G!EVIÐ LJÓÐ (OG LÝÐIÐ Á)

9DA4B904-535D-4143-8383-CC2004A4374A.jpeg

G! Listin gevur neyðugt gjøgnumrák

Minnast tit spælið “Gevið ljóð”? - tað var eitt sovorði krógva-og-blunda spæl, har tað snúi seg um at krógva seg og geva ljóð, so at hin parturin kundi finna ein, men helst ikki alt fyri eitt. Eg kom í tankar um hetta spælið nú eg setti meg niður at skriva um mínar upplivingar á G! har skrivandi og hugsandi fólk góvu ljóð frá sær um okkara tíð - tað var eins og tá vit á sinni spældu bæði ørkymlandi, spennandi - tað var eisini tankavekjandi.

Fleiri ár eru liðin síðani tað á fyrsta sinni bar til at staðfesta, at list- og bókmentatiltakið hjá forlagnum Eksil á G!Festivalinum hevði ment seg til ein sjálvstøðugan festival í festivalinum og at tað er henda list- og bókmentapartin, sum eg og onnur raðfesta og gleða okkum til á G!

Í ár var hesin parturin størri enn nakrantíð og byrjaði longu mikudagin í Norðurlandahúsinum og helt síðan fram á G! hósdag, fríggjadag og leygardag. Eg fekk hósdag og fríggjadag við og upplivdi ein væl eydnaðan festival við einum sera opnum og positivum evni um altíð at koma heim, ALWAYS COMING HOME. Luttakararnir vóru mangir: Angela Rawlings (ÍS), Sissal Kampmann, Ivan Niclasen, Bergur Djurhuus Hansen, Eva Tind (DK), Siri Ranva Hjelm Jacobsen (Dk/FO), Carl Jóhan Jensen, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Lasse Jæger, Oddfríður M. Rasmussen, Anna Malan Jógvansdóttir, Rannvá Holm Mortensen, Vónbjørt Vang, Jóhan Martin Christansen, Julie Sass (DK), Tummas Jákup Thomsen, Scott Rettberg (US), Randi Samsonsen, Bruno Mikael Eysturstein, Hanni Bjartalíð, Sunniva Guðmundsdóttir Mortensen, David Sebastian Lopez Restrepo (Columbia), Agnes Mols Mortensen, Meejah Soundbath: Mai Young Øvlisen (Dk), Daniel Nayberg (DK) og Andreas Isbrandt Løvenskjold (DK).

Tiltakið fevndi eitt nú eisini um burðardygd og mat. Agnes Mols Mortensen hevði eitt frálíkt og forvitnisligt upplegg um tara og um burðardygga aling av tara. Áhoyrararnir fingu høvi at smakka ymisk sløg av tara, ið t.d. er eitt heilsugott og vælsmakkandi alternativ til supputerningar og annan smakkstyrk og Gutti Winther forkelaði okkum við Bacalao og lekrum breyði við tarasmøri. Undirritaða hevði sjálv eitt upplegg, har eg í stuttum greiddi frá luttakandi listafólkum á framsýningini. Eg valdi at relatera evnið ALWAYS COMING HOME til føroyska listasøgu og tørvin á at víðka listfatanina í Føroyum til eisini at fevna um útlendsk listafólk. Eg tosaði eisini um tað neyðuga í, at føroyingar og ikki minst føroysk ung fara út í heimin fyri at gera sær royndir og upplivingar í staðin at vera verandi í okkara varda landi í reinari og klaustrofobiskari Biedermeyer-idyll. Eg haldi, at júst eitt tílíkt tiltak sum hetta á G!, sum Ida Bencke frá Laboratory for Aestethics and Ecology kurateraði saman við Kim Simonsen frá Forlagnum Eksil við bæði føroyskum og altjóða luttakarum gevur neyðugt gjøgnumrák í okkara lítla mentanarheimi.

Fleiri tiltøk vóru við upplestri, framløgum og samrøðum, sum góvu íblástur og nógvar tankar, tó at undirritaða als ikki tekur undir uppáhaldinum um tað sonevnt posthumana og yvirhøvur niðurskrivingini í okkara tíð av tí menniskjansliga, sum er grundleggjandi í allari skriving eisini tá tvey høv práta saman sum systrar. Í veruleikanum tosa høv ikki saman eins og einki vatn hevur heila. Menniskjað hevur heila, heilin er týdningarmesti parturin av menniskjanum og vit eru tann einasta av øllum heimsins verum, sum dugir og tímir at skriva yrkingar. Menniskjað hevur kki brúkt sín heila nóg væl, tá tað kemur til at verja okkara umhvørvið - tað má og skal uppraðfestast og spakuliga er gongd komin á økið. At tað gongur í so spakuliga fyri seg má ikki úrslita í, at vit menniskju nú skulu skammast av at vera menniskju. Henda skommin er ræðulig, apokalyptisk og vónleys, og minnir einamest um religiøsu skommina av syndafallinum - vit mugu serliga ansa eftir so at okkara børn ikki vaksa upp við klimaskomm og menniskjastikni. Eitt er, at perspektivini í tílíkari skomm ikki eru upplyftandi, verri er, at tey taka okkum menniskju av ræði í ómoralskum ábyrgdarloysi og svartskygni.

Listaframsýningin á G! var framúrskarandi góð og merkiliga væl samanhangandi, sjálvt um luttakandi listafólkini í roynd og veru eru sera ymisk. Umframt performance- og videopartin hjá ávikavist Angelu Rawlings og Scott Rettberg vóru verk sett upp ymsastaðni við keiina og lendingina í Syðrugøtu. Kanska var tað staðsetingin niðri við neystini, á lendingini og á keiini, ið alt er mosagrógvið og í sær sjálvum fult av sporum av nógva virkseminum, har einaferð var. Staðið er so ómetaliga vakurt, fult av sorgblídni yvir tað farna og tað er eins og allur hesin løddi tómleikin savnar tey framsýndu verkini, so at tey øll snúgva seg um longsul. Við fyrsta eygnabrá minnir standmyndin hjá Jóhan Martini Christiansen um ein romantiskan Caspar David Friedrich figur, sum við rygginum móti landi starir út á sjógv eins og tann kendi válarin oman yvir mjørkahavinum. Men tá tú kemur nærri síggjast mongu sporini í tilfarinum, í gipsinum, sum liggur stroytt kring standmyndina, í rustaða jarninum, í flættaða toynum, sum er felt inn í standmyndina og í harðligu strokunum og viðgerðini av yvirflatuni, sum gevur standmyndini eitt plágað undirgangskent og martyriskt yvirbrá eins og er hon um at hokna. Í neystinum stendur ein ready made mansfigurur í verkinum hjá Tummas Jákupi Thomsen og skoðar út í sjónarringin, alt meðan hann skapar frásagnarligt og formligt samband millum áðurnevnda verkið hjá Jóhan Martini og tær fínu húsastandmyndirnar hjá Hanna Bjartalíð og skroypiliga vøkru málningarnar og kollasjurnar hjá Juliu Sass longu inni í neystinum. Samansetingin í hinum neystinum millum sansaligu verkini hjá Randi Samsonsen og poetiska verkið hjá Bruno Mikael Eysturstein er somuleiðis vøkur og uppløgd bæði evnisliga og koloristiskt. Verkið hjá Bruno er ein stórur lýsandi grønur bøkkur prýddur við alskyns blómum, ið hongur surrealistiskt aftarliga í rúminum umgirdur av eini ljóðmynd. Samstundis sum verkið er serstakliga ítøkiligt gevur tað hugsamband við memento mori myndir frá barokkinum og eina kenslu av, at allur hesin nemandi vakurleikin er stokkutur. Tvey av verkunum hjá Randi Samsonsen høvdu hetta sama yvirbráið av undirgangi og stívnaðari tíð. Tað eru klædnapetti, sum listakvinnan hevur seymað og skipað áðrenn hon hevur dyppað tey í fleiri løg av gipsi, ið síðan eru málað við laksareyðum nuansum, og sum í mosagrøna framsýningarhølinum lýsti eins og forgeingiligt kjøt.

Kinna Poulsen

Fotomyndir: KP, Julie Sass, Jóhan Martin Christiansen og Tummas Jákup Thomsen

A45DDD84-A83D-4548-8207-F30F072F1FBA.jpeg
Julie Sass lesur upp úr listafólkabók síni Black Fog Rising

Julie Sass lesur upp úr listafólkabók síni Black Fog Rising

Tummas Jákup Thomsen

Tummas Jákup Thomsen

Julie Sass og Hanni Bjartalíð

Julie Sass og Hanni Bjartalíð

Listafólk

Listafólk

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Bruno Mikael Eysturstein

Bruno Mikael Eysturstein

Hanni Bjartalíð

Hanni Bjartalíð

Epli á bryggjuni

Epli á bryggjuni

Gutti Winther greiðir frá

Gutti Winther greiðir frá

Angela Rowlings las upp

Angela Rowlings las upp

Agnes Mols Mortensen

Agnes Mols Mortensen

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Pílabygdin - ein permanent installatión hjá Tummas Jákupi Thomsen í Norðagøtu

Pílabygdin - ein permanent installatión hjá Tummas Jákupi Thomsen í Norðagøtu

Vónbjørt Vang lesur úr bók síni Djúpini

Vónbjørt Vang lesur úr bók síni Djúpini

Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp úr bók síni Korallbruni

Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp úr bók síni Korallbruni

Kim Simonsen las úr sínum søvnum og komandi bók

Kim Simonsen las úr sínum søvnum og komandi bók

Lív Maria Róadóttir Jæger las nýggjar tekstir

Lív Maria Róadóttir Jæger las nýggjar tekstir

Carl Jóhan Jensen las úr føroysk-danska savninum Gestur millum tíðir

Carl Jóhan Jensen las úr føroysk-danska savninum Gestur millum tíðir

A144E215-C5A4-44CE-9D4D-DE91793E0913.jpg
Eva Tind las upp úr skaldsøguni Ophav

Eva Tind las upp úr skaldsøguni Ophav

Siri Ranva Hjelm Jacobsen prátaði við Berg Djurhuus Hansen um bókina Havbrevene

Siri Ranva Hjelm Jacobsen prátaði við Berg Djurhuus Hansen um bókina Havbrevene

Ida Bencke

Ida Bencke

Panelkjak

Panelkjak

Fjølbroytt og rúgvusmikið BókmentaG!

ALways.jpg

Bókmenta- og listaparturin av G!Festivalinum í ár er nakað væl størri og meira fjølbroyttur og rúgvusmikil enn áður. Tað er Forlagið Eksil, sum skipar fyri saman við virðislønta kuratoriska bólkinum Laboratory for Aestethics and Ecology (DK/DE) við luttøku av hópin av listafólkum og rithøvundum. Heitið á festivalinum í festivalinum er ALWAYS COMING HOME, ið stavar frá skaldsøguni við sama heiti, sum amerikanski rithøvundurin og kritikarin, Ursula K.Le Guin gav út í 1985.

