Fleiri tiltøk hava verið í sambandi við, at hundrað ár eru liðin síðani listamaðurin Regin Dahl var borin í heim. Síðsta leygardag hevði Tarira eina væl eydnaða og fjølbroytta konsert, har Carl Jóhan Jensen hugleiddi um meginevni í yrkingunum hjá Regini Dahl:
Í ellivta tíma, á ellivta degi í november tað Harrans ár nítjanhundrað og átjan, fáar dagar eftir, at Regin Dahl datt inn í verðina úti í Sandagerði, kom ein vápnahvíld í gildi…hon sleit heljardansin árini frammanundan um Flandur og Norður-Frakland, men byrjaði í somu öðini eina öld, sum Regin Dahl á gamalsaldri, rúm fýrs ár seinni, lýsir soleiðis í seinasta yrkingasavni sínum Smámunir frá árinum tjúguhundrað:
Ill var öldin/ öll sum hon var./ Eldur og dráp/ um mannheimin allan.
Og tað er henda illöldin…útígjögn er hon annar tráðurin í skaldskapinum hjá Regini Dahl…grundkorini so at siga. Í yrking eftir yrking skyggir aldarfaran fram í skiftingum av ljósi og dökkum á einum skelvandi og fyndkvæmum flata av ungum föroyskum bókmentamáli. Nú skal eg ikki troytta tykkum, góðu áhoyrarar, við alt ov nærløgdum og langrökjutum greiningum, henda lötan bjóðar líkasum ikki til slíkt. Í staðin fari eg at lata skaldið sjálvt sleppa til orða…tað man vera longst sum best. Eg havi leitað fram nökur av teimum meginevnum…ella skuldi eg betur sagt hugans andglettum, ið gera tey tólv sövnini, Regin Dahl legði úr hondum frá nítjanhundrað og sjey og tretivu fram til aldaskiftið tjúguhundrað. Eitt av hesum evnum ella andglettum verður sett fram við hesum orðum í yrkingini Sæl er tann sál í savninum Tokkaljóð frá nítjanhundrað og fýra og fjöruti:
Sæl er tann sál/ ið eigur aga/ og alv at spretta á settum tíma - /og eigur dirvi,/ tá dagar styttast,/ at loysa fræið/ og fevna deyðan,/ tá ið dalirnir taka at skýma.
Við hesum orðum eftir í huganum lat okkum nú í felag lurta eftir trimum yrkingum úr ymsum sövnum. Ogn úr Óttukvæðum frá nítjanhundrað og fimm og hálvtrýss, Summarmorgun 1961 úr Gongubitum frá nítjanhundrað og fimm og trýss, Jarðarferð yrkjarans á miðsumri úr Orðakumlum frá nítjanhundrað og átta og hálvfjerðs og Degningstakksemi úr Ellisskekum frá nítjanhundrað og átta og fýrs:
OGN
Eg eigi tað varandi gleði,
Ið vermir meg dag undan degi,
at lívið, sum meinslar, tað fjálgar við
og fjölgar í túsunda lið.
Eg veit, at um eg sjálvur farist
Í vesalings ösku og ótta –
So livnar á hvörjum dunga
Grasið hitt angandi unga.
Og smágentur, mjáar um miðju,
Dansa við deyðans grindir –
Og teirra vaknandi, væntandi kvið
Lívgar í túsunda lið.
Summarmorgun 1961
Grön eru leyvsblöð,
Týning, deyði –
Havsaldan blánar,
Týning, deyði –
Svart og fagurt
Konufangið,
Men týning, deyði.
Minnist tú brennivín,
Bragdardropar –
Minnist tú löturnar,
Láturríkar –
Kjötbitar, kjálkafisk,
Kelivætti,
Næturnar allar
Ein hurlivasi?
Skakað, skeiklað er stjörnan,
Nú rennur övugt alt –
Her á mínar hálvgomlu hendur
Lýsir hitandi morgunsólin –
Men týningin – deyðin ---
Jarðarferð yrkjarans á miðsumri
Fagurligur hesin
Fráfaringardagur –
Sterkt í skál –
Lavandi sóljuvökstrir allir,
Jóanssökubál.
Geisandi eldar
Í hvörjari kyknu
Og tægr –
Ljómandi sláttur
Úr hvörjari æðr.
Almiklar aldur
Úr fyrndaröldum:
Ljós í ljós –
Fröknisfröin
Í hvörjari fjós.
