Korallbruni - Nýtt yrkingasavn

KORALLBRUNI.jpg

Tíðindaskriv er komið frá forlagnum Eksil um, at Anna Malan Jógvansdóttir letur úr hondum nýtt savn við heitinum Korallbruni.

At skriva seg burtur frá menniskjanum og út í náttúruna

Nýtt savn eftir Onnu Malan Jógvansdóttir

 

slímutur snigil

undir

hjartaskalinum

eg

eri

hvít

mítt hjarta

ber beinagrindina

uttaná

 

Korallbruni er annað savnið hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir. Í 2015 kom yrkingasavnið Undirfloyma, ið hon listprýddi sjálv. Hesu ferð hevur hon eisini myndprýtt savnið Korallbruni, m.a. við tara sum hon hevur funnið í Nólsoy, haðani hon er ættað. Hon er fødd í 1995 og gongur í løtuni á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Í 2016 fekk hon Virðisløn til ungt listafólk.

 

Eitt rák móti náttúruni

Í fyrra savninum ferðast vit í myndum og yrkingum gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin kundi hómast. Í savninum Korallbruni hevur Anna Malan flutt seg bæði í mun til innihald og formtilvit. Savnið er eitt umfar um eitt eg, ið druknar seg fyri at gerðast eitt við havið. Aftaná deyðan upploysist likamið og verður etið av krabbum og krossfiskum. Ein taraskógur veksur úr rovinum, soleiðis gerðst egið aftur eitt við havsins og náttúrunar ringrás.

Høvundin sigur at savnið er ein roynd at skriva seg vekk frá menniskjanum og út í náttúruna, so hon kann sleppa at ráða. Her arbeiðir Anna Malan út frá einum sokallaðum posthumanum og natúrheimspekisleiddum rákið, ið er sterkt í hesum døgum innan innan list og skaldskap í Norðurlondum. Savnið minnir okkum um at vit eru noydd at endurhugsa okkara støðu í heiminum, at tað materiella, ikki bert er deytt, óvirki, men júst sum yrkjarin vísir okkum, nakað sum er ein partur av øllum og av okkum sjálvum.

 

Korallbruni

Forlagið Eksil

Savnið er 48 síður

Rættlestur: Kirsten Brix

Redaktørur: Kim Simonsen

Sniðgeving: Veingir

Kostnaður 150 kr.

Í Bókahandlunum frá 20 apríl.

Stuðul veittur frá Mentanargrunni Landsins og Bakkafrost