Tróndur Bogason nomineraður til tónleikaheiðursløn norðurlandaráðsins

29 oktober verður tónleikaheiðursløn norðurlandaráðsins latin, millum tey nomineraðu er Tróndur Bogason, sum eg gjørdi eina samrøðu við herfyri. 

 

Trívist í millumrúminum

Viðtal við Trónd Bogason - tónaskald

Tróndur Bogason fekk fyri trimum árum síðani trý ár av starvsløn frá Mentanargrunni Føroya. Hansara seinasta stóra uppgáva er tónleikurin í leikinum hjá Marjuni S.Kjelnæs Tóm Rúm, sum Tjóðpallurin setti upp við Eyðun Johannesen sum leikstjóra. Eg hitti Trónd Bogason til eitt viðtal gjøgnum Skype ein sunnumorgun í Mars.

Hann er avhildin, tað skilst á øllum brøgdum premierukvøldið á Tjóðpallinum. Nýggi leikurin Tóm Rúm er framførdur á fyrsta sinni og í róminum aftan á premieruna práti eg við nakrar luttakarar. Tá eg nevni tónleikin og hvussu hugtikin eg eri av ljóðsíðuni í leikinum, fara fólkini á Tjóðpallinum beinanveg at rósa tónaskaldinum upp til skýggja, alt meðan tey brosa hugfarsliga við tankan um krúllurnar hjá komponistinum, sum hómaðust onkrastaðni í ruðuleikanum í heimsins minsta tjóðalli, meðan hann fekk sær ein kóboylúr tær longu, ovbyrjaðu næturnar undan premieruni. Okkurt bendir á, at Tróndur Bogason hevur gjørt annað og meira enn at sovið hesi seinastu trý árini. Umframt tær størru uppgávurnar við tónleikinum í t.d. sjónleikinum Tóm Rúm og sangleikinum Audition, er Tróndur Bogason støðugt upptikin av smærri uppgávum, har hann spælir, leggur til rættis, útsetir og framleiðir tónleik hjá øðrum. Og hann er ikki lættur at fáa fatur á, tí hann hevur nógv um at vera, men tað eydnast og eg byrji viðtalið við at spyrja hvussu tað følist at sita sum áskoðari í salinum á Tjóðpallinum og uppliva eitt verk, sum hann sjálvur eigur part í.

 

TB: Eg havi sjálvandi sæð leikin framførdan fleiri ferði, men altíð við øðrum eyganum í telduni. Eg havi fyrst og fremst fokuserað upp á ljóðið, og hóast eg havi fingið eitt ógvuliga tætt forhold til leikin og allar detaljurnar í honum, so er tað nakað heilt annað at uppliva hann sum áskoðari uttan forpliktilsir. Sjálvt um eg má viðganga, at eg av og á fangaði meg sjálvan í at vera í so upptikin av onkrari óbetýðuligari detalju í ljóðsíðuni.

 

 

Pingpong

 

KP: Tónleikurin var ómetaliga vakur, men har var so nógv at fylgja við í, so eg kundi hugsað mær at hoyrt hann aftur, vónandi verður okkurt gjørt við tónleikin eftir at leikurin er liðugur. Kanst tú greiða frá tilgongdini, tá tú gjørdi tónleikin?

 

TB: Jú, eg havi ætlanir um at gera okkurt víðari við tilfarið, men akkurát hvat tað verður, er ikki avgjørt enn. Annars byrjaði tað við, at Jenny Petersen, stjórin í Tjóðpallinum ringdi og avtalaði at møtast við rithøvundi og leikstjóra. Marjun (S.Kjelnæs), Eyðun (Johannesen) og eg møttust nakrar ferðir og prátaðu, eg fekk leikritið og sendi ymisk uppskot og okkurt av tí arbeiddi eg víðari við, tað var sovorðið pingpong okkara millum.

 

KP: Tað riggar ómetaliga væl í byrjanini, tá ein yrking verður lýst uppá eitt gjøgnumskygt klæði á pallinum, meðan Eivør syngur hesa somu yrkingina, sum stendur í savninum Rót Tripp. Byrjanarsenan minnir um eina væl eydnaða listarliga installatión. Hvussu komu yrkingarnar við í heildina?

 

TB: Eg haldi, at tað var Eyðun, sum á fyrsta fundinum nevndi møguleikan fyri at brúka yrkingarnar í leikinum. Haldi at tey bæði nokk hava tosað um at innarbeiða tær meira í leikritið beint tá. Í øllum førum fekk eg eitt savn, og eitt sindur seinni skrivaði eg lag til tvær teirra og tær komu við, og síðan kom meir aftrat.

 

KP: Tónleikurin hjá tær rakar kensluna av tómum rúmi millum annað við stórum rúmklangi, sum onkursvegna víðkar rúmið og leggur dent á millumrúmið millum teir báðar høvuðsleikararnar, er hetta gjørt við vilja?

