Glæsilig trappulist

kp (2).jpg

Nýggi skúladepilin í Marknagili er størsta bygningsverkætlan í Føroya søgu. Listprýðingin er somuleiðis tann størsta av slíkum, sum nakrantíð er framd her á landi. Enn manglar okkurt verk at verða sett upp í prýðingini, ið sum heild er ómetaliga væl eydnað. Tess syrgiligari tykist staðsetingin av listaverkunum úti í brandtrappunum.

Nú summarfrítíðin er av og vit spakuliga sessast hvør á síni rók, sveima vit í huganum aftur á upplivingar í summarfrítíðini. Sjálv havi eg ikki ferðast tað stóra. Var bara ein lítlan arbeiðstúr í Keypmannahavn herfyri, men sonurin var við, og saman við honum endurfann eg mína undran og eldhuga um byggilistina í Keypmannahavn. Vit koyrdu við bussi og prátaðu um tað, vit sóu. Honum dámdi serliga væl tveir bygningar í miðbýnum - hesir eru ómetaliga ymiskir, men hava allíkavæl báðir tætt samband við størsta maktfaktorin til allar tíðir – eg hugsi sjálvsagt um viðurkendu virðiseindina, sum í øldir er nýtt til keyp og sølu, altso pengar. Talan var í fyrra lagi um tann gamla keypsskálan, Børsen frá 17.øld hjá arkitektunum Lorenz van Steenwinckel og Hans van Steenwinckel yngra. Soninum dámdi serliga væl ævintýrkenda, snaraða tornið á gamla renesansubygninginum á Steinhólminum – tit vita, við teimum fýra kimiligu drekahalunum. Øgiliga væl funnið uppá, helt hann (-og hví hava vit ikki tílík torn í Føroyum?). Hin bygningurin, sum honum dámdi ella sum hann onkursvegna var imponeraður av, var eisini ein peningastovnur – tað var hin skínandi tjóðbankabygningurin hjá Arne Jacobsen, ið stóð liðugur í Havnegade í 1978. Sonurin var hugtikin av hesum stóra bygninginum, eg haldi, hann fekk tað at vera pengatangan hjá Gíriki McGvagg, ið stendur har mitt í danska høvuðstaðnum sum ein í grundini óvinarlig og frástoytandi peningateggja úr stívnaðum marmori og glasi. Eg segði honum, at hatta er eitt víðagitið arkitektoniskt monument, og at arkitekturin, sum eisini teknaði SAS Royal Hotel, er úrmælingur og slóðari fyri sonevndum curtain wall glasfasadum í Danmark, men tá haldi eg kki, at drongurin lurtaði – hann var í huganum inni hjá Gíriki gubba og sá fyri sær gamla steggjan gramliga svimjandi í peningarúgvunum handan marmorveggirnar. Tá vit fóru út úr bussinum spurdi hann um pengar ikki eru harðir at svimja í.

Byggilistin sigur søgur

Byggilistin er eins og øll onnur list full av upplýsingum, hon sigur søgur ikki bert um hugflog og speki hjá avvarðandi arkitektum, men eisini um ta tíð og tey menniskju, sum livdu og myndaðu samfelagið kring byggilistina. Gjøgnum tey ítøkiligu, tungu byggilistaverkini, hóma vit mentanina. Tí er tað eisini so áhugavert at vera uttanlands og uppliva ymiskar bygningar og býir.

7DA5170A-6CD1-40F6-9B1A-9FB85019CE06.jpeg

Risastórur bygningur

Í Føroyum eru góðar tíðir, búskapurin er glóðheitur og alla møguliga staðni síggja vit nýggjar stásiligar bygningar skjóta seg upp. Skúladepilin í Marknagili ella Glasir, sum hann eitur, er nógv tann størsta av hesum byggiverkætlanum. Glasir er teknaður av Team Fuglark við BIG – Bjarke Ingels Group – sum høvuðsráðgeva. Bygningurin er so óvanliga stórur, at eg haldi hann vera beint við síðuna av mær, tá eg spáki niðan eftir Dalavegnum. So eg gangi og gangi, men føli sum um eg eri á einum rennibandi, tí tað gongur als ongan veg; bygningurin blívur við at vera umleið somu stødd – tá er líka frægt at hoppa upp í eittaran og koyra nøkur stopp inntil risabygningurin dagar fram undan Handilsskúlanum.

