Bert sannir sangir verða verandi...

Umvegis eina vitjan hjá tónleikaranum og tónaskaldinum Teiti Lassen á TED TALKS 2015 í Vancouver fáa vit áhugavert innlit í hansara hugsanir um kreativa skapan.

Teitur Lassen er í løtuni á eini sololeikferð í Danmark, Finlandi, Noregi, Svalbard og Týsklandi. Flestu konsertirnar eru í Danmark, har sera stórur áhugi er fyri teimum - fleiri eru útseldar. Samstundis skrivar Teitur sangir og tónleik til eina elektriska strúkikvartett við sangara - burturúr tilfari av brøvum, ið fólk skriva til Romeo og Juliet í Verona. Aftaná hetta skal hann m.a. skriva tónleik til ein heimildarfilm og eitt stutt tónaverk til ICE ensemble (International Contemporary Ensemble).

Úr at gera

Sjálvt um Teitur Lassen sostatt hevur úr at gera, kendi hann tað sum ein sannan heiður, tá hann herfyri varð biðin um taka lut í sonevndu TED TALKS í Vancouver. TED stendur fyri tøkni, undirhaldi og design (Technology, Entertainment, Design), sum eru yvirskipaðu evnini, ið verða viðgjørd á altjóða ráðstevnum, sum Sapling Grunnurin fyriskipar kring heimin undir slagorðinum Hugskot, ið eru verd at breiða út. Ein TED fyrilestur varir bara í 18 minuttir ella minni. Nógv kend fólk hava hildið TED fyrilestrar; Bill ClintonJane GoodallMalcolm Gladwell, Al GoreGordon BrownRichard DawkinsRichard StallmanBill GatesBonoMike Rowe, Larry Page og Sergey Brin, eins og nógvir Nobel heiðurslønarmóttakarar eisini hava lagt fram sínar hugsanir í TED høpi. Vit hava spurt Teit Lassen um upplivingarnar í Vancouver og hann greiðir soleiðis frá: 

Teitur um TED TALKS 2015 í Vancouver

Eg var bergtikin av at hoyra framløgur um rúmdarferðir til Mars, sjálvkoyrandi bilar, rættvísi, virus, ríkidømi, fátækradømi, hjálpararbeiði og skapandi arbeiði. Aftaná Ted mátti eg ásanna, at eg hevði eina betri fatan av hvat er á breddanum í dag og hvørjar avbjóðingar fara at koma. Eg væntaði helst okkurt heilt annað tá eg fór umborð á flúgvaran til Vancouver. Eg roknaði ikki við at reika burt í tonkunum til bambus arkitektur í Bali, til virtualan veruleika í einari Sudanskari flóttafólkalegu í Jordan ella til upprunan á Boston Undrinum.

Vaktur

Eg føli tað sum um eg havi verið í kirkju og eri vaktur. Eg var burtur í vetrarsvøvni og nú eri eg meira forvitin eftir vári. Kenni meg í sambandi við heimin og íblástan. Allir røðararnir vóru serfrøðingar. Eitt opið og gevandi huglag merkti allar framløgudagarnar. Ímynda tær at vera umgyrdur av býnum Vancouver, sum er bygdur í einum skógi í British Columbia við japanskum kirsuberjatrøum og sissandi umhvørvinum av náttúru, umframt kinverskum ungdómi í Ferraribilum og Yogium við sínum yogamáttum undir armunum. Millum røðararnar vóru nobelvirðislønartakarin Kailash Satyarthi, og performancelistakvinnan Marina Abramovic, umframt kend fólk sum Bill Gates og Dalai Lama.

Passión: At skriva sangir

Evnið í ár var Sannleiki og Áræð og mín sessión nevndist Passión og Avleiðing. Eg spældi THE SINGER, I WAS JUST THINKING og HOME. Hetta var tað, eg hevði at siga: Eg komi frá einum av minstu londunum í heiminum, Føroyum. Føroyar eru átjan smáar oyggjar í Atlantshavi, ið liggja millum Ísland, Noreg og Skotland, og har búleikast hálvtrýsstúsund fólk. Vit hava okkara egna móðurmál. Tá fólk koma saman til brúdleyp, veitslur og annað er eitt ávíst afturvendandi repertoire av sangum, sum fólk syngja aftur og aftur. Tað eru svenskir fólkasangir, danskir kærleikssangir, føroyskir tjóðskaparromantiskir “vit elska okkara land, er tað ikki herligt her, lat okkum ongantíð fara hiðani” sangir, Beatles sangir, popsangir, allir møguligir sangir, sum finna vegin fram til okkum og sum siga tað, sum skal sigast fyri at lata upp fyri okkara kenslum og binda okkum saman. Eg lærdi at spæla allar hesar sangirnar og hetta var soleiðis, eg gjørdist sangskrivari. Tá eg var trettan, byrjaði eg at kopiera, hesar sangirnar, skrivaði um systir mína, um hundin hjá mær og tílíkt. Tá eg var seytjan, hevði eg skrivað yvir hundrað sangir. Tá skrivaði eg endiliga ein góðan sang. Sangurin var um damuna, sum flutti úr Føroyum fyri at gerast dansari. Eg sendi sangin til hana á kassettubandi sum eitt bræv. Tað er ein “Eg elski teg, góða, nær kemur tú heim” sangur. Vinirnir bóðu meg aftur og aftur um at spæla hendan sangin og eg spæli hann enn í dag. At syngja er at deila tínar kenslur. Um tú ikki gert tað, tá tú syngur, framvísir tú bara fimleik við røddini. Fyri at syngja mást tú vera serfrøðingur í tí tú syngur um. Tær nýtist at geva út og geva øðrum ein part av tær sjálvum.

