Aftur á slóðina við nýggjum kvirrum

51551204_391962438015671_8850832109812580352_n (1).jpg

Í gjár læt framsýning upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við nýggjum málningum og prentum hjá Hansinu Iversen. Eg veit ikki ordiliga hvat eg hevði væntað, men tað var í øllum førum ikki tað, sum eg sá. Og tað er kanska tað allarbesta, tá listin ger teg bilsna og tekur teg á bóli, samstundis sum tú hómar samanhangir og nýbrot. Tað bæði sæst og merkist, at framsýningin hjá Hansinu er gjørd og hugsað til hølini í Gamla Seglhúsinum, tí stórar og smáar myndir hanga sera væl á træveggunum ymsastaðni í húsunum.

Teir málningarnir, sum koma mest óvart á áskoðaran, eru teir størstu málningarnir á framsýningini. Í hesum málningunum leggur listakvinnan dent á tann rektangulera flatan við at mála eitt tílíkt ferhyrnt skap ella fleiri á myndaflatan. Hetta skapið er líkasum málað oman yvir restina av málninginum, so at tú sum áskoðari fært eina kenslu av onkrum, sum gongur fyri seg innanfyri í myndarúminum. Myndirnar eru áhugaverdar í sjálvum sær, men tað er ikki minni spennandi, at listakvinnan í hesum myndunum rør aftur á slóðina í síni egnu listasøgu.

Tílíkar umskaringar er nakað av tí mest áhugaverda at eygleiða í menningini hjá listafólkum, t.d.hjá Ingálvi av Reyni, sum í sínum seinastu verkum vendi aftur til lituniversið, hann í síni tíð kvittaði fyri at geva seg undir svartan sannleika. “Gjøgnum tíð og rúmdir” eitur stóri málningurin frá 2002, sum hongur í móttøkuni hjá Tryggingini á Kongabrúnni í Havn. Ingálvur av Reyni var 82 ár, tá hann fekk týdningarmiklu uppgávuna at mála eitt stórt verk til endaveggin í Løgtingsalinum. Hann vrakaði ta fyrstu royndina og málaði eina aðra einfaldari og lættari mynd til tingsalin, og Tryggingarsambandið Føroyar keypti ta vrakaðu myndina, ið er minst líka áhugaverd sum tann í tingsalinum. Heitið er frá yrkingini hjá Janusi Djurhuus: “Djúpt í mínum huga/ har alfjarar øldir húsast/ djúpt í mínum huga/ har forfedra fjøldir durva/ drálar ein sangur../ Í honum hoyrist látur frá leskandi keldum../ Í honum andar fleyrið hitt lina og lotið hitt lýggja/ Í honum dunar øgiligt brim og skakandi stormar..”. Eins og yrkingin er eisini málningurin eitt fagnaðarkvæði, sum listamaðurin hevur málað til sítt land. Myndin er nonfigurativ og kompositiónin er áhugaverd við klárt defineraðum viðurskiftum millum figur og grund. Og so er henda myndin sjáldsama litrík. Tað er eins og málarin á ellisárum hevur funnið nýtt dirvi at tríva í aftur teir reinu litirnar, sum Axel Jørgensen lærdi hann at brúka í mótsetningspørum á akademinum og sum hann legði frá tær, tí hann kendi seg ov bundnan av henni. Í stóru myndini í Tryggingini er tað hann, ið stýrir litunum. Millum svørt og grá litbrá stinga seg upp reinir litir; reytt og blátt, sum skína upp móti grønu og appilsingulu kontrastlitunum í einum ómetaliga stórbærum og kompleksum verki.

Hansina Iversen hevur verið ómetaliga konsekvent síni mongu ár í listini, ið fara at tátta í eina fjórðings øld. Øll hesi ár hevur hon dyrkað, granskað og víðkað nonfigurativa málaríið og støðugt flutt seg á leiðini. Eitt tíðarskeið vóru skapini rundleitt og sveimandi á hvítari grund. Síðani eru kompositiónirnar vórðnar meira samansettar í fleiri løgum av gløgnumskygdum og ógjøgnumslygdum litløgum. Verkini, sum hon hevði við á teirri stóru framsýningini við føroyskari list í Den Frie Udstillingsbygning við Østerport í 1999 vóru vertikal við denti á rektanguleru flatuna. Í tí ytra minna nýggju málningarnir um hesar hard edge líknandi myndirnar, men tær eru eftir mínum tykki nógv meira áhugaverdar - her er meira innanfyri eisini ítøkiliga. Tann appilsinguli málningurin fær næstan ein trídimensjonalan relieff-dám og tykist stýrd og avklárað samstundis sum hon er rokalig og vill.

Eg skrivaði einaferð um myndirnar hjá Hansinu Iversen, at tær tykjast kvirrar. Henda nýggja kvirran hjá henni er full av substansi, kenslum, av litum og av skapum, sum staðfesta og problematisera sítt egna format samstundis sum strok og ljós bjóða flatuni av og skapa áhugaverdar illusiónir um dýpd, um hol inn í ella forhang oman á myndarúminum. Eg seti nakrar myndir inn her, men best er at síggja verkini har tey hanga í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

51620072_1423941257737246_1659222179423715328_n (1).jpg
51360130_378393966289080_6948787941355290624_n.jpg
51428733_1731306310304847_7719853752034787328_n (1).jpg
51385243_394905021319520_5763652700264726528_n (1).jpg
51349533_367454404051547_8254493273905692672_n (1).jpg
51116716_759284627798069_6084109040672047104_n.jpg