Froðandi fram um
Koparoyggj
-kópa- og hvessinga-fylgd-
Tann hin mæta,
Tann hin væna
Fríggjaramoyggj.
Gapandi
Hvört aðlisop,
Rapandi mergsins
Og megin-máttarins lop.
Furðuligur hesin
Fráfaringardagur
-sterkt í skál!
Á lofti leika
Geisandi, gessig
Jóansökubál.
Degningstakksemi
Hvat er sum kvakan
Av heimafugli –
Og hvölpur, ið rembir sær
Á fótalagnum
Fyri dag?
Eitt hálvdögur, kanska,
Góði –
Fekkst tú afturat,
Í gávu?
Ein mjólksopa, eitt muss,
Eitt djúpt, av dýrum royndum
Reint orð
Við á leiðini.
At vakna aftur
Ein lívsins morgun.
Tað er eftir öðrum, íðan hvat, at eisini Guð er eitt andgletti í skaldskapinum hjá Regini Dahl. Yrkingin Andsvar í Beltisgyrði frá nítjanhundrað og níggju og fjöruti vendir sær til Drottin við upphavsorðunum:
Veldigur ert tú Harri,
men endar við, at sjálvið í yrkingini spyr um Guð yvirhövur man sansa um líðingina í jarðarlívinum, tí sjálvt sín einborna rópandi á krossinum sýnist hann ikki at hoyra. Seinastu örindini bæði ljóða soleiðis:
- hoyrdi tú ikki, / hoyrdi tú einki av tí,/ ella ganga teir allir ranga leið,/ er nöringin alt,/ nöring, át og myrkurstrot?/ / Hvaðan gótu vit okkara trá,/ kom hon ikki frá tær,/ og kom hon frá tær, hví unti tú henni/ so ongantíð svar?/.
Í yrkingini Sálmur í Óttukvæðum er orðbragdið afturímóti annað, eyðmjúkari, ja, beinanvegin frómt:
Sálmur
Í tögnini ert tú,
Tá ið barnið situr
Á eiðisbakka
Og lýður á kvöldarkvirrið –
Men eisini í ættini
Oman av fjöllum
Köld av gróti
Og gráum sögnum.
Í koyggjuni ert tú,
Tá ið lúkan er fyri
Og eingin sær
Tær nötrandi hendur –
Men eisini í stovu,
Tá gamlir leggir
Styrkna í stigi
Og fegniskvæðum.
Í sálminum ert tú,
Tá ið kertustubbar
Blaktra í kirkju
Á halgari nátt –
Men eisini í geylinum
Frammi í gron,
Tá ið brotið hvítir
Og skipið stoytir í norðanódn.
Lær meg tol at týða
Torskilnu stavir tínar,
Lær meg at bíða-
Gev mær troyst at stíga
Fram um skjólveggir mínar,
Lær meg at líða –
Lær meg at vega á tíni vág,
Lær meg at liva, at tú ert hjá.
Men so eru aftur aðrar yrkingar, har eingin trúgv er at halla seg til, har Guð er úr eygsjón og eingin tanki, eingin kensla opin fyri öðrum enn tí óumberliga og övugta veruleika lívsins, at alt ferst og endar í ongum. Tak eitt nú yrkingina Alt meðan tú rakar tær úr Orðakumlum:
Alt meðan tú rakar tær
Jú, satt segði tú
Forni frændi:
Táið groypingin skrædnar,
Í holdi,
Í túni,
Í öllum mentunarviðurskiftum,
Ella hinvegin, so siðiliga:
Tá ið systkinabörn,
Vinir og vinkonur
Á býlingsvegnum,
Tá ið skúlafelagar
Verða spjaddir av
Bardögum,
Hjúnalagsbrotum,
Böðils-eltingum
Og öllum tí,
Sum hvört elvir annað:
Tá gevur deyðalutturin upp
Úr hvörjari poknu –
Alt meðan tú rakar tær
Á morgni
Stinkar tú longu.
Eisini ástin, eitt stöðugt uppafturtikið tema í yrkingunum hjá Regini Dahl, er somuleiðis eitt andgletti. Ástin í öllum sínum kjötligu og ókjötligu brigdum, í sínum skiftingum frá fegnisörku til döpurhuga og kolsvarta ógleði…eina lötuna sjálvur lívsuggin, aðra lötuna helviti líkari. Tríggjar yrkingar haldi eg lofta, ið hvussu er partvíst, hesum brigdum og skiftingum, tær eru: Eitt andlit umborð og Linni báðar úr Gongubitum og Ástarösingin úr Rekagróti frá nítjanhundrað og fimm og fýrs.