 Sannir sangir

Eg sóknist eftir hesum sama í øllum. Eg spyrji: hvat er ætlanin við hesum arkiekturinum, hesum designinum? hesari matstovuni, hesum filminum? Um ætlanin er at reypa, at vinna pengar ella fagnaðarróp, so gevur tú ikki. Tá tekur tú. Bestu sløgini av víni, stórslignastu listaverkini, klassiska designið, sangirnir sum vit syngja umaftur og umaftur. Hetta eru virði, ið verða til við innliti og einum vilja at geva. Soleiðis fáa skapaninar lív, og finna vegin inn í lív okkara. Tá verða skapaninar ikki bara vakrar, áhugaverdar og hugtakandi, men eisini meiningsfullar, brúkbarar og sannar. Tá vit skapa skulu vit meta um ætlanina við tí skapaða, so at vit eru vís í, at tað, vit ætla er satt. Bert sannir sangir verða verandi.

Lena Anderssen við nýggjari útgávu komandi ár

Henda vakra framførslan er frá summarfestivalinum í ár, tá Lena Anderssen framførdi saman við orkestrinum; Niclas Johannesen, Jóhannus á Rógvu Joensen, Finnur Hansen, Jósva Debes og Ragnar Finson. Erik Biskopstø ljóðblandaði liveframførsluna av "Oh Brother With The Broken Wing”, sum verður við á komandi útgávuni hjá Lenu Anderssen, sum kemur í komandi ár og sum vit eftir øllum at døma kunnu gleða okkum til. 

Tróndur Bogason nomineraður til tónleikaheiðursløn norðurlandaráðsins

29 oktober verður tónleikaheiðursløn norðurlandaráðsins latin, millum tey nomineraðu er Tróndur Bogason, sum eg gjørdi eina samrøðu við herfyri. 

 

Trívist í millumrúminum

Viðtal við Trónd Bogason - tónaskald

Tróndur Bogason fekk fyri trimum árum síðani trý ár av starvsløn frá Mentanargrunni Føroya. Hansara seinasta stóra uppgáva er tónleikurin í leikinum hjá Marjuni S.Kjelnæs Tóm Rúm, sum Tjóðpallurin setti upp við Eyðun Johannesen sum leikstjóra. Eg hitti Trónd Bogason til eitt viðtal gjøgnum Skype ein sunnumorgun í Mars.

Hann er avhildin, tað skilst á øllum brøgdum premierukvøldið á Tjóðpallinum. Nýggi leikurin Tóm Rúm er framførdur á fyrsta sinni og í róminum aftan á premieruna práti eg við nakrar luttakarar. Tá eg nevni tónleikin og hvussu hugtikin eg eri av ljóðsíðuni í leikinum, fara fólkini á Tjóðpallinum beinanveg at rósa tónaskaldinum upp til skýggja, alt meðan tey brosa hugfarsliga við tankan um krúllurnar hjá komponistinum, sum hómaðust onkrastaðni í ruðuleikanum í heimsins minsta tjóðalli, meðan hann fekk sær ein kóboylúr tær longu, ovbyrjaðu næturnar undan premieruni. Okkurt bendir á, at Tróndur Bogason hevur gjørt annað og meira enn at sovið hesi seinastu trý árini. Umframt tær størru uppgávurnar við tónleikinum í t.d. sjónleikinum Tóm Rúm og sangleikinum Audition, er Tróndur Bogason støðugt upptikin av smærri uppgávum, har hann spælir, leggur til rættis, útsetir og framleiðir tónleik hjá øðrum. Og hann er ikki lættur at fáa fatur á, tí hann hevur nógv um at vera, men tað eydnast og eg byrji viðtalið við at spyrja hvussu tað følist at sita sum áskoðari í salinum á Tjóðpallinum og uppliva eitt verk, sum hann sjálvur eigur part í.