 

9857A65E-F6A8-46DA-8FDE-5710DE62698B (2).jpeg

Ein meldurhvirla

Hvat fara fólk í framtíðini at hugsa um Glasir? Tað valdast kanska hvussu skúlin fer at roynast næmingum og samfelagi. Men byggilistarliga hugtekur bygningurin eitt nú við síni imponerandi stødd og við mátanum, hann er staðsettur og lagaður til lendið í fleiri hæddum. Sambært arkitektafyritøkuni BIG, er skúlin sniðgivin sum ein meldurhvirla við stórum garðrúmi, ið er kjarnin í skúlanum. Og rætt er, at tað innanfyri ikki minst er víðfevnda og ljósa miðrúmið við atrium í neðra og glaskupli í erva, sum imponerar. Út frá rundbygninginum eru leingir og útúrgerðir; upplatingardagin bar fryntiligi arkitekturin, Bjarke Ingels í røðu síni skapið saman við báðar endarnar á einum tilvildarliga krosskastaðum turriklæði. Tilfarið er fyri tað mesta glas og betong og úrslitið er serstakliga ljóst, gjøgnumskygt, modernað og kalt sum ein gamaldags science fiction visión - eg hugsi um góða gamla móðirskipið Starship Enterprise; eitt heilt glas-univers komplett við motordeild í neðra, hárturkarum í erva og við øllum møguligum humanistiskum, náttúruvísindaligum, tekniskum, kreativum, littererum og merkantilum lærugreinum harímillum. Glasveggirnir eru allastaðni, teir eru ein ósjónlig og ítøkilig avbjóðing bæði so og so, og ikki bara sum endaleys pussiflata hjá teimum frammanundan hart royndu vaskikonunum. Tey eru ikki fá, sum í skundi hava rent seg í glasveggir seinastu vikurnar og sum hava ásannað, at glas er hart at renna seg í. Hetta sama kann helst sigast um allan bygningin fyri ikki at tala um bygnaðin, at her eru avbjóðingar av ymsum slagi, alt møguligt, sum skal lagast til og broytast.

Trappulistin

Staðsetingin av listini í fimm brandtrappum er hinvegin rættiliga liðug, so har ber illa til at koma afturumaftur. Fimm av okkara bestu listafólkum hava prýtt hvør sína trappu. Prýðingsætlanin kostar tríggjar milliónir krónur, tað er ikki smávegis. Tá eg av fyrstan tíð hoyrdi um forfjónaðu staðsetingina, undraði hon meg, men eg kom til ta niðurstøðu, at trappurnar mundu vera onkursvegna implementeraðar í rundbygningin á slíkan hátt, at listin var sjónlig úti í stóra rúminum, har er jú glas allastaðni. Men her mistók eg meg - har sæst einki til størsta partin av listini úti í stóra garðrúminum og tað er stórt spell, haldi eg. Eg hugsi, at ein orsøk til, at staðsetingin í brandtrappunum virkar eyka løgin er, at trappurúmini eru minkað í mun til upprunaætlanina orsakað av sparingum.

