Frælsi at velja og vita

val 19.jpg

Val er í hondum og nú nærkast hesin fyri fólkaræðið so týdningarmikli høgtíðardagur, tá vit øll, sum Kári P á sinni yrkti í Gullkálvavalsinum hava frælsi at velja og selja okkara atkvøðu har vit halda hon gagnar okkum best – Á arbeiðsplássum, á gøtuni, í kaffistovum, við døgurðaborð - allastaðni er valið uppií prátinum, og vit veljarar verða nú støðugt teppibumbaðir av alla handa meiningum og politiskum hugsanum. Alt er politiskt í løtuni ella verður tulkað politiskt og tað kann gera tað sama um tað eru tøl frá Metingarfyritøkuni Moody´s ella Herman Oskarsson ella um mann soleiðis privat hevur like´að okkurt hjá onkrum á FB, ja so fær mann skotið í skógvarnar, at mann sympatiserar til høgru ella vinstru. Almenna rúmið er fult av uppáhaldum og lyftum og visuelt eru bygdir og serliga býir fullir av plakatumfyri ikki at tosa um øll tey brosandi høvdini, sum nú fylkjast í rundkoyringunum. Plakatnøgdin er størri hesa ferð enn nakrantíð – tað er gott hjá prent- og reklamufyritøkum - og meðan vit øll halda uppá, at plakatirnar ikki ávirka okkum tað minsta, hava altjóða kanningar langt síðani staðfest, at plakatir í roynd og veru hava ávirkan fyri mobiliseringina innanflokka – at tey, sum skipa fyri og heingja plakatir upp føla, at tey eru við í stríðnum (og møguliga sigrinum) fyri at teirra flokkur kemur í Løgtingið. Tað kann kanska undra onkran, at plakatnøgdin er so stór og at ikki fleiri umhvørvisatlit verða tikin í hesum sambandi – men undantøk eru – eitt nú ger tjóðveldisvalevnið og punkrokkarajarðfrøðingurin, Uni Árting vart á Facebook, at hann endurnýtur tilfar. Yvirhøvur haldi eg, at plakatirnar eru frægari enn tær hava verið. Fólkini eru ikki so klorinifiserað og fotosjoppað sum tey einaferð vóru. Tey síggja meira normal út, sjálvt um tey flestu síggja nokk so skítbýtt út, tá tey breiða seg út á plakatum - soleiðis er tað bara. Ein góð vika er eftir av valstríðnum og meðan mann spakuliga er farin at gleða seg inniliga til øll ikki meina so øgiliga nógv um alt møguligt allatíðina, varnast mann teir mongu filmarnir, sum flokkar, valevni og aðrir intressentar framleiða og leggja út á internetið í sambandi við valið. Her eru bæði meira og minni sannførandi og klárar/ pixeleraðar ella hasjifiseraðar amatørvideoselfies, har ymisk valevni viðmerkja hetta og hatta, men vit síggja eisini í vaksandi mun meira professionelt framleiddar filmar, sum flokkarnir hava latið gjørt um flokkin og um einstøk valevni. Flestir flokkar – í øllum førum teir etableraðu – hava eyðvitað gjørt sær strategiir, sum vit í hesum døgum uppliva í maximalari megi og her hava filmarnir stóran týdning, antin tað er Framsókn, ið veruliga hevur lagt seg á Glasir møguliga við atliti at teirra lutfalsliga unga kjarnuveljara. Allur Marknagilsvegurin er í øllum førum fullur av F´um og filmurin hjá teimum fokuserar eisini í stóran mun uppá Glasir. Filmurin hjá Miðflokkinum er miðsavnaður um nøkur valevni hjá flokkinum, sum greiða frá hvat tey halda vera av týdningi og tað eru tey somu kulturkonservativu kristnu virðini, sum vit kenna flokkin fyri, men við eitt lítið sindur meira ungdommiligum action, vektlyfting og teknokendum pepptónleiki (!). Filmurin um valevnið hjá Javnaðarflokkinum, Ingilín Strøm leggur dent á mótsetningslitirnar grønt og reytt og snýr seg eisini innihaldsliga um sosialdemokratisk og umhvørvislig