Takk er bert eitt fátækt orð...

28164251_10156281826613593_839757202451647784_o.jpg

Sunnudagar fyrr í tíðina var ikki sjáldsamt at hoyra ein danskan sjønnsang frambornan í Kvøðuljómunum. Taaaak er kun et faaaattigt ord plagdi hann at syngja, Poul Bundgaard (tann tjúkki í Olsenbanden hevði so ómetaliga gott mál ella mal, sum mamma plagdi at siga, tí hon var av Eiði). Hesin sangurin var so mikið fastur partur av sunnudagsmentanini, at eg umgangandi hugsi um sunnudagssteik og brúna sós, tá eg hoyri hann. Tað er ikki ofta, tíverri, tí Kvøðuljómar eru ikki til meira. Men Norðlýsið er hinvegin til og sangurin kom mær til hugs henda dagin, eg las eitt kritiskt lesarabræv hjá Sólfinn Hansen á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.

Lesarabrævið snýr seg um býtið av mentanarstarvslønunum, ið var kunngjørt herfyri. Eg ætlaði mær í grundini ikki at viðmerkja tað við einum orði. Eg havi so ofta áður viðmerkt mentanarvirðislønirnar og tørvin á eini nýhugsan á økinum, at tað sýnist sum burturspilt tíð. Fyri nøkrum árum síðani hevði Dimmalætting eina heila greinarøð um evnið við fotomyndum á avísforsíðuni av hesum illgerðarlistafólkunum, sum liggja og skræða í seg túsundavís av skattakrónum. Tá góvu vit ilt av okkum á listablogginum.

Nakað annað meira persónligt, sum fyri fyrst helt meg frá at viðmerkja mentanarstarvslønabýtið, var eitt bræv í vindeygakarminum her í stovuni hjá mær. Eitt keðiligt bræv. Tí eg var ein av teimum, sum ikki fekk starvsløn hesa ferð, sjálvt um eg søkti, sjálvsagt við eini genialari verkætlan. Ótakk!!! - Avslagið føldist persónligt. Sum eitt slag í búkin. Eg var vigað á eini vektskál og funnin ov løtt og tað er alt annað enn hugaligt. Eg reageraði nokk so óelegant, men kom yvir tað m.a. við at hyggja at listanum yvir tey 40, sum fara at móttaka mentanarstarvsløn í ár. Tí har fer at spyrjast nógv góð list burturúr.

Eg eri sostatt fullkomiliga ósamd við kritikkinum, sum Sólfinn Hansen og (Birgiri Kruse) føra fram, at nógv av móttakarunum av mentanarstuðlinum eru The Usual Suspects, eg veit ikki ordiliga hvat teir hava ímyndað sær í einum landi við 50.000 menniskjum. Beint tvørturímóti fegnist eg um, at tey góðu, royndu listafólkini framhaldandi orka og tíma avmarkaðu lønina uttan pensión og annað tílíkt og at tey fáa arbeiðsfrið til at skapa ta list, sum er ómissandi fyri okkara land. Á listanum yvir móttakarar av starvsløn eru nøkur nýggj góð nøvn, t.d. myndlistafólkini Anný Djurhuus Øssursdóttir og Jens Dam Ziska og rithøvundurin Anna Sofía Jørgensen, ið fyri mær kundu havt fingið meira. Vit skulu ikki ræðast at taka ábyrgd og satsa uppá tey, sum dugur er í, heldur ikki, tá tey halda fram við at skapa list alla teirra livitíð og takk fyri tað. Ei heldur skulu vit vera bangin fyri mentanarligari miðsavning í høvuðstaðnum. Tað er náttúrligt og neyðugt, at listin finnur saman og myndar eitt umhvørvi nærindis stovnum sum universiteti, listasavni, grafiskum verkstaði, gallaríum osfr. Listaútbúgving skal somuleiðis verið náttúrligur partur av hesum umhvørvi, sjálvsagt í samstarvi við tey mongu kompetentu listafólkini, sum eitt nú arbeiða í Steinprenti. Eitt tílíkt miðsavnað umhvørvi er gull vert fyri víðari menning og sjálvsagt ber til at leggja neyðugar avlegarar av hesum samstarvi víðari út um landið, so at vit samla og varpa ljós á allar góðar kreftir. Nåh men eg skuldi jú ikki skriva nakra viðmerking. Vildi bara siga takk fyri listina, sum er komin burtur úr mentanarstarvslønunum. Komandi tjúgu dagarnar ætli eg mær sostatt hvønn dag at takka fyri og viðgera verk, sum ein av teimum á topp 20 listanum í Norðlýsinum hevur gjørt.

