Ein nýggj heimasíða um list

Birgir Kruse tók myndina av mær á Ólavsøkuframsýningini 2014 framman fyri einum verki hjá Rannvá Kunoy

Við hesi heimasíðu vóni eg varpa ljós á ta gróðrarmiklu listina. Sjálvt um sjónarmiðið er mítt egna og altso føroyskt, er tað ikki avmarkað tjóðskaparliga ella á nakran annan hátt. Eg eiti Kinna Poulsen, eg eri útbúgvin Cand. mag í donskum og listasøgu, og eg arbeiði sum lærari í Studentaskúlanum og HF-Skeiðnum í Hoydølum, har eg undirvísi í myndlist og í donskum. Eg havi ummælt og miðlað list í útivið tjúgu ár. Eg havi skrivað bøkur og katalogtekstir um Steffan Danielsen, Rannvá Kunoy, Tórodd Poulsen, Bjarne Werner Sørensen og Øssur Johannesen og eg havi skipað fyri framsýningum við m.a. Claus Carstensen, Hanna Bjartalíð og mongum øðrum.

Listafólk og fyriskiparar eru hjartaliga vælkomin at senda mær tilfar um list og mentanarviðurskifti, sum eg síðan seti á heimasíðuna. Sendið myndir og/ella nakrar reglur til kinna.poulsen@skulin.fo 

Berið yvir við villum og løgnari uppseting. Eg eri enn við at læra meg.

Myndir og tilfar á síðuni: © Kinna Poulsen og avvarðandi listafólk

This site concerns art and culture in the Faroe Islands. Most of the texts are Faroese, but an historical outline on Faroese art history can be found here. Please excuse me for beginners problems like linguistic mistakes and strange settings. 

http://www.listaportal.com/um-listaportalcom/2014/8/25/faroese-art-a-historical-outline