atlit. Í filminum sær mann valevnið við hús saman við soninum, men annars er tað privata rættiliga niðurtónað meðan tað ideologiska og politiska er í fokus. Eitt ávíst lyndi til at brúka privatsferu og pathos sum eitt slag av politiskum agn, sæst annars í valstríðnum fleiri staðni, bæði hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldi t.d. í filminum um tey bæði Høgna og Hildur, har formaðurin í Tjóðveldi sæst práta hugnaliga við fólk í Klaksvík, sum yvirhøvur ikki eru fratør ella royna at lynsja fiskivinnu- og landbúnaðar og mentamálaráðharran (vónandi fara 3 ministerium at taka sær av hesum trimum týdningarmiklu økjunum). Í filminum sleppur fryntiliga kona Høgna, Hildur Hermansen framat at greiða frá hvussu hon onkuntíð hevur hildið politiska ágangin vera ov ógvisligan. Fólkaflokkurin miðsavnar seg í sínum valstríði um familjuna og tað er helst tann gamla heteronormativa kjarnufamiljan, talan er um her við mammu pápa og børnum. Eg hugsi, at tankin er at appellera breitt við hesum, men tað kann eisini tykjast løgið ella eitt sindur ov sjálvsagt, tá eitt valevni sum Christian Andreasen í valsending í útvarpinum staðfestir upp í saman: “Nú havi eg sjálvur familju” - eg meini so við; tað hava tey flestu. Tann seinasti politiski valfilmurin, eg havi sæð, er ein hjá Fólkaflokkinum, sum hevur funnið uppá eitt format, tey kalla “Heilt erligt”, har valevni tvey og tvey seta hvørjum spurningar, sum tey sambært egnari útsøgn ikki kenna ella vita um. Umráðandi er tó hjá okkum øllum at vita, at avsendarin – tað er flokkurin og avvarandi reklamuvirki hava lagt filmin til rættis og at tey hava valt teir spurningar út, sum verða lisnir upp. Alt er redigerað og manipulerað soleiðis, at filmurin verður mettur at rakað flest og best eins og allar valreklamur eru – Hetta formatið hjá Fólkaflokkinum tykist sera populert. Filmurin við Anniku Olsen og Jørgen Niclasen er í skrivandi stund sæddur 5.200 ferð síðan hann varð lagdur út fyri 14 tímum síðani og sjálvandi er hann tað, tí heilt erligt; er nakað meira áhugavert enn persónligar konfliktir? Filmurin er blátónaður og bæði mynda- og tónleikasíðan minna um eina seriøsa tíðindasending í KVF, men innihaldið er meira sentimentalt enn tað er seriøst. Bæði valevni gráta í filminum. Vit fáa ikki av álvara innlit í hvat tað var sum hendi undir formansstríðnum í Fólkaflokkinum á sinni, tá Annika Olsen ikki fekk ta politisku ávirkanina, sum hon hevði uppiborið og sum hóskaði til mandatið, sum fólkafloksveljarar høvdu givið henni. Øll hendingin tá verður lýst sum okkurt slag av strongd hjá Anniku, sum fegnast um, at formaðurin, Jørgen Niclasen bað hana koma heim aftur í Fólkaflokkin. Men alt er sum áður nevnt politikkur í løtuni og ein ætlan er við øllum. Í Degi & Viku í gjár varð tosað um, at meira gjøgnumskygni eigur at valda viðvíkjandi pengastreymunum í valstríðnum. Tað ljóðar skilagott. Men kundi tað ikki eisini verið áhugavert at fingið innlit í kreativa/ propagerandi undirstøðið - hvørji reklamuvirki/ filmsfólk framleiða hvat og ikki minst hvør er spinndoktari her og der? Kanska er tað longu nakað, sum er upplýst onkrastaðni? Eg síggi bara Nudlavirkii boða frá, at tey gera PR hjá Framsókn. Hvør ger annars reklamufilmar fyri flokkar og valevni - tað er onkur, sum dugir og hevur gjørt sær ómak - eg hugsi, at serliga filmarnir fara at ávirka kanska meira enn plakatirnar. Hvat halda tit?