Og so havi eg lænt viðmerkingina hjá Carl Jóhan Jensen til greinina í Norðlýsinum, sum eg seti undir myndina. 

https://nordlysid.fo/tidindi/20441/mentanargrunnurin-og-the-usual-suspects

 Foto: Jan Andersson

Foto: Jan Andersson

Hmm…nú hevði onkur, og sum vera man í Norðlýsinum, eitt yvirlit frammi yvir tey, sum hava „fingið“ mest í starvslön frá Mentanargrunninum…

Evst á listanum tróna tríggir yrkisrithövundar og teir hava, er yvirlitið eftirfarandi, „fingið“ starvslön í ávikavist 78, 60 og 57 mánaðir hesi átjan árini, síðani starvslönarskipanin kom í gildi…t.e. í tíðarskeiðinum frá 2001 til 2018 (bæði árini íroknað)…

Nú er tað so ymiskt hvörjar tankar fólk gera sær um list sum dagligt yrki, ikki síðst tey, ið javnan lesa Norðlýsið… so eg man ongum siga nakað upp á bakið, um eg loyvi mær at gita, at yvirlitið er prentað við tí í hyggju, at lesarin skal ógvast við, at summi hava „fingið“ so nógv frá tí almenna fyri at fáast við slíkt, sum bara kann eita fjas og fáfongd í Norðlýsinum…

Men varð dömið, um bert eitt eygnablunk, snarað á eitt sindur og talvan lisin frá öðrum sjónarhorni, tá hövdu summi möguliga fingið annað at ötast um…tí tað er nú so, satt best at siga, at meðan fyrrnevndu yrkisrithövundar „fingu“ starvslön útlutaða úr Mentanargrunninum hesi árini og lögdu drúgt verk eftir seg í skaldsögum, yrkingasövnum og leikverkum, fingu onnur í öðrum yrkjum lön í 216 mánaðir, uttan at nakar tók atlit til avrik ella í aðrar mátar sáaði iva um, hvört tey áttu lön sína uppiborna…

Um talvan í Norðlýsinum sostatt sigur nakað sum helst, so er tað fyrst og fremst, hvussu ússalig kor föroyska samfelagið bjóðar sínum skrivandi fólki…

Tað kann illa vera blint fyri nökrum, sjálvt ikki teimum á Norðlýsinum, at föroyski bókamarknaðurin er evarska lítil, ja, av sonnum ein örmarknaður sammett við bókamarknaðin í okkara grannalondum. Tað er undantakið, ja, má haldast fyri eitt kraftaverk, um ein bókaútgáva gevur so mikið av sær í almennari sölu, at tað ger eitt tal, sum nær ella námind líkist eini lágmarksinntöku fyri „vanliga“ 40 tíma arbeiðsviku. Hartil kemur, at aðrar inntökur av skriving bert eru ein viðfáningur, onkrir hissini snöklar, eitt nú bókasavnsgjald, samsýning fyri at verk verða lisin upp í útvarpi, skúlavitjanir o.s.fr.

Kortini er eftirspurningur eftir föroyskum lesitilfari til allar aldursbólkar. Og tað er ikki av ongum. Tað vita tey, ið vilja vita tað. Föroyskt lesitilfar og ikki síðst skaldskapur kunnu seint yvirmetast, ætla vit okkum hinvegin, at föroyskum máli og föroyskari mentan skal verða lív lagað frameftir. 
Men föroyskar bókmentir vera ikki til av sær sjálvum, tíansheldur lönarleyst. Skulu föroyskar bókmentir standa seg í kappingini við tað lesitilfar, sum föroyskum lesarum stendur í boði á donskum og í vaksandi mun á enskum, krevst at
skrivandi í Föroyum í minsta lagi fáa livilig kor at virka undir.