 

Brandur Patursson.jpeg

Brandur Patursson

Glas- og ljósverkætlanin hjá Brandi Patursson er ómetaliga væl eydnað og gevur áskoðaranum eina tiltrongda kenslu av hita í hálvalýsinum í tí partvíst myrkalagda trappurúminum. Brandur hevur avmarkað seg till tann sama brenda, reyða litin í øllum sínum verkum, hann brúkar somu stødd, og tøkni í øllum verkunum, og hesum avmarkingum hevur hann fingið nógv burturúr. Tað er eins og liturin flýtur á lýsandi glasflatanum. Eg eri lærari í m.a. myndlist á Glasi. Tá næmingarnir hjá mær tosaðu um hesi verkini í dag, brúktu tey nógv orð, sum høvdu við hita at gera. At verkini sýnast brennandi heit og at struktururin minnir um kókandi, rennandi, flótandi lava. Tær hildu eisini, at eldverkini onkursvegna vóru relaterað til staðsetingina í eini brandtrappu. Her kann tað vera, at næmingarnir yvirtulkaðu, men tankin er nokk so fiffigur. Brandur Patursson hevur sett sær nakrar einfaldar formligar avmarkingar og treytir; øll verkini hjá honum hava tað sama, avlanga liggjandi formati, ið leggja upp til eina frásagnarliga tulking, sum ikki letur seg gera av tí, at listin er nonfigurativ. Allíkavæl hóma vit stóran spenning, dynamikk og hendingar í ljósfylltu verkunum.

 

B42A5998-8617-4DA1-ACDD-D2D85E649082.jpeg

Jóhan Martin Christiansen

At gipsverkini hjá Jóhan Martini Christiansen fella so væl inn í betongtrappurúmið, sum tey gera, er neyvan heilt tilvildarligt. Listamaðurin hevur í síni arbeiðsprosess tikið støði í ymiskum byggitilfari, sum hevur verið brúkt í sambandi við byggingina av Glasi. Tessvegna hava listaverkini sama ráa dámin, sum rúmið, tey hanga í. Gipsrelieffini eru rættiliga ymisk, summi eru stór í vavi og rektanguler, tey hanga sum gátuførir, tigandi portalar í brandtrappuni á Glasi. Aðrastaðni hanga smærri verk, sum eru formskorin og minna um staklutir á eini størri heild. Á einum veggi hanga fleiri avlong skap saman í eini loddrættari røð, sum sendir tankarnar til líknandi kompositiónir hjá Donald Judd. Men har amerikanski slóðarin skapti sløtt, maskinkend objektir, ið vóru nóg mikið í sínum egna objektiva ding an sich ítøkiliga veruleika, arbeiðir Jóhan Martin Christiansen eisini við eftirmyndum og einum slagi av tilfarsligari ontologi. Hesi verk eru um somu tíð eitt slag av eftirmyndum av skapanini av bygningsverkinum, sum tey eru ein partur av, men tey eru eisini poetisk og vøkur og eru sostatt ikki ólík trægipsmyndunum hjá Anker Mortensen.

 

Anker Mortensen.jpg

Anker Mortensen

Sjálvt um listprýðingin hjá Anker Mortensen er tøkniliga fjølbroytt og sett saman av kvadratiskum oljumálningum og smærri pappírsmyndum, so myndar hon eitt egið og friðsælt univers, sum er gott at koma inn í. Á sama hátt sum við hinum verkunum á Glasi, tykist henda listprýðingin gjøgnumhugsað eisini í mun til hvar verkini hanga í mun til hvørt annað. Her er ein ávís menning frá koloristiskum og sprøklutum málningum niðarlaga og til eitt meira hátíðarligt og luftigt úttrykk í erva. Ovasti málningurin er einastandandi vakur, friðarligur, hvítur og tó fullur av innihaldi og meining sum í einum fávitskunnar skýggi, ið er eitt evni, sum áður hevur hugtikið listamannin. - Fávitskunnar Skýggj er heitið á einum gomlum enskum kristnum riti um kontemplatión, eitt handrit við ráðum um hvussu mann ber seg at fyri, at sálin skal blíva eitt við Guð. Verkini hjá Anker Mortensen hava eitt bæði organiskt og intimt brá, sum gevur áskoðaranum hug og dirvi til at nærkast teimum.