Eitt andlit umborð
Við skerstokkin stóðst tú
Og stardi –
Varrarnar
Beiskar, kossleysar,
Eyguni ber sum klædnatváttur,
Oman frá nasunum
Svövnloysisstrikurnar
Og um kjálkan
Foyran av ástarsmeiti:
-ástin, ið royndi seg,
Beyð sær fram
Og varð kövd - -
Sjáldan var ásjón
So nívandi vökur,
Sum táið tú bíndi
Brúnoygd
Út í deyðadýpið.
Linni
Eitt undur í mínum hondum:
Miðja og mjadnir
Sóljumjúkar –
Og tætt við oyrað
Mál títt mildliga,
Örvitugt mutlandi.
Eyguni afturlatin,
Nasarnar kykar
Og muðurin opin,
Hagar til eg læsi hann aftur,
Hagar til vit læsast saman
Aftur í harðari greipt.
Eitt undur í hondunum:
Búkur og mjadnabugur –
Og havsins rámi,
Havsins duni
Ævi og allan aldur.
Ástarösingin
Ástarösingin er ikki alt –
Men hvörja ferð
Er hon alt.
Snykur og sniðfundigir kallar,
Vulgus og válgaranatni,
Tróttugar marknatrætingar?
Jú so, jú so.
Men snjóklokkur Guðs,
Bláklokkur Guðs,
Og fyrsta hitabríkslið –
So grönkast í neðra,
Gróðursylur um hupp og
Herðar.
Viðhvört, viðhvört
Er ástarösingin alt.
Hittinorðasavnið Leysasökk frá 1944 byrjar, minnist meg rætt, við orðunum: Eg elski oyggjarnar, men eg hati fólkið. Eg elski fólkið og hati oyggjarnar. Hetta andgletti ella ein ávísur tvískinningur í sinnalagnum til Föroyar og föroyska samtíð sæst aftur í fleiri yrkingum hjá Regini Dahl. Öðrumegin eru Föroyar heima, tað sum var yvirgivið, tann tíð var, og ein í útlegdini kann henda fagurgjörd vídd. Hinvegin eru tær Föroyar, ið komið verður aftur til…tann eindin av nýtíðarligum mótsetningum…tann fáfongdin. Í yrkingabólkinum Heimstaður mín í savninum Eftirtorv frá 1981 eitur tíggjunda yrkingin Á Kongabrúnni og hon lýsir væl nettupp hetta andglettið:
XI
Á Kongabrúnni
Deyðir seiðir og slekkar hítir
Vagga við vágarstein –
„Eg sá eitt kombikk í fjör,“ segði ein –
Hann nevndi seg Rein.
„Eitt kombikk?“ spurdi eg, alskinbýttur,
„hvussu bar tað til?
Hetta lítla fitta, ið kitlaði
Piltaárini millum táanna?“
„Ja, tað viti fanin,“ segði hr. Rein,
„hvussu og hví?
Eg havi so sæð eitt kombikk
Í mínari tíð.“
Deyðir seiðir og slekkar hítir
Vagga við vágarstein.
Og hesin sami ampin av nýtíðini…av fáfongd hennara, kemur fram í yrkingini Modern times í Rekagróti:
Modern times
Nú duga öll at yrkja
Og at smíða lög –
Her krevjast ikki sköld
Ella sypriströ.
Her leika ravmagnsstreingir
Við forherðings herðara –
Og fjúrtan ælabogar
Geisa omaná.
Á, Dávið, tín dári,
Við hörpu í hond –
Tak Saul við á disco,
So hvörvur hvör ond,
Bæði góð og vánd.
Har kemur ikki minsta
Hugans flog
Í námind ella nánd.
Og lat meg nú enda við eini yrking, sum helst er ein tann fyndugasta og vakrasta, sum nakrantíð er yrkt um mál, um skaldskap og um lívið sjálvt, men tað er yrkingin Orðini úr Eftirtorvi.
Orðini
Fagurt er tað, tá ið tit koma
Eins og fornsögufuglar
Flákrandi
Uttan av myrkursins hövum
Og setast
Á herðar og hendur
Við boðum
Um vánir endurlívsins:
Grönt leyv í nevi –
Og grönar nálir.