Hansina Iversen: SANSARÚM

IMG_0795.jpg

Fotomyndir: Fríða Matras Brekku

Í dag var síðsti dagur, at sonevnda Sansarúmið, sum Hansina Iversen gjørdi í dansistovuni í Norðurlandahúsinum var opið. Hetta rúmið varð gjørt í sambandi við barnafestivalin í Norðurlandahúsinum og er altso upprunaliga ætlað børnum, sum tað stendur skrivað á heimasíðuni hjá nlh:

Hjá børnum er abstrakt list náttúrlig. Tey fara til abstraktar málningar púra opin, uttan ótta og læstar meiningar. Tey frøast um litirnar og skapini og samanbera tey við teirra egna kropp og umhvørvi. Tey spyrja ikki um tilverurættindini hjá listini og tey taka hana nátúrliga til sín. Sansarúmið er eitt rúm við abstraktari list, sum børnini kunna fara inn í, nerta við, undra seg yvir, tiga í og bara vera í.

Eg eri sera fegin um at eg náddi at síggja Sansarúmið, tí hetta var sanniliga eisini áhugavert hjá vaksnum at uppliva. Sansarúmið er eitt listaverk og ein víðari menning av tí, sum Hansina Iversen byrjaði uppá á framsýningini Lonely Hearts á MEST. Á lutfalsliga einfaldan hátt við geometriskum og organiskum skapum spælir listakvinnan við sansir áskoðarans. Skap verða myndað á flatu, í rúmi og negativt sum hol í vegginum. Myndir eru speglingar og skap verða endurtikin gjøgnum rúmið í mobilum, ið kunnu snarast runt og einum filmi við somu rundu rørslu. Litir og ljós broytast, tá vit koyra undir verkini og tey mala runt. Tá varnast vit hvussu nógv litir og skap ávirkast av hvørjum øðrum. Við Sansarúminum sæst, at Hansina Iversen hevur rúmligan ans og at hon umframt at mála, eisini megnar at gera stórar installatiónir. Tað kundi verið spennandi at sæð Hansinu Iversen framsýnt eina monumentala installatión í einum white cube listarúmi uttan órudd og pútur, sum sjálvandi í hesum føri eru til børnini at sita á.  

IMG_0769.jpg
IMG_0770.jpg
IMG_0799.jpg
IMG_0768.jpg
IMG_0788.jpg
IMG_0783.jpg