 

TB: Eg havi sjálvandi sæð leikin framførdan fleiri ferði, men altíð við øðrum eyganum í telduni. Eg havi fyrst og fremst fokuserað upp á ljóðið, og hóast eg havi fingið eitt ógvuliga tætt forhold til leikin og allar detaljurnar í honum, so er tað nakað heilt annað at uppliva hann sum áskoðari uttan forpliktilsir. Sjálvt um eg má viðganga, at eg av og á fangaði meg sjálvan í at vera í so upptikin av onkrari óbetýðuligari detalju í ljóðsíðuni.

 

 

Pingpong

 

KP: Tónleikurin var ómetaliga vakur, men har var so nógv at fylgja við í, so eg kundi hugsað mær at hoyrt hann aftur, vónandi verður okkurt gjørt við tónleikin eftir at leikurin er liðugur. Kanst tú greiða frá tilgongdini, tá tú gjørdi tónleikin?

 

TB: Jú, eg havi ætlanir um at gera okkurt víðari við tilfarið, men akkurát hvat tað verður, er ikki avgjørt enn. Annars byrjaði tað við, at Jenny Petersen, stjórin í Tjóðpallinum ringdi og avtalaði at møtast við rithøvundi og leikstjóra. Marjun (S.Kjelnæs), Eyðun (Johannesen) og eg møttust nakrar ferðir og prátaðu, eg fekk leikritið og sendi ymisk uppskot og okkurt av tí arbeiddi eg víðari við, tað var sovorðið pingpong okkara millum.

 

KP: Tað riggar ómetaliga væl í byrjanini, tá ein yrking verður lýst uppá eitt gjøgnumskygt klæði á pallinum, meðan Eivør syngur hesa somu yrkingina, sum stendur í savninum Rót Tripp. Byrjanarsenan minnir um eina væl eydnaða listarliga installatión. Hvussu komu yrkingarnar við í heildina?

 

TB: Eg haldi, at tað var Eyðun, sum á fyrsta fundinum nevndi møguleikan fyri at brúka yrkingarnar í leikinum. Haldi at tey bæði nokk hava tosað um at innarbeiða tær meira í leikritið beint tá. Í øllum førum fekk eg eitt savn, og eitt sindur seinni skrivaði eg lag til tvær teirra og tær komu við, og síðan kom meir aftrat.

 

KP: Tónleikurin hjá tær rakar kensluna av tómum rúmi millum annað við stórum rúmklangi, sum onkursvegna víðkar rúmið og leggur dent á millumrúmið millum teir báðar høvuðsleikararnar, er hetta gjørt við vilja?

 

TB: Eg trúgvi, at tann kenslan í stórsta mun kemur frá yrkingunum - ella via yrkingarnar. Tað er kanska meira orð sum "óttin", "ódnin" og so víðari, sum eg havi reagerað uppá. Og formar; til dømis yrkingin Fest, sum hevur ein deiliga radikalan uppbygnað. Eg hugsaði um byrjanina sum eitt slag av inngangi, sum skuldi fungera sum tableau ella fastfrystar myndir í leikinum. Tað var bara eitt uppskot, men tey vóru við uppá tað. Fyri meg snýr tað seg mest um at fanga ein stemning. Frá leikritinum ella frá pallinum. Hugsi ikki so nógv um, akkurát hvat tað merkir, uttan so, at tað er ein konkret uppgáva, sum at gera sirkustónleik ella okkurt líknandi. Mann kann kanska siga, at eg reageri meira uppá, hvussu okkurt verður sagt, enn hvat verður sagt. Og so handlar tað eisini nógv um samspælið við ljóðdesignið hjá Jón (Mc Birnie).

 

 

Starsvløn og crossover

 

KP: Í 2010 fekst tú starvsløn, hvussu hava tey trý árini hilnast?

 

TB: Eg haldi tað hevur gingið ordiliga væl. Tað er ein einastandandi fríheit at kunna siga nei av og á og at kunna arbeiða við tí, sum mann annars sjáldan hevur tíð til. Eg havi tikið av nøkrum uppgávum, sum eg havi hildið vera áhugaverdar, men havi altso havt møguleika fyri at siga nei takk til okkurt og harvið havi eg kunnað miðsavnað meg um ymiskt, sum kanska ikki gevur mat á borðið her og nú. Eg havi fingið eitt ára starvsløn einaferð og tað var eisini gott og hóskaði til ta ávísu verkætlanina, sum eg gjørdi tá. Men tað er ikki heilt tað sama sum at fáa trý ár av arbeiðsfriði, har tú sleppur undan at renna eftir einari deadline, har tú kanst fordjúpa teg á ein annan hátt uttan støðuga kravið um, at tað, sum tú gert skal vera klárt tann og tann dagin. Mann er jú annars rættiliga bundin av freistum, og tað er nú eisini oftast fínasta slag, men her havi eg fingið arbeitt uppá ein heilt annan máta. Eg havi kunnað skrivað og latið hugskotini hvílt fyri síðani at koma aftur til tey, tá tey eru búnaði. Eri komin longur inn í tey.

