Silja Strøm - Listaleikir - Upplating

IMG_2058.jpeg

Fríggjadagin 25.januar læt framsýningin  hjá Silju Strøm, Listaleikir upp í Listasavni Føroya. Nógv fólk var til fernisering, Teitur Lassen framførdi tvey góð løg og røður vórðu hildnar. Nils Ohrt savnsstjóri røddi um Silju Strøm og listina og mín røða er her:

Líka síðan eg í 2008 fyrstu ferð upplivdi eina framsýning hjá Silju Strøm í Smiðjuni í Lítluvík, havi eg undrast á hvussu konsekvent henda listakvinnan er. Eg meini ikki, at listakvinnan stendur í stað, men at hon rættiliga tíðliga hevur sett sær greið listarlig mál, sum hon støðugt mennir. Glasgow School of Art gjørdi henni mun, og munurin er heilt vist stórur millum tær smáu tekningarnar, sum hingu í Smiðjuni í Lítluvík á sinni í endurnýtslurammum og so hesa flottu framsýningina, ið er nógv tað mest monumentala og framfýsna, sum Silja hevur skapað. Men heilt frá byrjan av eru nøkur ávís brá, ið eru afturvendandi og sum í stóran mun definera listina hjá Silju Strøm.

Fyrst og fremst er henda listin relationel soleiðis at hon á ein ella annan hátt snýr seg um relatiónir ella um viðurskifti millum bæði formligar og innihaldsligar myndaliðir. Í lítlu myndini, sum eg ognaði mær á framsýningini í 2008 sæst ein tusjtekning av eini smágentu við blóðreyðum kjálkum og kjóla, sum uppiyvir sær hevur eina taluboblu. Í taluboblini er ein hondskrivaður tekstur, ið tykist skjótt noteraður við eini útmeiggjaðari villu. Teksturin vísir seg at vera brot úr einum kendum essay hjá amerikanska listfrøðinginum George Kubler frá 62 við heitinum The shape of time og tí nokk so Siljuliga undirheitinum Remarks on the history of things. Radikali tankin hjá Kubler tykist vera at víðka listasøguliga økið til ikki bert at fevna um listaverk, men eisini um allar aðrar menniskjaskaptar lutir - Talan er altso um ein listateoretiskan tekst, sum Silja kann hava lisið í sambandi við útbúgvingina, men hvørs heiti altso hevur ein ávísan samklang við ta listarligu verkætlanina, sum vit síggja folda seg út her í Listaskálanum í dag.

Lítla tusjmyndin heima hjá mær útfoldar seg í samansetingini millum tekning og tekst. Vegna margháttliga stílsamanbrestin millum ta fittu tekningina og tann álvarsliga tekstin verður myndin stuttlig, men við einum álvarsligum undirtóna og einum undirliggjandi retoriskum spurningi um hvørt elskuligar gentur við reyðum kjálkum ikki kunnu fáast við listaástøði? Jú sjálvandi kunnu tær tað, men hetta við at leggja dent á kyn er eitt annað afturvendandi brá í verkinum hjá Silju Strøm, ið onkuntíð hevur teknað androgynar verur, aðrar tíðir sera sansaligar kvinnur – og hennara gentur uppføra seg ikki altíð líka gentuliga pent og skikkiligt, men eru herliga løgnar og vanligar júst sum øll hini.

Listin hjá Silju tykist relationel á ymiskan hátt; í áðurnevndu myndini kunnu vit siga, at listakvinnan granskar viðurskiftini millum mynd og tekst. Aðrastaðni snýr tað seg um viðurskiftini millum figur og grund, millum figur og figur, millum figurativt og abstrakt, millum tekning og málarí, spontant og stýrt, intimt og ópersónligt, millum ílatið og úrlatið, hátíðarligt og banalt, millum einstakling og samfelag. Listin hjá Silju Strøm tykist ovurhonds estetisk, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi; verkini innihalda sosialmentanarligar og feministiskar hugsanir. Hennara leitan útum tað fýrkantaða myndaformatið –eisini ítøkiliga sæð, er ikki bert fagurfrøðiliga grundað, hon er relationel við atliti til onnur verk til áskoðaran og til framsýningarheildina.