 

TB: Eg trúgvi, at tann kenslan í stórsta mun kemur frá yrkingunum - ella via yrkingarnar. Tað er kanska meira orð sum "óttin", "ódnin" og so víðari, sum eg havi reagerað uppá. Og formar; til dømis yrkingin Fest, sum hevur ein deiliga radikalan uppbygnað. Eg hugsaði um byrjanina sum eitt slag av inngangi, sum skuldi fungera sum tableau ella fastfrystar myndir í leikinum. Tað var bara eitt uppskot, men tey vóru við uppá tað. Fyri meg snýr tað seg mest um at fanga ein stemning. Frá leikritinum ella frá pallinum. Hugsi ikki so nógv um, akkurát hvat tað merkir, uttan so, at tað er ein konkret uppgáva, sum at gera sirkustónleik ella okkurt líknandi. Mann kann kanska siga, at eg reageri meira uppá, hvussu okkurt verður sagt, enn hvat verður sagt. Og so handlar tað eisini nógv um samspælið við ljóðdesignið hjá Jón (Mc Birnie).

 

 

Starsvløn og crossover

 

KP: Í 2010 fekst tú starvsløn, hvussu hava tey trý árini hilnast?

 

TB: Eg haldi tað hevur gingið ordiliga væl. Tað er ein einastandandi fríheit at kunna siga nei av og á og at kunna arbeiða við tí, sum mann annars sjáldan hevur tíð til. Eg havi tikið av nøkrum uppgávum, sum eg havi hildið vera áhugaverdar, men havi altso havt møguleika fyri at siga nei takk til okkurt og harvið havi eg kunnað miðsavnað meg um ymiskt, sum kanska ikki gevur mat á borðið her og nú. Eg havi fingið eitt ára starvsløn einaferð og tað var eisini gott og hóskaði til ta ávísu verkætlanina, sum eg gjørdi tá. Men tað er ikki heilt tað sama sum at fáa trý ár av arbeiðsfriði, har tú sleppur undan at renna eftir einari deadline, har tú kanst fordjúpa teg á ein annan hátt uttan støðuga kravið um, at tað, sum tú gert skal vera klárt tann og tann dagin. Mann er jú annars rættiliga bundin av freistum, og tað er nú eisini oftast fínasta slag, men her havi eg fingið arbeitt uppá ein heilt annan máta. Eg havi kunnað skrivað og latið hugskotini hvílt fyri síðani at koma aftur til tey, tá tey eru búnaði. Eri komin longur inn í tey.

 

KP: Fleiri av tínum verkætlanum eru sonevndar crossover verkætlanir, har fleiri listagreinir samstarva við tónleiki, dansi, performance, t.d. í tínum verki frá 2007 Investigations of a Dog, sum var ein audiovisuel konsert fyri messingblásara, dansarar og video, ið er grundað á eina stuttsøgu eftir Franz Kafka, men tú arbeiðir eisini við sonevndum klassiskum og rútmiskum tónleiki í senn og í leikinum Tóm Rúm sæst somuleiðis ein samanrenning av ymiskum listarligum útláti.  Hvat er tað, sum tú fært burturúr millumrúmunum?

 

TB: Eg eri uppvaksin við rokktónleiki, tann áhugin kom fyrst. Áhugin fyri klassiskum tónleiki kom seinni ella kanska hevur hann verið har alla tíðina uttan at eg havi hugsað um tað. Men eg havi í hvussu so er meðan eg gekk á konservatoriunum og aftaná ongantíð slept rokktónleikinum. Markanta sundurgreiningin millum klassiskan og rútmiskan tónleik er eftir mínum tykki kunstig, kanska ein leivd frá feudalum stýrisskipanum Eg hevði ein lærara eina ferð, sum skjeyt upp, at mann heldur enn at skilja millum rútmiskt og klassiskt skuldi skilja millum nýtt og gamalt; originalt og óorginalt. Tað hevði kanska ikki verið so nógv frægari, men nokk heldur ikki verri. Heimurin er eisini nógv broyttur seinastu tjúgu árini hasum viðvíkjandi, alsamt fleiri eru farin at arbeiða við fleiri sjangrum í senn ella í millumrúminum millum ymsar sjangrur. Fyrr kundi mann ofta fáa kensluna av, at mann skuldi vera í parti við hesum ella hasum, men tað upplivi eg sjáldan nú.

 

 

Minimalisma?

 

KP: Tað klassiska er sjálvandi ein drúgv søga í sær sjálvum og tað, sum tú gert er ikki klassiskt. Munurin millum tað klassiska og contemporary samtíðartónleik er stórur, men kann eg brúka hugtakið minimalisma um tín tónleik?

