Listaárið 2019

49948833_599650413795392_3781138643024871424_n.jpg

Nýggja árið liggur kritahvítt og opið framman fyri okkum sum eitt óskrivað blað. Men tað er bara at síggja til; í atelierum og í kjallarum, framman fyri teldur og klaver, í úthúsum, stovum, á pallum og skrivstovum arbeiða tey støðugt, listafólkini, við at skapa verk til okkum at uppliva. Longu nú í skrivandi stund eru fleiri spennandi upplivingar í væntu her um leiðir, men føroyska listin fevnir eisini so víða, at tað er púra vónleyst at nevna alt tað nógva sum hendir innan føroyska list kring allan heimin. Støðugt turnera okkara tónleikarar og javnt og samt hoyra vit um týðingar av føroyskum bókum og um virðislønir og framførslur. 21.januar byrjar Vetrarjazzurin í Sirkus, harumframt eru nógvar konsertir í Norðurlandahúsinum, Blábar, Reinsarínum osfr.

49156243_2061416000644497_3128222963136987136_n.jpg
Screen-Shot-2017-09-25-at-10.15.40-1024x591.png

Sunleif Rasmussen er í løtuni í London, har eitt verk hevur heimspremieru hóskvøldið. Harumframt verður eitt verk hjá Sunleif umframt verk hjá ávikavist Arnold Ludvig og Herluf Lützen framført á ISCM World Music Days 2019, sum verða í Estlandi í vár. Harvið verða 3 av teimum 93 tónaskaldunum, ið eru umboðað á ISCM World Music Days føroyingar.

Listaárið byrjar sum vant við, at vit, almennu Føroyar fagna okkara listafólkum. Mikukvøldið 23. januar 2019 fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at handa virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri 2018. Í ár verður handanin á almennari samkomu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 23. januar kl 19.00. Virðislønirnar verða tríggjar í tali: Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin til ungt listafólk verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

silja.jpg

Silja fekk virðisløn til ungt listafólk í 2013 og nú um eitt sindur meira enn eina viku fer hon at hava serframsýning í Listasavni Føroya. Framsýningin Listaleikir letur upp fríggjadagin 25.januar. Hetta er ein framsýning við nýggjum listaverkum, sum Silja Strøm hevur framleitt til framsýningina, ið hon hevur arbeitt fram ímóti leingi m.a. við íløgu frá Mentanargrunni Landsins. Listaleikir er fyrsta serframsýning hjá Silju Strøm á Listasavninum. Á framsýningini eru málningar, vatnlitamyndir og tekningar frá 2017-18, og hon fevnir eisini um eina røð av prentum, sum Silja gjørdi í Steinprenti í 2015. Listasavnið hevur latið gjørt ein bókling í sambandi við framsýningina, har Josie Moore hevur skrivað tekst um listina hjá Silju Strøm, og harumframt er viðtal, sum Solveig Hanusardóttir Olsen hevur havt við listakvinnuna.

47578543_10218363614304712_4439798704232202240_n.jpg

Sunnudagin 3. februar 2019 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við málningum og grafikki hjá Hansinu Iversen. Fernisering verður sunnudagin 3. februar 2019 kl. 16:00, har Hilmar Høgenni fer at halda røðu og Rani Nolsøe fer at syngja og spæla. Á skránni hjá Gamla Seglhúsinum er annars: Februar 2019 Torbjørn Olsen. Apríl 2019 Marius Olsen, Mai 2019 Hanni Julius Bjartalíð og í september verða verk hjá Anker Mortensen at síggja í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

snowballs2a.jpg

Í Steinprenti gera tey seg somuleiðis klár til eitt ár fullt av spennandi framsýningum og verkætlanum, m.a. fer Tróndur Patursson at prenta á verkstaðnum, eins og forvitnisligar framsýningar verða við ávikavist Peter Callesen(myndin omanfyri; Snowball frá 2006) og Julie Sass. Í heyst verður framsýning við Torbirni Olsen í Steinprenti. Meira um alt hetta seinni! Í dag var sonevndur blokkdagur á Glasi og í myndlist vitjaðu næmingar úr 18bmx í Steinprenti, har tey sóu framúrskarandi list og hoyrdu Fríðu Matras Brekku greiða frá um mannagongdirnar í Steinprenti. Aftaná fóru næmingarnar aftur á myndlistaverkstaðið á Glasi at skapa grafiskar myndir í linoleum.

50502911_279120842776312_2884740481147731968_n.jpg

Í dag frættist, at Jens Dam Ziska er settur sum vísindafólk at standa fyri listaligu útbúgvingini á setrinum. Jens hevur ph.d.-útbúgving í heimspeki frá Oxford University. Í gransking sínari sum heimspekingur hevur hann serliga fingist við fagurfrøði og list. Í løtuni er hann í tíðaravmarkaðum starvi sum granskari á Kunstakademie Düsseldorf, og hann flytur tískil heim at taka við nýggja starvinum, samstundis um hann ger seg lidnan við uppgávurnar har. Umframt at granska er Jens virkin sum myndlistafólk. Hann var t.d. við á framsýningini “Vatn” í Norðurlandahúsinum í fjør. Seinasta vísindaliga grein hansara, “Art as Alchemy: The Bildobjekt Interpretation of Pictorial Illusion” stóð í  The Journal of Aestehetics and Art Criticism í fjør. Umframt at standa fyri at skipa útbúgvingina fer Jens at undirvísa í pørtum av teimum felags ástøðiligu skeiðunum, sum fara at verða boðin út í útbúgvingini.

Á Tjóðpallinum er leikur í gerð við heitinum,’It might be a dream ’ eftir Duritu Dahl Andreassen og Nannu Bang. Í staðin fyri eitt tíðindaskriv stendur soleiðis á heimasíðu Tjóðpalsins:

Góða fyrimynd

Eg skrivi fyrimynd, tí tað ert tú fyri meg. Altso eg veit væl hvussu tú eitur, men fyri at tað ikki skal virka so áleypandi, skrivi eg 'góða fyrimynd'. Hetta er ein persónlig innbjóðing til tín, men ikki ov persónlig - eg havi eisini bjóðað øðrum fyrimyndum.

Í dag havi eg einki, men 23. januar havi eg ein leik. Ella eg havi ikki einki. Eg havi nógv, men 23. januar havi eg eisini ein leik. Eg gleði meg. Eg eri eisini bangin. Tú veitst hvussu tað er. At vera bangin fyri at fólk ikki skilja teg. Eg hevði verið so fegin, um tú komst 23. ella 24. ella 25.

Kærar heilsur

Durita

Og lat meg bara svara alt fyri eitt:

Góða Durita og øll tit listafólk. Takk fyri, at tit eru til. Vit gleða okkum!