ALWAYS COMING HOME 

Mikudagin 10 juli kl. 15-17 í Norðurlandahúsinum

Hósdagin 11. juli í fjøruni í Syðrugøtu frá kl. 16.00-19.00

Fríggjadagin 12. juli frá kl. 14-17 í Fjósinum á G!

Leygardagin 13.juli í Fjósinum á G! frá kl. 17.00-19.30

Always Coming Home er eitt bókmenta- og listatiltak - eitt stevnumið hjá listafólkum, høvundum, leikum og lærdum, har vit við list, kjaki og bókmentum hugleiða og endurhugsa heimið og heimin m.a. við íblástri frá hugsanum hjá Ursula K.Le Guin. Upprunaliga hevur hugtakið økologi ella vistfrøði rót í orðinum ’oikos’ sum á grikskum merkir heim. Franski heimspekingurin Bruno Latour brúkar hugtakið ’solostalgi’ um hetta, at mann ikki følir seg heima heima og at mann kann leingjast heim meðan mann í roynd og veru er við hús. Heimurin ikki longur er hin sami og heimið heldur ikki. Heim innihalda eisini størri heimar og onnur lívslag sum plantur, innflutt insekt (sum t.d. vespur), bakteriur og húsdjór. Okkara likam sum er okkara fyrsta heim, inniheldur eisini verur ið ikki hava sama DNA sum vit. Í okkum sjálvum býr tað fremmanda og ókenda. Skipað verður fyri tiltøkum, samrøðum, framsýningum, upplestrum, poesikonsertum, seminarum v.m. saman við listafókum og høvundum úr Føroyum og altjóða. Eisini verða tiltøk um matmentan, har okkurt gott verður at fáa.

SKRÁ Norðurlandahúsið 10 juli 15.00-17.00

Ivan Niclasen er frásøgufólk

Ida Bencke og Kim Simonsen bjóða vælkomin

Yrkjarin og listakvinnan Angela Rawlings (ÍS) performance og yrkingaupplestur frá bókini Sound of Mull.

Siri Rannvá Hjelm Jacobsen (DK) Eva Tind (DK), Julie Sass (Dk), Kim Simonsen (FO) samrøða við Ivan Niclasen.

Amerikanski listamaðurin Scott Rettberg um vistfrøðilist og heimið í dag í sambandi við at partur av verkinum hjá honum: TOXI•CITY: A CLIMATE CHANGE NARRATIVE verður sýndur.

Í teldugjørda videoverkinum Toxi•City: A Climate Change Narrative møta vit seks fólkum, sum hava fingið eitt heilt annað lív eftir at eitrandi flóðir og stormar hava broytt Eysturstrondina í USA. Verkið Toxi•City: A Climate Change Narrative er gjørt soleiðis, at eina telda skiftir søgurnar og myndirnar. Toxi•City hevur verið víst á nógvum listafestivalum kring heimin, m.a. á Venezia Biennaluni.

SKRÁ Listatiltakið við neystini í Syðrugøtu 11 juni kl. 16.00-19.30

 Í hesum umfarinum eru trý tiltøk. 1. Listaframsýning 2. Framløgur um list 3. Matur og list

Listafólk:

Julie Sass (DK)

Hanni Julius Bjartalíð

Jóhan Martin Christiansen

Tummas Jákup Thomsen

David S. L. Restrepo (Columbia)

Bruno Michael Eysturstein

Randi Samsonsen

Eva Tind (DK)

Angela Rawlings (ÍS).

Scott Rettberg (US)

Skrá:

Ida Bencke (DK) frá kuratoriska bólkinum og forlaginum The Laboratory for Aesthetics and Ecology (DK) greiðir frá

Listaframsýning opnar í fjøruni á kajuni og rundan um neystini í Syðrugøtu við uppeggum og list:

Kinna Poulsen greiðir frá list í Føroyum

Angela Rawlings og Eva Tind vísa videoverk.

Julie Sass lesur úr nýggju listabók síni Black Fog Rising.

Sunniva G. Mortensen og listamaðurin David S. L. Restrepo (Col.) performance om mat og heim.

Agnes Mols Mortensen ph.d. og serfrøðingur í tara, greiðir frá tara til matna

Harumframt verður høvið at smakka bacalao og eplamorl við vistfrøðiligum føroyskum fiski og øðrum føroyskum rávørum.  

Skrá: Fríggjadagur 12 juli á G! í Fjósinum

Ivan Niclasen er frásøgufólk

Her eru 3 tiltøk hendan dagin í Fjósinum frá 14.00-17.00

1. Hydrofeminisma: Havið, upphavið og heimið

Fríggjadagin frá 14-16 í Fjósinum. Upplestur av yrkingum og tekstum, pallborð, talks, videoverk og kjak.

Angela Rawlings (Ísland), Siri Ranva Hjelm Jacobsen (Dk), Ida Bencke (DK), Eva Tind (DK), Vónbjørt Vang, Kim Simonsen lesa og samrøða við Ida Bencke.

2 Videoverkið: Toxi•City: a climate change narrative verður sýnt og samrøða verður við listamannin Scott Rettberg (US)

3. Føroyskir høvundar lesa úr nýggjum verkum.

Carl Jóhan Jensen

Lív Maria Jæger Róadóttir

Vónbjørt Vang

Oddfríður M. Rasmussen

Anna Malan Jógvansdóttir

Rannva Holm Mortensen

Kim Simonsen

Skrá: Leygardagur 13 juli í Fjósinum kl. 17.00-19.30

YRKING OG TÓNLEIKUR

Meejah Sound Bath

Áskoðarin sleppur her at uppliva eina serstaka liggikonsert við dansk/koreanska bólkinum, Meejah, ið skapar konsertsekvensin við íblástri frá ljóðlekjan, ljóðbaðsiðvenjuni og eysturlendskari filosofi.

Føroyskir og altjóða høvundar úr skránni hjá forlagnum Eksil framføra við bólkinum, Meejah. Høvundarnir skapa 8 upprunaverk yvir koreanska yrkjaraháttin, Sijo. Ein fyri hvørt av teim átta frumevnunum í koreanska falgginum: Eld ☲ Tora ☳ Fjall ☶ Sjógvur ☱ Vatn ☵ Jørð ☷ Vindur ☴ Himmal ☰ Tey, ið lesa eru: Carl Jóhan Jensen (Fo); Lív Maria Jæger Róadóttir (Fo); Oddfríður M. Rasmussen (Fo); Anna Malan Jógvansdóttir (Fo); Rannva Holm Mortensen (Fo); Vónbjørt Vang (Fo); Eva Tind (Dk); Siri Ranvá Hjelm Jacobsen (Dk); Kim Simonsen (Fo/Dk).

Og:

SUPERVISJÓN – 18.00-19.00

Supervisjón eru yrkjarin Lív Maria Róadóttir Jæger og elektroniska tónaskaldið Lasse Jæger. Supervisjón er ein lecture-performance, ein samanrenning millum tónleik og yrkingaupplestur, sum viðger umstøðurnar kring flóttafólkastreymin tá hesin rakar oyggjasamfelagið Føroyar.

Luttakarar:

A. Rawlings (ÍS), Eva Tind (DK), Siri Ranvá Hjelm Jacobsen (Dk/FO), Carl Jóhan Jensen, Kim Simonsen, Lív Maria Jæger Róadóttir, Lasse Jæger, Oddfríður M. Rasmussen, Anna Malan Jógvansdóttir, Rannva Holm Mortensen, Vónbjørt Vang, Jóhan Martin Christansen, Julie Sass (DK), Tummas Jákup Thomsen, Scott Rettberg (US), Randi Samsonsen, Bruno Michael Eysturstein, Hanni Bjartalíð, Kinna Poulsen, Sunniva Guðmundsdóttir Mortensen, David Sebastian Lopez Restrepo (Columbia), Agnes Mols Mortensen, Meejah Soundbath: Mai Young Øvlisen (Dk), Daniel Nayberg (DK) og Andreas Isbrandt Løvenskjold (DK).

 

Hjálparar og framleiðarar:

Ida Bencke (kurator)

Sissal Kampmann (fyriskipari)

Ivan Niclasen (framsøgufólk)

Heidi Lindenskov Róadóttir (foto/video og podcast)

Mia Haldursdóttir Smith (grafikkur og plakatir)

Hans Arni Saltá (pallur)

Tróndur Sólarnarson (hjálparfólk)

Jóhan Martin Christiansen (kuratering av list)

Anna Malan Jógvansdóttir (hjálparfólk)

Tummas Jákup Thomsen (pallar, list og smíð)

Julie Sass (plakat)

Kinna Poulsen (ráðgevi)

Siri Ranva Hjelm Jacobsen (PR)

Kim Simonsen (fyriskipari)

 Stuðul: Norðurlandahúsið, Tórshavnar Býráð, Mentanargrunnur Landsins. Eysturkommuna, G! Festivalur, Okkara, Rit og Rák, Vaðhorn og Mentamálaráðið.


alwaysjulie.jpg



 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Heimslistamaður í Havn

293764E8-4913-436E-9CB0-53C3E45A364D.jpeg

Leygardagin 15.juni læt Summarframsýningin hjá Norðurlandahúsinum upp við verkum hjá Ragnari Kjartansson.

Framsýningarheitið “Ragnar Kjartansson – Nøkur verk” ger lítið um seg um hugsað verður um, at tað fevnir um eina listarliga stórhending í Føroyum, hetta at ein heimskendur listamaður sum Ragnar Kjartansson hevur sína fyrstu listaframsýning í Føroyum. Nakað tað sama er galdandi fyri katalogið, hvørs innihald er av størri týdningi enn lítla støddin ber brá av. Katalogteksturin er bæði informativur og inspirerandi og framsýningin er yvirhøvur eitt satt scoop – alt takkað verið Norðurlandahúsinum og kuratorinum, Inger Smærup Sørensen.

Tað er ikki á hvørjum degi, vit uppliva heimslist í Føroyum – heldur ikki íslendska heimslist, sjálvt um Ísland er millum okkara næstu grannar, sum onkuntíð arga okkum við søguni um, at føroyskir menn eru ættaðir frá teimum víkingunum, sum ávegis úr Noregi til Íslands vóru so ringir av sjóverki, at teir ikki orkaðu at halda fram og sum tessvegna fóru í land í Føroyum. Men Ísland er eitt land, sum vit hevur stóran týdning fyri okkum, mentanarliga, málsliga og søguliga. Ísland er okkara stórasystir, tann djarva og sprækna, sum torir tað, vit ikki tora, og sum vit síggja upp til við stórari virðing. Sjálvt um menningin innan fyri myndlistina hevur verið meira progressiv í Íslandi enn í Føroyum, hava vit í útgangsstøði nógv til felags eisini innan hetta økið. Í báðum londum kyknaði myndlistin lutfalsliga seint og var í byrjanini stílsliga merkt av bæði europiskari modernismu og tjóðskaparromantikki. Harumframt vórðu íslendsku myndlistafólkini útbúgvin á danska kunstakademinum í Keypmannahavn, har eisini fleiri ættarlið av føroyskum listafólkum fingu sína útbúgving.  