Verandi skipan við starvslönum úr Mentanargrunninum, alt hon ónoktiliga var ein bati, tá hon í síni tíð kom, er í ongum samsvari við tíðina og broyttar umstöður og treytir. Partvíst er skipanin undirfíggjað. Partvíst tekur hon allar listargreinir um ein kamb bæði yrkis- og áhugalist. Upprunaliga var ætlanin, tá ið Mentanargrunnurin var endurskipaður í 2001, at játtanin á fíggjarlógini skuldi hækka árvíst upp í 15 milliónir, minnist meg rætt, fram til 2015. Tað hendi ikki. Heldur tvörturímóti. Játtanin hevur at kalla staðið í stað og enntá verið skerd okkurt árið. Sum grunnurin virkar nú himprist eg ikki við at kalla hetta ein álmussuskipan. Tað er eyðmýkjandi, einki minni, at hövundar, sum hava ártíggju á baki í sínum yrki og væl og virðiliga hava sannað sítt bókmentaliga virði, skulu standa og lykkjuskjótast av takksemi uppi í almenna ljósmálanum, hvörja ferð teir fáa nakrar krónur sleingjandi fyri sítt arbeiði…

Tann tíð var tá ið lærarafólk vórðu viðfarin soleiðis. Lærarar gjördu einki til nyttu, var sagt. Sótu inni alt árið „í slábrokki og ternutum inniskóm“ sum Dagblaðið tók til um Martin Joensen so seint sum í fírsárunum. Men tíðir skifta og tað galt eisini hjartalagið til lærarafólk.

Fá brigsla lærarafólki lönina longur. Tíbetur.

Öðrvísi er við skrivandi fólki. Orðaleyst kann lönast alment fyri at undirvísa í tí, sum föroysk skrivandi lata úr hondum og enntá fyri at læna tað út á bókasövnum, men Guð forbjóði, at so mikið sum lágmarkslön verður goldin fyri at skriva. Sum ein lögtingsmaður, eg minnist ikki úr hvörjum flokki, einaferð helt fyri í tinginum: „Í Föroyum verður eingin fongslaður fyri at skriva.“ Hvör skal siga, hví skulu tit so hava lön fyri tað eisini. Ella sum ein annar tingmaður og fyrrverandi formaður í mentanarnevndini málbar seg: „At vera rithövundur er ein lívsstílur og ber lön sína í sjálvum sær.“ 
Íðan kann tað sama sigast um onnur yrki…

Ella hvat?

Tak eitt nú politikarayrkið.

Hugsið tykkum, um tað nú av onkrum órannsakiligum ávum fall soleiðis fyri, at öll samsýning fyri arbeiði á lögtingi og öðrum politiskum leikpallum varð avtikið við teirri grundgeving, at slíkt arbeiði var ein lívsstílur. At í staðin fyri eina fastlönarskipan varð ein lönargrunnur fyri politikkarar settur á stovn og fekk seks milliónir játtaðir um ári, sum ein nevnd, mannað við sjey tilvildarliga valdum borgarum eftir egnum tykki og vilja lutaði út sum starvslön til lögtingslimir og aðrar politiskar leikarar, ið söktu um tað…

Og eg síggi tey fyri mær, tað veit gud, politikkararnar við svarbrövum frá hesum góða lönargrunni millum sínar skelvandi hendur.

Mentamálaráðharran t.d. brosandi við samanlæstum tonnum á sjónvarpsskíggjanum uppi yvir ein fráboðan frá nevndin- í grunninum, sum á sínum seinasta fundi hevur gjört av at játta henni starvslön í tríggjar mánaðir av valskeiðinum til at umsita skúla og mentamál.

So eg tali nú ikki um fiskimálaráðharran, eg kann lítið ætla, hvussu styrktan hann hevði kent seg í sínum áliti á einar sjálvstöðugar Föroyar, fekk hann starvslön í seks mánaðir til at fyrisita fiskivinnumál.

Og fíggjarmálaráðharrin! Eg banni upp á, at öll beinagrindin í henni hevði ringlað av berum spariídni, hevði hon fingið starvslön í eitt ár til at halda skil á almennum fíggjarviðurskiftum.

Og fólkafloksformaðurin, ha? Ivast nakar í, at tann skrámuti skorturin á honum, hevði staðið í eini smílskari skriðu av eyðmýkt, fekk hann starvslön í tveir mánaðir til at gera uppskot um skattalætta?

Nei, tá hevði verið gleði í tingheimi, sum ongantíð fyrr, har hevði rungað eftirí í hvörjum steini av lovsongi til fólkaræði og ikki eitt eygað verið turt, um politikkarar best sum var máttu rokna við, at lönin fyri hvört valskeið í mesta lagi var triðingurin av eini læraralön ella minni, ja, kanska líka skjótt eingin.

Spyrst so livst