Sum áður nevnt er Glasir ikki heilt liðugur. Hetta hevur m.a. við sær, at ikki øll verkini eru komin uppá pláss í prýðingini. Henda greinin er sostatt skrivað uttan at eg havi sæð verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Hanna Bjartalíð – sambært frágreiðing verða verkini hjá teimum báðum integreraðir partar av innirúminum á Glasi. Bæði listafólkini arbeiða hartil við lívrunnum tilfari, Ragnhild við ull og Hanni við træi, so eg hugsi, at vit kunnu gleða okkum.

 

Rannvá Kunoy.jpg

Rannvá Kunoy

Tað ovasta verkið í prýðingini hjá Rannvá Kunoy er ikki hongt upp enn orsakað av onkrum byggisnøkli, men eg havi sæð verkið, ið er tað størsta av verkunum hjá Rannvá Kunoy á Glasi. Hetta verkið er skínandi turkisblátt, men skiftir lit eftir ljósinum. Hesi verkini snúgva seg fyri ein stóran part um ljós, ið saman við gjøgnumskygni hevur verið týdningarmikil partur av listarligu leitanini hjá listakvinnuni heilt frá byrjan. Øll árini hevur hon ment ljósárinið í sínum myndum og hevur nú nátt eitt fyribils hæddarpunkt við málningum, sum lýsa. Hesi seinastu árini hevur hon arbeitt við serligum litpigmentum, ið skifta lit eftir ljósinum í framsýningarhølinum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin. Hesir málningarnir, ið eru bygdir upp av nógvum tunnum løgum av máling, eru ómetaliga sansaligir, vakrir og nærverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir í roynd og veru bróta eina grundtreyt hjá málarínum - at  vera fikserað í tíð og rúmi. Upplivingin av hesum verkunum verður til saman við rørsluni hjá móttakaranum. Á sama hátt sum hini listafólkini í trappuprýðingini hevur Rannvá Kunoy gjørt síni verk við atliti at skúlastovninum, har verkini hanga. Málningarnir eru fullir av teknum, strikum, tølum og orðum, ið tykjast krevja eina tulking. Í fleiri førum er ikki gjørligt at týða teknini. Myndirnar eru gátuførar og afturlatnar í teirra skyggjandi vakurleika og ymisligu formatum. Men so allíkavæl ber til at eyðmerkja okkurt í vavstrinum. Onkrastaðni er orðið YAMA skrivað á skák og endurtikið fleiri staðni. Yama er sambært hinduistisku læruni tað fyrsta menniskjað, ið fann vegin til deyðsríkið og sum harvið vísti øllum hinum menniskjunum vegin hagar. Yama gjørdist gudur, ið varðaði yvir deyðsríkinum og so líðandi varð hann eisini rættvísisdómarin, ið metti um atburð og karma hjá hvørjum einstakum menniskja.

Sigrun Gunnarsdóttir (1).jpg

Sigrun Gunnarsdóttir

Veggjamálningarnir hjá Sigrun Gunnarsdóttir snúgva seg somuleiðis um at vaksa, at búnast, at læra, at fara, at skilja, at granska, at tulka, at minnast, at halda fast og at sleppa. Hervið relaterar prýðingin til skúlan sum stovn. Sjáldan havi eg uppliva hennara serliga einfalda, naiva og symbolska stíl koma so nógv til sín rætt sum í prýðingini á Glasi, ið fær eyka styrki av at vera málað á tann ráa betongveggin eins og teir gomlu, inniligu kálkmálningarnir. Listakvinnan fyriheldur seg í sínum frásagnarligu verkum til skúlan sum eitt stað, har einstaklingurin mennist og búnast. Hon hevur sum tann einasta av trappulistafólkunum valt at taka sjálvar trappurnar við í prýðingina. Hon hevur málað dekorativ mynstur á trappurnar og tað riggar væl. Eg hugsaði í fyrstani, at tað var ov lítið avgjørt, men havi nú gingið nakrar ferðir í hesum trappunum og haldi, at tað hongur sera væl saman og savnar tey einstøku verkini. 

 

AF58CED7-940A-4D34-A936-C5C39DB882FB.jpeg