 

KP: Fleiri av tínum verkætlanum eru sonevndar crossover verkætlanir, har fleiri listagreinir samstarva við tónleiki, dansi, performance, t.d. í tínum verki frá 2007 Investigations of a Dog, sum var ein audiovisuel konsert fyri messingblásara, dansarar og video, ið er grundað á eina stuttsøgu eftir Franz Kafka, men tú arbeiðir eisini við sonevndum klassiskum og rútmiskum tónleiki í senn og í leikinum Tóm Rúm sæst somuleiðis ein samanrenning av ymiskum listarligum útláti.  Hvat er tað, sum tú fært burturúr millumrúmunum?

 

TB: Eg eri uppvaksin við rokktónleiki, tann áhugin kom fyrst. Áhugin fyri klassiskum tónleiki kom seinni ella kanska hevur hann verið har alla tíðina uttan at eg havi hugsað um tað. Men eg havi í hvussu so er meðan eg gekk á konservatoriunum og aftaná ongantíð slept rokktónleikinum. Markanta sundurgreiningin millum klassiskan og rútmiskan tónleik er eftir mínum tykki kunstig, kanska ein leivd frá feudalum stýrisskipanum Eg hevði ein lærara eina ferð, sum skjeyt upp, at mann heldur enn at skilja millum rútmiskt og klassiskt skuldi skilja millum nýtt og gamalt; originalt og óorginalt. Tað hevði kanska ikki verið so nógv frægari, men nokk heldur ikki verri. Heimurin er eisini nógv broyttur seinastu tjúgu árini hasum viðvíkjandi, alsamt fleiri eru farin at arbeiða við fleiri sjangrum í senn ella í millumrúminum millum ymsar sjangrur. Fyrr kundi mann ofta fáa kensluna av, at mann skuldi vera í parti við hesum ella hasum, men tað upplivi eg sjáldan nú.

 

 

Minimalisma?

 

KP: Tað klassiska er sjálvandi ein drúgv søga í sær sjálvum og tað, sum tú gert er ikki klassiskt. Munurin millum tað klassiska og contemporary samtíðartónleik er stórur, men kann eg brúka hugtakið minimalisma um tín tónleik?

 

TB: Tað kanst tú óivað væl, men eg haldi, at tað er umráðandi at gera sær greitt, at minimalisma hevur ymiskar týdningar. Hugtakið verður ofta brúkt um okkurt, har tað hendir lítið ella um okkurt sum er einfalt, men í grundini er minimalisma jú ein greitt defineraður, tónleikasøguliga avmarkaður stílur, sum amerikanskir komponistar m.a. Terry Riley, Steve Reich og Philip Glass eru slóðbrótarar fyri. Og har eri eg slett ikki. Mær dámar minimalismu, og tað, at hon er so grundleggjandi øðrvísi enn tann tónleikur, sum annars hevur verið ráðandi í Vesturheiminum í fleiri 100 ár. Og eg brúki eisini ymiskt frá minimalismuni, kanska meira tankagongdina aftanfyri enn nakað konkret musikalskt. Tí eg haldi, at tað hendir nakað øgiliga ítøkiligt í sinninum, tá mann hoyrir hesar óendaligu endurtøkurnar, sum bara akkurát broytast. Tað sigur nakað um, hvussu avgerandi, formur er fyri upplivingina, og akkurát tað haldi eg vera serstakliga áhugavert. So ja, har eru minimalistisk elementir í mínum tónleiki. Avgjørt. Men ikki nokk til at mann beinleiðis kann kalla tað minimalisma, haldi eg. 

 

KP: Tú fyllir 38 ár næsta mánaða, er tíðin tá ikki skjótt komin til at gera ta stóru symfoniina?

 

TB: Nei, hana fari eg neyvan at gera nakrantíð. Eg elski symfoniorkestur og kundi væl hugsað mær at gjørt symfoniorkesturtónleik aftur onkuntíð, men tað verður neyvan ein symfoni. Ella kanska skrivi eg eina symfoni og kalli hana nakað annað. Til dømis Opera. Men beint nú eru tað fyrst og fremst nógvar smærri uppgávur, sum fylla.

 

 

 

 

 

 

...............................

