Vit tola tað!

B9424F43-46E6-4BC5-9A58-1147684A3DFD.jpeg

Í dag er annar mai og tað er kanska ikki nakar serligur dagur so sum altjóða arbeiðaradagurin í gjár, men hann følist serstakur kortini. Tí sólin skínur og trøini eru um at bresta av ljósagrønari byrjan. Í einari sólrípu í eini veit skínur gult, tað er eins og sigur lítla sóljan við sínar grøngulu systraknubbar, at tað er nú tað er trygt at koma út hjá sóljum og hjá smálombunum, ið spæla á bønum onkrastaðni fleiri favnar undir tveimum tjøldrum, sum klippandi framføra okkurt slag av einari aggressivari luftballett. Likkurnar síggjast ikki, men eru mælskar og ljóða eitt sindur sum um onkur hevur fortalt eina vittigheit.

st4.jpg

Eg var í gamla bókhandli í gjár og har stóð bókin, eg á sinni skrivaði um Steffan Danielsen flott plaserað á bestsellarahillini, men hon er eisini bílig á útsølu og enn sær hon gott út kann eg óbeskeðin staðfesta um bókina, sum Bókagarður gav út í 2009. Onkrar nýggjar bókur lógu eisini frammi í bókhandlinum, m.a. nýggja krimibókin hjá Steintór Rasmussen. Hon er tann triðja í røðini um ein bindiklubba við seks damum, sum í heilum koma sær uppí morð. Deyðin fer í bindiklubb kom út í 2016, Hevndin úr Havsins dýpi kom í fjør - báðar útgivnar á Sprotanum og í síðstu viku er Horvna rósan givin út á forlagnum Innskot. Nú er tað soleiðis, at tá eg síðsta mikudag var á veg á starvsfólkaferð til Cardiff, ja so fekk eg ikki minni enn trý teldubrøv við leinki til eitt tíðindabræv á in.fo um, at ein mentakona í Havn verður dripin í nýggju krimibókini hjá Steintór Rasmussen. – Munu ikki fleiri mentakonur vera í Havn, hugsaði eg við mær sjálvari, eitt sindur tortrúgvin, men forvitin eri eg og helst líka sjálvsentrerað sum so mangur annar, so eg lúrdi í bókina har í bókhandlinum. Myrda mentakonan eitur Inga Einarsdóttir og er ein nokk so altdominerandi typa, hon er ummælari, sjálvútnevndur gøtusópari hjá listini, ið ger av hvørji listafólk skulu stuðlast og tilnevnast og so hevur hon ein serligan vinmann, ein vátligan yrkjara í Danmark, Tóki Narvason, sum hevur skrivað eina ørgrynnu av yrkingasavnum, eini tretivu, og sum hon tilnevnir í heilum eina og aleina, tí tey eru vinir.

st3.jpg

– Tóki Narvason kann so ikki vera Tóroddur Poulsen, hugsi eg. Hann er mikið fagnaður um norðurlond og hevur mær vitandi ikki drukkið tað stóra síðan fýrsini. Og mín egna makt er tann, sum fólk tiltrúgva mær, orsakað av mínari vitan, meting og miðlan. Sjálvt um eg eri partur av nevndini, sum innstillar bøkur til virðislønina hjá norðurlandaráðnum, so havi eg higartil ikki havt tað stóru maktina, tá tað til dømis kemur til pengar og avgerðarrætt innan listina í Føroyum. Hóast mína serfrøði og stóru vitan um føroyska samtíðarlist, havi eg enn ikki verið í nøkrum av nevndunum, sum velja út samtíðarlistafólk at prýða bygningar í sambandi við tær ymsu byggiverkætlanirnar. Eg havi heldur ikki nakrantíð øll míni tjúgu ár í føroyskum listalívi sitið í nakrari nevnd í Mentanargrunninum og býtt út pengar. Tað er í sær sjálvum undrunarvert. Ummælarin, Inga Einarsdóttir hevur eftir øllum at døma ein listablogg har hon ummælir øll møgulig listasløg. Tað geri eg eisini, so møguliga er okkurt samanfall millum skaldsøgupersónin og veruleikans ummælara. Tað er í fínasta ordan, eg eigi at tola at vera til inspiratión til ein persón í eini bók eins og listafólk og høvundar eiga at tola at verða ummælt.

C3F71C68-61FE-4BD6-AC86-ECFED077E11A.jpeg