Koloritiskt eru hesar myndirnar vakrar, tær eru næstan lekrar sum bomm, candy floss og stríput karamellupappír. Kring glitrandi reinar grundlitir alda ymisk brigdi av leskiligum ljósagulum, ljósagrønum, turkis og ljósareyðum í eini lýsandi heild. Pastellitirnir sýnast kunstigir og víkja til dømis frá litdáminum í teirri siðbundnu náttúrutulkandi føroysku listini. Bylgjandi strikan kring kropparnar, ið flóta runt á myndaflatanum minnir um mátan, sum Matisse teknaði sínar figurar, dansarar og svimjarar. Tann kuli málihátturin í flata myndarúminum við stiliseraðum  strípum og mynstrum í aldum, flisum og stólum minnir eisini um popplistina hjá David Hockney og so komi eg eisini altíð í tankar um Giotto, tá eg hyggi at myndunum hjá Silju. Eg veit ikki ordiliga hví. Men tað hevur okkurt við teir hyldligu figurarnir at gera, tær stóru nertandi hendurnar og tað løgna, smædna sambandið millum persónarnar at gera – kanska eitur tað awkward á nýføroyskum, sum tykist bæði eymt og fjart, sjálvt tá teir nerta við hvønn annan - Í kveikjandi katalogtekstinum lýsir Josie More søguna um heimin at vera søguna um at nema. Hon skrivar: “Á henda hátt og á annan hátt er søgan um heimin søgan um at nema. Tað er ein goymsla, sum skrásetir kraftina í nemingini at umskapa, ein endaleys læra um lutir, týdningurin at vera mildur, hava umsorgan; ein áminning um at hugsa um tað, vit gera. Hesar smædnu nándir, hesin sjáldsami nærleiki; henda søgan um at nema, flá oman á flá, handabragd eftir handabragd. Halda og sleppa. At innihalda og skapa. Tað er soleiðis ein heimur er evnaður til.”

 Sostatt eru vit aftur hjá tí relationella í myndunum, sum eisini eru merktar av eini áhugaverdari javnsetan millum teir figurativu og teir abstraktu myndaliðirnar. Tað er sum um teir abstraktu myndaliðirnir interagera í frásøgnini – tað kann vera í skapi av onkrari litplamasju, sum forðar okkum í at síggja partar av einum figuri ella eins og málingastrok ið knýta saman myndaliðirnar. Bygnaðurin er rundleittur - tað er eins og myndaliðirnir sveima kring myndaflatan. Í áhugaverda viðtalinum, sum Solveig Hanusardóttir Olsen hevur við listakvinnuna í kataloginum lýsir Silja sína arbeiðsgongd sum eina støðuga ringrás. Verkini eru m.a. tengd saman av tí, at hon arbeiðir uppá fleiri verk í senn. Silja greiðir somuleiðis frá, at heldur enn at brúka hierarki í bygnaðinum, so ynskir hon heldur at brúka demokrati, har myndaliðirnir eru javnsettir. Hetta klingar ideologiskt, men kann júst tað sama vera formliga grundað javn. Tað snýr seg um javnvág og javnstøðu. Javnstøðan millum persónar og lutir, millum abstrakt og figurativ skap víðkar um tulkingarmøguleikarnar hjá áskoðaranum, sum í støðugari leitan flytur eyga kring myndaflatan. Allir figurar, litir, lutir og skap skapa teirra týdningar og hjátýdningar, fyrst er tað luturin í sjálvum sær, síðani allar tær upplivingar, vit hava, sum ávirkar okkara fatan av honum - denotatión og konnotatión. Verkheitini eru ein søga fyri seg, men tykjast eisini hanga væl saman sum heild. Summi heiti eru neutralar lýsingar av myndevninum so sum t.d. Swimming studies, onnur heiti er skaldslig og flúgva høgt.

Framsýningin hongur sera væl saman, tí at dentur er lagdur á samanhangin bæði í einstøkum verkum og í heildini, har myndevni og brot úr myndevnum verða endurtikin við smáum forskjótingum. Tað ger sjálvum rørsluna hjá áskoðaranum áhugaverda. Eg ímyndi mær, at allir tit ákoðarar gera tykkara egna verk, ið myndast av mátanum, tit hyggja og flyta tykkum í rúminum. Í slóðini av tykkara fatan verður eitt nýtt verk skapað, sum er tykkara uppliving av framsýningini.

Rørslur eru eisini í heitinum á framsýningini, Listaleikir, ið bendir á nakað ítróttarligt. Myndevnisliga síggjast svimjarar á myndunum og fimleikarar ella akrobatiskir figurar, men eg haldi, at heitið er valt við einum skálkabrosi – sama óskikkiliga og fitta brosið, sum liggur aftan fyri alla framsýningina, sum er partur av boðskapinum í yrkingini í kataloginum, og sum eisini er nýtt til fleiri verkheiti. My poem is bigger than your poem – My poem lasts longer than our poem osfr. her dentur verður lagdur á hvussu absurd kappingarhugsanin er í øllum førum tá talan er um list.

 Á olympisku leikunum snýr tað seg um hvør rennur ella svimur skjótast, her á Listaleikunum hjá Silju hugsi eg, at seigligasti áskoðarin, tann, sum tekur longst tíð at síggja framsýningina og gjarna í fleiri umførum - skal hava medaljuna.

 

Við hesum orðum seti eg Listaleikir 2019

Hjartaliga til lukku Silja

Silja við plakatini

Silja við plakatini

50550841_288624261803185_7348112169218605056_n.jpg
51137430_610739269348019_5536208558166638592_n.jpg
IMG_2071.jpeg
kinna.jpg
50078615_2042380392495208_2637374068822638592_n.jpg
50491136_2054733111304085_5352545663416532992_n.jpg
IMG_2062.jpg
IMG_2081.jpeg
IMG_2085.jpeg
IMG_2092.jpeg

Fotomyndirnar tók Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Marin Strøm, Magnus V.Andersson og Dorthe Pedersen  takk fyri