 

 

Tróndur Bogason er føddur í 1976 í Havn og býr í Keypmannahavn. Hann er tónleikari og tónaskald við útbúgving frá Kongaliga Musikkonservatoriunum (1999-2005) í Keypmannahavn, har hann gekk hjá Ib Nørholm og Hans Abrahamsen og í Kongaliga Musikkonservatoriunum í Haag hjá Martijn Padding og Louis Andriessen. Frá 2005-2007 á solistlinjuni í kompositión á Kongaliga Musikkonservatoriunum hjá Bent Sørensen. Í 2000 vann hann saman við Dániali Hoydal kapping um at gera eina ólavsøkukantatu. Í 2003 fekk hann Gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum og hann er tríggjar ferðir tilnevndur Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Syngur við í kórinum Mpiri, sum hann var við til at stovna.

 

.........................

 

 

Yvirlit yvir verk, sum Tróndur Bogason hevur skrivað tey 3 árini við starvsløn.

- Don´t try this at a party  -  Synfonietta

- The distance between us  -  Pno trio & EA

- Exchanges III  -  Pno 

- Perceptionen  -  Kvinnu kór

- Stilli  -  Tbn & EA  (við Andras Olsen)

- Giant´s breath  -  Acc./Pno/2 Vlns/Vc

- Material cycle  -  Brass kvintett

- Room  -  CD   (við Eivør Pálsdóttir)

- Audition  -  Musical

- Sunrise/Sunset  -  Brass/Perc/EA

- Diversions  -  Orkestur

- Fairest of them all  -  Vla & EA

- The 4th dimension  -  7 Sopranar/Org./Vc

- Flugan  -  Kór

- True love  -  Film score

- Fest  -  Pno/El gtr/Vox & EA

- Tempest -  Pno/El gtr/Vox & EA 

 

………………………….

 

 

"Óttin er bundin í longsulin sum er bundin í sálina sum

er bundin í kjøtið sum er bundið í moldina sum er 

bundini í trøini sum er bundin í vindin sum er bundin

í havið sum er bundin í botnin sum er bundin í myrkrið

sum er bundið í rúmdina har ið línan er fest í eitt lodd..."

(Marjun S.Kjelnæs: Rót Tripp s.7)

 

"Tómrúmið sýgur seg niður yvir áskoðaran frá fyrstu løtu. Byrjanin er stórsligin og vøkur, yrkingin um óttan verður lýst uppá eitt tunt klæði, ið skapar eina illusión av stórari dýpd, veldugum tómleika, samstundis sum orðini verða borin fram vakurt og týðiliga við stórari rødd og rúmklangi og atmosferiskum tónleiki við smáum steðgum, ið tykjast víðka rúmið inni í høvdinum. Pallurin er høgur og tómur, hann er komponeraður soleiðis, at menniskjuni, Hann og Hon sýnast smá og tey tosa saman sum vóru tey í hvør sínum tómum rúmi…"  Úr ummæli á Listablogginum 16.feb 2014

 

Útgávukonsertir í heystfrítíðini við Høgna Lisberg og Ave


Í heystfrítíðini verða spennandi útgávukonsertir viðHøgna Lisberg og Ave.
Nógv hevur veriðat hoyrt til nýggju tví-útgávuna hjá Benjamin Petersen og 
Petur Pólson, Ave. Serliga lagið“Arr” hevur veriðnógv spælt, men eisini løgini 
“Oyðin” (Ave Benjamin) og “Øskuhav” (Ave Petur) hava veriðnógv at hoyrt 
síðani summar. Plátan kom á marknaðin í august mánaða.
Høgni Lisberg, iðjúst er fluttur heim aftur á klettarnar at búgva, hevur júst slept 
sættu útgávu síni, Call For A Revolution. Fyrsta lagið, sum er fariðí umfar, er 
“Back Against The Wall”. Nýggja plátan hjá Høgna er eitt slag av afturvendan 
til plátuna “Haré! Haré!”, men tó er hetta meiri sum ein stóribeiggi. Vaksnari, 
vísari, frekari og viðmeiri sjálvsáliti. 
Tvær konsertir viðHøgna Lisberg og Ave verða viðvælmannaðum bólki.
Tøting í Gøtuhósdagin 16. okt. kl 21
Reinsaríiðí Havnfríggjadagin 17. okt. kl 21
————
Til tey troyttu, tey hundasjúku og tey hugnaligu
Umframt konsertirnar viðbólki, spæla Høgni Lisberg og Ave eina serliga intima 
konsert í nýggjum spælistaði í Sandavági, Loftagrund, sunnukvøldiðtá 
heystfrítðin endar. Hettar verður ein meira akustisk og dempaðkonsert, til tey 
troyttu, tey hundasjúku og tey hugnaligu.
Loftagrund í Sandavágisunnudagin 19. okt. kl 20