Tað kann tykjast løgið at skriva so nógv um ymiskt, sum Ísland og Føroyar hava til felags í eini umrøðu av eini listaframsýning, men fyri ein føroyskan áskoðara, gerast hesir munir og líkleikar ein grundleggjandi partur av hvussu vit uppliva verkini hjá Kjartansson. Í Føroyum eru vit jú serfrøðingar í fiskiskipum, eins og vit munu vera heimsmeistarar í at syngja, jamma og ballast á hotelkømrum. Men tankin um at brúka tílíkt í listaverkum soleiðis sum Ragnar Kjartansson hevur gjørt tað í verkum sum S.S.Hangover ella The Visitors er helst líka langt úti sum møguleikarnir eru í løtuni fyri at fáa eitt føroyskt framsýningarpláss í Venezia-biennaluni, eitt kunstakademi í Føroyum ella eina samtíðarlistahøll í Havn.  

Ragnar Kjartansson er útbúgvin listamaður frá kunstakademinum í Reykjavík, men hansara mannagongdir eru bæði performativar, musikalskar, filmsligar og scenografiskar, og longu tá vit trína inn í Norðurlandahúsið, hoyrist bassurin frá tónleikinum í videoverkinum A Lot of Sorrow - Sorg og longsul, deyði og forgeingiligleiki eru gjøgnumgangandi í verkinum hjá Kjartansson. Tað ljóðar dapurt, men talan er um eina weltschmertz, sum tíðum verður løgd fram við boblandi lívsgleði og skemti. Hansara fimtan vatnlitamyndir líkjast vanligum, náttúruromantiskum impressiónum, ið tykjast fylltar av óavmarkaðum longsli, meðan heitið, Omnispresent Salty Death er tekin um eina aðra meira nútíðarliga, konseptuella tilvitan. Tað er country, camp og konsept, men borðreitt við rørandi og gávumildum inniligleika. Í absurda og stuttliga videoverkinum Satan is real síggja vit listamannin við gittara og naknum yvirkroppi í eini grønari park við undirpartinum plantaðum í mold eymliga improviserandi yvir regluna: Satan is real – he´s working for me. Kring hann spæla børn, sum eru merkiliga lítið upptikin av fjákuta listamanninum og í hesum samspælinum og í endaleysu endurtøkuni kyknar okkurt humoristiskt og skítbýtt, ið kundi mint um eina sjálvsviðmerking frá listamanninum. Hetta videoverkið minnir um verk hjá Tóroddi Poulsen, hvørs verk eisini eru merkt av sama spælandi lutfall millum spei, skemt og inniligleika. https://www.youtube.com/watch?v=n6KMUv2v9Ns

A Lot of Sorrow er ein listarlig performance, sum Ragnar Kjartansson skapti saman við amerikanska tónleikabólkinum, The National, og sum er ein performance av eini meira enn seks tímar drúgvari konsert,  har tónleikabólkurin útilokandi framførir ein sang. Talan er um ein monumentalan og stórbæran sang um ólukkuligan kærleikan: “Cover me in rag and bones, sympathy. Cause I don´t wanna get over you. I don´t wanna get over you”. Sangurin verður endurtikin sum í einum loopi, men við eini ørgrynnu av smáum forskjótingum og variatiónum, sum koma av, at hetta júst er ein filmað liveperformance yvir longri tíð. Sum Inger Smærup Sørensen staðfestir í katalogtekstinum, verður endurtøkan lúgvandi á ítøkiligan hátt. Í lúgvanini og ekstatisku endurtøkunum liggur vónin um at røkka eina aðra støðu, um at transcendera sorgina yvir í tað sublima.

Sublimt er verkið Nur wer die Sehnsucht kennt, sum Kjartansson upprunaliga skapti til Palais de Tokyo í Paris í 2015, og sum eg í fleiri førum havi sæð á myndum og video, men sum eg nú upplivi á fyrsta sinni í Norðurlandahúsinum. Tað er ein stór, rørandi og kompleks uppliving, sum er fyllt við øllum møguligum hugasambondum. Allur salurin er umbroyttur til eina stóra installatión, ið er átøk eini scenografi til ein amatørsjónleik primitivt málaðum kavakløddum fjallatindum eins og í málningum í romantikkinum, men í skapi av fríttstandandi, útskorum plátum úr krossviði. Tá mann gongur inni í verkinum í rúminum sæst eisini ómalaða baksíðan á plátunum, sum eisini er eins týdningarmikil partur av verkinum og málaða síðan. Áskoðarin skilir bæði romantiska sitatið í verkheitinum, sum er fyrsta regla í eini yrking hjá Johann Wolfgang von Goethe, og herliga, humoristiska tónan, sum er afturvendandi í verkinum hjá Kjartansson. Men allíkavæl, so stendur mann knappliga har mitt í verkinum sum ein annar Tintin í Tibet ella sum válarin uppi yvir mjørkahavinum og er púra ófyrireikað til ávirkanina av installatiónini, sum brádliga tykist upploysa alt spei og intellektuella frástøðu. Samstundis sum illusiónin kemur óvart á, vekir verkið ein barnsligan hug til at spæla við.

 

 

949E3B7F-0C6B-4467-ACC1-4B92B12658F3.jpg
290E8423-7B8D-4B6C-B694-58F2866F8F2C.jpeg
58AC02D8-CCD4-4CC5-B550-6EC674E01859.jpg
Ragnar8.jpeg
EFF6850C-997E-4CF6-A981-1E3E6767E16B.jpeg
AB6C72F2-E602-463C-8E8B-3B730B4ECD6B.jpeg
6722F72F-625A-411E-85E8-73A85CBBF4BE.jpeg
02AA86FA-A750-488B-89EA-F5E414207F55.jpeg
E59B8EFC-5F4B-44A9-81A3-2D367BE22180.jpeg

Litir og summar í Steinprenti

Tr%C3%B3ndur.jpg

Sjálvt um hitastigini ikki eru at reypa av her um leiðir, so er summarið byrjað í Steinprenti. Tað merkist á streyminum av vitjandi, sum økist dagliga. Men tey geva sær eisini tíð til annað enn ferðafólk og vitjandi, hesa seinastu vikuna hevur Tróndur Patursson arbeitt á verkstaðnum, har hann hevur gjørt royndir við ymiskum litum, neabel- og cadmium gulum, reyðum og ultramarin bláum litum, sum lýsa í íløtum og myndum í Steinprentum. Prentini eru sera ymisk, Tróndur arbeiðir við dýpdini og ljósinum í myndarúminum, sum er sera skiftandi í teimum nýggju steinprentunum. Tað verður spennandi at (vónandi) uppliva verkini á komandi framsýning.

10A6FC3F-53F2-4B5B-99E4-5C9540527E89.jpg
56F02369-C28D-4A8B-8E5D-C52E9D88E172.jpg
B427C8B4-C666-4220-B684-6D8416ECB834.jpeg
62481371_872933283075567_3043606429459021824_n.jpg

Foto: Louise og kp

Alt ruggar ikki rætt í danska kongaríkinum...

62342323_2347631175302151_5931389547043618816_o.jpg

Føroyska leikbólkin, Det Ferösche Compagnie (DFC) kenna vit sum ein modernaðan og progressivan sjónleikarabólk, sum tað er ein frøi at hoyra nýtt frá. Sambært tíðindaskrivi eru tey farin undir fyrireikingarnar til fyrstu føroysku sýningarnar av Hamlet eftir William Shakespeare. Búi E.Dam er leikstjóri og yvirhøvur sær manningin sera spennandi út. Tróndur Bogason hevur gjørt tónleikin. Kjartan Hansen hevur høvuðsleiklutin sum Hamlet, meðan Ofelia verður leikt av Kristinu Sørensen Ougaard. Sofía Nolsøe Mikkelsen verður Claudius, Annika Johannesen verður Gertrud, Hans Tórgarð spælir Polonius, Búi Rouch spælir Laertes og Mariann Hansen spælir Rosencrantz/Guildenstjern. Leikstjórin, Búi Dam verður Horatio. Leikverkið verður sett upp og framført í samstarvi við Norðurlandahúsið, og atgongumerkini til sýningarnar eru nú sett til sølu. Eingin sjónleikur er so ofta framførdur sum Hamlet, og kortini er hann ongantíð framførdur í Føroyum, men sum skilst, er hetta ein serlig versión av Hamlet, sum er hugsað til føroysk viðurskifti. Shakespeare skrivaði leikritið um ársskiftið 1600, har han viðger heimspeki, samfelag, politikk, mystikk, sálarfrøði, átrúnað, girnd, alsk, familju, vinalag og forelskilsi. Samstundis er Hamlet ein spennandi søga um kærleika og hevnd. Hamlet er ein tragedia við nógvum deyða. Tessvegna hevur DFC valt ta føroysku jarðarferðina sum karm um leikin. Tríeindin, tá flutt verður frá stað til stað - í kirkju, út á kirkjugarð, til ervi – er ein dramaturgisk gongd, sum er okkum føroyingum avbera væl kend, og neyvan kann nakað annað savna føroyingin sum deyðin. Hamlet verður frumsýndur 8. novembur í Norðurlandahúsinum og til ber at ogna sær atgongumerki á heimasíðuni nlh.fo. 

Um pallsetanina sigur leikstjórin, Búi Dam: "Vit stremba eftir at skapa eina sýning, sum er øllum eyðskild og atkomulig, samstundis sum vit vilja vera trúgv ímóti ófatiliga kompleksitetinum og vakurleikanum í skaldskapinum hjá Shakespeare"

Stutt um leikin:
Hamlet er krúnprinsur í Danmark. Hann lesur í útlondum, men er
komin heim til jarðarferðina hjá pápa sínum, Hamlet Kongi. Heima á Kronborg slotti fær Hamlet ein hvøkk, tá ið mamma hansara giftir seg
uppaftur við pápabeiggja hansara, Claudiusi, beint eftir jarðarferðina.
Og tá hann so sær pápa sín spøkja á slottinum, veit hann sum er; at alt ruggar ikki rætt í danska kongaríkinum.

Frumsýning  8. november

Kostnaður: 325 kr // lesandi 200 kr

Aldursmark 14 ár

LUTTAKARAR

Hamlet: Kjartan Hansen

Ofelia: Kristina Sørensen Ougaard

Claudius: Sofía Nolsøe Mikkelsen

Gertrud: Annika Johannessen

Horatio: Búi Dam

Polonius: Hans Tórgarð

Laertes: Búi Rouch

Rosencrantz / Guildenstjern: Mariann Hansen

Aðrir luttakarir: kórsangarar úr Tarira og kórleiðarin Jóhannes Andreasen

Leikstjórn: Búi Dam

Týðing: Hans Tórgarð

Pallmynd og búnar: Sámal Blak

Ljóðmynd og tónleik: Tróndur Bogason

Ljóðtøkningur: Theodor Kapnas

Ljósmynd: Súni Joensen

Byggimeistarar: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam

Hjálparleikstjórar: Maria Tórgarð og Katrin Joensen Næs

Edward Fuglø ger standmynd í Svínoy

mentanarn%C3%A1tt2012+028.jpg

Leygardagin 15. juni 2019 verður minnisvarðin, sum Edward Fuglø hevur gjørt, avdúkaður í Svínoy. Tað verður, sum skilst, ikki eitt egg sum tað omanfyri, ið er á einum málningi á framsýning í Norðurlandahúsinum í 2012, men ein standmynd, sum ímyndar ein dropa.

