Til minnis um Gunnar

gunnar.jpg

Eitt óstøðugt ljósmynstur rakar stovuveggin. Sólskygdur morgun. Kanska er várið endiliga komið? Í dag letur Várframsýningin upp. Náttúran vaknar og svarar list og fuglalát í garðinum. - Men eina løtu er tað sum steðgar alt upp, tá eg lesi og skilji, at Gunnar Hoydal er farin í annað ljós. Enn ein partur av trygga manngarðinum út móti einkisleikanum er farin. - Rúm tíð er gingin, síðani eg seinast sá hann, Gunnar og bæði hann og Jette hava verið inniliga saknað til allar ferniseringar og tiltøk, sum hava verið hildin, síðan hann ikki longur kundi vera við meira.

Gunnar var maður, pápi, abbi, yrkjari, arkitektur, sangskrivari og listmiðlari. Hann var tvíburðabeiggi Kjartan, ið andaðist fyri fimm árum síðani. Avrikið hjá Gunnari Hoydal er stórt og breitt. Tað fevnir um arkitektur, at skipa fyri, at tekna, at varðveita og at siga frá byggilistini. Avrikið kenna vit ikki minst gjøgnum sangirnar, sum hann m.a. skrivaði til systir sína, Anniku. Skaldsøgan "Undir suðurstjørnum" hevur fingið status sum nýklassikari og harumframt skrivaði hann skaldsøgurnar “Dalurin fagri” í 1999 og “Í havsins hjarta” í 2007. Í 2002 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Gunnar Hoydal skrivaði eina rúgvu av greinum, ritroyndum og týðingum - í løtuni njóta vit her í húsinum hansara frálíku týðing av Harry Potter. Gunnar Hoydal hevur verið við á so mongum mótum, har arbeitt hevur verið fyri list og mentan, eitt nú var hann fyrsti formaður í Listafólkasambandinum LISA í fýrsunum, tá fá vistu hvussu týdningarmikið eitt tílíkt felag er fyri bæði listafólk og samfelagið sum heild. Hann hevur eisini verið formaður í Rithøvundafelagnum, har hann var heiðurslimur. Hann var limur í nevndini í Mentanargrunni Løgtingsins og var stýrisformaður í Listasavni Føroya, tá tað leikaði harðast á í listastríðnum. Eisini tá undir torførum umstøðum úttalaði hann seg djarvt og visionert við virðing fyri listarligum serkunnleika. Hesa virðing og henda áhuga merktu tey í Steinprenti og í grafikkfelagnum Steinbrá, har hann var ein av ítastu stuðlunum. So leingi sum tað bar honum til, var Gunnar Hoydal aktivur partur av føroyska samfelagnum. Tann, sum lesur hansara tekstir, fær varhugan av einum sera sosialum hugsunarhátti, har tað eru "vit", sum síggja og uppliva og har sjónarhornið altso ofta er hjá fleiri persónum. Við inniligastu samkensluheilsan til tey nærmastu hjá Gunnari, siga vit takk fyri hann við eini vikuyrking, sum stóð í Dimmalætting herfyri.

Gunnar Hoydal gav í 1987 út sítt fyrsta og einasta yrkingasavn, Hús úr ljóði. Mæti býararkitekturin hevði tá laðað eini poetisk hús úr kenslum og litum og við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka. Yrkingin er lutfalsliga drúgv, hon tekur seg sosialt og atfinnandi upp í lýsingini av ymsum bústaðum, har ”vit” hava búð. Í fyrstani er huglagið sostatt heldur myrkt við húsum, ið minna um fongsul og bumbuskýli. Yrkingin fær samfelagskritiskt bit, tá tosað verður um rændar verjugarðar av ovuráti. Víðari verður varpað ljós á heimloysi, ein trupulleika, sum eftir øllum at døma ikki er nýggjur her um leiðir, tí tey eru mong, sum alt ov væl munu kenna seg aftur í reglunum um at hava búð so leingi í kjallarum gjørdum úr heimloysi og harmi, at vandi er fyri at missa seg sjálvan og sína rødd burtur. Miðskeiðis í yrkingini kemur eitt avgjørt ”Nú” og her vendist lagið og gerst meira positivt við áræði at byggja eini nýggj hús úr viti og dirvi og góðum menniskjaligum førningi. At enda broytist yrkingin og verður til eina kærleiksyrking.

 

Húsini

 

Í so nógvum húsum hava við búð

so nógvir veggir

so nógvar dyr

so nógvir karmar við rimum fyri

og við farnum rútum.

 

Í bumbuskýlum hava vit búð

stoyptum úr nátt og eldi

lokaðum við øsku og ótta

umgirdum av oyðimørkum

í okkara geislandi hjørtum.

 

Í skansunum hava vit búð

aftan fyri verjugarðar av ovuráti

rændum frá heimsins svøltandi

og laðaðir so sterkir

at bara byrsumúlarnir

hoyra skotriðini í okkara æðrum.

 

so leingi hava vit búð í kjallarum

gjørdum úr heimloysi

og bróstaðum innan við harmi

at røddirnar kámaðust

og eiturfon veiftraði í okkara andadrátti.

 

Nú er tíðin komin

at grunda av nýggjum

úr drúgvum starvi

er tilfarið vaksið

til sterkari grindir:

 

Eitt hús úr kenslum

borið av huga

styrkt av viti og dirvi

og við látri út gjøgnum allar gluggar

varmin er til

hann rennur kaldur eftir bakinum

andlitið er opið

og tárini dryppa niður í urtagarðarnar

ímóti skansunum stendur samkenslan

ímóti ræðsluni hugurin

gleðin og longsulin

ferðast í grønum frumskógum

kærleikin og tann reyða ástin

bíða á hvørjum húsarhorni

at taka teg av fótum

og syfta teg óvardan

inn í látur og grát .

 

Eitt hús úr litum

við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka

eitt hús úr vøkstri

har eg komi óbiðin til tín

og tú tekur ímóti við ongum spurningum

elskaða,

unnusta mín.