Mentanarstarvslønaravrik 5 - Carl Jóhan Jensen

 Fotomynd: Jan Andersson

Fotomynd: Jan Andersson

Við heili 52 mánaðum av mentanarstarvsløn telist rithøvundurin Carl Jóhan Jensen heilt vist millum toppskorararnar Topp 20 á listanum, sum stóð í Norðlýsinum herfyri. Tveyoghávtrýss mánaðir - tað eru minst 1560 dagar við mentanarstuðli, so tað er ikki tespiligt.

Til stutteika taldi eg síðurnar í bókunum hjá Carl Jóhan, teimum eg fann á hillini, her manglar okkurt, men eg telji umleið 2050 blaðsíður av føroyskari prosa og poesi, so tað er ikki hissini og her er avrikið hjá satiriska skjaldraveldinum ikki eingang talt við. Og sjálvsagt snýr tað seg ikki um kvantitet. Tað, sum hevur týdning hesum viðvíkjandi er, at talan er um dygdargóðar bókmentir og eina almenna mentanaríløgu, sum loysir seg. Takk fyri!

 

Carl Jóhan Jensen: the reverend dünn´s concept of God


Guð er Guð

tó at ýtan brestur

um dinglið í krúnuni

og ljósið yrkir klasarnar av lagi

kring lampustaðið aftur

Guð er Guð

um fjálgin í lakinum kalnar

og barnið spratt andleyst

úr reivi av illreyðum legdum.

Guð er Guð

um forrit øll skelva,

um fiskur talar,

um kvarterslagið svíkur í klokkuni,

um flugan missir flogið

og stovan ikki var.

Guð er Guð

um fívilin slær

og streingirnir

ørkymla veftin,

ið fer gjøgnum

upphavsins skil.

Guð er Guð

um einglarnir falla

og hvørva út í tóman

Guð er Guð

um stjørnurnar rúmdust í lógva

og samvitskan doyði

Guð er Guð

um lív alt var afturvend

og myrkrini ævig.

Guð er Guð

cjj.jpg

Skaldsøgur

1979 - Seinnapartur

1995 - Rúm - tekstur í 14 pørtum

2005 - Ó - Søgur um djevulskap

2014 - Eg síggi teg betur í myrkri

2015 - Bókin um tað góða

2017 - Sær ein fuglabók av gloymsku

Yrkingar

1977 - Yrkingar

1982 - Skríggj

1984 - Messa á kvøldi og fram undir morgun

1990 - Hvørkiskyn 

1997 - Tímar og rek 

2006 - September í bjørkum sum kanska eru bláar

2018 - Gestur millum tíðir

Ritsøvn

2000 - Mentir og mentaskapur (ritsavn)

Virðislønir og starvslønir

1989 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

1991 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

1998 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

2006 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

2007 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri Ó – Søgur um djevulsskap

2008 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið September í bjørkum sum kanska eru bláar

2015 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, fyri skaldsøguna "Eg síggi teg betri í myrkri"

2016 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Eg síggi teg betri í myrkri