Minnisvarðin er reistur fyri tey, sum farin eru av vanlukku bæði á sjógvi og landi. Hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum. Tí er farið heilt aftur til 1739 og fram til 1984 – í hesum tíðarskeiði eru 51 menn og ein kvinna farin. Kona Árant úti á Bø doyði í skalvalopinum í Gerðum 1745. Svínoy hevur verið hart rakt av bátsvanlukkum. Í tíðarskeiðnum 1861 - 1913 gingu seks Svínoyarbátar burtur við 6, 3, 2, 2, 5 og 6 monnum ella tilsamans 24 menn. Tann síðsti, ið er nevndur á minnistalvuni, er farin í 1984. Skipað verður fyri góðum sambandi hendan dagin, tí fyriskipararnir vænta hópin av fólki, og eisini er skrá við guðstænastu, áðrenn farið verður út til minnisvarðan “Dropi í lívsins havi”.

 Keyp bond til ferðina

 Ferðasambandið er skipað soleiðis, at Ritan siglir snimma á morgni, men neyðugt er at keypa armbond til ferðina út til Svíoyar henda dagin – leygardagin 15. juni 2019.

 Hesi bond, við ymiskum litum til hvørja ferð, fáast á Norðoya Kunningarstovu.

 Tlf: 456939 – info@klaksvik.fo.

 Bondini skulu heintast og gjaldast á Norðoya Kunningarstovu.

Kostnaður:

 Vaksin kr. 100,- fyri báðar ferðir – út til Svínoyar og innaftur

Børn (upp til 15 ár) ókeypis, men skulu hava bond

Um so er, at fólk møta upp í Hvannasundi uttan bond til ferðina, kunnu tey sleppa við, bert um pláss er, í mun til tey, sum hava bond til hvønn túrin. Bondini eru eyðmerkt við ymiskum litum til hvønn túrin sær.

Ikki er neyðugt við bondum innaftur.

Soleiðis verður siglt

Kl. 07.00 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 08.15 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 09.30 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 10.45 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 12.00 –    Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

 

                                           Ritan tekur í mesta lagi 121 ferðafólk hvørja ferð

 

 Skrá:

  

Kl. 08.30 – 11.00               Morgunmatur á Gamlagarði

                                                     

Kl. 13.00                            Guðstænasta

 

                                           Samanringing, Preludium, Inngangsbøn

 

                                                                 Stutt tala í sambandi við dagin: Jóannes Purkhús, sóknarprestur

 

                                                                 17 Sangarar syngja - Uttan teg 

 

Prædika: Jógvan Fríðriksson, biskupur

 

Tey á Váli syngja - Á, tú sorgbundna sál

 

-       Felagssálmar verða eisini sungnir

 

Útgangsbøn, Biðisløg, Postludium

 

 

 

Kl. 14.00                     Farið verður út til minnisvarðan, “Dropi í lívsins havi”

 

17 Sangarar syngja – Bert ein dag  

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu

 

Felagssálmur

 

Poul Sivar Olsen greiðir frá tilgongdini at reisa minnisvarðan

 

Edward Fuglø greiðir frá hugskotinum handan minnisvarðan

 

Tey á Váli syngja – Eg eigi Hirða

 

Heri Joensen, prestur flytir fram røðu

 

17 Sangarar syngja – Allar staðir har eg fari. 

 

Minnisvarðin verður avdúkaður av Bjarna Jacobsen

 

Minnispláta verður avdúkað av Petur Danielsen

 

Heri Joensen, prestur lýsir signing

 

Felagssangur, Tú alfagra land mítt

Mentanargrunnurin má taka sær um reiggj!

mentanargrunnur_header.jpg

Herfyri vóru listafólkalønirnar latnar á øðrum sinni; Jens L.Thomsen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Carl Jóhan Jensen umboðandi tónleik, myndlist og bókmentir, vóru hesa ferð tey, sum nevndin í mentanargrunninum eftir tilmæli frá faknevndum, valdi at gera íløgu í. Síðsta ár varð íløga gjørd í framtíðar verk hjá Brandi Patursson, myndlistamanni, Búa E. Dam, leiklistamanni, og Katrini Ottarsdóttir, rithøvundi.

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, sum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Yrkislistafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan tey fáa listafólkaløn, tó kunnu tey hava inntøkur av teirra skapandi virksemi. Umsóknarumfar til listafólkalønir er einaferð árliga. Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving, ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið. Játtanin er 3,3 milliónir kr.

Listafólkalønirnar eru eitt stórt framstig á týdningarmikla føroyska mentanarstuðulsøkinum, sum er ávegis onkrum, sum eg sjálv í mong ár havi verið forsprákari fyri; nevniliga at býta stuðulsøkið upp í áhuga- og yrkislistastuðul. Tað er gleðiligt, at stig eru tikin henda vegin, tó at okkurt undrunarvert er við valinum hjá nevndini, sum eisini er galdandi fyri alt mentanarstuðuls- og virðislønarøkið, og sum fær meg at hugsa, at tørvur er á at minna okkum á hvat tankin var við listafólkalønini.

Fyrr plagdi mann at siga, at tað ikki var nakað gott tekin at fáa mentanarvirðislønina. Tí so stóð mann allarhelst við minst øðrum beininum í grøvini. Sipað varð til, at tey, sum fingu virðislønir ofta høvdu rættiliga høgan aldur. Ei undur í tí; virðislønin varð latin hesum listafólkum í takksemi fyri teirra lívsavrik. Hetta lyndið er markant broytt síðstu árini nú fleiri hava fingið virðislønina, sum eru um miðjan aldur, t.d. operasangarin Rúni Brattaberg, sum var 50, tá hann fekk virðislønina.Broytingin er náttúrlig, men ikki bara tað. Seinast fekk Bárður Jákupsson virðislønina, hann er 75 ár - so tað var uppá tíðina, tí aldur hevur týdning; ikki bara tí hann er okkara náttúrligi avmarkingarfaktorur – øll eru ikki so væl fyri, at vit kunnu vænta okkum at verða vald inn á Fólkating, tá vit eru farin væl upp um dustsins ár. Nakað annað er, at aldur kann vera ein garantur fyri royndir og avrik.

Tá vit á sinni tosaðu um listafólkalønir var tankin, at hetta skuldi vera krúnan á listastuðulsverkinum. Meðan starvslønr kunnu søkjast og stuðlast í teimum førum, nevndin heldur verkætlanina vera áhugaverda, skuldu listafólkalønir latast royndum listafólkum, sum við framsýningum, bókum, filmum, leikum høvdu latið ein streym frá sær av listarligari dygd, sum vit sum land ikki vildu verið fyriuttan. Her haldi eg, at fleiri av teimum sera dugnaligu listafólkunum, sum hava fingið listaløn eru ov óroynd. Nakað annað er denturin, sum dygdin á stuðulsumsóknum fær frá Mentanargrunninum. Hetta tykist mær ógvuliga grunt listarliga sæð at leggja so stóran dent á hvørt umsóknin er fín og flott. Vit kunnu ikki lata sum um vit ikki vita av hvørjum øðrum í Føroyum. Veruleikin er, at vit vita effinett hvør er hvør og hvat hvørt listafólk hevur gjørt um seg. Um umsóknirnar hava so stóran týdning skjóti eg upp at vit gera eina umsóknarvirðisløn, sum verður latin flottum umsóknum. – Skemt til síðis. Nevndin í Mentanargrunninum undir leiðslu av Ingun í Skrivarastovu hevur ábyrgd av mentanarstuðlinum, at tryggja at stuðulin verður til meiningsfullar og góðar íløgur í føroyska list og mentan. At stuðulsslag og upphædd eru samsvarandi við móttakara og verkætlan er neyðugt fyri um stuðulin verður tann effektiva íløgan, sum ætlanin var, og tí má nevndin í Mentanargrunninum taka sær um reiggj!

 

 

LISTAFÓLKALØNIR Jens L.Thomsen, Ragnhild H.Højgaard og Carl Johan Jensen

listaløn.jpg

Nevndin í Mentanargrunninum hevur gjørt av at veita trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár til burturav at arbeiða við síni list innan tónleik, myndlist og bókmentir. Tey trý listafólkini eru:

Jens L. Thomsen

Menniskja, náttúran, tøknin og Føroyar sýnast at vera miðdepilin í virkseminum og listarligu útsøgnini hjá Jens L. Thomsen. Ætlaninar eru væl lýstar, listarliga stórfingnar og somuleiðis nærverandi við ansni at tilfarsligum uppruna í tíð, rúmd og stað. Ætlaninar ganga somuleiðis, í summum førum, inn í sjálvar tónleikaligu grundlutirnir. Tær hugsast sum partar av støðugari tilgongd, sum vísir listarligt djúphugsni og samanhang millum framleiðslugongd, tøkni og innihald. Vitanin um arbeiðið handan listaverkið fær serstakan týdning og fremur, at verkini fáa nærverandi týdning fyri lurtaran og áskoðaran.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard

Ragnhild H. Højgaard er tekstillistafólk, sum tekur støði í ull. Hon tvinnar saman nýhugsan og siðvenju í hugtakandi listaverkum. Við sínum djúptøkna kunnleika til tilfarið megnar hon at endurnýggja siðbundna arvin frá teimum, ið undan fóru og at endurhugsa møguleikarnar hjá ullini. Listaverkini hjá henni vísa, at hon hevur skapandi evni á høgum stigi. Installatiónirnar hava drøg úr arkitekturi, listhandverki og design. Tey spæla saman við rúminum, sum tey eru í og tala til sansirnar hjá áskoðarinum. Hon er í eini serstøðu, tí at hon arbeiðir við tí tilfeinginum, sum vit hava her í Føroyum og hevur stórar ætlanir um at gagnnýta okkara tilfeingi sum tann góða føroyska ullin er.

Carl Johan Jensen

Carl Johan Jensen kann teljast millum royndastu rithøvundar okkara. Tey útvið 40 árini Carl Johan Jensen burturav hevur starvast sum rithøvundur, hevur hann latið úr hondum hópin av ritverkum á høgum listarligum støði, fjølbroytt og poetisk avrik, ið tilsamans hava eitt stórt bókmentaligt virði. Ikki so sjáldan hava útgávur hansara elvt til kjak, ikki minst um formin. Carl Johan Jensen hevur seinnu árini prógvað, at hann megnar at flyta seg og stíltilvitað ganga nýggjar leiðir. Hansara rannsóknir lýsa okkara samtíðarsamfelag og menniskju, samstundis sum tað næra verður samantvinnað við tað fjara, tá nomið verður við lívsins stóru grundspurningar.