Anna Maria framførir løg av fløguni Sálareygað

Anna Maria Olsen hevur givið út fløguna Sálareygað og fer í næstum at hava útgávukonsertir í Føroyum við løgum frá fløguni:

 

Kvívíkar kirkja, leygardagin 11/10 kl.16.00

Miðvágs kirkja, leygardagin 11/10 kl.19.00

Dómkirkjan, sunnudag 12/10 kl.16.00

Christianskirkjan sunnudag 12/10 kl.20.00

 

Á fløguni eru hesir sálmar:

 

Nærri, mín Guð, til Tín  

Langt upp um bláa hválvið  

Harri, bøt mítt ringa sinn  

So mangan eg síggi, at bylgjurnar bróta  

Deyði, hvar er nú broddur tín?  

Um tú  vilt gleði vinna  

Eg veit ein góðan seyðamann  

Miskunnarsami Guð, mildi Harri mín  

Gakk tú fram við góðum treyst  

Eg Hoyrdi Jesu kærleiksorð  

 Av dagsins verki móður 

 Nærri, mín Guð, til Tín  

 

Heilagt ljós yvir Boogie Street - Cohen 80 ár

Sunnudagin 21. sept. kl. 17.00 verður fyrilestur í Skálanum í NLH. Hanus Kamban hugleiðir um Leonard Cohen og hansara lív og verk í sambandi við, at Cohen hevur 80 ára føðingardag. Ókeypis atgongd. 

Tann 21. september í ár verður sangarin, yrkjarin og tónaskaldið Leonard Cohen 80 ár. Tað er í Í hesum sambandi, at fyrilesturin verður hildin.

Leonard Cohen er kanadiskur jødi. Fyrilesarin greiðir frá hansara uppvøkstri í Montreal og frá hansara jødiska umhvørvi. Víðari verður greitt frá, hvussu rithøvundurin Cohen í 1967-68 gjørdi lopið til at gerast sangari og seinni tað mest lýsandi ikonið á rock- og beat-pallinum. Fyrilesarin viðger hansara kendastu sangir, teirra millum Suzanne, Sisters Of Mercy, Hallelujah, So Long, Marianne, If It Be Your Will og Alexandra Leaving. Tekstirnir og løgini hjá Cohen eru skapt á mótinum millum erotikk og andaligan longsul, millum Mount Baldy og Boogie Street. Eisini hesin spenningur verður lýstur í fyrilestrinum.

Týr-sangarin ger skúlating í fríløtunum

Vangamyndin hjá Kringvarpinum fríggjakvøldið var eitt áhugavert prát millum Boga Godtfred og Hera Joensen, sum spurdur um hvat hann ger á konsertferðum um kvøldarnar, tá hann hevur frí, heldur óvæntað svaraði, at hann ger skúlating. Skúlaarbeiði tykist onkursvegna nokk so langt frá tí stereotypa rocknrolllívinum. Tað skilst, at Heri Joensen lesur føroyskt á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur áhuga fyri føroyskum og fyri norrønari mentan, umframt fyri tónleikinum, sum hann eftir øllum at døma veruliga brennur fyri. Her er leinki til samrøðuna:

http://kvf.fo/netvarp/sv/2014/08/22/vangamyndin

Góð klassisk konsert í Norðurlandahúsinum í dag

FIMM festivalorkestrið

Sunnudagin 24. august kl. 16.00
FIMM- festivalorkestrið við ungum klassiskum tónleikarum úr Italia og Føroyum, saman við altjóða solistunum Guntis Kuzma, klarinett, Sergey Ostrovsky, violin og Kristina Blaumane, cello. Dirigentur er Federico S. Morresi.
Kostnaður 150 kr/lesandi 75 kr
Keyp atgongumerki
Les meira

FIMM festivalurin er eitt møtistað fyri ung tónleikalesandi og yrkistónleikarar, har masterclasses, verksmiðjur og konsertir verða hildin frá 18. - 24. august.

Endakonsertin verður í Norðurlandahúsinum. 

Skrá:

Richard Wagner (1813 - 1883): Siegfried-Idyll, WWW 103 fyri kamarorkestri (1870)
Gioachino Rossini (1792-1868) Introduktión, tema og variatiónir fyri Klarinett og orkestur
Joseph Martin Kraus (1756-1792) Symfoni í C dur "Violin obligato", CB 137/VB 138 (1778-79)
I     Adagio-Allegro
II.  Andante
III.Allegro
Dobrinka Tabakova (f. 1980 í Plovdiv, Bulgaria) Concerto fyri cello og strúkarar (2008)
Jean Sibelius (1865-1957) Pelléas et Melisande, Incidental music Op. 46 (1905)
I. At the Catle Gate
II: Mélisande
IIa. At the Seashore
III. A Spring in the Park
IV. The Three Blind Sisters
V: Pastorale
VI. Mélisandi at the Spinning Wheel
VII. Entr'acte
VII. The Death of Mélisande

Tey, sum framføra, eru:
Guntis Kuzma, klarinett
Sergey Ostrovsky, violin
Kristina Blaumane, cello
FIMM festivalorkestrið við ungum italienskum og føroyskum klassiskum tónleikarum
Federico S. Morresi, dirigentur

Skráin er 90 minuttir til longdar.

