LISTAFÓLKALØNIR Jens L.Thomsen, Ragnhild H.Højgaard og Carl Johan Jensen

listaløn.jpg

Nevndin í Mentanargrunninum hevur gjørt av at veita trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár til burturav at arbeiða við síni list innan tónleik, myndlist og bókmentir. Tey trý listafólkini eru:

Jens L. Thomsen

Menniskja, náttúran, tøknin og Føroyar sýnast at vera miðdepilin í virkseminum og listarligu útsøgnini hjá Jens L. Thomsen. Ætlaninar eru væl lýstar, listarliga stórfingnar og somuleiðis nærverandi við ansni at tilfarsligum uppruna í tíð, rúmd og stað. Ætlaninar ganga somuleiðis, í summum førum, inn í sjálvar tónleikaligu grundlutirnir. Tær hugsast sum partar av støðugari tilgongd, sum vísir listarligt djúphugsni og samanhang millum framleiðslugongd, tøkni og innihald. Vitanin um arbeiðið handan listaverkið fær serstakan týdning og fremur, at verkini fáa nærverandi týdning fyri lurtaran og áskoðaran.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard

Ragnhild H. Højgaard er tekstillistafólk, sum tekur støði í ull. Hon tvinnar saman nýhugsan og siðvenju í hugtakandi listaverkum. Við sínum djúptøkna kunnleika til tilfarið megnar hon at endurnýggja siðbundna arvin frá teimum, ið undan fóru og at endurhugsa møguleikarnar hjá ullini. Listaverkini hjá henni vísa, at hon hevur skapandi evni á høgum stigi. Installatiónirnar hava drøg úr arkitekturi, listhandverki og design. Tey spæla saman við rúminum, sum tey eru í og tala til sansirnar hjá áskoðarinum. Hon er í eini serstøðu, tí at hon arbeiðir við tí tilfeinginum, sum vit hava her í Føroyum og hevur stórar ætlanir um at gagnnýta okkara tilfeingi sum tann góða føroyska ullin er.

Carl Johan Jensen

Carl Johan Jensen kann teljast millum royndastu rithøvundar okkara. Tey útvið 40 árini Carl Johan Jensen burturav hevur starvast sum rithøvundur, hevur hann latið úr hondum hópin av ritverkum á høgum listarligum støði, fjølbroytt og poetisk avrik, ið tilsamans hava eitt stórt bókmentaligt virði. Ikki so sjáldan hava útgávur hansara elvt til kjak, ikki minst um formin. Carl Johan Jensen hevur seinnu árini prógvað, at hann megnar at flyta seg og stíltilvitað ganga nýggjar leiðir. Hansara rannsóknir lýsa okkara samtíðarsamfelag og menniskju, samstundis sum tað næra verður samantvinnað við tað fjara, tá nomið verður við lívsins stóru grundspurningar.

Umsóknir á høgum støði

Inn komu 26 umsóknir, og torført hevur verið at tikið dagar í millum nógvu og góðu umsóknirnar. Samstundis frøast vit um tað fjølbroytni og um ta grøði, sum er innan tey ymsu yrkislistaøkini. Endaliga avgerðin hjá nevndini speglar eisini hesa vídd. , og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir nevndarinnar meting, hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Hesi sótu í faknevndunum at gera tilmæli til nevndina: Ritlist: Ann Ellefsen og Bergur Rønne Moberg. Myndlist: Bárður Jákupsson og Solveig Hanusardóttir Olsen. Tónlist: Hans Pauli Tórgarð og Sunleif Rasmussen. Filmslist: Julia í Kálvalíð og Rókur Heinesen.