Umsóknir á høgum støði

Inn komu 26 umsóknir, og torført hevur verið at tikið dagar í millum nógvu og góðu umsóknirnar. Samstundis frøast vit um tað fjølbroytni og um ta grøði, sum er innan tey ymsu yrkislistaøkini. Endaliga avgerðin hjá nevndini speglar eisini hesa vídd. , og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir nevndarinnar meting, hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Hesi sótu í faknevndunum at gera tilmæli til nevndina: Ritlist: Ann Ellefsen og Bergur Rønne Moberg. Myndlist: Bárður Jákupsson og Solveig Hanusardóttir Olsen. Tónlist: Hans Pauli Tórgarð og Sunleif Rasmussen. Filmslist: Julia í Kálvalíð og Rókur Heinesen.

Nýggj listprýðing í Sirkus

62220751_10157402338941115_5330743670687662080_n.jpg

Nógv spennandi mentanartiltøk verða nú fríggjadagin í sambandi við Mentanarnáttina í Havn. Eitt av teimum ordiliga áhugaverdu tiltøkunum er í Sirkus klokkan kl 16.00, tá ein nýggj og øðrvísi listprýðing verður avdúkað. Talan er um 10 nýggjar borðplátur, sum 10 ymisk fólk hava skapað. Tey eru Brandur Patursson, Hansina Iversen, Bruno Mikael Eysturstein, Tummas Jákup Thomsen, Anna Elisabeth Isholm Wind, Kirstin Helgadóttir, Ingilín Didriksen Strøm, Ólavur S T Thorsteinsson, Rolant Lenvig Av Reyni og Magnus King.
Samstundis verður eitt savn av sjónbondum eftir Magnus King tendrað á stórskíggjanum á 3. hædd. Tað eitur "Alt í einum 13 alt í lagi so eru vit einig báðar”. Listprýðingin er varandi; tvs at borðini eru í brúk, tá Sirkus er opið

MY OWN SPACE - Opið er mentanarnáttina til klokkan 21

Silja Strøm og Zven Balslev

Silja Strøm og Zven Balslev

Leygardagin 1.juni læt framsýningin MY OWN SPACE upp í Steinprenti.. Við á framsýningini eru nýggj og eldri verk hjá Hanna Bjartalíð, Hansinu Iversen, Anný Ø.Djurhuus, Rannvá Kunoy, Silju Strøm, Tóroddi Poulsen, Mie Mørkeberg, Zven Balslev, Mariusi Olsen, Bjørn Nørgaard, Zachariasi Heinesen og Torbjørn Olsen. Kinna Poulsen er kurator. Her eru nakrar myndir frá framsýning og upplating, men verkini skulu síggjast í hølinum, har tey hanga og standa. Minnist til eisini at fara uppá, tí har hongur stórfingna verkið hjá Rannvá Kunoy. Framsýningin heldur á til og við 3.august.

93C9F160-5B13-4540-A0E6-8FB0323AF6A7.jpg
Framsýningin - verkið á gólvinum gjørdi Anný Ø.Djurhuus

Framsýningin - verkið á gólvinum gjørdi Anný Ø.Djurhuus

Carl Jóhan Jensen las upp

Carl Jóhan Jensen las upp

Torbjørn Olsen

Torbjørn Olsen

Upplating

Upplating

Hansina Iversen

Hansina Iversen

Zacharias Heinesen

Zacharias Heinesen

Marius Olsen og Torbjørn Olsen

Marius Olsen og Torbjørn Olsen

Silja Strøm og Zacharias Heinesen

Silja Strøm og Zacharias Heinesen

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Silja Strøm, Hanni Bjartalíð og Mie Mørkeberg

Silja Strøm, Hanni Bjartalíð og Mie Mørkeberg

Hanni Bjartalíð

Hanni Bjartalíð

Zacharias Heinesen

Zacharias Heinesen

DSC_0005.jpg

Marius Olsen

Bjørn Nørgaard, Hanni Bjartalíð og Hansina Iversen

Bjørn Nørgaard, Hanni Bjartalíð og Hansina Iversen

Zven Balslev

Zven Balslev


Rúm í list

Torbj%25C3%25B8rn.jpg

Leygardagin 1.juni klokkan 15 letur Summarframsýningin í Steinprenti upp. Framsýningin, ið hevur heitið MY OWN SPACE, fevnir um rúm í list, list í rúmi, egið rúm og felags rúm. Framsýningarheitið stavar frá einum viðtali á Liverpool Biennaluni við Hanna Bjartalíð, har listamaðurin greiðir frá hvaðani íblásturin til hansara verk kemur. Hann sigur hugskotini koma frá einum serligum staði, sum hann kallar sítt egna rúm. Og eingin ivi er um, at rúm eru grundleggjandi í listini hjá Hanna Bjartalíð, bæði í málningum og samansettum verkum, men ikki bara hjá honum. Tí umframt tey rúm, vit uppliva í listaverkum og tað pláss, hesi verk taka, so hava listafólk síni egnu rúm og hesi rúm er tað, Summarframsýningin í Steinprenti snýr seg um. Talan er um eina sera fjølbroytta og undirhaldandi framsýning við góðari føroyskari samtíðarlist við málningum, prentum, standmyndum og lutum, ið alt samalt onkursvegna snýr seg um ella definerar eitt egið rúm innan so ymiskar listagreinar sum olju- og akrylmálningar, vatnlitamálningar, installatiónir, standmyndir, veggjamálarí og prentmyndir. Luttakandi listafólkini eru: Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Anný Ø.Djurhuus, Rannvá Kunoy, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Mie Mørkeberg, Zven Balslev, Marius Olsen, Bjørn Nørgaard, Zacharias Heinesen og Torbjørn Olsen. Kinna Poulsen er kurator.

Sissal Kampmann í mentanarsendingini Nón var og vitjaði í Steinprenti mikumorgunin, lurtið her: http://kvf.fo/non?sid=95084

MY OWN SPACE

MY OWN SPACE.jpg

Summarframsýning í Steinprenti 2019

Leygardagin 1.juni klokkan 15 letur Summarframsýningin í Steinprenti upp. MY OWN SPACE fevnir um rúm í list, list í rúmi, egið rúm og felags rúm. Framsýningarheitið stavar frá einum viðtali á Liverpool Biennaluni við Hanna Bjartalíð (f.1968), har listamaðurin greiðir frá hvaðani íblásturin til hansara verk kemur. Listamaðurin sigur at hugskotini koma frá einum serligum staði, sum hann kallar sítt egna rúm. Og eingin ivi er um, at rúm eru grundleggjandi í listini hjá Hanna Bjartalíð, bæði í málningum og samansettum verkum, men ikki bara hjá honum. Tí umframt tey rúm, vit uppliva í listaverkum og tað pláss, hesi verk taka, so hava listafólk síni egnu rúm og hesi rúm er tað, Summar-framsýningin í Steinprenti snýr seg um.  

Myndarúmið hevur verið fyri støðugari broyting í málningunum hjá Hansinu Iversen (f.1966). Í støðum sýnist hetta rúm tveydimensionelt eins og flatan, tað er málað á, meðan tú aðrastaðni hómar eina øgiliga dýpd og megi í formatiónunum. Í málningum hennara umskarast skap, sum alt eftir hvar eygað hvílir taka seg fram og aftur úr myndaflatanum í eini støðugt bylgjandi heild. Seinastu árini hava vit á framsýningum hjá listakvinnuni í Listasavninum og í Listahøllini upplivað, at hesi skap og strok eru flutt úr løriftinum og út í sjálvt framsýningarrúmið, har tey fáa ein øðrvísi arkitektoniskan dám sum partur av rúminum. Ein tílíkan veggjamálning in situ fer Hansina Iversen at mála til framsýningina MY OWN SPACE - vit gleða okkum.

Og júst hetta við at skapa sítt egna rúm rakar nokk so beint á mannagongdina hjá Anný Ø.Djurhuus (f.1997), ið ger sonevndar pop up framsýningar í plantasjuni og aðrastaðni, har hon myndar sítt heilt egna rúm og fyllir tað við serligum søgum. Hesar søgur verða sagdar á dreymakendan og poetiskan hátt við viðgjørdum ready mades, ið verða samantvinnaðir við lívrunnum náttúrutilfari.

Monumentala verkið hjá Rannvá Kunoy (f.1975), After History krevur, at áskoðarin flytir seg úr framsýningarrúminum og niðan gjøgnum trappurnar. Men uttanveltaða støðan er kanska eisini ein ábending um eitt verk, sum er nakað fyri seg, sum næstan loypir á áskoðaran og sum í roynd og veru ger upp við eina grundtreyt hjá málarínum. Orsakað av eini serligari kompositión og málihátti og av tí, at málningurin er málaður við serligum litevni, tykist hann ikki vera bundin í tíð og stað eins og málningar flestir. Málningurin skiftir lit og útsjónd eftir ljósinum í rúminum og eftir hvar áskoðarin er staddur í rúminum. Tað ger sjálva upplivingina av verkinum dynamiska, óítøkiliga – at kalla óyvirskoðiliga. Men er áskoðarin tolin og letur eyguni reika spakuliga um myndaflatan yvir tað, sum fyrst líkist einum hurlivasa í fleiri løgum av myndaliðum, bókstavum, orðum, strikum og kendum sum ókendum teknum, so er tað brádliga eins og letur verkið seg upp og samlast í einari strálandi, avkláraðari kompositión í fullkomnari javnvág og harmoni.

Í myndunum hjá Silju Strøm (f.1987) snýr tað seg eisini um javnvág og um javnstøðu. Sjálvt um myndirnar eru partvíst figurativar, ber ikki til at býta tær upp í forgrund, mið- ella bakgrund. Í staðin trokast allir myndaliðir á einum og sama niveau. Javnstøðan skapar somuleiðis eitt áhugavert lutfall millum teir figurativu og teir abstraktu myndaliðirnar. Tað er eins og at teir abstraktu myndaliðirnir interagera í frásøgnini – tað kann vera í skapi av onkrari litplamasju, ið leggur seg kring ein figur og forðar okkum í at síggja partar av honum ella eins og málingastrok ið knýta saman myndaliðirnar, sum sveima kring myndaflatan í eini ringrás, sum bæði sæst í einstøkum verkum, men sum eisini kann upplivast millum einstøku verkini hjá Silju Strøm.