Les meira á:
www. fimm-festival.com
www.facebook.com/fimmfestival
orchestraacademy@gmail.com 

Føroya ljóð er komin út

Aftur hesa ferð er tað ein mynd hjá Tróndi Patursson, ið prýðir permuna á  bókini hjá Marianne Clausen

Mariannne Clausen. Foto: Gramar.

Tann 22. august kom út bókin “Føroya ljóð” eftir Marianne Clausen, móttøka var í Norðurlandahúsinum við røðum og framførslum - sí myndirnar longur niðri, sum John Dalsgarð tók. Leinki er somuleiðis til ljóðfílar frá framløguni, sum John tók upp.

Marianne Clausen hevur skrivað upp løgini av øllum teimum upptøkum sum eru gjørdar av føroyskum fólkamusikki síðan 1902. Av hesum 6000 upptøkum valdi hon 3.300, sum komu í tær fýra bøkurnar, sum hon læt úr hondum frá 2003 til 2012. Her vóru Føroya Kvæði, Kingoløg, løg til danskar vísur og skjaldur.

Tað, sum Marianne Clausen hevur útint, er eitt satt bragd við alstórum týdningi fyri okkara mentanarsøgu og tónleik, og fyri tað fekk hon Heiðursgávu Landsins í 2012. Í nýggju bókini hevur hon sett saman 280 løg. Hon skrivar eina fróðarviðgerð av føroyskum fólkasangi og setur hann inn í eina altjóða mynd av øllum tónleiki. Hildið verður, at henda viðgerð fer at vekja ans víða hvar, og at henda bók fer at verða nýtt til musikkfrálæru ikki bert í okkara egna musikkskúla, men eisini í miðnámsskúlum og á universitetstøði. Bókin er umframt á føroyskum eisini skrivað á enskum, so tey eru nógv sum kunnu fáa gagn og gleði burtur úr henni.

Umframt nótarnar hevur henda bók nakað higartil ókent. Upprunaupptøkurnar, sum hava ligið og fúnað á søvnum víða hvar, eru tiknar fram og viðgjørdar, so tað ber til at hoyra tær á teimum báðum fløgunum, sum fylgja við bókini. Tað er hjartanemandi at hoyra hesar upptøkur frá monnum og konum, sum hava borið okkara mentanararv til okkum at fegnast um. Bókin er innbundin við kápumynd eftir Trónd Paturssyni. Síðurnar eru 319. Tað er forlagið Stiðin, sum hevur givið út.

 

https://soundcloud.com/john-dalsgard/foroya-ljo-3-vilhelmina-og-ommudottirin-framfora-skjaldur
https://soundcloud.com/john-dalsgard/1-foroya-ljo-zakarias-wang
https://soundcloud.com/john-dalsgard/foroya-ljo-5-kata-framforir-torkilsdotur-og-tivilsdotur

https://soundcloud.com/john-dalsgard/foroya-ljo-2-hanna-kampmann-lesur-rou-eftir-marianne-clausen

https://soundcloud.com/john-dalsgard/foroya-ljo-4-agnar-lamhauge-og-runi-mouritsen