 

TB: Tað kanst tú óivað væl, men eg haldi, at tað er umráðandi at gera sær greitt, at minimalisma hevur ymiskar týdningar. Hugtakið verður ofta brúkt um okkurt, har tað hendir lítið ella um okkurt sum er einfalt, men í grundini er minimalisma jú ein greitt defineraður, tónleikasøguliga avmarkaður stílur, sum amerikanskir komponistar m.a. Terry Riley, Steve Reich og Philip Glass eru slóðbrótarar fyri. Og har eri eg slett ikki. Mær dámar minimalismu, og tað, at hon er so grundleggjandi øðrvísi enn tann tónleikur, sum annars hevur verið ráðandi í Vesturheiminum í fleiri 100 ár. Og eg brúki eisini ymiskt frá minimalismuni, kanska meira tankagongdina aftanfyri enn nakað konkret musikalskt. Tí eg haldi, at tað hendir nakað øgiliga ítøkiligt í sinninum, tá mann hoyrir hesar óendaligu endurtøkurnar, sum bara akkurát broytast. Tað sigur nakað um, hvussu avgerandi, formur er fyri upplivingina, og akkurát tað haldi eg vera serstakliga áhugavert. So ja, har eru minimalistisk elementir í mínum tónleiki. Avgjørt. Men ikki nokk til at mann beinleiðis kann kalla tað minimalisma, haldi eg. 

 

KP: Tú fyllir 38 ár næsta mánaða, er tíðin tá ikki skjótt komin til at gera ta stóru symfoniina?

 

TB: Nei, hana fari eg neyvan at gera nakrantíð. Eg elski symfoniorkestur og kundi væl hugsað mær at gjørt symfoniorkesturtónleik aftur onkuntíð, men tað verður neyvan ein symfoni. Ella kanska skrivi eg eina symfoni og kalli hana nakað annað. Til dømis Opera. Men beint nú eru tað fyrst og fremst nógvar smærri uppgávur, sum fylla.

 

 

 

 

 

 

...............................

 

 

Tróndur Bogason er føddur í 1976 í Havn og býr í Keypmannahavn. Hann er tónleikari og tónaskald við útbúgving frá Kongaliga Musikkonservatoriunum (1999-2005) í Keypmannahavn, har hann gekk hjá Ib Nørholm og Hans Abrahamsen og í Kongaliga Musikkonservatoriunum í Haag hjá Martijn Padding og Louis Andriessen. Frá 2005-2007 á solistlinjuni í kompositión á Kongaliga Musikkonservatoriunum hjá Bent Sørensen. Í 2000 vann hann saman við Dániali Hoydal kapping um at gera eina ólavsøkukantatu. Í 2003 fekk hann Gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum og hann er tríggjar ferðir tilnevndur Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Syngur við í kórinum Mpiri, sum hann var við til at stovna.

 

.........................

 

 

Yvirlit yvir verk, sum Tróndur Bogason hevur skrivað tey 3 árini við starvsløn.

- Don´t try this at a party  -  Synfonietta

- The distance between us  -  Pno trio & EA

- Exchanges III  -  Pno 

- Perceptionen  -  Kvinnu kór

- Stilli  -  Tbn & EA  (við Andras Olsen)

- Giant´s breath  -  Acc./Pno/2 Vlns/Vc

- Material cycle  -  Brass kvintett

- Room  -  CD   (við Eivør Pálsdóttir)

- Audition  -  Musical

- Sunrise/Sunset  -  Brass/Perc/EA

- Diversions  -  Orkestur

- Fairest of them all  -  Vla & EA

- The 4th dimension  -  7 Sopranar/Org./Vc

- Flugan  -  Kór

- True love  -  Film score

- Fest  -  Pno/El gtr/Vox & EA

- Tempest -  Pno/El gtr/Vox & EA 

 

………………………….

 

 

"Óttin er bundin í longsulin sum er bundin í sálina sum

er bundin í kjøtið sum er bundið í moldina sum er 

bundini í trøini sum er bundin í vindin sum er bundin

í havið sum er bundin í botnin sum er bundin í myrkrið

sum er bundið í rúmdina har ið línan er fest í eitt lodd..."

(Marjun S.Kjelnæs: Rót Tripp s.7)

 

"Tómrúmið sýgur seg niður yvir áskoðaran frá fyrstu løtu. Byrjanin er stórsligin og vøkur, yrkingin um óttan verður lýst uppá eitt tunt klæði, ið skapar eina illusión av stórari dýpd, veldugum tómleika, samstundis sum orðini verða borin fram vakurt og týðiliga við stórari rødd og rúmklangi og atmosferiskum tónleiki við smáum steðgum, ið tykjast víðka rúmið inni í høvdinum. Pallurin er høgur og tómur, hann er komponeraður soleiðis, at menniskjuni, Hann og Hon sýnast smá og tey tosa saman sum vóru tey í hvør sínum tómum rúmi…"  Úr ummæli á Listablogginum 16.feb 2014