Sjálvt um teir eru rættiliga ymiskir og upprunaliga hava pláss í hvør sínum enda á føroysku listasøguni - tann eini sum grundleggjari, hin sum endurnýggjari - hava teir meira til felags enn mann skuldi hildið. Zacharias Heinesen (f.1936) og Tóroddur Poulsen (f.1957) eru báðir Havnarmenn, ið báðir hava tulkað upphavsliga býaarúmið visuelt og poetiskt. Fyrstnevndi hevur óteljandi ferðir teknað og málað sítt egna rúm og tað er heilt ítøkiliga útsýnið úr hansara egnu stovu uppi á Varða í Havn, ið hugsað verður um. Hetta útsýnið kennir hann betri enn nakað annað, men sjálvt um hansara kláru myndatulkingar av Havnini og okkara umhvørvi eru so sannførandi, at vit halda tær vera veruleikakendar, so er er talan heldur um eitt slag av koloristiskum ovursjónum við intensum, kontrastríkum litspæli millum violett og gult, grønt og reytt og blátt og brent. Tær føgru Havnamyndirnar hjá Tóroddi Poulsen eru eitt slag av konstruktivistiskum dekoratiónsmyndum við hópin av strikum, prikkum, mynstrum og ringrásum, ið tilsamans kunnu minna um topografiskar luftmyndir av býnum ella um barndómsins detaljuríku skattakort, samstundis sum talan er um abstrakta, litríka ornamentering.

Tó at munirnir eisini eru nógvir millum verkini hjá brøðrunum Torbjørn Olsen (f.1956) og Marius Olsen (f.1963), so hava teir tað til felags, at innirúm ofta gerst partur av útirúminum í teirra myndum. Hjá Mariusi Olsen hendir hetta umvegis spegling av t.d. eini lampu, sum kemur í millum áskoðaran og útimyndina og sum í myndarúminum gerst átøk einum flúgvandi tallerki, meðan málarin Torbjørn Olsen ofta hevur myndir í myndini, t.d. skínandi gula vindeygað í atelierinum, sum sæst í fleiri altartalvum, har tað kann verða fatað sum ímynd av tí allarheilagasta. Til framsýningina hevur Torbjørn málað spildurnýggjar monumentalar málningar við hugtakandi tulkingum av samanbrædda inni- og útirúminum.

Kvinnurnar í prentmyndunum hjá Mie Mørkeberg (f.1980) eru allar antin staddar við vatn ella í vatni. Myndarúmið sýnist tískil flótandi - tað er á tremur av litum og laveringum og tykist um somu tíð mjúkt og vakurt og klaustrofobiskt og vandamikið. Myndarúmið í prentunum hjá Zven Balslev (1976) er somuleiðis ofta sera fyllt. Stílurin í hansara figurativu og abstraktu myndum er eitt sindur ráur og minnir um myndir í undirgrundsteknirøðum við surrealistiskum brá, har abstrakt og figuratitvt verður pallsett uttan nakra at síggja til hægri meining. Fleiri av verkunum, sum Bjørn Nørgaard (f.1947) hevur gjørt í Steinprent eru somuleiðis komprimerað og sett saman av fleiri myndum. Myndarúmini í steinprentsrøðini Everybody can be God, who are you? sýnast sera kompakt, tey eru bygd upp í fleiri løgum kring ein tekst, sum í flestu førum er eitt heiti frá gomlum sangum, t.d. As time goes by og There are places I remember. Heitini tykjast meir og minni horvin í prosessini undir løgum av liti og myndevnum. Myndirnar eru yvirhøvur rættiliga óklárar, men vit hóma í fleiri teirra átrúnaðarligar figurar úr ymsum mentanum. Oman á øllum síggjast einføld strok eins og tekin, sum møguliga hava ein ávísan samanhang við sangheitini, t.d. er ein avgjørd skákstrika oman á myndini Je ne regrette rien eins og ein visuel staðfesting frá listamanninum, sum einki angrar.  

MY OWN SPACE er sostatt ein fjølbroytt og undirhaldandi framsýning við góðari føroyskari samtíðarlist við málningum, prentum, standmyndum og lutum, ið alt samalt onkursvegna snýr seg um ella definerar eitt egið rúm innan so ymiskar listagreinar sum olju- og akrylmálningar, vatnlitamálningar, installatiónir, standmyndir, veggjamálarí og prentmyndir.

Luttakandi listafólkini eru: Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Anný Ø.Djurhuus, Rannvá Kunoy, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Mie Mørkeberg, Zven Balslev, Marius Olsen, Bjørn Nørgaard, Zacharias Heinesen og Torbjørn Olsen.

Kinna Poulsen, kurator.

MY OWN SPACE.jpg

MY OWN SPACE

Steinprents Sommerudstilling 2019

Lørdag d..1.juni kl.15 åbner Steinprents Sommerudstilling, der i år handler om rum i kunst og kunst i rum – om kunstnernes eget rum og om udstillingsrummet; kunstnernes fællesrum. Udstillingstitlens formulering forekommer i et interview fra Liverpool Biennalen, hvor billedkunstneren Hanni Bjartalíð (f.1968) forsøger at sætte ord på udgangspunktet for sin kunstneriske inspiration. Han hævder, at idéerne stammer fra et særligt sted, som han kalder sit eget rum. - Der kan ikke herske nogen tvivl om, at netop rum er grundlæggende i Hanni Bjartalíðs værker - både i billeder og skulpturer, men ikke kun det. For ud over det rum, vi oplever i kunstværker og det plads disse værker optager, så har billedkunstnerne deres egne rum og det er disse rum, der er denne udstillings omdrejningspunkt.

I de efterhånden mange år, Hansina Iversen (f.1966) med lige dele konsekvens og raffinement har afsøgt det nonfigurative maleris muligheder, har hun også gradvist udviklet sit billedrum. Hvor billedrummet i halvfemserne var synonymt med en form på en baggrund, der ofte var det kridhvide lærred, fremstår det i dag langt mere komplekst. Imens enkelte former forekommer todimensionale som fladen, hvorpå de er malet, fornemmer man andre steder en enorm dybde og kraft i formationer, der overlapper hinanden og som alt efter hvor øjet hviler, tilsyneladende skiftevis skyder sig frem og trækker sig tilbage i en stadig bølgende bevægelse. I forbindelse med Hansinas store separatudstillinger på Kunstmuseet og i Listahøllin i Tórshavn har vi oplevet, at se formationer og penselstrøg ude i selve udstillingsrummet i form af vægmaleri og skulptur, hvor de får en anderledes arkitektonisk funktion som dele af rummet. Et sådant vægmaleri in situ har Hansina Iversen malet til udstillingen MY OWN SPACE .

Netop dette med at skabe sit eget rum er det, som Anný Ø.Djurhuus (f.1997) arbejder med i sine såkaldte pop up udstillinger i parker og andre steder, hvor hun etablerer et udstillingsrum og fylder det med fortællinger, der bliver fortalt på en drømmeagtigt og poetisk måde med forskellige readymades i kombination med organisk naturmateriale.

Rannvá Kunoys (f.1975) monumentale værk, After History kræver, at beskueren flytter sig fra udstillingsrummet og op gennem trapperne i galleriet. Men denne udenforstående placering er måske også et tegn på et værk, der er og kan noget helt særligt, som næsten overfalder beskueren og som samtidig gør op med et af maleriets grundprincipper, nemlig at være fikseret i tid og rum. På grund af et særligt pigment, skifter billedet farve efter lyset i rummet i forhold til beskuerens placering, hvilket tilsammen med komposition, metode og størrelse gør selve oplevelsen af værket dynamisk, uhåndgribelig, ja næsten uoverskuelig. Man skal give sig tid til at se på maleriet og dykke ned i virvaret af billedelementer i flere lag, bogstaver, ord, streger, kendte som ukendte tegnsystemer. Da kan man pludselig opleve, at værket åbner sig og falder på plads i en strålende afklaret komposition i fuldkommen balance og harmoni.

I Silja Strøms (f.1987) værker handler det om både balance og ligestilling, ligesom den sociale bevidsthed er gennemgribende. Selv om billederne er delvist figurative, kan man ikke inddele billedrummet i den sædvanlige for- mellem- og baggrundsinddeling. I stedet for er alle billedelementer placeret på ét og samme niveau og gerne fordelt over hele billedfladen. Ligestillingen resulterer også i interessante relationer imellem de figurative og abstrakte billedelementer, hvor de sidstnævnte ser ud til at interagere i billedfortællingen.

Selv om de er ret forskellige og oprindelig placeres i hver sin ende af færøsk kunsthistorie – den ene som grundlægger, den anden som fornyer – så har de mere til fælles, end man skulle tro. Zacharias Heinesen (f.1936) og Tóroddur Poulsen (f.1957) er begge fra Tórshavn og har brugt hjembyen både visuelt og poetisk. Førstnævnte har utallige gange malet sig eget rum og det er helt konkret udsigten fra hans egen stue á Varða i Tórshavn, det handler om. Denne udsigt over Tórshavn med Nólsoy i baggrunden kender han bedre end noget andet, men selv om hans klare billedtolkninger af både by og land er så overbevisende, at vi opfatter dem som ret realistiske, så er de nok mere en form for lysinspirerede koloristiske visioner med intenst rent farvespil mellem violet og gult, grønt og rødt, blåt og brændt. Tóroddur Poulsens skønne Tórshavn-billeder er ligeledes koloristiske – det er såkaldte iristryk, hvor farverne flyder lidt sammen og med myriader af dekorative streger, prikker, mønstre og tegninger, der tilsammen danner en form for konstruktivistisk ornamentik, der kunne minde om såvel barndommens detaljerede skattekort som topografiske luftfotos af byen.

I brødrene Torbjørn Olsens (f.1956) og Marius Olsens (f.1963) billeder bliver inderum ofte en vigtig del uderummet. Hos Marius Olsen hænder det via spejling af eksempelvis en lampe eller andre billedelementer, der træder ind imellem beskuer og billedets uderum, og som i billedrummet feks. kan ligne en UFO. For Torbjørn Olsens vedkommende, så forekommer der ofte en form for billeder i billedet lidt på samme måde som hos barokmesteren, Velazquez. I virkelighedens verden opstår billedet i billedet ofte af et konkret vindue i kunstnerens atelier, der i en del altertavlemalerier fremstår overjordisk skinnende som en form for portal over i det hinsides. Torbjørn har til denne udstilling lavet helt nye monumentale maleriske fortolkninger af inderum og uderum, der smelter sammen.

I fire litografier af Mie Mørkeberg (f.1980) er billedrummet flydende, for de forestiller alle kvinder, der enten er placeret ved vand eller direkte i det våde element. Kunstneren får det maksimale ud af de mange lag farve, der giver billedfladen et intenst, næsten taktilt præg, som var der tale om et billedtæppe eller en velourflade. Op imod denne næsten luxuriøse farveflade, er det som om, at de dele af billedfladen, der står uden farve, danner en negativ form, der forekommer næsten abstrakt. Billedrummet i Zven Balslevs (1976) litografier forekommer ligeledes meget fyldt og intenst. Stilen i hans både figurative og abstrakte billeder er lidt rå og minder om undergrundtegneserier med surrealistisk præg, hvor abstrakt og figurativt bliver iscenesat tilsyneladende uden nogen højere mening, men med stor humor og vitatlitet.

