Í góðum listarligum selskapi - KVF á páskum

paskir.jpg

Á páskum plagdi eg at geva mær tíð at síggja onkran sonevndna stórfilm. Men eg má viðganga, at nú eru nøkur ár síðani, at eg kláraði at hyggja at filmum sum Spartacus, Laurence of Arabia ella The Ten Commandments uttan at gera nakað annað samstundis.

Men vit verða í góðum listarligum selskapi á páskum, tendra vit fyri Kringvarpi Føroya, tí teir tríggir portrettfilmarnir hjá Katrini Ottarsdóttir um Tórodd Poulsen, Jóanes Nielsen og Hans Paula Olsen verða allir sýndir í páskadøgunum. Hesar sendingarnar eru bæði góðar og gamlar. Tað sær ikki út til, at nakað serligt av nýggjum sjónvarpstilfari er framleitt til páskirnar; onkur guðstænasta verður sjálvandi sjónvarpað.

Men í útvarpinum verða fleiri nýggjar sendingar at sendingar, t.d. kann mann gleða seg til tær fimm útvarpssendingarnar hjá Suna Merkistein um tann mentanarkollveltandi ungdómsuppreisturin. Sendingarnar verða lýstar soleiðis á heimasíðuni hjá kvf: Nú hálva øld eftir sokallaða ungdómsuppreisturin, sum kyknaði upp í vesturheiminum árini frá 1967 og fram eftir, fer útvarpið um páskirnar at endurvarpa ljós á sonevnda 68-ættarliðið og tær rembingar, sum tóku seg upp millum føroyskan ungdóm tey árini. Eitt anti-autoritert rák birtist millum ungdómin víða hvar. Tey bjóðaðu stirvnu skúlaundirvísingini á hægri lærustovnunum av, og talaðu at krígnum í Vietnam. Nýggj rák innan lívshugsan, móta, tónlist og politikk taka seg upp. Hetta eru árini við "the summer of love", blómubarna- og hippiementan og øðrum vekingum. Men hvussu var í Føroyum? Bóru hesi rák við? Hvussu upplivdi føroyskur samtíðarungdómur rembingarnar tey árini? Í sendirøðini hitta vit fleiri, sum tá vóru ung. Tey greiða frá hvussu ungdómsuppreisturin ávirkaði tey. Vit hoyra um nýggja tónleikin, mótan, ófriðin í býnum, rembingarnar í studentaskúlanum í Hoydølum, rúsnýtsluna, nýggju bókmentirnar og leiklistina, útferðarhugin, lestrarár í útisetu, kvinnufrígering, EEC-fylkingina, málstríðið o.a. Í sendingunum hoyrast Rói Patursson, Bergur Dam, Jens Marius Dalsgaard, Hermann Oskarson, Annika Hoydal, Elin Mouritsen, Eyðun Johannessen, Árni Nicolajsen, Hanus Kamban, Andreas Petersen, Heðin M. Klein, Jóanes Nielsen, Súsanna Danielsen, Heri Kragesteen, Astrid Andreasen, Malan Johannesen, Eyðun Andreassen, Martin Joensen, Stanley Samuelsen, Kári P., Johan Mortensen, Ólavur Klakk, Birgar Johannesen, Eirik Rasmussen, Sonne Smith, Axel Nolsøe, Hanus Samuelsen, Eivin Simonsen, Magnus á Stongum, Tordis Jensen og Stig Møller. Suni Merkistein legði sendirøðina til rættis, og Jónsvein Heinesen og Dánjal Tavsen tóku upp og settu saman.

Skírisdag verður fyrsti partur av tveimum sendur um William Heinesen og kristindóm og tað er Bergur Rønne Moberg, sum fer at greiða frá. Langa fríggjadag klokkan 15 sendir útvarpið verkið Jóhannes Passiónin av J. S. Bach. Upptøkan er úr Vesturkirkjuni 12. november í 2017. Solistar eru, Rúni Brattaberg, Hallveig Rúnarsdóttir, Andri Björn Róbertsson, þorbjörn Rúnarsson, Hildigunnur Einarsdóttir og Martin Vanberg. Sangarar, kór og orkestur undir leiðslu av Ólavi Hátún.

Leygarkvøldið fer mann kanska at lurta eftir Plátubarrini, tí tað er ein sjáldsama hugnalig sending og verður tað ivaleyst eisini páskaaftan. Og páskadag fari eg í øllum vørum at lurta eftir samrøðu millum Jógvan Arge og Petur Martin Petersen um listamálaran Jóannes Kristiansen: 100 ár eru síðani listamálarin Jóannes Kristiansen varð borin í heim í Leirvík. Hann hevði hvørki hug til sjógv, bø ella haga, men tímdi at tekna og lesa. Í 1935 fór hann til Danmarkar at læra meir um hesi kynstur, men fyri at hava okkurt at liva av fór hann í málaralæru. Jóannes ætlaði sær heimaftur, tá hann var liðugur, men tá var Danmark hertikið. Undir krígnum gekk hann á kunstakademiinum í Keypmannahavn saman við Ruth Smith og Ingálvi av Reyni. Meginpartin av lívinum búði hann í Danmark, men var so at siga hvørt ár í Føroyum og fekk íblástur. Eitt eyðkenni vóru teir ljósu litirnir. Í Fuglafirðï hevur systirsonurin Petur Martin Petersen eitt stórt savn av málningum hjá Jóannesi Kristiansen. Teir hanga í húsum hansara, sum eru bygd í sama sniði, sum barnaheim Jóannesar, ið var seinasta langhús í Leirvík