Ørnin er lend

ufo.jpg

Ørnin er lend. Vit hava eina nýggja samgongu í Føroyum og hon eitur ABH, BAH! ella Fríggjadagtanntrettandasamgongan. Kert barn hevur mong nøvn, vita tit. Men samgongan er her, og hon er ikki, sum summi her vinstrumegin hegnið vilja halda, eitt óidentifiserað flúgvandi objekt ella eitt ekstraterrestrielt rúmdarskip, sum er lent mitt í okkara hugnaliga dunnugarði. Nei, hon er ein partur av dunnugarðinum, sum vit sjálvi hava valt skal hava ræði á hesum sama garði tey komandi fýra árini. Og hesi fólkini, sum vit hava givið mandat til at stýra, hava nú átikið sær at gera tað, tey hugsa er best fyri okkara samfelag. Tá tað er sagt, eri eg allíkavæl kedd um, at okkara politikkur er so mikið polariseraður, at eg í 4 ár ikki fari at føla meg serliga væl umboðaða á tingi sum tann progressivt hugsandi akademikara/Havnakonan, eg eri. Men annars fari eg sjálvandi góðtaka politiskt grundaðar avgerðir og broytingar, um ikki tær koma inn á sjálvsagdar lutir, sum eru fastur og náttúrligur partur av okkum sum land, ið er partur av ríkisfelagsskapinum, ið er partur av Norðurlondum. Her virða vit mannarætt hjá øllum borgarum og her staðseta vit sendistovur eftir vinnuligum, samstarvsligum og diplomatiskum grundgevingum – ikki religiøsum. Eg helt faktist útsøgnina um sendistovuna í Jerusalem vera eina skemtisøgu inntil eg hoyrdi mentamálaráðharran, Jenis av Rana, siga tað í útvarpinum í morgun. Hvat hugsar hann fyri sær? Við at blanda okkum uppí miðeysturkonfliktina ger hann okkum til eitt bumbumál. Í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni stendur ymiskt gott Har verður t.d. staðfest, at neyðugt er at styrkja mál- og mentanarundirvísingina hjá næmingum við fremmandum uppruna – gott at málsligir førleikar hjá innflytarum verða nevndir, tí har mangla vit ein skipaðan, almennan innsats. Tað er eisini gott, at kreativu lærugreinirnar verða nevndar og at Tjóðleikhús skal byggjast. Kom í gongd!! Eisini gott, at Fróðskaparsetrið verður nevnt og Musikkskúlin. Tað er somuleiðis sera positivt og nakað heilt nýtt, at hugvísindi verða nevnd í einum samgonguskjali – sjálvt um orðingin er eitt sindur øvuðgt “Rák uttanífrá gera tað neyðugt at styrkja tær hugvísindaligu lærugreinarnar.”. Tað er eisini gott við framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung – so leingi sum hetta verður gjørt professionelt við røttum fakligum atliti. Á listaøkinum ljóðar tað gott við ætlanum um listaskúla og at styrkja kunning um m.a. list og at hildið verður fram við kravdum listprýði av almennum bygningum, men eisini her eru onkrar orðingar, sum ljóða eitt sindur hættisligar. T.d. skal skipanin viðvíkjandi mentanar- og listastuðli endurskoðast. Var mann ordiligur jubiloptimist kundi mann glett seg til eina endurskoðan, tí so hevði mann væntað sær eina hækkan av stuðulspuljuni, men onkursvegna hugsi eg ikki tað verður so. Eg vóni ikki, at hetta hevur við sær, at listafólkastuðulin, sum varð settur á stovn fyri tveimum árum síðani, verður tikin av. Vit hava arbeitt móti hesum máli í nógv harrans ár og er listafólkalønin grundleggjandi partur av eini neyðugariprofessionalisering av føroyska listaumhvørvinum. Vit mugu minnast til hvussu stóran týdning úrvalslistin hevur fyri okkara land. Á sama hátt er listaútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum av stórum týdningi fyri listina her á landi og vónandi fer ein endurskoðan av setrinum at føra við sær, at gongd kemur á myndlistapartin av listaútbúgvingini.

Nú fáa vit at síggja hvat hendir, men tað er ikki at virða listina at vilja endurskoða ætlanina um Hoydalar eftir at LISA hevur brúkt so nógva tíð og kreftir uppá hesa ætlan. Eg havi sæð fram til at fara á listaframsýning í fimleikarhøllini í Hoydølum – her hevði Havnin veruliga fingið nakað burturúr, tí høvuðstaðurin manglar í stóran mun eina samtíðarlistahøll. At endurskoða Kringvarpslógina er í lagi, men eisini her fara mong okkara at halda eyga við, at armslongdarreglan verður yvirhildin, so at vit framvegis hava ein óheftan, men makt-kritiskan almennan miðil í Sortudíki.

 

MENTAMÁL

Lagdur verður dentur á at skapa góðar karmar fyri mentan, list og ítrótt.

Samgongan vil í mest møguligan mun stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum ÍSF við sersambondum, Parasport Føroyar, ítróttarfeløg, skótar, heimavirkis- og ítrivsfeløg, samkomur og einstaklingar gera fyri at menna børn og ungdóm.

Kunnleiki til okkara livandi søgu, føroyskt mál, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap eigur at verða styrktur.

Tá almennir bygningar verða bygdir, skal ein ávísur brotpartur av byggikostnaðinum verða nýttur til listprýði.

Samgongan vil stuðla føroyskum limaskapi í millumtjóða ítróttarfelagsskapum eins og luttøku í millumtjóða kappingum. Arbeitt verður framhaldandi fyri føroyskum limaskapi í IOC.

Miðað verður eftir at stuðla úrvalsítrótti og úrvalsítróttarfólki.

Samgongan vil arbeiða fram ímóti, at øll børn, sum ynskja tað, fáa møguleika at verða tikin upp í musikkskúlanum.

Arbeitt verður við at stovnseta eina listaskúlaskipan fyri børn og ung í fólkaskúlaaldri.

Samgongan vil stuðla søvnum kring landið, sum lýsa og varðveita siðsøgu og mentanararv okkara.

Skipanin viðvíkjandi mentanar- og listastuðli verður endurskoðað. Tað skattafría hámarkið til ítrótt skal broytast.

Ætlanin um nýtslu av bygningunum í Hoydølum verður endurskoðað.

Frælsi til at søkja stuðul úr grunnum í Føroyum og uttanlands eigur at vera ein sjálvsagdur møguleiki hjá almennum stovnum.

Kringvarpslógin verður endurskoðað við atliti at bygnaði, m.a. skipanini við stýri, tíðindadeildum, public service skyldum, kringvarpsgjaldi og í samband við at tryggja óheftni í fjølmiðlunum.

Skipanin við miðlastuðli verður eftirmett.

Samgongan vil arbeiða fyri at styrkja móðurmálið m.a. við at útvega meira av føroyskum undirvísingartilfari í fólkaskúla og miðnámi.

Framleiðsla av føroyskum tilfari til børn og ung verður raðfest á øllum miðlapallum.

Teknmálstulking og føroyskur tekstur í sjónvarpinum skal styrkjast. Ein ætlan um “talu til tekst” fyri sjónveik verður stuðlað.

Integratiónslóg skal gerast við serligum atliti at føroyskum sum annað mál.

Arbeiðið við at gera føroyskt lógarverk heldur fram í samstarvi við allar partar í fólkakirkjuni.

Tjóðleikhús skal byggjast, har vit bæði kunnu vísa fram og geva skapandi listini góðan grórarbotn