Flere af de tryk, Bjørn Nørgaard (f.1947) har fremstillet i Steinprent er sammensat af flere billeder. I den litografiske serie, Everybody can be God, who are you? er billedrummet komponeret over en tekstlinje, der i de fleste tilælde er en sangtitel, feks. As time goes by og There are places I remember, der også anvendes som billedtitler. Disse sætninger er mere eller mindre forsvundet i løb af den grafiske proces under flere lag farve og motiver i billederne, der i det hele taget fremstår lidt uklare. Men i farvetågen aner vi gentagne gange religiøse figurer fra forskellige kulturer, hvorpå der er lagt enkle strøg som en form for tegn, der muligvis har en form for semiotisk sammenhæng med de førnævnte sangtitler; Je ne regrette rien er feks. forsynet med et strøg på skrå som eg bestemt erklæring fra kunstneren om, at han godt tør stå ved det han gør.   

MY OWN SPACE er således en varieret og underholdende udstilling, der giver et bud på hvad der foregår inden for billedkunsten på Færøerne af maleri, tryk, skulptur og installation. Deltagende billedkunstnere er: Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Anný Ø.Djurhuus, Rannvá Kunoy, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Mie Mørkeberg, Zven Balslev, Marius Olsen, Bjørn Nørgaard, Zacharias Heinesen og Torbjørn Olsen.

Kinna Poulsen, kurator

Føroysk filmslist og myndlist skara framúr uttanlands

60819116_10157234511459725_4470222483030540288_o.jpg

Føroysk listafólk skara javnan framúr uttanlands. Einki óvanligt í tí, og sjálvandi er tað nakað heilt serligt, at tað hevur eydnast Andrias Høgenni og hansara filmsliði at vinna Canal+ virðislønina á Cannes Filmsfestivalinum fyri stuttfilmin Ikki illa meint. Eisini er tað eitt sindur stuttligt at síggja danir (av røttum) kanna sær ein sindur av heiðrinum í hesum sambandi. Heimasíðan fyens.dk skrivar, at eitt sindur av stjørnudusti varð drússað yvir Danmark í sambandi við virðislønarhandanina í Cannes við tað, at tveir filmir við donskum kreftum vunnu virðisløn, A White White Day og Ikki illa meint. Hjartaliga til lukku!

Eisini eru fleiri føroyingar við á portrettframsýningini á Det Nationalhistoriske Museum í Frederiksborg. Av 1641 verkum hevur ein dómsnevnd valt út 128 verk til framsýning og herímillum eru 3 verk, sum føroyingar hava gjørt, tey eru: Beinta á Torkilsheyggi, Sigrun Gunnarsdóttir og Hans Pauli Olsen. Sviar vunnu tær flestu av virðislønunum, nú er bara áskoðaravirðislønin eftir og har kunnu øll atkvøða. Útvaldu portrettini kunnu síggjast á heimasíðuni og her ber eisini til at atkvøða fyri besta verkinum inntil 5.august. ttps://portraitnow.org/da/publikumspris/

36-479x900.jpg
Mother-Teresa-in-Eiði-686x900.jpg
csm_Screen_Shot_2019-05-21_at_16.23.13_89d2214eba.jpg


Trygvi Danielsen fekk ársins Ebbu

trygvi.jpg

Trygvi Danielsen fekk ársins Ebbu-virðisløn, sum hann takkaði inniliga fyri m.a. við at peika á ein annan ungan yrkjara, Onnu Maluna Jógvansdóttir, sum eisini hevur virðislønina uppiborna.

Í ár var tað so Trygvi og hann hevur sanniliga eisini uppiborið virðislønina á 25.000 krónur m.a. fyri tað fína savnið, hann gav út.

Tað er rithøvundafelagið ið ger av hvør skal fáa virðislønina, og tey grundgeva soleiðis fyri, at Trygvi skuldi fáa hana: 

Trygvi hevur sum ungur høvundi sýnt serstakar ritgávur. Harumframt hevur Trygvi við tónleiki sínum somuleiðis prógvað og víst í verki, at føroyska málið kann vera livandi og flótandi. At okkara mál ikki er stirvið og deytt, gamalt og slitið, men harafturímóti fult í nýggjari orku, orðingum, vendingum og møguleikum.

Hóast Trygvi brýtur upp úr nýggjum í verkum sínum, peikar arbeiði hansara samstundis aftureftir á tann hátt, at vit sum njóta list hansara kenna aftur undanfarnar føroyskar og útlendskar høvundar og listafólk.

Trygvi er samstundis ein kærkomin samfelagsviðmerkjari, ið við einum blandi av orðingum, humori, speisemi og forvitni hugleiður um og kemur við hvøssum atfinningum mótvegis tí samfelagi, vit liva í, og tí heimssamfelagi, vit eru partur av. Her er talan um politiskar og átrúnaðarligar viðmerkingar. Rætturin at liva og virka, sum ein hevur hug til, eisini verður viðgjørdur og kravdur. Listin, Trygvi skapar, er kærkomin samtíðarlist.

Hon er ein gáva til okkum, sum liva og anda í dag, men verður uttan iva eisini ein kærkomin dýrgripur hjá teimum, ið koma aftaná Trygva Danielsen, har tey fáa eitt innlit í, hvussu Føroyar og heimurin sá út, tá verkini vórðu skrivað

Til lukku Trygvi!

http://www.listaportal.com/tidindi/2018/6/3/silvurbk

Einføld og innhugsin framsýning í Skjólinum

03B6E03F-6E28-4D83-9002-43085996B090.jpg

Fram til 22.mai hevur Bruno Mikael Eysturstein framsýning í Skjólinum í Kongagøtu 8 í Havn. Framsýningarheitið er Duldir Máttir vol.2 og framsýningargesturin fær alt fyri eitt varhugan av onkrum gátuførum, tá hon trínur inn í framsýningarrúmið, ið er klætt við svørtum klæði. Hesin heimur kennist bæði tryggur og ótryggur - meðan mjúkleikin, myrkrið og ein regluliga ljómandi hjartarútma minnir um eina lívmóður, er eisini ymiskt hvasst og ófrættakent í heildini; t.d. borðbúnaður, battaríir og ein hypnotisk, robottkend upplesararødd. Tøkniliga fevnir framsýningin um foto, tekning, installatión, ljóð og poesi, men í grundini er framsýningin øll sum hon er ein samlað installatión og tá tú stendur inni í henni, ert tú fevnd av henni, av ljósinum, av myrkrinum, av myndunum og av ljóðinum. Umframt ljóðið av hjartasláttri verður ein poetiskur tekstur lisin upp og støðugt endurtikin í loopum. Hesin teksturin kann eisini lesast, um tú sessast í bleytu sofuni, sum stendur í framsýningini. Her er einki forboð at nerta við verkini - áskoðarin er vælkomin til at blaða í tekningum og føla seg fram.

Bruno Mikael Eysturstein hevur áður arbeitt við ymiskum listagreinum. Tey fyrstu verkini, eg minnist meg hava sæð hjá honum vóru málningar við surrealistiskum ella syrutum landsløgum. Í nýggju verkunum brúkar hann náttúruna meira beinleiðis í fotomyndum og installatiónum. Á Ólavsøkuframsýningini í fjør vóru verkini hjá honum konseptuel við dadaistiskum brá og einum rættiliga einføldum og frískligum taki uppá náttúruna - m.a. var ein bøkkur framsýndur við tilsettum oyratelefonum. Listasøguliga hevur landslagið havt stóran týdning í føroysku listini heilt frá byjranini, tá Niels Kruse og onnur við lýstu sítt móðurland í inniligum málningum. Síðani er heimliga landslagið tulkað í ekspressivum og abstraktum myndum og nú er landslagið altso ítøkiliga við á listaframsýning. Á framsýningini í Skjólinum eru eisini verk við bøkkum. Eitt fínt og poetisk verk er myndað av einum bøkki á einum silvurfati við knívi og gaffil klárur at verða etin aftur við einum poetiskum teksti, so at tú kanst lesa og eta í senn. Á gólvinum liggja tveir bøkkar, sum eru umgirdir av battaríum fáa sostatt ein kritiskan, umhvørvispolitiskan vinkul. Í fotomyndunum snýr tað seg nokk so nógv um javnvág og spenning bæði myndevnisliga og í mátanum, myndirnar hanga niður úr loftinum og snara runt. Henda framsýningin tykist um somu tíð er einføld, avklárað men eisini samansett og inntonkt. Við tað, at áskoðarin verður biðin um at lata seg úr skónum áðrenn farið verður inn, so verður upplivingin ítøkiliga sansalig og mjúk inni í hugtakandi listauniversinum hjá Bruno Mikael Eysturstein. Far og hygg!

096F6C25-C113-4077-B51F-204EDE80D633.jpeg
7626C2B5-6E3E-425E-9397-A9C36AEFE4F9.jpg
AAEC6DC9-F6FD-431B-93B6-E2A27831D434.jpg
E8154FAB-BE69-469C-BA61-13490EB61E4B.jpg
C87F25D1-EBE3-4E73-916B-EC4CE24C88BB.jpg

Bárður Jákupsson er ikki nøkur sjálvfylgja

3B49FF41-D400-4C07-9893-5763A3145976.jpeg

Leygardagin lótu tvær framsýningar hjá Bárði Jákupsson upp í Listahøllini og Steinprenti. Eg hevði eina merkiliga dejavukenslu, tá eg trein innar í Listahøllina, kanska var tað ljósið, veitslukenda ferniseringshuglagið í Listahøllini, sum fekk meg at minnast ta allarfyrstu upplatingina hjá Heystframsýningarbólkinum. Eg minnist so væl ta framsýningina og hvussu spennandi tað var. Eg var greið yvir, at nøkur ár eru liðin síðani tá, men Tróndur Patursson segði mær í gjár, at tað eru 14 ár síðani. Eg skjóti hervið upp, at skipað verður fyri 15 ára jubileumsframsýning í 2020.

https://listinblog.blogspot.com/search?q=Heystframs%C3%BDningin

http://www.listaportal.com/tidindi/2015/10/16/ga-gamla-og-listarliga-vikomandi-heystframsningin?rq=Heystframs%C3%BDningi

Tá sum nú hevði Bárður Jákupsson nakrar einastandandi fínar málningar hangandi í Listahøllini. Onkuntíð hugsi eg við mær sjálvari, at vit møguliga hava lyndi til at taka Bárð sum eina sjálvfylgju eitt sindur á sama hátt sum vit uppfata vindin. Soleiðis eru vit kanska serliga mótvegis teimum, vit uppfata sum sterk, at teimum tørvar ikki viðurkenning. Og Bárður Jákupsson hevur verið og er framvegis ein sterkur maður í føroyskari myndlist, sum loksins fekk mentanarheiðursløn landsins. Tað var gott, men hansara málningar mugu ikki fatast sum nakar sjálvsagdur lutur. Tí ein tílík virtuos málaramegi og sansalig litgleði rúmast sera sjáldan í einum og sama persóni. Farið sjálvi út í Listahøllina á Skipasmiðjuni MEST og í Steinprent og hyggið! Kavið við øllum kroppinum inn í myndirnar, drekkið támið, svølgið skæru litirnar; tað er lívgevandi! Her eru nakrar ferniseringsmyndir, men listin upplivast best við at síggja hana í hølunum, har hon hongur.