Story Music endurvitjað í vinyl


Endiliga fekk eg fatur á henni.. ordiliga lekkur, tung vinylpláta sum skapt til Velbastað World Music  -"Hopeful" er fyrsta orðið, sum kemur fyri í nýggju tónleikaútgávuni hjá Teitur, og tað er júst tann kenslan, tú sum lurtari situr eftir við, tá tú hevur hoyrt útgávuna. Tí heilt frá teirri lyrisku byrjanini og allan vegin gjøgnum aldututl, yndisligan barnasang og heiðafuglaljóð, talar henda útgávan til tað góða í áhoyraranum, so at tú rætt og slætt kennir teg vónríka, tá tú hevur hoyrt hana, og eg meini altso grundleggjandi vónríka í mun til tilveruna, mannaættina, listina, ta føroysku bygdasligheitina og alt hetta hendir væl at merkja uttan at tú ert við at spreingjast av stórbærum hátíðarkenslum. Story Music er fyrst og fremst ektað og eyðmjúkt tónleikaverk, sum er borið fram av musikaliteti og eini listarligari trongd til at siga søgur. Tað er ikki hissini, men eftir at hava lurtað eftir teimum tíggju sangunum á Story Music nakrar ferðir má eg staðfesta, at eg ikki minnist meg hava hoyrt eina tónleikaútgávu sum í so stóran mun sum hendan talar til mín egna føroyska samleika. Og tað er óansæð um sungið verður um stórbýargøtuseljaran Antonio og hansara fartelefonir, ella um tað snýr seg um ein túr út á fjørðin, hetta er alt sum tað er ein fjálg og bygdaslig verð, men óklaustrofobisk við altjóða útsýni. Onkur fer møguliga at halda ljóðkollasjurnar vera nóg so sentimentalar, økoflipputar ella strævnar at lurta eftir, men hjá einum síðhærdum føroyskum kórentusiasti, er eisini tann parturin av søgunum hjá Teiti akkurát fyri. Story Music er av sonnum Velbastað World Music av allarbesta slag. Útgávan er sálarnemandi, tí hon er merkt av einari serligari nærveru, sum minnir meg á hvat tað er, eg sjálv eri góð við av mínari føroysku bakgrund. Tónleikurin minnir í støðum um góðar løtur við felagssangi, tá vit sungu Beatles ella Simon & Garfunkel, onkur sangur minnir nokk so nógv um okkurt hjá Paul Simon, men kanska er tað mest huglagið og so ljósa røddin sjálvandi, sum minnir um. Story Music er sera original og væl teimað í mun til post-fíggjarkreppulig heimsrák, har alsamt fleiri eru farin at virðismeta einfalda lívið uttan materialismunnar ok, at vera góð við umhvørvið, at geva sær tíð til hvønn annan og at vera til. Sangurin "If you wait" er somuleiðis vónríkur og stillur, og verður spakuliga laðaður upp orð fyri orð, tóna fyri tóna: "If you wait a little longer than you normally would, the most amazing thing may appear". Og tað er júst hetta, sum serstaka universið hjá Teiti snýr seg um; um at bíða eitt bil og at drála og finna tað stórsligna í uppihaldum, seinkingum og at steðga á í gerandisdegnum og vera til staðar. Story Music er heilt ómetaliga fjølbroytt, einføld men við eini ørgrynnu av detaljum, og fullfíggjaði luttakarlistin er langur. Tarira syngur við á fløguni, og hevur fleiri ferð havt áhugavert samstarv við Teit, sum eg havi upplivað, men eg var ikki við á hesum sinni. Samanumtikið sameinir henda sætta útgávan hjá Teiti fleiri síður av honum, bæði tann serstaka, dygdargóða singer songwriter sangskrivaran við melodiøsum sterkum og stillum sangum og tann ekvilibristiska sangaran í føgrum og flott útsettum balladum, umframt samtíðarlistamannin við áhuga fyri monotonum, minimalum og konseptuellum verkum. Allir teir nógvu træðrirnir eru flættaðir saman í hesum ambitiøsa verkinum, stýrdir við tryggu hondini hjá einum listamanni, sum eisini hevur pláss og yvirskot til at siga søguna um sín egna kærleika til ta stillu tilveruna og heimlandið. "Rock and Roll band" er sangurin um The Rolling Stones, sum nøkur munu kenna og sum enn fleiri ivaleyst fara at kenna, tí hann er eitt upplagt hitt. "Indie Girl" er ein ironisk søga um eina damu, sum heldur seg liva betri og rættari enn hini og sum eitt nú roynir at læra sínar mainstream grannar at liva djúpari og sannari, stuttlig og løgin pastisja við countrysitatum, ein herlig regla ljóðar: "instead of Jon Bon Jovi, she gave them David Bowie". Næstsíðsti sangurin "Gone fishing" akkumulerar banalitetir til tað ikki er banalt meira. Hetta er ein typiskur Teitursangur, sorgblíður og sterkur við einum pinkalítlum tema, ið brádliga vaksur og fær stóra, tilveruliga dýpd. Stórorkestreraða lagið "It´s not funny anymore", sum Van Dyke Parks hevur útsett, er nakað heilt annað aftur, stórfingið, lekkurt og sveimandi. Bæði tónleikaliga og tøkniliga er útgávan sannførandi. Men sjálvt um virtuosar sum t.d. heimskenda Michala Petri og mong onnur sera dugnalig fólk spæla á fløguni, hevur tað í fleiri førum eftir øllum at døma verið av størri týdningi fyri Teit at fáa útgávuna fjálga og hugnaliga við livandi, menniskjansligum luttakarum, sum synga, dansa, klappa og spæla uppá øll møgulig ljóðføri og tøkk fái tey fyri tað. Tað er serliga stuttligt, at Story Music er framleitt í Føroyum og ynskja vit Studio Bloch og okkum øllum til lukku við tí.