Eyðun Johannessen 80

torbjorn.jpg

Henda einastandandi fína málningin hjá Torbjørn Olsen sóu vit á fyrsta sinni á Heystframsýningini í 2010. Og hvør tann, sum hevur møtt manninum, sum hann ímyndar, man vita, at talan er um ein óvanliga væl eydnaðan portrettmálning. Hann lýsir ikki bara tað ytra, ta tilvildarligu útsjóndina hjá manninum, men fer inn um skræðuna og fær sjálva ta fabulerandi, opnu og gløggu persónsmenskuna við. Tí hetta er jú hann sjálvur, Eyðun Johannessen, stórprátandi skrøggarin, generøsi forteljarin, slóðbrótandi sjónleikarin, megnar leikstjórin, ósvitaligi listamaðurin, herliga menniskjað og afturvendandi, rótfasta rabarban alt í einum og leygardagin 28.apríl verður hann 80 ár.  

Eyðun Johannessen stovnaði Grímu í 1977, men leikstjórnaði sín fyrsta leik í Sjónleikarhúsinum longu í 1959. Hansara navn er vorðið synonymt við føroyskan sjónleik. Hann er útbúgvin sjónleikari og var rektari fyri sjónleikaraskúlan í Århus og so var hann fyrsti stjórin í Tjóðpalli Føroya, tá hesin varð stovnaður um aldarmótið. Í 1997 kom hann á heiðurslistan hjá Statens Kunstfond yvir listafólk, sum fáa veiting fyri lítið ella “livsvarig ydelse” og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. 

Sum leiklistarligur undangongumaður kann hansara týdningur ikki yvirmetast, hann hevur sum sjónleikari og leikstjóri og fyriskipari so dyggiliga sett sítt árin á leiklistina í Føroyum og í Danmark. Leiklistarliga avrikið fevnir bæði um tað fólksliga og um listarlig stórverk - um eitt nú Fólk og Dólgar í Kardemummubýnum hjá Torben Egner, sum fleiri ættarlið av børnum og vaksnum hava fegnast um, tá tað tíðum verður endursent í Barnaútvarpinum. Men Eyðun Johannessen hevur eisini tulkað bókmentalig og dramatisk stórverk hjá t.d. Williami Heinesen, Henrik Ibsen, Samuel Beckett og August Strindberg. Hann hevur somuleiðis leikstjórnað fleiri nýggjar føroyskar leikir í 2014 var tað Tóm Rúm eftir Marjuna Kjelnæs og í 2016 var tað Havfrúgvin hjá Jóanesi Nielsen. Hesar uppsetingar hava allar verið hugtakandi upplivingar hjá okkum áskoðarum, t.d. Tóm Rúm, sum undirritaða ummælti: Tómrúmið sýgur seg niður yvir áskoðaran frá fyrstu løtu. Byrjanin er stórsligin og vøkur, yrkingin um óttan verður lýst uppá eitt tunt klæði, ið skapar eina illusión av stórari dýpd, veldugum tómleika, samstundis sum orðini verða borin fram vakurt og týðiliga við stórari rødd og rúmklangi og atmosferiskum tónleiki við smáum steðgum, ið tykjast víðka rúmið inni í høvdinum. Pallurin er høgur og tómur, hann er komponeraður soleiðis, at menniskjuni, Hann og Hon sýnast smá og tey tosa saman sum vóru tey í hvør sínum tómum rúmi. Tað eru tey eisini, skilst. Tey eru eitt par, sum hava upplivað tað ringasta, nakað menniskja kann koma út fyri, at missa sítt avkom. Søgan kemur til okkum í brotum gjøgnum samrøðuna hjá parinum, sum ikki dugir at tosa saman, sum brigslar hvør øðrum tað, sum er hent, sum hartar hvørt annað fyri mátan tey reagera ella ikki reagera uppá. Leikurin er í tveimum pørtum, fyrsti parturin er statiskur, hann snýr seg um ótta, seinni partur er dynamiskur, hann snýr seg um vreiði... Leikstjórin, Eyðun Johannesen hevur framt eitt leiklistarligt bragd, sum er ómetaliga ambitiøst, ein upprunaføroyskur leikur á tremur í tilsipingum og dramatiskari styrki og sum tessvegna fer at vera uppførdur aftur, vónandi í einum nýggjum leikhúsi.." 

Hóskvøldið tann 26. apríl kl. 21 leggur Sprotin fram eina bók, sum í brotum lýsir lívið hjá Eyðuni Johannessen og sum harvið eisini er ein lýsing av føroyskum sjónleiki. Vónandi fara nógv at nýta høvið at heiðra Eyðun hetta kvøldið.

Hiðani av Listaportalinum takki eg fyri tær mongu stóru listarligu upplivingarnar, gleði meg at lesa bókina. Hjartaliga til lukku, Eyðun Johannessen við degnum 28.apríl.