1DDADAAF-99D8-4091-B056-0915FECCAADC.jpeg
C7CC5F0E-C9FD-4E70-ADBF-E20E5B10CE0B.jpeg
C5AAB92F-A037-4CB7-9F5D-9C10F2508D20.jpg
6BB163EA-AA5D-4943-BB7F-606CA637C0FD.jpeg
223276BA-1939-450C-AA77-093E56F5E201.jpeg
38016660-8C38-4667-BE56-492D2BFCABEC.jpeg
6966CC7B-318F-482A-892E-55342FB25305.jpeg
AC8E97D2-0CEA-4C0B-8106-AD6D696B54EC.jpeg
bardur.jpg
6AE7BFC9-F689-4A1C-8FB9-67EAD1DC07E3.jpeg
769254C4-7531-45C7-8A6B-8FBCC077476A.jpeg

Svart-hvítur gandur

9903144A-10AD-47DC-B44F-0116C7CAB2CC.jpg

Elinborg Lützen

Fríggjadagin 10.mai 2019 læt ein framsýning upp í Listaskálanum við verkum hjá grafiska meistaranum Elinborg Lützen, sum vit øll kenna væl og virðiliga. Og tí kemur plakatin, sum hongur á hurðini á veg inn í Listaskálan, eitt sindur óvart á við litríka og als ikki svart-hvíta, sprækliga hananum, sum listakvinnan málaði við vatnlitum í 1988. Men tíbetur er framsýningin skipað við denti á tær svørt-hvítu prentmyndirnar, tí hetta er høvuðsverkið hjá listakvinnuni.

Elinborg Lützen er ikki hvør sum helst, og bara tað, at hon javnan verður nevnd, tá mann spyr nøkur av okkara fremstu samtíðarlistafólkum um teirra íblástur, sigur okkum, at hennara list er nakað serligt - tað loysir seg altíð at fylgja tílíkum “artistsartists”, tí sjálvsagt hava listafólkini besta ansin fyri listarligari dygd.

Katalogið er flott, ein ordans bók við harðari permu og tveimum tekstum hjá tveimum fyrrverandi leiðarum av Listasavni Føroya; eini sera væl skrivaðari og vitandi introduktión til verkið hjá Elinborg, ið Bárður Jákupsson skrivaði til katalogið, ið varð gjørt í sambandi við Elinborg Lützen framsýningina á Norðurbryggjuni í 2010 og eini áhugaverdari nýggjari grein hjá Nils Ohrt um listakvinnuna við støði í hennara myndum og ikki minst í brøvum, sum siga okkum, at skemtiliga og fabulerandi huflogið, ið vit kenna frá myndaheiminum hjá listakvinnuni er ein partur av hennara persónligheit. Perspektivið í báðum greinunum í kataloginum tykist vera eitt sindur uttanífrá, t.d. greiðir Bárður Jákupsson frá føroyskari mentan og frá heimbýnum hjá listakvinnuni á ein hátt, sum ikki er neyðugur, var teksturin hugsaður til ein føroyskan lesara. Tað sama er galdandi fyri partar av tekstinum hjá Nils Ohrt, sum t.d. introduserar okkum fyri Mikinesmálaranum, at hann var tann fyrsti týðandi føroyski málarin. Annars er greinin sum sagt áhugaverd at lesa, ikki minst orsakað av brøvunum millum Elinborg og systkinabarnið Hjørdis. Øll, sum hava sæð tær herligu prentmyndirnar til ramsuna Maria Maria Marolla munu vita, at Elinborg hevði ans fyri skemti, men hon og Hjørdis eru ordiliga stuttligar, t.d. tá tær í skemtiligu lógarreglunum til felagið, tær stovna til stuttleikar í 1936, “Det gjensidige phrelseselskab for unge pigers vildpharne sjæle”, skriva, at “Læsere af Samlede Værker udvises uden Skaansel”. Tað er herligt og við sama óskikkiliga skálkabrosi, sum eisini sæst í fleiri av prentmyndunum og tekningunum.

Brøvini vísa okkum greitt, at Elinborg eins og so mangar aðrar listakvinnur við henni var serstakliga sjálvkritisk og at hon ofta pínir seg sjálva við ákærum um, at hon ikki dugir nakað sum helst.  Á endurprentaðu brotunum úr áhugaverda brævaskiftinum við danska listamannin og læraran, Povl Christensen síggja vit hvussu ósikkur hon er og hvussu hon bæði lifrar og gremur seg fyrihonum fyri at fáa hansara listarligu góðkenning. Soleiðis eru brøvini full av menniskjansskapi.

Elinborg Lützen var eitt sjáldsama gávað listafólk. Hon er einamest kend sum grafikari við denti á svørt-hvít linoprent, men nógv kenna eisini hennara fínu tekningar frá barnabókum, t.d. Í skýmingini, sum Sofía Petersen gav út í 1948 og sum man hava verið brúkt leingi og væl - eg minnist í hvussu er bókina og Ævintýrbøkurnar frá mínum barnaskúla á Frúutrøð í hálvfjersunum. Eg haldi eisini, at tær fáu litmyndirnar á framsýningini, nøkur prent, vatnlitamyndir og ein málningur, vísa koloristiskan ans, sum hon ivaleyst hevði fingið enn meira burturúr, um hon fór tann vegin. Men tað er innan svart-hvítu prentmyndina, hon exellerar og sum tað er typiskt fyri listafólk, ið ivast í sær sjálvum, so fær Elinborg Lützen serliga nógv burtur úr bundnum uppgávum og trívist greidliga, tá onkur annar hevur álit á henni. Hennara prentmyndir eru framúrskarandi og gott eisini at síggja linoleumspláturnar framsýndar. Í onkrum føri eru fleiri støðuprent av somu plátu framsýnd, so at vit síggja hvussu listakvinnan hevur arbeitt við at yvirføra prentið á pappírið við skeið. Fleiri av gomlu prentunum eru tíverri fánað og gulnað og tí er tað gott at síggja tey flottu endurprentini á framsýningini. Aftanfyri norðara endaveggin í Listaskálanum verður ein filmur vístur, har vit koma ordiliga tætt uppá tvær av myndunum og alt hetta er gott, men tað fær meg at sakna ein portrettfilm ella kanska bara eina samrøðu millum kataloghøvundarnar um áhugaverdu listakvinnuna.

Grafiska úttrykkið hjá Elinborg Lützen er stílsliga ávirkað av donskum grafikki í 20.øld – ikki minst er tað ávirkað av læraranum, Povl Christensen, men eg haldi, at myndirnar hjá Elinborg eru nógv meira áhugaverdar enn tær hjá læraranum - fullar sum tær eru av saft og kraft og løgnum verum og mynstrum. Tær myrku fantasimyndirnar av deydningum og á havsins botni eru millum høvuðsverkini hjá listakvinnuni,eins og tey eru høvuðsverk í føroysku listasøguni. Men á framsýningini í Listasavninum er tað serliga áhugavert fyri meg at síggja tær nógvu bygdamyndirnar úr Klaksvík og ymsastaðni í Norðoyggjum, sum umboða ta sonevndu realistisku linjuna í lívsverkinum hjá Elinborg Lützen. Nú tá eg síggi hesar myndir av nýggjum -onkra síggi eg fyri fyrstu ferð, undrist eg á, at vit hava hildið hetta verið veruleikakent. Tað má vera tí vit hava bestemmað okkum fyri at síggja tað so. Fyri tað fyrsta eru myndirnar nokk so svartar við eini hysteriskari mongd av hvítum mynstrum, sum eru skorin, hakkað og stungin niður í linoleumsplátunar. Og meðan húsaskap og húsaskuggar standa geometriska statiskt, pinnastill upp og niður á myndaflatuni, trína formatiónir av skíggjum fram í trívídd og halda miklan gang. Her í teimum púra vanligu bygdalýsingunum trínur svart-hvíti gandurin hjá Elinborg Lützen klárast fram.

CD48ECB1-EEA5-42D2-A2FC-AA86E088AF49.jpeg
Elinborg3.jpg
C05759E9-CF4B-4960-900A-5C574778C5EB.jpg
7118A2D1-606D-4A67-89A6-4C0CABB1F70D.jpeg
AFD529D5-C171-4799-851E-6F0183285A0F.jpg
B69C4955-1DB2-4A2A-98AC-A6B9C5D3F4A7.jpeg
5C8E69E5-7444-4145-AF40-26CB48B5F34B.jpeg
elinborg5.jpeg
Elinborg6.jpg





Bárður x 2

bardur.jpg

Í dag lata tvær framsýningar hjá Bárði Jákupsson upp í Havn. Tann eina framsýningin við stórum og smærri oljumálningum letur upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST klokkan 15, og ein tíma seinni letur ein framsýning við vatnlitamyndum upp í Steinprenti.

–“Klettar eru høgir/ mýggjabitar smáir” yrkti Hans Andrias Djurhuus og á sama hátt fevnir myndaheimurin hjá Bárði Jákupsson bæði yndisligt og stórbært í rokmiklum tulkingum av fjøllum, klettum og stillisligum sólskygdum løtum í haga. Hetta merkir tó ikki tað sama sum, at listamaðurin gongur í fjøllunum og leitar eftir myndevnum. Tað er ikki neyðugt, tí tað eru upplivingar frá ungum árum, ið hava fest seg í hansara sinni, sum eru grundarlag undir hansara abstraktu kompositiónum. Tá Bárður fekk ta stóru mentanarvirðislønina frá almennu Føroyum varð dentur lagdur á fjølbroytnið í hansara listarliga arbeiði. Tí umframt oljumálningar og vatnlitamyndir, hevur Bárður eisini fingist við at myndprýða bøkur og at miðla føroyska list, ikki minst.

Listamaðurin hevur greitt frá, at hansara myndir eru grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni – “hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" hevur hann einaferð sagt á eini upplating, tá hann greiddi frá, at hann sum heilt ungur staddur í báti upplivdi at vera meira hugtikin av sjónini av tindunum í erva enn av sjónum í neðra. Hann heldur sjálvur, at onkur av hesum upplivingum situr eftir í hansara málningum.

Myndirnar hjá Bárði Jákupsson tykjast bæði villar og stillar. - Hetta er Bárður, sum vit kenna hann, tann ekspressivi og eruptivi koloristurin við teimum eyðkendu, dekorativt, hurlandi M-strokunum ella tindaskapunum og koloristisku kompositiónunum, ið eru bygdar upp av fýrisligum, rútmiskum slengrum. Hetta eru fjallavisiónirnar hjá Bárði við eyri og seyri, við slettum og blettum, við lýsandi ólikamligum ljósi og gruggutum jørðildi – alt í einum hugtakandi andarisi.

Øll eru hjartaliga vælkomin til báðar upplatingar 11.mai í Listahøllini í Skipasmiðjuni MEST (grøna bygninginum á Rundingi) kl.15 og í Steinprenti á Skálatrøð kl.16.