Bert sannir sangir verða verandi...

Umvegis eina vitjan hjá tónleikaranum og tónaskaldinum Teiti Lassen á TED TALKS 2015 í Vancouver fáa vit áhugavert innlit í hansara hugsanir um kreativa skapan.

Teitur Lassen er í løtuni á eini sololeikferð í Danmark, Finlandi, Noregi, Svalbard og Týsklandi. Flestu konsertirnar eru í Danmark, har sera stórur áhugi er fyri teimum - fleiri eru útseldar. Samstundis skrivar Teitur sangir og tónleik til eina elektriska strúkikvartett við sangara - burturúr tilfari av brøvum, ið fólk skriva til Romeo og Juliet í Verona. Aftaná hetta skal hann m.a. skriva tónleik til ein heimildarfilm og eitt stutt tónaverk til ICE ensemble (International Contemporary Ensemble).

Úr at gera

Sjálvt um Teitur Lassen sostatt hevur úr at gera, kendi hann tað sum ein sannan heiður, tá hann herfyri varð biðin um taka lut í sonevndu TED TALKS í Vancouver. TED stendur fyri tøkni, undirhaldi og design (Technology, Entertainment, Design), sum eru yvirskipaðu evnini, ið verða viðgjørd á altjóða ráðstevnum, sum Sapling Grunnurin fyriskipar kring heimin undir slagorðinum Hugskot, ið eru verd at breiða út. Ein TED fyrilestur varir bara í 18 minuttir ella minni. Nógv kend fólk hava hildið TED fyrilestrar; Bill ClintonJane GoodallMalcolm Gladwell, Al GoreGordon BrownRichard DawkinsRichard StallmanBill GatesBonoMike Rowe, Larry Page og Sergey Brin, eins og nógvir Nobel heiðurslønarmóttakarar eisini hava lagt fram sínar hugsanir í TED høpi. Vit hava spurt Teit Lassen um upplivingarnar í Vancouver og hann greiðir soleiðis frá: 

Teitur um TED TALKS 2015 í Vancouver

Eg var bergtikin av at hoyra framløgur um rúmdarferðir til Mars, sjálvkoyrandi bilar, rættvísi, virus, ríkidømi, fátækradømi, hjálpararbeiði og skapandi arbeiði. Aftaná Ted mátti eg ásanna, at eg hevði eina betri fatan av hvat er á breddanum í dag og hvørjar avbjóðingar fara at koma. Eg væntaði helst okkurt heilt annað tá eg fór umborð á flúgvaran til Vancouver. Eg roknaði ikki við at reika burt í tonkunum til bambus arkitektur í Bali, til virtualan veruleika í einari Sudanskari flóttafólkalegu í Jordan ella til upprunan á Boston Undrinum.

Vaktur

Eg føli tað sum um eg havi verið í kirkju og eri vaktur. Eg var burtur í vetrarsvøvni og nú eri eg meira forvitin eftir vári. Kenni meg í sambandi við heimin og íblástan. Allir røðararnir vóru serfrøðingar. Eitt opið og gevandi huglag merkti allar framløgudagarnar. Ímynda tær at vera umgyrdur av býnum Vancouver, sum er bygdur í einum skógi í British Columbia við japanskum kirsuberjatrøum og sissandi umhvørvinum av náttúru, umframt kinverskum ungdómi í Ferraribilum og Yogium við sínum yogamáttum undir armunum. Millum røðararnar vóru nobelvirðislønartakarin Kailash Satyarthi, og performancelistakvinnan Marina Abramovic, umframt kend fólk sum Bill Gates og Dalai Lama.

Passión: At skriva sangir

Evnið í ár var Sannleiki og Áræð og mín sessión nevndist Passión og Avleiðing. Eg spældi THE SINGER, I WAS JUST THINKING og HOME. Hetta var tað, eg hevði at siga: Eg komi frá einum av minstu londunum í heiminum, Føroyum. Føroyar eru átjan smáar oyggjar í Atlantshavi, ið liggja millum Ísland, Noreg og Skotland, og har búleikast hálvtrýsstúsund fólk. Vit hava okkara egna móðurmál. Tá fólk koma saman til brúdleyp, veitslur og annað er eitt ávíst afturvendandi repertoire av sangum, sum fólk syngja aftur og aftur. Tað eru svenskir fólkasangir, danskir kærleikssangir, føroyskir tjóðskaparromantiskir “vit elska okkara land, er tað ikki herligt her, lat okkum ongantíð fara hiðani” sangir, Beatles sangir, popsangir, allir møguligir sangir, sum finna vegin fram til okkum og sum siga tað, sum skal sigast fyri at lata upp fyri okkara kenslum og binda okkum saman. Eg lærdi at spæla allar hesar sangirnar og hetta var soleiðis, eg gjørdist sangskrivari. Tá eg var trettan, byrjaði eg at kopiera, hesar sangirnar, skrivaði um systir mína, um hundin hjá mær og tílíkt. Tá eg var seytjan, hevði eg skrivað yvir hundrað sangir. Tá skrivaði eg endiliga ein góðan sang. Sangurin var um damuna, sum flutti úr Føroyum fyri at gerast dansari. Eg sendi sangin til hana á kassettubandi sum eitt bræv. Tað er ein “Eg elski teg, góða, nær kemur tú heim” sangur. Vinirnir bóðu meg aftur og aftur um at spæla hendan sangin og eg spæli hann enn í dag. At syngja er at deila tínar kenslur. Um tú ikki gert tað, tá tú syngur, framvísir tú bara fimleik við røddini. Fyri at syngja mást tú vera serfrøðingur í tí tú syngur um. Tær nýtist at geva út og geva øðrum ein part av tær sjálvum.

 Sannir sangir

Eg sóknist eftir hesum sama í øllum. Eg spyrji: hvat er ætlanin við hesum arkiekturinum, hesum designinum? hesari matstovuni, hesum filminum? Um ætlanin er at reypa, at vinna pengar ella fagnaðarróp, so gevur tú ikki. Tá tekur tú. Bestu sløgini av víni, stórslignastu listaverkini, klassiska designið, sangirnir sum vit syngja umaftur og umaftur. Hetta eru virði, ið verða til við innliti og einum vilja at geva. Soleiðis fáa skapaninar lív, og finna vegin inn í lív okkara. Tá verða skapaninar ikki bara vakrar, áhugaverdar og hugtakandi, men eisini meiningsfullar, brúkbarar og sannar. Tá vit skapa skulu vit meta um ætlanina við tí skapaða, so at vit eru vís í, at tað, vit ætla er satt. Bert sannir sangir verða verandi.