisliga við at seta inn speglingar og myndir av menniskjaframleiddum lutum, lampum, grindlum og klokkum í landslagið. Hesar myndir seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar, tær aktivera okkum, sum hyggja, og eru sjáldan eintýðugar. Tað er eyðkent fyri listamannin, at hansara myndir ikki bara fagna sublima vakurleikanum í landslagnum, men innihalda fleiri fláir og sum onkursvegna nerta við samtíðina, sjálvt um myndevni í støðum næstan kunnu tykjast náttúruromantisk. Eg komi í hvussu er í tankar um listafólk sum Caspar David Friedrich, Sámal Joensen-Mikines umframt Katsushika Hokusai, hvørs myndir, ið eru merktar av meditatión, nærveri og uppmerksemi; at vera í zen ella í samljóði við sítt umhvørvi júst sum Janus Djurhuus mundi vera tað, tá hann umbroytti kendu yrkingina hjá Goethe Wandrers Nachtlied til eina føroyska grundmynd, sum vit øll kenna, men eg lesi hana upp kortini:

 Yvir hvørjum tindi

er ró,

av nøkrum vindi

valla ljóð

villist um vøll.

Blikurin blundar á sundi –

burtur í blundi

berast vit øll.

 Við sínum einfeldi er yrkingin meira modernað enn upprunaversiónin – eisini perspektivskiftið frá blikinum, sum blundar, tí tað er hansara friður, sum verður okkara. Tað er tann sama friðsælan, sum hómast í fleiri verkum hjá Mariusi, t.d. í eini smalari, høgari mynd, ið strekkir seg upp um eitt svart klettaskap høgrumegin í myndini. - Undir myrka klettinum sletta aldur eins og villur gróður inn móti berginum. Longst til høgru í forgrundini lýsir ein lítil tríkantur av gulgrønum lendi, ið fevnir og tendrar bláu litirnar aftanfyri. Myndin er eitt koloristiskt meistaraverk við nærveru, har tú fyrst varnast føgru litirnar, men síðani vaksur tómleikin og gerst tað, sum myndin snýr seg um. Ein darrandi hvørvisjón, eitt lognbrá við djúpbláum havi og ljómandi himmalhválvi, ið er skilt sundur av lýsandi hvítum támi. Myndin er vøkur – at kalla ornamental við spakuligu iris-litbroytingini frá eini tættari bláari pigmentering til okkurt, ið tykist meira opið og leyst. Myndin glógvar av ljósi - tað er so sterkt, at tú mást krympa eyguni saman meðan tú hyggur til tess at verja teg móti ljósinum og tá er tað tú varnast - miðskeiðis í pappírslitta táminum; eitt næstan gjøgnumskygt skap í táminum. Er tað ein oyggj?

Marius er føddur í Havn í 1963 – góð 200 ár áðrenn var ein av hansara størstu fyrimyndum føddur í Tokyo, áðurnevndi Hokusai, sum gjørdist kendur í París miðskeiðis í 19.øld, tá japonisma gjørdist móti og japanskar prentmyndir gjørdust fyrimyndir hjá impressionistunum. Hokusai gjørdist næstan hálvfems ára gamal og var virkin listamaður í hálvfjers ár – einastaðni skrivar hann: “Eg teknaði einki áhugavert fyrr enn eg var hálvfjers ár. Tá eg var 73 megnaði eg nøkulunda at fata hvussu plantur og trø vaksa og at skilja bygnaðin á fuglum, djórum, kyktum og fiski. - Tá eg verði 80 ár vóni eg at hava betrað meg so, at eg, tá eg verði hálvfems kann síggja djúpari hvat býr aftanfyri, so at list mín um hundrað árs aldur kann náa eitt guddómligt støði, so at hvør prikkur og hvørt strok verða livandi, tá eg verði 110. Tey av tykkum, sum liva til ta tíð kunnu vitna, at hesi orð míni eru sonn..”. Soleiðis skrivaði Hokusai. - Marius – 110 er so øgiligt, men vónandi eiga vit nøkur ár aftrat á foldum, so at vit sleppa at uppliva fleiri framsýningar hjá tær. Takk fyri.

Kinna Poulsen